Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SOSU —————J——— A — Dagarnar 25. til 28 juni hava fólk høvi at liva seg aftur í landnámstíðina. Tá verður skipað fyri legu á Selatrað. Fólk kunnu gista á leguni og á tann hátt rættuliga royna, hvussu tað var at liva í landnámstíðini - ella kunnu tey vitja Få ndamaåil uni: er at ÍÆTa OKKU g Kynstur, sum tett C VIð ella um at Sena na sum vil hugna okkum á Skótadepli- sjåldsomu vøkru náttúruni á Selatrað. Høvi verður millum annað at læra seg at gera prýðislutir úr silvuri av sama slagi, sum landnámsfólkið og skyld- ÍK teirra í he ondunum ru, at sigla við seglum smíða dyllur og onnur iløt, tilevna lutir úr leiri, seyma rotuskógvar og at virka og Ita ull Eisini verður undirvíst í gomlum smíðikynsturi, eitt nú at smíða eggjastál, sum sjálvur Regin Smiður nýtti at smíða Sjúrði sverðið Gramm, har jarn og stál verður lagt í essveld og á stiðja ferð eftir ferð verður smíðað saman fyri at blaðið skal vera so hart sum gjør- ligt uttan at støkka. Hesin håttur at smida eggjastål verður róptur damasksmíð og gevur knívs- ella svørs- blaðnum ein serligan vakr- an dám, sum teir frægastu hondsmíðaðu grindaknivar- nir mundu hava Umframt føroyingar verða 4 útlendskir undirvis- arar við á leguni. Umframt hetta verður nógv annað, sum ikki minst er hugtak- råt G mum. Møguleik 1 4 fØroysK skjóta við millum ðrum notusúpan gryvjusteiki. Høvi verð ur eisini at síggja bátasmíð og kliggjavev, sum í Før oyum í nærum óbroyttum líki varð nýttur úr land- námstíð og langt upp í okk- ara eld og annað mangt sum er eftirgjørt eftir lutum, ið eru funnir í åtgrevstrum, m.a. bogar, prýðislutir, silv- urpening, ringbrynjur, bún- ar, ljóðføri og tjøld við út- skornum tjaldstavum líkt teimum, sum vórðu funnin í víðagitna Osebergskipi- num í Noregi, ið var drottn- ingagrøv frá víkingatíðini Hjá teimum, sum hava hug til tess, verður høvi at fara onkran gongutúr og um kvøldarnar verður bálhugni og okkurt kveldið føroyskur dansur. Tekning til leguna fer fram á kunningarstovu- num Kl. 13 sunnudagin verður latið upp fyri at onnur enn tey, sum hava tekna seg til sjálva leguna kunnu koma og síggja og uppliva ein farra av landnámstíð við matgerð yvir opnum báli, leirbrenning, jarn og silvur- smíði, gongutúri osfr.. Eis- ini hjá hesum verður hevi at royna at sigla við seglum, skjóta við boga og at ríða á føroyskum rossum, sum Marit Petersen, ríðilærari í Havn stendur fyri. Yvirhøv- leguna, og á tann hátt síggja, hvussu fólk livdu tá ur eru tað roynd og køn fólk, sum undirvisa ella stíla fyri teimum ymsu tiltøku- num, so at bæði dygd og trygd skuldi verið í lagi Um nóg stórur áhugi er fyri hesum, er ætlanin at skipa fyri landnáms- og miðaldarlegum á hverjum ári, ella so títt áhugi og um- støður loyva hesum, møgu- liga eisini í øðrum plássum enn Selatrað. Tað er eitt landsfevnandi = samstar ímillum feløg og einstak- lingar undir fyribilsheiti- num Sidsøguligt Samvirki, sum hesuferð saman við Skótadepilinum á Selatrað stendur fyri tiltakinum Høvudsdrivmegin aftan fyrr tiltakinum í ár er sjálvbodni samskiparin fyri Sidsøgu- liga Samvirkið Anna Louisa Joensen. Saman við leiðsl- uni á Skótadeplinum við Kjartani Dalsgaard á odda hevur hon fyrireikað og lagt leguna til rættis. Ein hjart- ans tøkk skal verða veitt øll- um teimum, sum á annan hátt hjálpa til, antin við at lata, tilfar, lendi, ross ella tíð, ikki