týsdagur 9. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 234 - 9. desember 2003
Nr. 234 - 9. desember 2003
7
Tunnil ímillum Øravík og Hov:
Neyðugt við fleiri kanningum
– Tað ber væl til at
gera tunnilin ímillum
Øravík og Hov niðri i
dalinum í Hovi, so-
leiðis, sum suðuroy-
ingar hava kravt, sig-
ur norski serfrøðing-
urin, sum hevur
kannað boriroyndir-
nar, sum vórðu gjørd-
ar í summar. Men tað
er neyðugt at gera
fleiri kanningar
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað ber væl til at gera
tunnilin ímillum Øravík og
Hov niðri i dalinum í Hovi,
soleiðis, sum suðuroyingar
hava kravt.
Tað er niðurstøðan hjá
norska, serkøna felagnum,
Statkraft Grøner A/S.
Norska felagið hevur nú
kannað boriroyndirnar, sum
vórðu gjørdar í summar og
í farnu viku varð niðurstøð-
an hjá felagnum handað
Landsverkfrøðinginum.
Landsverkfrøðingurin
hevur somuleiðis handað
landsstýrismanninum
í
vinnumálum frágreiðing-
ina.
Men Landsverkfrøðingur-
in sigur samstundis, at hóast
hesar
kanningarnar
eru
gjørdar, ber ikki enn til at
gera eitt tilmæli um, hvar
tað er best at leggja tunnilin.
– Fyri at kunna gera eitt
tilmæli um, hvar tunnilin
skal vera, er tað neyðugt
við enn fleiri kanningum, tí
enn eru umisk viðurskifti,
sum eru ógreið, sigur
Oyvindur Brimnes.
Fýra ymsir
møguleikar
Niðurstøðan hjá Statkraft
Grøner er, at tað ber væl til
at gera tunnilin niðri í
dalinum.
– Men tað krevur at
hugsa seg væl um, áðrenn
tað verður gjørt av, akkurát,
hvussu tunnilin skal borast,
tí tunnilin kemur at ganga
ígjøgnum tilfar, sum er
ógvuliga ymiskt. Summa-
staðni er fjallið sera gott og
aðrastaðni ógvuliga vána-
ligt. Og ein máti at sleppa
undan trupulleikum, er at
leggja tunnilin soleiðis, at
teinurin
ígjøgnum
tað
vánaliga tilfarið verður so
stuttur sum gjørligt.
Men tað kann so aftur
føra við sær, at tunnilin fer
ikki at ganga í beinari linju.
Samstundis verður tað
neyðugt at gera meiri enn
vanligt hevur verið í Før-
oyum burturúr at tryggja
tunnilin og í ávísum støð-
um kann væntast, at tað fer
at krevja heilt nógv av ar-
beiði fyri at tryggja tunnil-
in.
Serliga øravíkarmegin er
eitt strekki upp á 500-600
metrar, har umstøðurnar
eru sera truplar, sigur
norska felagið.
Statkraft Grøner vísir á
fýra ymsar linjuføringar har
tunnilin kann borast niðri í
dalinum. Í hesum fýra
linjuføringunum,
verður
tunnilin lagdur upp á ymsar
mátar, alt eftir hvussu long
strekki, tunnilin kemur at
gangas ígjøgnum tað vána-
liga tilfarið.
Í tveimum av hesum
linjuføringunum
kemur
tunnilin at liggja soleiðis,
vatnið, sumsetir úr fjallin-
um, má pumpast út.
Men annars eru allir hesir
fýra tunlarnir at kalla líka
langir.
Oyvindur Brimnes, at
rakstrarútreiðslurnar av at
pumpa vatnið út mugu
tískil eisini takast við í
endaligu metingina, tí í
hesum sambandi verður
talan um eina varandi og
støðuga útreiðslu.
Kostar 135 milliónir
Statkraft Grøner metir, at
tunnilin niðri í dalinum
kann gerast fyri einar 135
milliónir krónur. Av teim-
um skulu so einar 30 milli-
ónir brúkast upp á at
tryggja tunnilin og til at
leggja upp fyri óvæntaðum
trupulleikum, sum jarð-
frøðiligu
viðurskiftini
kunnu elva til.
Hesin tunnilin er einar
2500-2600 metrar og tað er
400-500 metrar longri enn
tunnilin, sum Landsverk-
frøðingurin mælti til í síni
tíð og sum liggur nakað
hægri í fjøllunum.
Upprunaligi tunnilin hjá
Landsverkfrøðinginum
varð mettur at kosta 94
milliónir. Men harafturat
skuldu so vegir gerast fyri
einar 35 milliónir, so til-
samans varð tunnilin, sum
Landsverkfrøðingurin
mælti til at gera, mettur at
kosta 129 milliónir, ella
seks milliónir minni enn
tunnilin niðri í dalinum er
mettur at kosta.
Landsverkfrøðingurin
heldur, at fyri at samanbera
báðar møguleikarnar, er tað
rættast at taka tað við, sum
vegurin fer at kosta.
