týsdagur 9. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 9. desember 2003
15
OLJURÁÐSTEVNA,
LERWICK
Jan Müller
Á oljuráðstevnuni í Ler-
wick herfyri varð eisini
nomið við onnur mál enn
júst olju og føðingardagin
hjá eini av høvuðslívæðr-
unum í hetlendka búskap-
inum, Sullom Voe. Fiski-
vinnan varð eisini frammi.
Morgan Goodlad, stjóri í
hetlendska oyggjaráðnum,
The Shetland Island Coun-
cil, nevndi í sínum inn-
leggi, at hóast fiskivinnan,
við alingini á odda, stendur
fyri størsta partinum av
búskapinum eftir veiting-
arnar frá stýrinum, so er
kreppa í hesi vinnuni. Stór
afturgongd er í veiðuni eftir
toski og hýsu. Hetland hev-
ur orsakað av minkaðu
kvotunum verið tvungið til
at minka um henda partin
av flotanum við 25% teir
seinastu 12 mánaðirnar.
Tað vil fáa álvarsligar fylgj-
ur fyri tey mongu fólkini,
sum manna skipini, fyri
fólk í landi, sum framleiða
ís, fólk í matvøruídnaðin-
um og hópin av øðrum. –
Hetta er nakað, sum enn
ikki er farið at merkjast
veruliga í samfelagnum,
men talan er um eina sera
álvarsliga
støðu
sigur
Morgan Goodlad. Úrslitið
er, at landingar av fiski í
Hetlandi eru minkaðar við
eini helvt. Samtundis hevur
tað tó víst seg at standa
betri til í tí partinum av
fiskiflotanum, sum veiðir
pelagiskan fisk. Hesin er í
stórum vøkstri og stendur
fyri 23% av inntøkunum í
fiskivinnuni. Hetlendingar
hava gjørt stórar íløgur í ein
sera nýtímans nótaflota.
Tað, sum er ringt fyri ein,
kann so vera gott fyri ein
annan. Morgan Goodlad
sigur, at henda støðan
sjálvandi fer at økja um
eftirspurningin eftir fiski úr
Føroyum. Tað hendir longu
nú. Tá Norrøna kom til Ler-
wick týsdagin, sama dag
sum oljuráðstevna varð
hildin har, vóru 15 bingjur
við feskum fiski úr Føroy-
um. Nakað fór í land í
Hetlandi, nakað fór til
Skotlands og so víðari til
Bretlands.
Hóast oljan oftani verður
havd á lofti, tá tað um Het-
land viðvíkur, so er tað sum
sagt í veruleikanum fiski-
og alivinnan, sum standa
fyra størstu inntøkunum til
samfelagið, í dag umleið
42%, harav alivinnan útger
langt tann størsta partin,
umleið 62% av framleiðsl-
uni í fiskivinnuni. Olja
stendur fyri 16% av inntøk-
unum, meðan "Council
Spending" tvs. tað oyggja-
ráðið rindar, stendur fyri
33%. Hetta eru í stóran
mun inntøkur, sum eru
komnar frá oljuvinnu og
pengum úr Skotlandi, og
sum mest verða brúkt til
infrastruktur, mentan og
skúla, eldraøkið oa. Ferða-
vinnan stendur fyri 4% og
landbúnaðurin somuleiðis.
Flestu arbeiðsplássini í
Hetlandi í dag, 63%, eru í
tænastuvinnuni og hetta er
nakað, sum hetlendingar
ynskja broytt og tí hyggja
teir eisini nógv til Føroyar
fyri at finna fram til,
hvussu man kann økja um
tann framleiðandi partin av
búskapinum, her m.a. fiski-
vinnuna, ein støða, sum tó
er torfør, nú kvotuavmark-
ingar hava lagt stóran part
av flotanum.
Nú oljan minkar og har-
við inntøkur til størsta ar-
beiðsgevaran í Hetlandi,
Shetland Island Council,
minka, merkir tað, at inn-
tøkur mugu koma aðra-
staðni frá, tvs.frá fram-leið-
andi vinnulívinum, og tað
verður tí nógv gjørt í Het-
landi fyri at menna ymsar
framleiðslur so sum land-
búnað, og stórur dentur
verður lagdur á marknaðar-
føring av bæði lambskjøti,
aldum fiski oø.
Tað, sum hevur hildið lív
í stórum parti av hetlendska
samfelagnum,
eru
teir
mongu
grunnarnir,
har
oljupengarnir eru goymdir.
Men
minkar
oljufram-
leiðslan, so gongur tað eis-
ini út yvir hesar grunnar,
sum tá standa í stað ella
minka.
