týsdagur 9. desember 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 234 - 9. desember 2003
Nr. 234 - 9. desember 2003
5
Allar ætlaninar hjá
landsstýrinum um
nýggj avgjøld fella
burtur, nú nýval er
útskrivað. Sigarettir,
keks og sotavatn
halda verandi prís - í
hvussu so er fyribils
FYRIBILS LÓGIR
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Sigarettirnar dýrkað ikki 1.
januar og sotavatn og keks
halda prísin. Øll avgjøld,
sum vóru ein partur av
uppskotinum til fíggjarlóg
fella burtur.
Ein fíggjarlóg við tveim-
um greinum í verður í dag
borin í Løgtingið. Ikki ein
upphædd verður nevnd í
fíggjarlógaruppskotinum.
Men løgtingið skal saman
einaferð afturat áðrenn
nývalið, fyri at samtykkja
tær báðar greinirnar.
- Vanligi raksturin av
samfelagnum skal halda
fram. Tí verður verandi
fíggjarlóg bara longd, sigur
Petur Alberg Lamhauge,
aðalstjóri í Fíggjarmálaráð-
num.
Hann hevur sagt farvæl
við Karsten Hansen, lands-
stýrismann, sum ruddaði
sína
skrivstovu
longu
mánamorgunin. Og nýggi
stjórin hjá honum er Anfinn
Kallsberg.
Landið kann ikki stýrast
uttan eina fíggjarlóg, sum
gevur landskassanum rætt
at krevja skatt inn og at
gjalda lønir. Men tá nýval
verður útskrivað fella øll
lógaruppskot burtur - eisini
uppskotið til fíggjarlóg fyri
2004.
Skattalættin stendur
við
Talan er um eina bráfeingis
játtanarlóg,
sum
gevur
landsstýrinum møguleikan
av halda fram. Í fyrru gein-
ini í uppskotinum til fíggj-
arlóg verður sagt, at lands-
stýrið skal hava heimild at
uppkrevja beinleiðis og
óbeinleiðis
skattir
og
landsstýrið skal sleppa at
rinda neyðugar útreiðslur,
so landshúsarhaldið kann
halda fram ótarnað.
Onnur greinin sigur bara,
at lógin kemur í gildi 1.
januar 2004.
Skattalætin, sum løgting-
ið samtykti fyrr á ár, stend-
ur við og lønir til almenn
starvsfólk vera goldnar
eftir nýggju sáttmálunum.
Almennu stovnarnir vita
tí ikki enn, um teir skulu
spara næsta ár. Ikki fyrr enn
eitt nýtt løgting samtykkir
eina
nýggja
fíggjarlóg
verður greitt, um lønar-
hækkingarnar skulu sparast
inn aftur ella játtaninar
verða hækkaðar við lønar-
vøkstrinum.
Rentustuðul og
barnavernd
Øll onnur uppskot fella
eisini burtur og skulu leggj-
ast fyri av nýggjum. Um-
framt uppskotini at leggja
avgjøld sigarettir, keks,
sotavatn og beriposar, vóru
fleiri onnur.
Ætlanin hjá landsstýrin-
um var at lækka rentustuðul
in úr 40 prosentum niður í
37 prosent, men tað verður
so ikki í hesum sambandi.
Og ivasamt er um tað ber til
at samtykkja eina slíka
broytin í einumn nýggjum
løgtingið, so broytingin
kemur í gildi í 2004.
Sama er við ætlanunum
at avtaka stuðulin til uppi-
haldspengar. Tað lógarupp-
skotið var heldur ikki ligugt
viðgjørt, tá løgmaður út-
skrivaði val.
Eitt annað stórt má var
uppskotið um at umskipa
barnaverndirnar. Uppskotið
hevur verið á veg í fleiri ár,
men endar nú aftur hjá
næsta landsstýrismannin-
um í almannamálum.
Í alt eru 16 uppskot sum
falla burtur. Harafturat eru
fleiri fyrispurningar, sum
ikki vera svaraðir.
Einki nýtt
Landsstýrið hevur næstu
seks vikurnar bara til upp-
gávu at reka landshúsar-
haldið, so tað kann halda
fram ótarnað.
