Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 234 - 9. desember 2003 Nr. 234 - 9. desember 2003 11 Fríggjadagin vóru vit enn eina ferð mint á, at tað er fyrst og fremst fótbólturin, sum setur Føroyar á heimskortið. Øll heimsins eygu vóru snarað móti Frankfurt og luta- kastinum um, hvussu allar tær næstan tvey hundrað fótbóltstjóðirnar í heiminum skulu flokkast, nú tær skulu stríðast fyri at røkka HM endaspælinum, sum verður í Týsklandi á sumri í 2006. Føroyar teljast á jøvnum føti millum tær gott og væl hálvt hundrað europeisku tjóðirnar. Føroyar komu í bólk saman við Ísrael, Kypros, Sveis, Írlandi og Fraklandi. Trý tey fyrst nevndu kenna føroyingar væl. Føroyar hava spælt móti teimum áður. Tvey tey síðstu, sum eru tey bæði hægst styrkismettu, hava Føroyar ongantíð spælt móti. Tað er sera áhugavert, at Føroyar eru komnar í bólk saman við teimum. Írland hevur nógvu tey seinastu árini verið eitt tað størsta vakstrarøkið í ES. Næsta hálvár eigur Írland formans- sessin í ES, og Írland er eitt land, sum tað nú verður roknað við í Europa og í ES. Føroyingar hava søguliga havt gott samstarv við Bretland. Sambandið við Írland hevur ikki verið eins tætt, hóast føroyskur fiskiskapur hevur havt ikki so lítið samband tann vegin. At Føroyar og Írland nú eru í HM undankappingarbólki saman ber møguleikar við sær at menna samstarvið við henda næstan granna hjá okkum. Tað kann gerast á so mongum økjum. Mentunarliga hevur eitt sindur av samskifti verið. Eitt nú á tónlistarliga og leikliga listarliga økinum. Stóri spenningurin er knýttur at, at Føroyar hesa ferð eru komnar í bólk saman við Fraklandi. Í fótbóltshøpi er tað spildurnýtt, at Føroyar og Frakland skulu hittast. Í fótbóltshøpi er tað sjálvandi sera spennandi, at lítlu Føroyar nú eru flættaðar saman við tí fótbóltstjóðini sum í landsliðshøpi ivaleyst er tann sterkasta í Europa, og sum eigur nakrar av heimsins bestu fótbóltsspælarum. Henry, Vieirra, Pirés og allir teir, sum leygardagar eru at síggja í sjónvarpinum, skulu nú til Føroyar at spæla. Hetta er fantastiskt. Spurningurin er so, hvussu Føroyar eru giraðar til slíka vitjan og slíkan møguleika fyri PR og umrøðu. Onkra ferðina, tá ið stórar tjóðir hava spælt fótbólt móti Føroyum, er ikki so nógv komið burturúr, sum tað átti at havt verið gjørt. Nú hava avvarðandi myndugleikar fleiri royndir, enn teir áður hava havt. Bæði góðar og minni góðar. Vónandi verður tað nú beinanvegin farið undir at fyrireika. Avvarðandi myndugleikar eru í hesum samband- inum fyrst og fremst ferðavinnan. Men talan eigur eisini at vera um føroyskt mentunarlív í breiðari merking. Sjálvandi eigur tað almenna at spæla ein leiklut í hesum førinum. Ikki bara sum stuðul, men eisini ein aktivan leiklut. Tað almenna eigur í sovornum førum at tryggja sær, at tað verður gjørt og arbeitt, sum kann gerast, fyri at fáa Føroyar kendar og harvið at skapa føroyskari vinnu og føroyskari mentan ta umrøðu, sum møguleiki er fyri. At Frakland er komið í bólk við Føroyum letur nógvar hurðar upp. Ikki bara til Frakland sjálvt, men eisini til øll tey londini, har tað verður tosað franskt, og har sambandið til Frakland er ein partur av gerandisdegnum. Nú er at bróta upp um armar. Tað er ongantíð ov tíðliga at fara undir fyrireikingarnar, og fótbólturin skal eiga tøkk fyri, at hann enn eina ferð er orsøkin til, at Føroyar eru settar á heimskortið. DAGSINS MEINING Sosialurin Franski heimurin fyri føroysku fótunum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Pauli Strøm Javnaðarflokkurin Tað góða samfelagið er okkara mál. Tað góða sam- felagið, sum er eyðkent av menniskjaligum tættleika og