Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 234 - 9. desember 2003 Nr. 234 - 9. desember 2003 9 MARKNAÐARRÁK Gott hevur gingist á arbeiðs- marknaðinum seinastu mánaðir- nar, men tølini í farnu viku gjørdust verri enn væntað. At 57.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í novembur og er í grundini positivt, men hetta eru 93.000 minni enn væntað. Uppgerðin fekk stóra ávirkan á partabrøv, rentur og dollaran. Marknaðarrák metur, at talið fríggjadagin stuðl- ar undir, at amerikanski tjóð- bankin (FED) framhaldandi ynskir at hava lágar leiðandi rent- ur. Rentan í USA verður tískil ikki broytt týsdagin tá FED hevur rentufund. Aðrar búskaparligar uppgerðir gjørdust bjartar. Álitið hjá stjór- um í USA er framvegis á høgum stigi og fleiri av hesum síggja fyri sær øktan prísvøkstur. Sum heild eru hesir eisini positivir um gongdina á arbeiðsmarknaðin- um. Tískil kann væntast at stovn- setanin av arbeiðsplássum aftur fer at taka dik á seg í næstum. Gongdin við einum alsamt viknandi dollaranum, helt fram í farnu viku. Mánamorgunin kost- aðu 100 dollarar einans 610,76 og hetta er lægsta stig síðani oktobur 1998. Umframt vánaligu arbeiðsmarknaðartølini, eru or- søkirnar tær somu, nevniliga hallið á gjaldsjavnaðnum og minkingin í peningstreyminum inn í USA. Hinvegin togar tó bjarta gongdin í amerikanska bú- skapinum. Tískil er trupult at siga, hvat dollarin fer at kosta næstu vikurnar. Marknaðarrák metur kortini, at mest sannlíkt er, at dýrari verður at keypa dollarar sum frálíður. Hetta vil vera stimbrandi fyri evropiska bú- skapin og gjaldoyrað vil sostatt ikki vera til hindurs fyri, at evropisku lánsbrævarenturnar kunnu hækka aftur. ECB broytti ikki leiðandi evr- opiska rentustigið á fundi teirra 4. desembur. Miðbankaleiðarin Trichet gav ábendingar um, at rentan verður bert hækkað, um evropiski búskapurin styrkist munandi. Tískil metur Marknað- arrák, at leiðandi evropiska rentustigið ikki fer at hækka næstu mánaðirnar. Lutfalsliga vánaliga arbeiðs- marknaðarfrágreiðingin úr USA fer at føra við sær, at rentur og partabrøv kunnu vera óstøðug hesa vikuna. Kortini verður mett, at hesi sum frálíður finna á gomlu slóðina aftur. Góður møguleiki er fyri, at FED á fund- inum týsdagin gevur eina postit- iva meting um búskaparligu støðuna í USA. Hetta vil eisini ávirka rentur og partabrøv um okkara leiðir. Sostatt metur Marknaðarrák framvegis, at láns- brævarenturnar fara at hækka eitt vet aftur, samstundis sum parta- brøv aftur fara at ganga rætta vegin. Dollarin á met lágum stigi Vika 50, 2003 www.kaupthing.fo Binda á Jinx TÍÐINDASKRIV Í okkara tíð er ikki neyðugt at duga at binda. Væl ber til at keypa hópframleiddar bundnavørur til rímiligan kostnað. Hóast tað livir bindingin enn sítt dagliga lív, í stillum, um landið alt. Virðið í bindingini fyri bert einum ættaliði síðan var fyrst og fremst eitt nyttu- virðið. Børn og vaksin skuldu hava heit klæði at fara í. Ætt eftir ætt hava fleiri verið sum, umframt nyttuna, hava hugsað um, hvussu vakurt eitt neyðugt plagg kundi virkast. Nú á døgum verður stór áherðsla løgd á tað upp- runakenda, eisini innan klædnaídnaðin aftaná fleiri áratíggju við ídnaðarkend- ari vøru. Sigast kann, at »óneyðugi« ómakurin at binda eitt vakurt plagg í okkara tíð minni liggur í nyttuvirðinum, men heldur í huginum at skapa nakað serstakt og persónligt. Um- framt er