Men av tí, at tað er so lítil
munur á prísinum, heldur
Statkraft Grøner, at tað er
neyðugt at gera meiri ná-
greiniligar samanberingar
av báðum tunlunum, tvs
tunlinum, sum Landsverk-
frøðingurin skeyt upp í síni
tíð og tunlinum niðri í dal-
inum.
Kortini sigur Landsverk-
frøðingurin, at ymsir ógreið
viðurskfti eru, sum gera, at
tað ikki ber til at samanbera
prísirnir rættiliga, fyrrenn
nágreiniligari
kanningar
eru gjørdar.
Eitt nú hevur norska fel-
agið mett, at vegirnir fara at
kosta 10.000-15.000 krón-
ur fyri meturin og tað held-
ur Oyvindur Brimnes er
sera dýrt, tá ið havt verður í
huga, at alt tilfarið er
ókeypis.
Fleiri kanningar
Samanumtikið metir Stat-
kraft Grøner, at enn er
grundarlagið ov veikt til at
gera eina endaliga niður-
støðu.
Tó mælir felagið til at
fleiri
kanningar
verða
gjørdar, eitt nú grunnar
boringar øravíkarmegin.
Harumframt verður eisini
mælt til, at summi av hol-
unum, sum vórðu borað í
summar, verða borað eitt
sindur djúpari.
Statkraft Grøner heldur
eisini, at tað hevði verið ein
góð íløga fyri Landsverk-
frøðingin at gjørt eina
vágalýsing av projektinum
fyri at fáa staðfest, hvørjar
avleiðingar ymsar støður,
sum kunnu taka seg upp,
fara at føra við sær. Ein
støða, sum kann hugsast at
taka seg upp, er at tað verð-
ur neyðugt at tryggja partar
av tunlinum enn meiri enn
metingarnar vísa.
Sostatt biðjur Landsverk-
frøðingurin
nú
Vinnu-
málaráðið um loyvi til at
gera
tær
framhaldandi
kanningarnar, sum skulu
til, fyri at fáa eina heilt
neyva lýsing av øllum við-
urskiftum og fyri at kann,
hvar ein tunnil niðri í dal-
inum, liggur best fyri.
Oyvindur Brimnes sigur,
at tá ið tær nýggju kanning-
arnar eru gjørdar og ein
vágalýsingin er gjørd, fer
hann at gera eina Cost
benefit greining, tað er eina
eina offur - gagn greining
av teimum ymsu møguleik-
unum, tvs, av tunlinum
niðri í dalinum, av tunlin-
um, sum hann skeyt upp í
síni tíð longri uppi í fjallin-
um og eisini av at varðveita
vegasambandið sum tað er
og slett ongan tunnil at
gera.
– So hava politikararnar
eina fullfíggjaða heildar-
mynd av viðursfkiftunum at
taka støðu eftir, sigur Oyv-
indur Brimnes.
Hendan eftirgjørda myndin vísir, teir báðar møguleikarnir, sum hava verið frammi. Upprunaliga skeyt Landsverkfrøðingurin upp at gera tunnilin høgrumegin,
sum liggur nakað uppi í fjallinum. Uppskotið hjá NCC liggur væl betri fyri, heilt niðri í dalinum. Hóast kanningar eru gjørdar í summar, verður neyðugt við enn
fleiri kanningum, áðrenn eitt tilmælið kann gerast, sigur norska, serkøna felagið, Statkraft Grøner. Landsverkfrøðingurin mælir til, at hesar kanningarnar verða
gjørdar
Hendan eftirgjørda myndin vísir áleið, hvussu norska felagið, NCC, hevði hugsað sær, at ein tunnil niðri í dalinum fór at taka
seg upp. Sum tað sæst, verður koyrt beint av av landsvegnum úr Porkeri, inn í tunnilin. Hetta er ein tunnil, sum tað ber væl til at
gera, sigur norska felagið Statkraft Grøner, sum hevur kannað boriroyndirnar, sum vórðu gjørdar í summar
Eina tveir mánar ella
so hevur gamla Norr-
øna ligið í Keyp-
mannahavn. Skipið er
ikki selt enn, men nú
verður aftur tingast
við áhugaðar keyp-
arar
SKIPASØLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Smyril Line roynir enn
einaferð at selja gomlu
Norrønu. Fyri fjørðu ferð
eru nú samráðingar við
áhugaðar keyparar, sigur
Óli Hammer, stjóri á Smyril
Line.
Tríggjar
ferðir
hava
áhugaðir keyparar hugt at
skipinum, men ongantíð er
nøkur avtala gjørd. Nú
verður samráðst við áhug-
aðar keyparar, sum ættaðir
eru uttan fyri Europa, sigur
Óli Hammer. Hini fyrru
hava allir verið úr Europa,
sigur hann.