hita, av samanhaldi, tol- lyndi og umsorgan fyri hvørjum øðrum. Tá tað politiska aðal- málið verður at søkja felags gagnið og skipa so fyri, at vit eftir førimuni virka og lyfta í felags ábyrgd, verður tað góða samfelagið ein sterkur felagsskapur, sum skapar rúmar ræsur fyri lívsfrælsinum hjá tí ein- staka. Hetta eru onnur virði, sum vit seta fram um sjálv- søkni og sínámillum stríðið um makt og fyrimunir, har hvør einstakur bara er sær sjálvum næstur. Slíkur poli- tikkur hevur troðkað seg fram tey seinastu árini, stimbraður av teim ráðandi, ið nú tíbetur eru falnir fyri egnari hond. Tað Góða Samfelagið er eitt vakurt mál at virka fyri. Tað eru nógvir tættir í tí at útgreina, og hesar komandi vikurnar verður høvið at vísa á ítøkiligu innihaldið í hesi politisku skránni hjá Javnaðarflokkinum til løg- tingsvalið. Tað snýr seg ikki bara um hetta, vit kalla tey bleytu virðini. Tað snýr seg eisini m.a. um eina ábyrgdar- fullari og skynsamari gagn- nýtslu av landsins og hav- sins ríka tilfeingi. Og um ta neyðugu umskipingina av eini fyrisiting, har em- bætisveldið er vaksið út um øll rímilig mørk. Og um nógv annað. Men lat meg hesaferð at enda bara nevna eitt, sum fer at standa frammaliga: Tað góða samfelagið sum tað barngóða og barnríka samfelagið, har ein posi- tivur familjupolitikkur er í hásæti - ikki hesin trong- skygdi peikifingurpolitikk- urin, bygdur á forboð og fordómar, sum summi kalla familjupolitikk - men ein stimbrandi familjupolitikk- ur, sum styðjar barna- familjurnar og veitir teim- um góðar umstøður, sosialt, fíggjarliga og vinnuliga. Tað er at byggja land! Jákup Sverri Kass sjálvstýrismaður Onki er at ivast í, at sjálv- stýristilgongdin hevur fing- ið eitt hart skot fyri bógvin, eftir at løgmaður nú bleiv noyddur at útskriva nýval. Vónandi verður hetta ikki mønustingurin hjá sjálv- stýrisneistanum hjá føroy- ingum. Tað er tí umráðandi, at fólk velja flokkar og per- sónar, sum koma at fáa eina ávirkan á sjálvstýrisleiðina eftir komandi val. Eitt er sikkurt - tað verður onki pláss í lands- stýrinum til populistiska Tjóðveldisflokkin eftir 20.01.04. Við at brenna brýr byggja vit onki land - og við at seta krøv, sum ongin kann liva upp til, vísa ávísir persónar, at teir ikki ynskja at byggja brýr. Sjálvstýrisflokkurin ynskir at byggja brýr. Ein stigvís gongd fram ímóti fullum føroyskum sjálvstýri er einasta leið, sum hevur víst seg at bera til. Sjálvstýrisflokkurin hevur víst bæði viljan og áræðið til at taka ábýrdina seinastu mongu árini. Og tí vil undirritaði heita á fólk um at velja ein flokk, sum bæði er búgvin og klárur til at taka ábyrgd, tá ið á stend- ur. Latið ikki sjálvstýris- kyndilin slókna! Gott val øll somul. Tað Góða Samfelagið - ein javnaðarhugsjón Sjálvstýrisflokkurin – trygdin fyri at sjálvstýristilgongdin heldur áfram Jói Winther Nú endurtók søgan seg frá 40-unum, og stungu loysingarmenninir aftur í sekkin. Hetta var eisini teimum ein kærkomin møguleiki, ikki kundu teir fáa landsins búskap at hanga saman og ikki gekk, sum teir høvdu lovað velj- arunum á loysingarleið. Tað skuldi ikki undrað ein, um teir vilja biðja um at sleppa fram at landsins leiðslu aft- ur næstu ferð, og vilja teir við tokutosi siga okkum hví, og helst lova akkurát tað sama, sum teir við klandri lótu fara fyri bakka. Nú er einki annað at gera uttan at núverandi andstøð- an tekur seg saman, setur út í kortið sum í 40-unum. Hesa ferð skal leggjast ein greið ætlan, hvussu vit sleppa av við blokkin, t.d. við at niðurskriva blokkin við umleið 20 milliónum um árið í 20 til 30 ár. Hetta vil steðga øllum ørvitistosi og verður ein gongd leið, sum ikki vil