Eingi nýggj tiltøk mugu
setast í verk av einum
landsstýri, sum situr fyri-
bils.
- Landsstýrið kann ikki
gera annað enn tað, sum er
alneyðugt, til tess at fyri-
sitingin kann halda fram
ótarnað, stendur í stýris-
skipanarlógini.
Longu fríggjadagin
eftir løgtingsfundin
skuldu landsstýris-
menninir hjá Tjóð-
veldisflokkinum
avlevera lyklarnar.
Annita og Høgni
náddu ikki at rudda
skrivstovurnar
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Um tveytíðina fríggjadag-
in, tá Karsten Hansen var
aftur á skrivstovuni í Fíggj-
armálaráðnum lógu boð til
hansara um at lata lyklarnar
frá sær.
- Eg veit ikki um nakar
roknaði við at eg fór at taka
nakað við mær, sum ikki
var mítt. Eftir øllum at
døma hevur álitið á meg
verið so lítið, sigur Karsten
Hansen, sum ikki náddi at
siga starvsfólkunum far-
væl.
Karsten
Hansen
var
landsstýrismaður í fíggjar-
málum í næstan seks ár.
- Tað kendist løgið at
vera uppsagdur upp á
handan mátan. Tað kendist
óvirðiligt. Eg hevði einki
skeivt gjørt. Løgmaður
hevði gjørt nakað skeivt og
ruddiliga tað. At loysnin so
var at koyra meg til hús og
sjálvur vera sitandi, haldi
eg var løgið, sigur Karsten
Hansen.
- Eg havi verið í mongum
hørðum leiki, har nógv
hevur staðið á, men eg havi
eisini verið ein av teimum,
sum hevur gingið í millum.
Eg havi havt gott samstarv
við Anfinn Kallsberg, men
at taka lyklarnar frá mær á
handan hátt kendist óvirði-
ligt.
Eisini Anita á Fríðriks-
mørk skuldi av við lyklar-
nar longu fríggjadagin.
- Har vóru boð komin úr
erva. Eg haldi tað var eitt
sindur snedigt, sigur Anita
á Fríðriksmørk.
Royk, drekk og et keks
Fakta
Grein 31 í stýrisskipanarlógin sigur, hvussu landið
skal stjórnast, tá løgmaður hevur lagt frá sær:
31. Hevur løgmaður biðið um at verða loystur úr
embæti sbr. § 29, ella løgtingið hevur váttað honum
misálit sbr. § 30, starvar landsstýrið, til nýggjur
løgmaður er tilnevndur. Í tíðarbilinum fram til, at
nýggjur løgmaður er tilnevndur, kann landsstýrið
ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at
fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Løgmaður
kann tó innan eina viku eftir, at hann fekk misálit,
nýta heimild sína í § 6, stk. 2, at skriva út nýval.
Leggið lyklarnar á borðið
Í 1990 samtykti løgtingið eisini eina bráfeingisfíggjarlóg, so landskassin kundi innkrevja skattir
og gjalda rokningar.
Flokkarnir longu farnir til verka
Løgmaður bar seg skeivt at
Valið kom nakað
knappliga, men polit-
isku flokkarnir eru
longu farnir til verka.
Anfinn Kallsberg
stillar uppaftur, Javn-
aðarflokkurin hevur
ein jokara í ermuni
og Tjóðveldisflokk-
urin vil hava fullveld-
ismálið aftur á
dagsskrá
VALSTRÍÐ
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Politisku flokkarnir hava
fingið skund. Løgtingsval
er útskrivað at vera týsdag-
in 20. januar 2004, og
tríggjar vikur undan valin-
um, skulu flokkarnir hava
latið valevnislistarnar inn.
Tað vil siga í seinasta lagi
týsdagin 30. desember.
Seks vikur til valstríð
verður ikki hildið at vera
lítið aðrastaðni, men tíðin
at fáa valevnini klár er
knøpp.
Flokkarnir
eru
longu farnir undir at skipa
fyri fundum, har innkomnu
uppskotini til valevni vera
vigað.