gleðin um tað frælsi, at man situr og bindur tí ein sjálvur vil, hevur stundir og ongin skundar undir. Hetta, í føroyskum høpi, sjálvsagda kynstur at duga at binda er ikki so sjálvsagt longur. Mett verður at rættiliga stórur partur av unga ættarliðnum dugir ikki at binda. Tað tykist teimum kanska ikki so neyðugt, og rætt er tað, nógv annað spennandi bjóðast í dag. Hóast hetta eru vit farin at bjóða til Bindikafé á Gallarí Jinx. Hetta er ein roynd at hittast á ein heldur óvanligan hátt við stokkum. Ung og eldri fáa møguleika at hittast til hugna og samveru í einum nútíðar forum at fáa hug- skot innan binding. Vónin er sjálvandi, at nýhugsan innan binding sprettur úr hesum tiltaki. At hittast til bindikafé er eitt rák, sum er inn og er vorðið alsamt meiri vanligt og vældámt í nógvum londum. Roynd bindikona fer í stuttum at siga frá hví hon bindur. Tilmelding á tlf. 317101 Plássið er avmarkað. Stuldur og herverk Onkur stuldursmál og herverk hava verið um vikuskiftið. Í høvuðsstaðnum og eitt nú í Fuglafirði LØGREGLUTÍÐINDI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Í miðbýnum í Havn varð herverk framt á tríggjar bilar. Rútar vóru spark- aðir ígjøgnum. Løgreglan veit, hvør gerningsmað- urin er, so viðkomandi verður skuldsettur. Ein taska varð stolin í Gallery Jinx á Áar- vegnum. Í taskuni vóru einar 1.100 krónur um- framt Visa og koyrikort og annað, sum kvinnur van- liga hava í taskuni. Eitt innbrot var í bakar- ínum Breyðmolin í Fugla- firði náttina til fríggja- dagin. Gerningsmaðurin breyt inn og stjól 10.000 krónur. Fólk høvdu tó sæð viðkomandi, og tá løgregl- an handtók viðkomandi, viðgekk hann alt. Hann verður so skuldsettur fyri innbrot og stuldur. Sunnunáttina um tveytíðina kom ein fráboðan um, at nógvur roykur var í einum húsum í Norðragøtu. Tað kundi havt verið nógv álv- arsamari, men tíbetur var skaðin lítil, og eldurin fekk ongantíð fest í. Orsøkin til nógva roykin var ein gloymd grýta á komfýrinum, sum slapp at kóka turr. Løgreglan í Eysturoynni sigur, at tað var heppið, at tað ikki var so nógv í grýtuni. Hon var væl og virðiliga brend. – Eymhettan og skápini hava fingið nakað at royk og sótskaða, men annars var ongin skaði í húsunum, og tað má sigast at vera sera heppið, sigur løgreglan. -sae- Sluppu við skrekkinum Í góðveðrinum fríggjakvøldið varð jólatræið í Vágstúni tendrað av sjálvum jólamanninum JÓLATRÆ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Heilt nógv fólk høvdu leitað sær oman í Vágstún, tá jólatræið skuldi tendrast. Klaksvíkar Horn- orkestur setti sum vanligt ein hugnaligan dám á við teirra vøkru jólaløgum. Síðani helt Jórun Høgne- sen, forkvinna í mentanar- nevnd Klaksvíkar býráðs eina stutta røðu. Tá hon var liðug kom røringur í børnini, tí tá sást jólamaðurin koma gang- andi oman gjøgnum Kirkjubrekkuna. Nøkur runnu ímóti honum, meðan onnur vóru meira aftur- haldandi og vórðu stand- andi hjá foreldrum sínum. Jólamaðurin fór upp í bilin, sum virkaði sum pallur. Hann tosaði við børnini eina løtu, og so las hann eina fitta jólasøgu, áðrenn hann tendraði jóla- træið. – Nú havi eg gloymt, hvat tað var, eg skuldi gera her, segði jólamaðurin, tá hann var liðugur at lesa søgu. Men børnini vóru sjálvandi hjálpsom og mintu hann á jólatræið. Og síðani tendraði hann tað, og børnini fingu so góðgæti, og so var tíð at fara hvør til sítt. Handlarnir í býnum høvdu