nerva tey veiku í samfelagnum stórvegis. Hetta gevur føroyingum møguleika at velja, um vit vilja vera í ríkinum sum javnlíkar, ella um vit vilja loysa, tá tann tíðin kemur. Loysingin farin fyri bakka Tormóður Stórá, lækni - ávegis at gerast serlækni í sálarsjúkum Útvapið visti at siga nú ein dagin, at føroyingar keypa fleiri eydnubollar, og at nýtslan er alsamt vaksandi, men at samlaða nýtslan tó er væl minni enn í grannalondunum. Vóru tíðindini keðilig ella gleðilig ella bæði? Og hvat var keðiligt og hvat var gleðiligt? Yvirskrivtina mugu tit halda mær til góðar. Men tað var hetta knortluta navnið »eydnubollar«. Ein óheppin umseting av tí danska, men eisini óhepna og populistiska navninum »lykkepiller«. Talan er um heilivág fyri tunglyndi, tablettir ella pillarar. Hví júst hetta slagið, saman við gitnaðarfyribyrging, skal kallast bollar, er mær ein gáta. Bollar eru nakað, sum ein bakar ella keypir frá bakaranum. Rosinubollar og hesa ársins tíð jólaboll- ar. Og so øll hini sløgini av bollum. Kjøtbollar og mjøl- bollar finnast eisini. Norð- an fyri hava tey eisini bolla- rennur, men tað er so aftur nakað heilt annað. Men eydnubollar….? Navnið er bæði fjákut og misvísandi. Talan er um heilivág, sum skal nýtast til álvarsliga sjúku, sum gevur mongum trega og eisini kann vera lívshættislig. Eingin grund er at halda áfram við at brúka eina óhepna umseting úr donsk- um, men tílíkar máliskur munnu nokk verða torførar at lúka burtur, tíverri. Gleðilig tíðindi? Tað var útvarpið, sum visti at siga tíðindini um vøkst- urin í nýtsluni av heilivági móti tunglyndi. Talað varð um »risa vøkstur« og at hesir pillarar »verða seldir, sum ongantíð áður«. Men tó so, at endað varð við at siga »at hóast vit í Føroyum nýta alsamt meiri heilivág móti tunglyndi, so er nýtsl- an væl minni enn í granna- londunum«. Ljóðaði sum um, at tað var so í øllum førum nakað vit kundu ugga okkum við. Men tað veldst kanska um tað oyra, sum skal hoyra? Ljóðaði fyri mær, sum um tað fyrra var keðilig, men at vit kundu ugga okkum við einum gleðiligum enda. Men er tað nú soleiðis, ella kundi tað kanska verið so, at tað gleðiliga var keðiligt og tað keðiliga gleðiligt? Vaksandi nýtsla Heilivágur móti tunglyndi hevur verið á marknaðinum síðani seint í fimtiárunum og hevur eisini verið brúkt- ur her í mong ár. Eins og á øðrum økjum vóru alla tíð- ina gjørdir batar á heili- vágin, serliga at minka um hjáárin, men eisini at bøta um árin. Í áttatiárunum kom nýtt slag av heilivagi móti tunglyndi á marknað- in. Eyðkenni fyri hendan var, at árinið var á leið líka so gott sum við gamla slag- num, á summum økjum kanska betri, men serliga at hjáárinini vóru munandi færri og linari. Sostatt bar eisini til at viðgera fólk, sum fyrr máttu gevast at taka heilivág vegna hjáárin. Samstundis var ikki neyð- ugt at vera so afturhaldin í at skriva út til fólk, sum høvdu hildið seg aftur, tí hjáárinini vóru so nógv. Hesin heilivágur var eisini munandi minni eitrandi, soleiðis at skilja, at gamla slagið ofta gav hjarta- trupulleikar, og í summum førum varð nýtt til at taka lívið av sær. Fyrr var meiri vanligt at halda upp at við viðgerðini rættuliga skjótt aftaná at tunglyndi lætti, við vanda fyri, at tunglyndi kom aftur. Afturfall er sera vanligt tað fyrsta árið. Nú er meiri vanligt at halda áfram við viðgerðini í mun- andi longri tíð, sum fyri- byrgjan móti afturfalli. Tað hevur víst seg, at tað eisinieru aðrar sjúkur, sum kunnu viðgerast við hesum nýggja heilivágnum móti tunglyndi. Her verður hugsað um angist og onkrar fobiskar sjúkur. Tvingsils- hugsanir og -atburður verða eisini viðgjørdar við