Anfinn stillar upp
Fólkaflokkurin sat á fundi
mánadagin, tá ið Sosialurin
royndi at fritta, um høvuðs-
persónurin síðstu dagarnar,
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, stillar uppaftur.
– Sjálvandi. Hann kemur
aftur við fullari styrki,
segði Óli Breckmann tesk-
andi í fartelefonina. Løg-
maður hoyrdist í bakgrund-
ini, har hann greiddi frá
støðuni síðstu dagarnar.
Løgmann sjálvan fingu
vit ikki orðið á, men sostatt
skuldi allur ivi verið rudd-
aður av borðinum, um An-
finn Kallsberg stillar upp-
aftur.
Spurningurin
er,
hvussu hansara val verður
hesaferð. Tað er hugsandi,
at norðoyingar fara at gera
manngarð um mannin, sum
er tikin í at hava svikað fyri
20 til 25 árum síðan. Boð-
skapurin hjá Anfinni um, at
tað umráddi at bjarga nøkr-
um arbeiðsplássum, fær
hann helst samhuga fyri.
Hinir stóru flokkarnir
hava ikki sagt seg viljað í
eina samgongu, har Anfinn
Kallsberg er løgmaður, og
tí má Fólkaflokkurin helst
leita sær eftir einum nýggj-
um løgmansevni.
Ein javnaðarjokari
Javnaðarflokkurin stillar
kanska ein jokara upp, tá
listin er klárur 30. desemb-
er, avdúkar Jóannes Eides-
gaard, formaður Javnaðar-
floksins. Men hann vil ikki
siga, hvør tað verður.
– Vit eru klár at fara í val-
stríð. Ideologiskt eru vit
ótrúliga væl fyri, og øko-
moniskt eru vit rímiliga
væl fyri, sigur Jóannes Eid-
esgaard.
Hann sat eisini á fundi á
Gamla Apoteki júst um val-
ið, tá vit ringdu til hansara.
Hann viðgongur, at valið
kom nakað knappliga á tey,
men annars eru tey altíð
klár til val.
– Eg havi altíð hildið, at
seks vikur er í so langt tíð-
arskeið til eitt valstríð. Í
Danmark eru tað bara
tríggjar vikur, og tá brenna
tey alt av í fullum dampi.
Her merkja vit ofta eina
linking, sum tíðin gongur,
tí tað er ov langt. Kanska er
tað ein fyrimunur, at jólini
koma ímillum. Eg haldi tað
hevði verið eitt hugskot,
um flokkarnir og almennu
fjølmiðlarnir, sum stýra ein
part av valstríðnum, samd-
ust um at koyra á frá 3. jan-
uar og úteftir, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Annars fáa tey nokk at
gera kortini, tí tríggir upp-
stillingarfundir skulu av-
greiðast áðrenn 30. desem-
ber. Aftur vísir Jóannes
Eidesgaard til Danmark,
har vallistarnir altíð eru
klárir. Í Føroyum standa
flokkarnir á berum hvørja
ferð, tað verður boðað til
val. Hjá Javnaðarflokkinum
ræður stutt og greitt um at
koma aftur til stjórnarvald-
ið eftir oyðimarkargongd í
sjey ár.
Fullveldi til fólkið
Tjóðveldisflokkurin
ger
eisini skjótt av, og innkallað
var til fundar longu mána-
kvøldið hjá Suðurstreym-
oyar Tjóðveldisfelag. Trígg-
ir uppstillingarfundir skulu
haldast, og ætlanin er at fáa
málið avgreitt áðrenn jól.
– Vit skulu hava fullveld-
ismálið aftur til fólkið. Í
2001 var fólkaatkvøðan tik-
in frá okkum, og tískil end-
aði sjálvstýrismálið aftur í
tí partapolitiska spælinum,
sum tað altíð hevur ligið í.
Vit fara til val uppá, at
Grundlógin skal til fólkaat-
kvøðu. Eg haldi, at tað var
ein beinleiðis samanhangur
millum ta optimismu og
tann framburð, sum var í
samfelagnum, og fullveld-
ismálið, tá tað enn var í
fólkinum,
sigur
Høgni
Hoydal, formaður floksins.