Norrøna alstóran
týdning
Morgan Goodlad, sum er
nevndarlimur
í
Smyril
Line, vónar, at samstarvið
um Norrønu kann gagna
bæði Føroyum og Hetlandi,
og vísir á, at eitt nú flutn-
ingsleiðin hjá Norrønu
kann vera við til at bøta um
støðuna í hetlendska fiski-
ídnaðinum, nú man kann
fáa rávøru úr Føroyum sjó-
vegis.
Uppá fyrispurning um
hetlendingar eru sinnaðir
at seta fleiri pengar í
Norrønu, um skipið ikki fer
at mangla kapital, sigur
Morgan Goodlad, at tað enn
ikki er tørvur á meiri pen-
ingi. Tey royna at fáa vet-
rarskránna at virka. – Vit
hava havt eitt gott summar,
sum kann verða við til at
lyfta fyri veturin, men tað
er ikki nokk, tú mást eisini
finna eina lønandi vinnu
fyri veturin.
Tá tíðirnar ikki eru alt ov
góðar eru altíð gitingar í
luftini. Morgan Goodlad
vísir avgjørt tí gitingini
aftur, at hetlendingar við
sínum mongu oljumilli-
ónum kundu hugsað sær at
yvirtikið Norrønu, um hon
ikki ber seg. – Tað hava vit
ongar ætlanir um. Vit vilja
bara vera við til at skapa
eina rutu, sum ber seg.
– Men hví ikki sigla til
Edinburg ella Aberdeen,
har tað er ein nógv størri
kundaskari heldur enn til
eitt so lítið pláss sum Ler-
wick?
– Eg fari at venda spurn-
inginum og spyrja, hví sigla
uppá Tórshavn. Um tað
bara er talan um at fylla
skipið, so burdi man farið
til Karibiska havið alt árið
og ikki til Lerwick, Tórs-
havn og Seyðisfjarðar yvir-
høvur. Eg havi altíð skilt, at
okkara íløga var fyri at
tæna okkara smærru sam-
feløgum. Vit gjørdu eina
strategiska íløgu, har vit
vilja hava Norrønu at sigla
uppá Lerwick eins og tit
vilja hava hana at sigla
uppá Havnina. Hetta merk-
ir, at vit ikki í næstu framtíð
eru áhugaðir í sambandi
við Skotland. Partaeigarnir
ynskja at fáa lønsemi úr
eini íløgu, sum dúvar uppá
verandi rutu.
Morgan Goodlad leggur
aftrat, at hetlendingar hava
júst sama áhuga í Norrønu
sum føroyingar hava tað,
nevniliga at skipið kann
vera við til at økja flutning-
in av fólki og góðsi til og
frá Hetlandi. Morgan
Goodlad sær eisini fegin, at
Atlantsflog fer at flúgva
uppá Hetland.
Morgan Goodlad ivast
annars ikki í, at spurning-
urin um at finna olju við
Føroyar, er ein spurningur
um tíð. Hann trýr eisini
uppá eitt gott samstarv
millum føroyingar á het-
lendingar á oljuøkinum. –
Vit hoyrdu Stephen Timms,
oljumálaráðharra tosa um
at lýsa fleiri nýggj leitiøki
vestan fyri Hetland út til
oljufeløgini og vónandi fer
tann útbjóðingin at gagna
øllum økinum.
Hóast myrk skíggj
eru fyri framman, so
mugu føroyingar lata
sær linda, at tað tekur
tíð at finna oljuna og
ikki minst á Atlants-
mótinum, og at hetta
økið í løtuni ikki er
tað mest áhugaverda.
Men umráðandi er
eisini, at føroyingar
tvíhalda u, at feløgini
liva upp til sínar
skyldur og ikki rýma í
hálvum gekki segði
Jeremy Cresswell á
oljuráðstevnuni í
vikuni
OLJURÁÐSTEVNA
Jan Müller
Millum gestarøðararnar á
Oljuráðstevnuni í vikuni
var Jeremy Cresswell frá
skotska blaðnum Press and
Journal. Hann hevur drúgv-
ar royndir í fakinum og
hevur serstakliga skrivað
um oljutilgongdina í Bret-
landi. Hann hevur eisini
tikið víðari útbúgving inn-
an oljumál. Cresswell mál-
aði eina rættiliga svarta
mynd av Atlantsmótinum
men vísit samtíðis á, at tað
fer at taka tíð at finna olj-
una. Hann vísti á, at olju-
feløgini heldur leita til
onnur øki at gera íløgur, tí
tey eru bíligari. Hann helt,
at áhugin fyri at gera stórar
íløgur í leiting í hesum
heldur fjarskotna økinum
sum Føroyar eru partur av,
er sera lítil í løtuni og einki
røkist fyri, at hetta fer at
broytast í næstum. Hann
metti, at vit skulu ikki
verða kløkk, um tað ganga
ikki bara 10 ár men 15 ella
20 ár, til nakað ítøkiligt fer
at síggjast aftur á Atlants-
mótinum.
