týsdagur 9. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 234 - 9. desember 2003
Nr. 234 - 9. desember 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Hósdagin 4. desember
bjóðaði Mentamála-
deild Tórshavnar
býráðs til almenna
móttøku á Dags-
stovninum á Hamrin-
um á Argjum í sam-
bandi við at stovnur-
in alment varð tikin í
nýtslu
Til móttøkuna vóru børn og
foreldur, teir sum høvdu
bygt húsið og umboð fyri
Tórshavnar Býráð.
Borgarstjórin,
Jan
Christiansen, beyð vegna
Tórshavnar Býrað, øllum at
vera vælkomin og segði frá
um stovnin og eginleikarn-
ar við stovninum.
Heðin Mortensen, for-
maður í Mentamáldeildini,
helt eisini røðu.
Leiðarin á stovninum,
Elisabeth Henriksen, segði
at tey høvdu fingið sera
góðar karmar at arbeiða
undir - bæði innandura og
ikki minst uttandura, av tí
at stovnurin liggur so væl
fyri uppi í haganum.
Terji Rasmussen, tónleik-
ari, spældi og sang saman
við børnunum.
Á stovninum eru fýra
stovur til barnagarðs- og
vøggustovubørn. 36 barna-
garðsbørn, har 18 eru á
hvørjari
stovu,
og
24
vøggustovubørn, har 12 eru
á hvørjari stovu. Fyrstu
børnini komu inn á stovnin
15. juni í ár, meðan al-
menna móttøkan hevur
bíða til liðugt var uttan um
húsini.
Dagstovnurin á Hamrin-
um er ein sera snotisligur
bygningur
sum
J.P.
Gregoriussen, arkitektur,
hevur teknað, og Sp/f Bú-
setur hevur staðið fyri
arbeiðinum.
Ætlanin við stovninum
er, eisini at grannarnir og
eigarafelagið á Hamrinum
kunnu brúka húsið til felags
tiltøk.
Á stovninum starvast átta
pedagogar og sjey hjálpar-
fólk.
Dagsstovnurin á Hamrinum alment tikin í nýtslu
Dagsstovnurin á Hamrinum er ein sera snotisligur bygningur sum J.P. Gregoriussen, arkitektur, hevur teknað, og Sp/f Búsetur hevur staðið fyri arbeiðinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Móttøka á Dagsstovninum á Hamrinum, f.v. Jógvan Arge, býráðslimur, Jan Christiansen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Elisabeth Henriksen, leiðar á stovninum
Mynd: Jens Kristian Vang
Terji Rasmussen, tónleikari, spældi og sang saman við børnunum
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
9. desember. Rólvur. Teir vita einki halgimenni at navni Rólvur ella Rudolf. Navnið
er komið upp í álmanakkan í 1727.
Navnið er týskt, sett saman av hrodr, ið merkir heiður og wulf, ið merkir úlvur.
Mánadagin 10. november
kom klaksvíkingurin Absa-
lon Matras heim aftur frá
enn einum túri í Rumenia.
Hetta var túrur hansara
nummar 30.
Við á ferðini hesaferð
vóru eisini: Marjun og
Leivur Nattestad úr Mið-
vági, Betty á Høgabóli úr
Miðvági og Ansgar Hansen
úr Klaksvík.
Absalon
sigur
við
Kirkjuligt Missiónsblað, at
hjálpin hesaferð var veitt
einum øki norðast í Rume-
nia á markinum til Ukraina,
og er hetta ein tann fátæk-
asti parturin í øllum landin-
um.
»Kl. 1.00 um náttina
komu vit eftir einum ógvu-
liga vánaligum vegi til tað
fjarskotnu bygdina í Norð-
urrumenia. Har var so
fátæksligt at kommunan
ikki hevði ráð til at hava
gøtuljósini tendraði, men tá
við komu inn í bygdina,
tendraðu ljósini. Tey hava
ivaleyst sæð fram til, at vit
komu. Fólk vóru ógvuliga
glað fyri hjálpina og bóðu
okkum heilsa heim og
takka hjartaliga fyri alt«
sigur Absalon við blaðið.
Ferðin gekk væl og Absa-
lon takkar fyri allan stuðul
og forbøn.
Farið varð nýggjan túr til
Rumenia 14. november.
Hesaferð gekk leiðin til
Timisuara.
Kelda: Kirkjuligt Missiónsblað
nr. 10 2003
Seinasta fríggjakvøld
stóð hálvi
føroyingurin, Gunnar
Mikkelsen, sum
vinnari av kappingini
"Stjerne for en aften"
við 27 prosentum av
atkvøðunum
Á heimasíðuni hjá DR stóð
at lesa: »21 årige Gunnar
Mikkelsen sang sig ind i
danskernes hjerter og blev
dermed vinder af Stjerne
for en aften«.
Gunnar fylti 21 ár 29.
oktober, hann er føddur og
uppvaksin í Vestbjerg, 14
km norðanfyri Aalborg.
Eftir at hava gingið eitt ár í
10. flokki á eftirskúla á
Mariager gekk hann í trý ár
á Aalborg Katedralskole og
tók studentsprógv har.
Mamman eitur Kristi-
anna Mikkelsen, hon er
dóttir Ebbemiu og Gunnar
Holm Jacobsen. Pápin, Jør-
gen Mikkelsen, er dani,
ættaður frá Samsø.
Gunnar búði í Berlin,
áðrenn hann fór til Kanada
í mai mánað í ár. Har búði
hann á eini ranch, til hann
kom aftur til Danmarkar nú
í oktober. Tað var pápin
sum fekk í lag at senda ein
fløgu inn til »Stjerne for en
aften«.
Fyrru kappingina vann
Guðrun Sólja Jacobsen, og
nú vann Gunnar hesa. Sig-
ast má at føroyingar hava
staðið seg væl í hesi
kapping.
Í dag er eitt ár síðani, at
redaktiónin hjá Sosialinum
í Sandavági læt upp.
Hendan lokalredaktiónin
er tann fjórða hjá Sosialin-
um, sum framman undan
hevði redaktiónir í Suð-
uroy, í Klaksvík og í
Saltangará.
Sum eina roynd betur at
fevna um landið alt, hevur
Sosialurin miðvíst roynt at
fest røtur kring um í landin-
um.
Tann 9. desember í fjør –
dagin fyri at fasta samban-
dið varð tikið í nýtslu – læt
so redaktiónin upp, og hev-
ur Edvard Joensen mannað
hana síðani.
Blaðfólkini á lokalredak-
tiónunum røkja fyrst og
fremst tíðindatilfar úr økj-
unum, men tey taka eisini
hond í at hjálpa til hjá høv-
uðsredaktiónini á Argjum.
Sosialurin eitt ár
í Vágum
Edvard Joensen, blaðmaður á redaktións Sosialsins í Sandavági, Rósa Samuelsen, borgarstjóri í
Sørvági og Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum
Absalon Matras:
30 túrar til Rumenia
Stjerne for aften:
Gunnar Mikkelsen
vann kappingina
Mynd: DR
C
M
Y
K
13
12