Grundirnar til, at teir ikki
hava selt skipið, eru ymisk-
ar, sigur stjórin. Onkuntíð
hava verið ov fáir pengar, tá
til stykkis kom. Og onkur
annar hevur fingið annað,
betri tilboð, sum teir so
heldur hava tikið av.
Hesaferð vónar hann tó,
at eitt úrslit spyrst burturúr.
Helst fyri jól. Hvør prísurin
kann væntast at vera, vil
Óli Hammer einki siga um.
Um gongdina hjá nýggju
Norrønu sigur Óli Hamm-
er, at Danmarakarrutan er í
lagi. Men Noregsrutan hev-
ur ikki gingið nóg væl, og tí
er avgjørt at broyta rutuna,
soleiðis, at siglt eisini
verður til Íslands alt árið.
Nakað av fólki ferðast
við Norrønu hesa tíðina.
Nøkur fara til Hetlands og
nøkur til Danmarkar. Um
jólini verður væl av fólki
við. Men serliga trongt
verður tó ikki umborð van-
ligu túrarnar um veturin,
heldur stjórin.
Mikudagin 10. des-
ember er eitt ár liðið,
síðan Vágatunnilin
lat upp. Í hesum sam-
bandi hava handlar-
nir í Vágum opið til
seint á kvøldi, og
Vágatunnilin letur
allar bilar koyra
ókeypis hendan dagin
HÁTÍÐARHALD
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar:
Vágatunnilin fyllir eitt ár
mikudagin. Í tí sambandi
hevur leiðslan fyri Vága-
tunnilin gjørt av, at tað skal
vera ókeypis at koyra
gjøgnum tunnilin allan
sólarringin.
Allar teir 24 tímarnar,
skrivað verður 10. descem-
ber 2003, verður tað ókeyp-
is at koyra gjøgnum Vága-
tunnilin. Bilar, sum hava
kubba, skulu kortini koyra
gjøgnum geilina, teir van-
liga brúka, tó uttan at nakað
verður kravt fyri tað. Aðrir
bilar koyra hinumegin, men
taka onga kvittan, sigur
leiðslan fyri Vágatunnilin.
Í Vágum verður tað eisini
hátíðarhildið, at eitt ár er
liðið, síðan oyggin fekk fast
samband við meginøkið og
gjørdist ein partur av
hesum.
Handlarnir í Vágum hava
mikudagin opið til klokkan
23.00 á kvøldi, sigur Terji
Nielsen, leiðari á Kunning-
arstovuni í Vágum.
Hann sigur, at tað er ein
góður møguleiki hjá fólki
at fáa avgreitt nakrar jóla-
gávur ein gerandisdag, tá
fólk annars hava nokk at
gera og kanska ikki hava
frí, fyrr enn handlarnir van-
liga lata aftur.
Tað ber til at keypa allar
jólagávur í Vágum, vísir
Terji Nielsen á. Alt frá osti
til borimaskinur fæst í
teimum umleið 20 ymisku
handlunum í oynni. Og
stutt er at koyra ímillum
bygdirnar.
Ongum nýtist at ganga
svangur hendan dagin, hó-
ast ein ikki hevur beinleiðis
innivist ella kennir nakran
at støkka inn á gólvið hjá at
fáa ein bita. Tí syrgir Hotel
Vágar fyri.
Hotellið fer hendan dagin
at gera okkurt serligt burtur
úr
matskránni,
greiðir
kunningarleiðarin frá. Eina
tunnilsbuffét, ella hvusus
tað nú verður nevnt, fer
hotellið at bjóða fólki, sum
koma framvið.
Kunningarstovan í Vág-
um gav í farnu viku tað
fyrsta eintakið av Vágatíð-
indum út. Talan er um
kunningarblað, sum lýsir
tiltøk, sum henda í Vágum
hendan mánan. Eitt A4 ark,
sum prentað er á báðum
síðum og lagt saman.
Minnir til sammetingar
nakað um Havnartíðindi, ið
fleiri kenna, sigur Terji
Nielsen, kunningarleiðari í
Vágum.
Seinnu árini hevur jóla-
skipið verður árligur gestur
á Sørvági. Og eftir ætlan
verður tað eisini soleiðis í
ár. Vága Ríðingafelag hev-
ur boðsent jólaskipinum art
koma til Sørvágs tann 20.
december. Og jólamenninir
hava játtað at koma.
Tá jólaskipið er komið til
Sørvágs, verða skip og
manning heilsað við fýr-
verkaríi. Síðan verður farið
í fimleikarhøllina, har øll
børn úr oynni, sum møtt
eru upp, fáa jólapakkar, og
tey vaksnu fáa ein kaffi-
munn.
Púra opið í Vágum mikudagin
Sørvágur tekur í móti jóla-
skipinum tann 20. desember.
Sørvingar hava sponsorerað
alt tiltakið, sum tað er
Gamla Norrøna farin úr Esbjerg
Gamla Norrøna er nú farin úr Esbjerg og liggur í Keypmannahavn og bíðar eftir at verða seld
C
M
Y
K
7
6