opið til klokkan 23 hetta kvøldið, so óivað mundi onkur leita sær út í býin at keypa jólagávur. Og onnur løgdu sær leiðina út í Leikalund, har annar av rithøvundunum til Føroya mest umtalaðu bók nú um dagarnar, Skjót journalist- in, signeraði bókina. Umlættingarheimið Dáin arbeiðir við at útvega ein nýggjan serflutningsbuss. Til endamálið skulu nógvir pengar. Farna vikuskiftið kom eitt gott íkast til peninga- savnanina, tá heimið hevði tombola, og Kiwanisfelagið hand- aði teimum ein kekk áljóðandi 30.000 krónur MENNINGARTARNAÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Jólini eru í hondum, og leygardagin fekk umlættingarheimið Dáin eina sera stóra jóla- gávu frá Kiwanisfelagnum í Havn. Ein kekk upp á 30.000 krónur til nýggjan serflutningsbuss til heimið. Noomi Nielsen, sum er ein av stuðuslfólkunum, sigur, at stuðulin kemur einastandandi væl við, tí ein nýggjur bussur til Dáan er hart tiltrongdur. – Tann gamli bussurin hjá okkum er nú 15 ár, og hann kostar okkum avbera nógv í umvælingum, so nú er tíð upp á at skifta hann út, sigur hon. Hon greiðir frá, at brúk- arunum dámar so væl at sleppa ein busstúr, og tað kemur ofta fyri, at tað fyrsta tey spyrja um, tá tey koma um morgnarnar er, um bussurin er í lagi. Hartil skal eisini sigast, at ein tílíkur bussur er sera neyðugur, tí brúkararnir í Dáanum koma allastaðnis frá. Noomi sigur, at byrjað varð at savna pening inn til ein nýggjan buss fyri nøkrum árum síðani, men so kom steðgur í av eini ella aðrari orsøk. Við ársbyrjan í ár, varð so gjørt av at taka arbeiðið uppaftur. Og nú hava tey savnað reiðiliga helvtina av teim- um 350. - 400.000 krónun- um, sum bussurin kemur at kosta. – So vit hava nakað eftir enn á mál. Vit hava heldur ikki endaliga avgjørt, hvat tað skal verða fyri ein bussur, men vit mugu herja á aftur aftaná nýggjár, sigur Noomi. Góður stuðul Hon letur avbera væl at stuðlinum, sum tey hava fingið. Umframt at heimið hevur havt fýra tombola í hesum árinum, sum hava gingið sera væl, hava tey somuleiðis fingið stuðul runt um í landinum. Og so fingu tey stóra kekkin frá Kiwanis leygardagin. – Vit eru púra ovfarin av stuðlinum, og tøkkin kann ikki sigast í orðum, sigur Noomi, sum gleðir seg so at siga líka nógv sum brúk- ararnir til nóg mikið av pengum eru komnir inn til nýggja bussin. – Ein tílíkur bussur hevur alstóran týdning fyri okk- um. Ikki bara at flyta brúk- ararnar. Teimum dámar sum sagt væl at sleppa túr, og tað hava vit eisini nýtt høvi til rættuliga ofta, sigur hon. Ofta fara tey busstúr til Viðareiðis ella í plantasj- una í Kunoy ein góðveðurs- dag. Og er tað nakað, sum gleðir brúkararnar sera nógv. Men sum sagt, so kann gamli bussurin sigast at hava tænt fyri sítt breyð nú, og tí skal ein nýggjur út- vegast. Ein tílíkur bussur kemur at taka sjey ferðafólk um- framt bilføraran. Nær Dáin kann vænta at hava nóg mikið til at keypa hann, er ikki greitt, men soleiðis sum tað hevur gingið við innsavningini í ár, so kann tað ikki væntast, at tað fer at ganga so øgiliga long tíð. Bussurin nærkast í hvørjum Jólatræið í Vágstúni í Klaksvík varð tendrað fríggjakvøldið, og tað var jólamaðurin, sum tendraði tað Jólatræið í Klaksvík tendrað Leygardagin hevði Dáin somuleiðis tombola, har fólk dúgliga vitjaðu Mynd: Bárður Lydersen Her fær Noomi Nielsen kekkin áljóðandi 30.000 krónur handaðan Mynd: Bárður Lydersen C M Y K 9 8