Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 234 - 9. desember 2003 Nr. 234 - 9. desember 2003 3 Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið elskaða kona, mamma, dóttir, systir, sonarkona og svigarinna Anna Maria í Skorðastovu lá sjúk, andaðist og varð jarðað. Somuleiðis hjartans tøkk til prestarnar, fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Somuleiðis hjartans tøkk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum, og til øll tykkum, ið á ymiskan hátt hjálptu til áðrenn og aftaná jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Suni, Høgni og Guðrið Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, faðir og abbi okkara Simon Andreas Sofus Joensen Skála, vanliga nevndur Andrias á Syðradali andaðist hósdagin 4. desember, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju týsdagin 9. desember kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Julina, Magnus, Høgni, Jóan Jákup og Ingi Í kvøld klokkan 19 fara næmingar úr Klaksvíkar Musikk- skúla at hava konsert í Ósáskúlanum NÆMINGAKONSERT Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Á konsertini í Ósáskúl- anum í kvøld fara um 40 næmingar at spæla. Umframt strúkiorkestur og messingblásarar, verða eisini floytur, violinir og sello at hoyra. Í musikkskúlanum í Klaksvík undirvísa 7 tón- leikalærarar um 120 næm- ingum. Leiðari er Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð. Sambært eini kanning, nevnd PISA, er tónleikur mennandi fyri børn, bæði fakliga og sosialt. Í kann- ingini vórðu 172.000 børn úr OECD-londunum ná- roynd í lesing, rokning og náttúru. Hetta kom fram á eini alttjóða ráðstevnu, Skole & Samfund, á Fjóni seinasta heyst. Royndir her heima vísa eisini, at børn, sum hava torført við at læra ella hava trupulleikar, fara at klára seg betur og fáa størri sjálvsálit. Niðurstøðan er, at tað er ein góð íløga at nýta pening til frálæru í tónleiki. Í hvussu er, vísa kanningar, at tá børn sleppa at spæla ljóðføri, mennast tey skjót- ari og læra betur. Næmingakonsertin í Ósáskúlanum í kvøld er ein av mongu konsertunum, sum musikkskúlarnir kring landið skipa fyri. Næminga- konsert í Ósáskúlanum Málið hjá musikkskúlunum í Føroyum er, at øll børn skulu fáa høvi at læra at spæla á ljóðføri Mynd: Rúna Sivertsen Kostvanar á Margarin- fabrikkini KOSTUR Tíðindaskriv Í kvøld, týskvøldið, verður fyrielstur um kostvanar á Margarinfabrikkini í Havn. Í næstum fer Margarin- fabrikkin at hava heilsu- góðan mat at bjóða til bí- ligan penga. Í kvøld, týskvøldið 9. desember kl 20 skipar Margarinfabrikkin fyri fyrilestri undir heitinum: Kostvanar hjá børnum og ungum. Fyrilestrahaldari verður Anita Højgaard, kostráð- gevi. Hon fer m.a. at geva góð kostráð til børn og ung og eisini onnur, ið ynskja at vita meira um heilsu- góðan kost. Hesin fyrilestur er ein liður í, at Margarinfabrikk- in í næstum fer í gongd við eina matarskipan, ið inni- ber, at børnini og tey ungu, ið koma á Margarin-fa- brikkina eftir skúlatíð, fáa møguleika at keypa heilsu- góðan mat fyri bíligan pen- ing. Eftir fyrilesturin er møguleiki at royna nakrar vørur sum MBM hevur at bjóða. Fyrilesturin er almennur og ókeypis. Margarinfabrikkin skip- ar javnan fyri almennum fyrilestrum, sum viðgera viðurskifti hjá børnum og ungum. Leygarnáttina tók ein ungur maður í eina gentu og var rættuliga harðligur við hana. Løgreglan kom á staðið og handtók mannin LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Løgreglan varð boðsend til Café Natúr leygarnáttina, har ein ungur maður fór illa við fyrrverandi gentu síni. Hann tók kvørkratak um hana og sló hana somuleið- is. Løgreglan avhoyrdi vitnini, og maðurin verður skuldsettur fyri harðskap. – At taka kvørkratak um ein annan persón, kann skjótt gerast sera vanda- mikið, so hetta er so avgjørt eitt harðskapsmál, sigur vakthavandi. Eitt sindur fyrr leygar- náttina var løgreglan boð- send til Dr. Jacobsensgøtu, har tvær gentur vóru farnar til hendurs. – Tær klandraðust um eitthvørt, og tað letur til, at øvund var orsøkin, sigur løgreglan. Hvat øvundin snúði seg um, sigur søgan tó onki um. Genturnar vórðu tos- aðar tilrættis av løgregluni, og har endaði alt gott. Løgreglan varð eisini boðsend til eini sethús í Havn til húsaófrið. Vakt- havandi sigur, at hetta gerst alsamt meira og meira van- ligt. Her vóru ein maður og ein kona farin til hendurs, og ein granni boðsendi løg- regluni. Tá slíkt hendir, fer løg- reglan heim til fólkini og roynir at tosa tey tilsættis. Í hesum førinum endaði tað við, at løgreglan koyrdi mannin til vinfólk, og so var aftur friður í granna- lagnum. Harðsskapur uttan fyri Café Natúr Í Klaksvík fóru tveir mans til hendurs í miðbýnum leygarnáttina. Annar varð sligin harðliga, og verður hetta skrivað sum eitt harð- skapsmál, sigur vakthav- andi á løgreglustøðini í Klaksvík. Somuleiðis varð ein maður tikin inn á støðina í Klaksvík at sova nakrar tímar. Hann hevði gjørt eitt sindur um seg í býnum og trongdi til at koma niður á jørðina aftur. Annars verður sagt av løgreglustøðini í Klaksvík, at hóast nógv fólk var úti, so hevur vikuskiftið sum heild verið friðarligt. -sae- Leygarnáttina um eitt tíð- ina fóru tveir mans til hendurs við eitt pool borð í Havnar Klubba. Ilt kom í teir um eitt spæl, og annar tók køina og langaði hana í høvdið á hinum. Hesin fekk onkran smásnuddin av henni. Rokið endaði tó friðar- liga, tá løgreglan kom á staðið, og báðir menninir viðgingu teirra skuld í rok- inum. Og so varð ikki gjørt meira burturúr tí. Okkurt annað smávegis rok var eisini í býnum, men tað endaði alt í sátt og semju. -sae- Harðskapur í Klaksvík Pool kø á lofti í Havnar klubba C M Y K 3 2 SAMSUNG R210S einans 849 kr. Lítil og løtt frá Samsung wap, T9, spøl o.m.a. Allar hentleikar: Litskýggi 65000 litir, tjúkd: einans 17mm, 40 polyfoniskar ringitónar. SAMSUNG C100 einans 1.599 kr. SAMSUNG A800 einans 1.799 kr. Einans 68g. Voice-memo, tveir skýggjar polyfoniskar ringitónar Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 +298 303030 www.tele.fo Tilboðini eru galdandi so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum. team85 NOKIA 3410 Mest selda frá Nokia Sera brúkaravinarlig og við øllum hentleikum Ymsar frontar, wap, spøl og mangt annað SIEMENS MC60 Ein tann fremsta frá Siemens Myndatól, litskýggi, polyfoniskir ringitónar og fleiri ymsar frontar 949,- 1995,- -15% Alt tilhoyr í desembur team85