Jeremy Cresswell segði
seg bera ótta fyri, at feløg-
ini ella nøkur av feløgun-
um, sum eru virkin við Før-
oyar, fara at royna at sleppa
burtur úr sínum bindingum
og nevndi í hesum sam-
bandi BP og Amerada
Hess. Nú BP hevur verið
ein av drívkreftunum á
Atlantsmótinum kundi tað
vera eitt stórt bakkast, um
tað tók seg aftur. Hvat Hess
víðvikur segði Cresswell, at
hjá tí var meira talan um
eina heildarmeting, har
nýggja leiðslan í felagnum
við sæti í USA meira ella
minni vildi taka seg úr
Norðsjonum og Europa
sum heild.
Útlendski oljujournalist-
urin helt annars ikki, at
oljufeløg, sum høvdu fing-
ið leitiloyvi og høvdu bund-
ið seg til at gera íløgur við
Føroyar, áttu at sloppið
burtur úr hesum bindingum
við eitt nú ”horsetrading”
sum hann málbar seg. . Ein
kundi týða orðini hjá Cress-
well sum eina áminning á
føroyskar oljumyndugleik-
ar um at ansa eftir, at olju-
feløgini ikki bóru seg und-
an sínum skyldum. Annars
helt hann tað vera sera
óheppið, at so nógvir upp-
lýsingar
frá
boringum
verða hildnir loyniligir.
Hava feløg t.d. ikki rakt við
olju í eini týðandi boring,
so átti hetta at komið út til
almenningin.
Cresswell frá Press & Journal:
Oljufeløg mugu liva upp til sínar skyldur
Jeremy Cresswell her saman við Ben Arabo og Magna Arge eftir ráðstevnuna
Mynd Jan Müller
Morgan Goodlad, stjóri í hetlendska oyggjaráðnum:
Norrøna alstóran týdning
fyri menning í økinum
Norrøna stóran týdning fyri Hetland
15
14
Nr. 234 - 9. desember 2003
Fiskimenn góðtaka oljuleiting
Hóast kanningar hjá norsku havrannsóknarstovuni
hava víst, at oljuvinnan ávirkar arvaeginleikarnar hjá
fiski, er norska fiskimannafelagið eftir øllum at døma
til reiðar at góðtaka, at oljufeløgini fara undir at bora
eftir olju og gassi í pørtum av Barentshavinum.
Aðalskrivarin í fiskimannafelagnum, Jan Skjærvø,
sigur við tíðindastovuna NTB, at felagið er sinnað at
góðtaka oljuleiting, men at felagið er ímóti, at
oljufeløgini sleppa at bora á leiðum, sum hava serliga
stóran týdning fyri fiskivinnuna. Tí ætlar felagið, at
myndugleikarnir skulu friða trý øki úti Lofoten,
Vesterålen og Troms fyri oljuvinnu, sigur hann.
Orsøkin er, at hesi økini eru týðandi gýtingar- og
uppvakstrarleiðir hjá toski og sild, sigur hann.
Norska fiskimannafelagið ger tó vart við, at skuldi
tað víst seg, at oljuvinnan fær óhepnar avleiðingar
fyri fiskastovnarnar, treytar felagið sær rætt til at
krevja, at loyvi ikki verða givin á øðrum týðandi
fiskileiðum.
Gott hjá hjá partaeigarum
Alt bendir á, at árið í ár verður tað besta nakrantíð hjá
teimum, sum hava sett pengar í partabrøv hjá teimum
smáu og meðalsttóru donsku bankunum.
Sum dømi verður víst á bankan Sydbank, sum er
sewrliga virkin í syðru helvt av Jyllandi. Tann 1.
januar í ár varð virði bankans á partabrævamarknað-
inum í Keypmannahavn 3,67 milliardir krónur, men
nú er tað 5,97 milliardir krónur. Umleið 130.000
partaeigarar eru í Sydbank. Ein annar banki, sum
eisini hevur havt eitt gott ár, er Skjern Bank, sum
eisini heldur til í Jyllandi. Sambært JydskeVestkysten
er virðið á partabrøvunum í hesum bankanum vaksið
uppaftur meiri enn partabrævavirðið í Sydbank.
Blaðið vísir at enda á, at sambært nýggjastu upp-
lýsingunum er vøksturin í Skjern Bank 118 prosent, í
Tønder Bank er hann 93 prosent, í Kreditbanken 89
prosent og í Sydbank 63 prosent. Allir hesir bankarnir
halda til í syðra parti av Jyllandi.