minst teimum, sum undirvísa. Stuðul til ferðaseðil er veittur av Ferðaráðnum og Atlantic Airways og avslátt- ur fingin frá Smyril Line. Annar stuðul er fingin frá skótadepli KFUM-skótanna á Houens Odde í Danmark. Anna Louisa Joensen sigur við Sosialin, at tað hevur ikki verið tann stóri áhugin fyri at gista á leguni. Tað er kanska í so nógv at krevja av fólki, men vit kundu hugsað okkum, at nakrar barnafamilju gistu her í einar tveir dagar fyri at vita hvussu tað var at upplivað at liva, sum tey gjørdu í landnámstíðini, og ti hava vit gjørt av, at fólk kunnu koma og vitja leguna allar dagarnar, sigur hon Anna Louisa Joensen vís- ir eisini á, at tað eru komnir nakrir sera dugnaligir smið- ir, sum skulu arbeiða og vísa sítt landnámstíðarhand- verk á leguni — Vit hava ein sera dugna- ligan jarnsmið, ein silvur- smið og ein bøkjara. Hesir arbeiða vanliga á fornminn- issøvnum í Danmark og teir hava síni serligu amboð við sær, sigur hon. Umframt útlendsku smið- irnar vera eisini føroyingar við á leguni, sum m. a. fara at vísa, hvussu arbeitt var við at gera rotuskógvar, at arbeiða við ull og liting. — Eisini verða nakrir bog- ar frá landnámstíðini at síggja - og ikki nóg mikið við tí, fólk fáa eisini høvi at royna hesar víkingabogar sjálv, sigur Anna Louisa Jo- ensen. Sunnudagin fer Amadeus at sigla í pendulfarti millum Hósvík og Selatrað, so fólki sunnanífrá ikki nýtist at koyra so langt fyri at vitja leguna, sigur Anna Louisa Joensen Nr. 116 — 24. JUNI 1998 — Tað er kanska í so nógv at krevja av fólki, at tey skulu gista á leguni, men vit kundu hugsað okkum, at nakrar barnafamilju gistu her í einar tveir dagar fyri at vita hvussu tað var at upplivað at liva, sum tey gjórdu í land- námstíðini. Men vit hava gjørt av, at fólk kunnu koma og vitja leguna allar dagarnar, sigur Anna Louisa Joensen, ein av fyrireikarunum Savnsmynd Skrá fyri landnåmsleguna á Selatrað 25-28 juni, 1998: Hoskvøld: Tjøld verda reist og legan sett vid bålhugna og onkrum til matna. Friggjadag: KI. 8: Greytur vid súreplum, breyð, urta-te og mjólk. KI. 9: Undirvist verður í jarn- og silvursmidi, at gera dyllur og onnur fløt og at tilevna lutir úr leiri. Børnini sleppa at skjóta við boga og pil og at ríða á føroyskum rossum. Kl. 12: Turrur fiskur, spik, drýlur og smør. Kl. 13: Nú ber eisini til at arbeiða við ull, lita tógv og seyma rotuskógvar. Nakað út á seinna- partin koma bátarnir, og tá verður møguleiki fyri at royna seg at sigla við segli. Kl. 18: Notusúpan, drýlur og smør. Kl. 20: Møguliga til arbeiðis aftur ella ganga ein túr, spæla og hoyra tónleik. Bálhugni, har vit baka flatbreyð. Ley Kl. 8: Hveitibreyd, smør, ost, blak, urta-te. Kl. 9: Møguleiki at arbeiða við somu evnum sum dagin fyri ella royna okkurt nýtt. Kl. 12: Feskur fískur og breyð ella turrur fiskur og spik. Ki. 13: Sama skrá sum fyrrapartin. Kl. 18: Gryvjusteik og flatbreyð. Kl. 20: Sigla og hugna sær. Kl. 23: Føroyskur dansur. Su Kl. 10: Rémastampur og breyd. Kl. 11: Farið verður í kirkju. Ki. 12: Abit. Breyð við skinsakjøti og osti. Kl. 13: Opið fyri almenninginum.Høvi verður at sigla við seglum, ríða á føroyskum rossum, skjóta við boga, fara gongutúr ella síggja jarn- og silvursmíð, leirbrenning, matgerð yvir opnum báli og uppliva ein farra av landnámstíð. Kl. 15: Heilstokt krov. Gestirnir kunnu keypa sær ein bíta til matna Legan endar og fólk pakka saman. | |