Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. juni 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 116 — 24. JUNI 1998 tíðindablaðið SOE! 11 Floskupostur funnin tvey ár seinni í Noregi Í oktober í 1996 kastaði tann tá 5 ára gamli Jákup Ramon Kass av Argjum ein flóskupost á havið. Fyri stuttum fekk hann bræv aftur frá einum 3. og 4. flokki á Vesturstrond Noregs, sum júst tá lærdu um Føroyar og fuglarnar her. Tey høvdu funnið fløskupostin FRANTS JENSEN Bæði Jákup og pápi hans- ara, Bartal, sum hevði hjálpt honum at skriva brævið, høvdu givið upp at hoyra nakað um fløskupostin aft- ur. Teir trúðu, at hann aldri fór at koma afturíaftur, men høvdu kortini ikki gloymt, at ha blakað i Men fyri nøkrum fåum Biligari at vera blåkrosslimu døgum síðani fekk Jákup bræv sendandi úr Noregi. Í fyrstuni hildu tey, at tað var eitt ketubræv. Men gleðin gjørdist stór tá tey opnaðu brævið og lósu at fløsku- posturin var funnin. Og tað var heldur ikki einhver, sum hevði funnið hann. Tað vóru nøkur børn í einum flokki, sum júst tá høvdu lært um Føroyar og fuglalívið her. Blái Krossur Føroya og Sjómansheimini eru farin undir eina avslåttaravtalu, sum gevur blákrosslimum avsláttur bæði til gisting og máltíðir á teimum trimum fóroysku sjómansheimunum FRANTS JENSEN — Vit vilja taka framum gist- ingarhús, ið ikki skeinkja rúsdrekka. Tey skulu fáa ein fyrimun, sigur Asbjørn Jac- obsen, aðalskrivari í Bláa Kross: Føroya. — Eisini vilja vit geva frá- haldsfólki ein annan góðan valmøguleika í hesum tíð- um, har at fleiri matstovur og gistingarhús fáa sær skeinkiloyvi, og har tað meir og meir verður prentað niður í okkara fólk, at ein ikki kann eta nakað uttan at njóta rúsdrekka afturvið. Vit halda tvørturim6ti ikki, at tað er ónatúrligt ella løgið at fara út at eta uttan rúsandi løg Avslåttaravtaluna hevur Blåi Krossur Føroya gjørt vid tey try føroysku sj6- mansheimini, Tórshavnar, Runavikar og Klaksvikar Sjómansheim. Allir blá- krosslimir, sum hava goldið limagjald, fáa eitt avsláttar- kort fyri mat og gisting á sjómansheimunum, og kunnu gera nýtslu av av- slátrinum. Máltíðir og gisting Avtalan inniber at liminir fáa 20% í avslátri fyri gist- ing á gllum sjómansheim- unum. Hetta er tó bara gald- andi vetrarhálvuna, fyri ikki at órógvað summarhálvuna, tá ið sjómansheimini frammanundan hava úr at gera. Avsláttur fæst eisini fyri máltíðir á sjómansheimun- um. Hetta er tó skipað á tann hátt, at tá ið ein hevur keypt seks máltíðir av ein- um slag og harvið fingið seks stempul frá sjómans- heimunum í kortið, gevur tað rætt til eina nærri til- skilaða ókeypis máltíð. Ynskja fleiri limir Asbjørn Jacobsen dylir heldur ikki fyri, at ein onnur grund at farið er í gongd við hetta tiltakið er at fáa fleiri at gerast limir í Bláa Krossi. — Við soleiðis at geva lim- unum ávísar fyrimunir, vóna vit at fleiri tekna seg sum lím, samstundis sum tey, ið eru limir, framhald- andi vilja vera limir og lætt- ari vilja gjalda limagjaldið, sigur hann. Hann ynskir gjarna at tað aftur verður „cool“, „inn“ at vera blá- krosslimur. Ynskja at vera í rúsfríum umhvervi Jeffri Johannesen, fyri— stødumadur å Torshavnar Sjómansheimi, sigur ai sjó- mansheimið gjara vil stuðla einum hesum tiltakinum og harvið gera tað meir „inn“ at sita ámatstovum, ið ikki skeinkja rúsdrekka. — Tað eru fleiri føroying- ar, sum ynskja at fara út at eta uttan rúsdrekka og í ein- um rúsfríum umhvørvi. Funnin páskaaftan Hvønn veg fløskuposturin er farin, síðani hann varð tveittur á sjógv í oktober 1996 veit hvørki Jákup ella pápi hansara. Men páska- aftan í ár vóru tað nøkur børn í Veidholmen á oynni Smøla á vesturstrond Noregs, sum funnu hann Teirra millum vóru Marlene í 3. flokki og Marius í 4 flokki. Marlene og Marius eru tvey av teimum átta børn- unum í 3. og 4. flokki í skúl- anum í Veidholmen. Flokk- urin hevur í vár millum ann- að lært um Føroyar og fuglalívið her. Á vestur- strond Noregs er eisini eitt ríkt fuglalív, og fuglin i Før- oyum samanbóru tey við fuglin, sum er hjá teimum Lærarin hjá 3. og 4. flokki hevur longu verið í Føroy- um og ferðast. Ynskja brævarsamband Í brævinum til Jákup skrivar Jákup Ramon Kass av Argjum blakaði fyri tveimum árum síðani fløskupostin á sjógv við ruskplássið á Argjum. Fyri nókrum fáum dógum síðani fekk hann bræv endandi úr Noregi, sun St eði at po turin 17 funnu flokkurin, at tey eisini gjarna vilja fáa brævarsam band við ein flokk í Før oyum. Tey eru áhugað at læra meir um fuglar í Før oyum og vilja eisini læra ein møguligan føroyskan skúla flokk um norskar fuglar Jåkup er sjey åra gamal og eftir summarfrítíðina byrjar hann í fyrsta flokki á Argja skúla. Tí er ikki so lætt at skriva hjá honum enn. Men er onkur annar, sum hevur áhugað at skriva saman við hesum norska skúlaflokkinum, so er bara at gera tað. Skrivast kann til 3. og 4. klasse 97/98, Veidholmen skole, 6585 Veidholmen, Norge. Lær- arin eitur Mette Spange Føroyskt og enskt Brævið, sum Jákup sendi avstað. varð bæði skrivað á føroyskum og enskum. I brævinum stóð, hvør Jákup var, og tey, sum funnu post in vórðu biðin um at siga Jákupi frá — Vit vænta okkum eisini nógv av hesum frálíka tiltaki, ið Blái Krossur er komið við, sigur Jeffri Johannesen, fyri- stóðumaður á Tórshavnar Sjómansheimi. Hann heldur, at avtalan millum sjómansheimini og Bláa Kross Før- oyar er til fyrimun fyri báðar partar. Hetta hava vit millum ann- að upplivað við gongdini í caféini hjá okkum. Vit vilja sjálvandi vera við at tryggja (Savnsmynd) henda møguleikan í fram- tíðini, og hava vit tí eisini valt at geva blákrosslimum fyrimun, sigur Jeffri.