hes- um. Tvingsilsgrátur, sum vit síggja hjá dementum og fólkið, ið hava havt heila- bløðing ella blóðtøpp í heil- anum, kunnu oftani eisini viðgerast á hendan hátt. Eisini verður hesin heili- vágur nýttur til at minka um trongdina hjá alkohol- ikarum og í ávísum førum eisini sum partur av við- gerðini fyri skizofreni. Gleðiligur vøkstur? So í grundini eru nógvar orsakir til, at nýtslan hevur verið vaksandi. Fyrst og fremst, at stórur partur av teimum, sum fyrr fingu gamla slagið, nú fáa hetta nýggja (og so skuldi nýtsl- an av gamla slagnum verið munandi minni í dag enn fyri tíggju árum síðani). At angist eisini kann viðgerast við hesum skuldi eisini havt við sær, at nýtslan av sissandi vági til hesi minkar. At onnur sjúku- tekin, sum fyrr var trupult at viðgera, nú kunnu við- gerast við hesum, hevur eisini verið við til at økja um nýtsluna. At viðgjørt verður í munandi longri tíð, veksur eisini um nýtsluna. Men kanska (og tað vita vit ikki við vissu) eru tað nógv fleiri fólk, sum fyrr máttu býta tunglyndi í seg og líða í mánaðir, sum nú kunnu fáa viðgerð fyri sína sjúku. So í grundini er tað, at nýtslan er vaksin seinastu árini ikki nakað at gremja seg um. Tað er (allarhelst) gleðiligt. Samanberingar við grannalond Tað at fólk í grannalondun- um brúka meiri heilivág av hesum slagnum enn vit, merkir ikki avgjørt, at tað eru hini sum brúka ov nógv. Kanska eru tað vit sum brúka av lítið? Og so er tað keðiligt. Tí so eru tað allarhelst nógv fólk, sum ganga við trega og sjúku, sum ikki eru sett í eina við- gerð, sum teimum tørvar. At vit, eftir hagtølunum at døma, liggja nógv lægri í nýtsluni, bendir tann vegin, men er ikki nakað prógv. Kanningar fyri einum 20 árum síðani vístu, at títt- leikin av sálarsjúkum í Før- oyum er á leið tað sama sum í Danmark, eisini hvat tunglyndi viðvíkur. Um vit taka serliga vetrartunglyndi við, átti títtleikin her allar- helst at verið nakað hægri, tí hesin veksur longur norðuri á hálvkúluni ein livir. Í Danmark verður fyri hvønn íbúgva brúkt næstan dupult so nógv sum her av hesum nýggja slagnum av heilivági - og í Íslandi meira enn tríggjar ferðir so nógv. Júst hví so er, er ikki heilt greitt. Dult tunglyndi Vanliga verður sagt aðra- staðni, at á leið ein fjórð- ingur av øllum vitjanum hjá k o m m u n u l æ k n u n u m snúgva seg um trupulleikar av sálarligum slagi. Fyri nøkrum árum síðani varð gjørd ein uppgerð hjá kommunulæknunum her, og vísti hendan, at tað bara vóru á leið 10 % av vitjan- um, sum snúðu seg um sál- arligar trupulleikar. Hetta kann sjálvandi undra, tá aðrar kanningar, sum nevnt, hava víst, at títtleikin her er á leið tann sami sum aðrastaðni. Orsakirnar kunnu vera fleiri. Tað kann vera, at fólk aftra seg at fara til lækna við slíkum trupul- leikum her, tí tað ikki hevur verið so vanligt at tosa um slíkt. Tað kann eisini vera, at kommunulæknarnir ikki í nóg stóran mun fáa eyga á hesar trupulleikarnar, Ella bæði tvey? At kommunu- læknarnir eru ovbyrjaðir ger, at minni tíð er til hvønn sjúkling, og at summi aftra seg við at brúka kostbaru tíðina hjá læknunum. Ella kanska onkur heilt onnur orsøk er. Aðrastaðni hevur eisini verið frammi ótti fyri, at nýtslan av hesum heilivági er vaksin so nógv, men ikki hevur borið til at víst á einstakar orsakir til hetta. Tað er tó nógv sum bendir á, at eitt av positivu árinun- um í fleiri londum í vestur- heiminum hevur verið, at títtleikin av sjálvmorði hevur verið støðugt fallandi meðan nýtslan av hesum heilivági hevur verið vaks- andi. Beinleiðis samanhang er torført at vísa, men tað er væl kent, at ein stórur partur av teimum, sum taka lívið av sær, hava tunglyndi um tað