Tað vera stórt sæð tey somu
fólkini, sum stilla uppaftur,
skilst, men Leivur Hansen,
sjónvarpsmaður og fyrrver-
andi borgarstjóri í Havn,
hevur longu boðað frá, at
hann ikki stillar uppaftur.
Annars eru tað fleiri, sum
aftur eru í kuldanum, tí
landsstýrisfólkini
vóru
søgd úr starvi. Jógvan Arge
og Rói Egholm noyddust at
lúta, tí Høgni Hoydal og
Annita
á
Fríðriksmørk
komu aftur á ting, men teir
kunnu so ugga seg við, at
teir hava fingið høvi at
gjørt vart við seg ta tíðina,
teir hava sitið á løgtingi.
Tað var ein fráfarin
løgmaður, sum skriv-
aði út nýval, og tað
hevði hann í prinsipp-
inum ikki rætt til,
sigur ein av faddrun-
um at stýrisskipanar-
lógini. Men talan er
um smáputl, leggur
hann afturat, tí alt
varð gjørt um eina
leið
UPPSØGN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Fyrst segði løgmaður teim-
um fýra tjóðveldisfólkun-
um úr landsstýrinum. Síðan
segði hann seg sjálvan úr
starvi. Og at enda handaði
hann løgtingsformanninum
brævið, har hann skrivaði
út nýval.
Formliga var hetta ikki í
lagi, sigur Bjørn á Heygum,
advokatur, sum var ein
teirra, ið skrivaði stýris-
skipanarlógina. Hann við-
gongur, at hann gjørdist eitt
sindur skakkur, tá ið hann
hoyrdi raðfylgjuna, sum
løgmaður handaði løgtings-
formanninum brøvini, har
hann tók sínar avgerðir.
– Tá ið løgmaður hevur
sagt seg sjálvan úr starvi, so
situr hann bara sum leiðari
fyri einari starvsstjórn, til
nýggjur løgmaður aftur er
valdur av løgtinginum. Tað
merkir, at hann ikki kann
taka avgerðir av týdningi
longur. Frá tí sekundi, hann
hevur lagt frá sær, er hann
ikki løgmaður við fullum
heimildum longur, og tí
hevur hann í prinsippinum
heldur ikki rættin at skriva
út nýval, sigur Bjørn á
Heygum.
Løgmaður
útskrivaði
kortini løgtingsval, og tað
eigur sjálvandi at vera gald-
andi, heldur advokaturin
– Tú kanst velja at síggja
tað í eini heild, har løgmað-
ur gjørdi alt í somu vend-
ing. Men reint logiskt
hongur tað ikki saman.
Tingini skulu henda í røttu
raðfylgju, og løgmaður átti
at skriva út nýval, áðrenn
hann legði frá sær, sigur
Bjørn av Heygum.
Hevði misálit verið lagt
fram ímóti løgmann, so
kundi hann kortini skriva út
nýval eftir eina viku. Men
tað er ein serlig heimild,
sum er givin honum í stýr-
isskipanarlógini, og tað
prógvar, at hann ikki hevur
rætt til tað annars.
Tað ljóðaði í løgtinginum
fríggjadagin, at ávísir ting-
menn úr andstøðuni um-
hugsaðu at leggja fram mis-
álit á teir írestandi lands-
stýrismenninar hjá Fólka-
flokkinum fyri at forða
teimum í at misnýta lands-
stýrissessin til at føra val-
stríð. Men sambært løg-
tingsskrivstovuni
verður
eitt slíkt misálit afturvíst av
løgtingsformanninum, um
tað verður sett fram. Upp-
søgnin av samgonguni er í
roynd og veru at sammeta
við eitt misálit á landsstýr-
ismenninar, sum bara eru
ein starvsstjórn við av-
markaðum heimildum, og
tí ber ikki til at seta fram
misálit á teir.
Anfinn Kallsberg á veg niðan
til løgtingið, har hann løtu
seinni skrivar út nýval.
Saman við løgmanni gingu
Bjarni Djurholm og Jacob
Vestergaard, ið eru virkandi
til landstýrismenn, til
komandi samgongan er
skipað
C
M
Y
K
5
4