mundi. Hagtøl kunnu sjálvandi bendast og tugast ymsar vegir, og tað skal ein vera varin við. Men tað at vit í Føroyum brúka so mikið minni av hesum slagnum av heilivági, enn gjørt verður í grannalondunum, sam- stundis sum vit vita, at aðrir viðgerðar møguleikar (psykoterapi o.t.) eru sera avmarkaðir her á landi, mugu vit allarhelst taka sum tekin um, at tað eru nógv fólk við tunglyndi og øðrum sálarligum trupul- leikum, sum ikki fáa ta viðgerð teimum tørvar. Tað er keðiligt. Summa sumarum má so verða, at tíðindini, sum eg hoyrdi tey, eiga at vendast við. At tað letur til, um vit sambera okkum við grannalondini, at alt ov fá fólk fáa viðgerð fyri tung- lyndi og líkandi sjúkur, men ugga okkum við, at alsamt fleiri fáa viðgerð. Tummas Eli H. Joensen Geva dønum skyldina: Undir viðgerðini av uppskotinum til fíggjar- lóg fyri 2004, segði ein av tingmonnunum í Tjóðveldisflokkinum nakað soleiðis: "At vørur og tænastur dýrka er ikki nakað nýtt og heldur ikki er tað nakað nýtt, at and- støðan fer uppá bakbein- ini um almenn gjøld ávirka hesa gongd, með- an hon als ikki gevur sær far um tað, tá ið millum- handlarar strúka vinn- ingin. Tá ið agentarnir strúka vinningin, ja, tá er tøgn í andstøðuni." Eg kundi hugsa mær at spurt Tjóðveldisflokkin hendan spurningin: Hvussu nógv uppskot hevur flokkurin lagt fyri tingið fyri at broyta uppá hetta ? Hendan undanstøkk- ingarsøgan hevur verið at hoyrt tað eg kann minn- ast. Tjóðveldisflokkurin hevur sitið við valdið og situr á sætta árið og er nøkur broyting at hóma? Ikki tað vit vanligu borg- arar síggja nakað til. Stórar og væl skrivað- ar yrkingar byggja ikki nakað land í sær sjálvum kann eg siga tinglim- inum. Nei brót upp um armar og far til arbeiðis og lat vera við altíð at geva øðrum (dønum) skyldina! Heilsuskattalætti ! Hann pástendur eisini, at lítið verður sagt um, at samgongan hevur givið skattalætta! Kann verða; men borgarin merkir ikki so nógv til hendan lætt- an, tí tikið verður inn- aftur við hinari hondini. Hondin sum tekur innaftur er ikki altíð so løtt at skilja heldur, tí ein partur av hondini sigur, at vit geva tykkum ein skatt, men hesin skattur hevur als einki við inn- tøku til landskassan at gera, men er bara ein háttur hjá samgonguni at siga okkum borgarum at vit skulu hugsa um heils- una. Hin parturin hevur nú fortalað seg og sigur, at avgjøldini als ikki hava nakað við heilsuna at gera, men eru áløgd fyri at fáa landshúsarhaldið at hanga saman búskapar- liga. Skattalætti ! Eg meini tað. Tað einasta ið manglar í hesum føri er, teimum so líkt, at Dansk- arar hava skyldina ! , ,.- .,-,.-,.-H Hvør veit, kanska longu í næstu viku fær danskarin skyldina fyri, at skatturin ikki er fyri heilsuna men bert til at fylla landskassan. Væl er húsast aðrir gjalda ! Hann spælir eisini eitt sindur firtin av tí, at and- støðan ikki sær hvussu ómetaliga væl ið sam- gongan hevur húsast ! Væl er húsast. Vit leggja bara allar útreiðsl- urnar út til kommununar. Kommununar verða noyddar at hakka skattin og vit lækka skattin sam- tíðis. Kanska kundi verði freistandi at rokna við, at her er ein væl goymdur møguleiki fyri, at líka so nóg sum landsskatturin lækkar nú, líka so nógv kemur hann at hækka seinni, og hví ikki ? Vit hava onga trygd fyri, at landsskatturin ikki hækk- ar aftur longu næsta ár, og vit hava heldur onga trygd fyri, at kommunu- skatturin fer at lækka aftur, nú fleiri útreiðslur eru lagdar út til komm- unurnar. Væl er húsast, aðrir gjalda, og hetta skuldi koma frá Tjóðveldis- flokkinum. Hvat halda tit? VIÐMERKINGAR Eydnubollaovurát? Og hesin politikk- urin kemur frá Tjóðveldisflokkinum C M Y K 11 10