Fekk tjúgu ár
Fyrrverandi forsetin í miðamerikanska landinum
Nicaragua Arnoldo Aleman hevur fingið tjúgu ára
fongsul fyri korrupsjón.
Tann 57 ára gamli Aleman var forseti í Nicaragua
frá 1997 til 2002. Sunnudagin varð hann dømdur fyri
svik, fíggjarundandrátt og valsvik. Hann hevur sitið í
fongsli í seinastuni, men slapp úr fongslinum í síðstu
viku, tí hann hevði trupulleikar við heilsuni. Hann
slapp tó ikki leysur, men hevur sitið í húsavarðhaldi.
Sambært dóminum svikaði Arnoldo Aleman fyri
næstan 100 milliónir dollarar, meðan hann var forseti.
Hansara egnu floksfelagar hava greitt frá, at hann átti
50.000 dollarar, tá hann gjørdist forseti, men at hann
hevði einar 250 milliónir dollarar á bók, tá hann fór
frá.
Persson giftur
Svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, giftist
leygardagin við sambúgva sínum, stjóranum í rús-
drekkasøluni, Anitu Steen.
Tey bæði gjørdu ikki nógv burtur úr brýdleypinum,
sum varð hildið í summarbústaðnum hjá stjórnini
uttan fyri Flen í Sømlandi. Tað var forsætisráðharra-
skrivstovan í Stockholm, sum kunngjørdi brúdleypið.
Hetta kom kortini ikki óvart á nakran, tí herfyri segði
forsætisráðharrin, at hann ætlaði at gifta seg í vetur.
Bæði Gøran Persson og Anita Steen hava verið gift
fyrr, og hetta er triðja giftan hjá forsætisráðharranum.
Anita Steen er fødd og uppvaksin í Tróndehimi í
Noregi. Eitt skifti var hon ríkisskrivari í stjórnini hjá
Persson, og hon hevur kent nýggja mann sín í fimtan
ár, skrivar svenska tíðindastovan TT.
Tjóðartingsvalið í
Russlandi sunnudag-
in gekk, júst sum
Vladimir Putin, for-
seti, hevði ætlað.
Stuðulsflokkur hans-
ara, Tað sameinda
Russland, gjørdist
tann stóri sigurs-
harrin
RUSSLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá góð 80 prosent av at-
kvøðunum aftan á russiska
valið vóru taldar í gjár,
hevði Tað sameinda Russ-
land fingið 36,7 prosent av
atkvøðunum. Kommunist-
arnir høvdu fingið 12,8
prosent, og flokkurin hjá tí
víðgongda
tjóðskapar-
manninum Vladimir Zjiri-
novskij hevði fingið 12
prosent.
Valið gjørdist ein framm-
aná hjá kommunistunum. Á
valinum fyri fýra árum
síðani var flokkurin land-
sins størsti við 24,4 pro-
sentum. Nú fekk hann bara
12,8 prosent. Sigurin hjá Tí
sameinda Russlandi kom
harafturímóti ikki óvart á
nakran. Allar meininga-
kanningar undan valinum
vístu greitt, at flokkurin fór
at vinna.
– Hetta er ein sigur, sum
vit kunnu vera errin av,
segði formaðurin í vinnara-
flokkinum, Ljubov Sliska,
tá tað var greitt, at flokkur-
in hevði vunnið.
Tann avgerandi spurn-
ingurin er nú, um tað fer at
eydnast Tí sameinda Russ-
landi at útvega sær stuð-
ulsflokkar, so hann kann
fáa tveir triðingar av sess-
unum í tinginum. Eydnast
tað, er lítil ivi um, at tingið
fer at samtykkja at broyta
grundlógina, so Vladimir
Putin kann stilla upp til for-
setavalið í 2008. Tað kann
hann ikki sambært verandi
reglum í grundlógini.
Eygleiðarar í Moksva eru
á einum máli um, at sigurin
hjá Tí sameinda Russlandi
fer at geva Putin uppaftur
størri vald, enn hann hevur
havt, og at talan í veruleik-
anum er um eitt meiri mið-
savnað vald í Russlandi.
Zimbabwe sleppur
ikki at vera í bretska
samveldinum longur
BRETSKA
SAMVELDIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ríkisleiðararnir í bretska
samveldinum samdust á
fundi um vikuskiftið at
koyra Zimbabwe úr sam-
veldinum.
Tað var bretski forsætis-
ráðharrin, Tony Blair, sum
gekk á odda í stríðnum fyri
at koyra Zimbabwe og og
landsins umstrídda forseta,
Robert Mugabe, út í myrk-
ið. Zimbabwe varð fyribils
koyrt úr samveldinum í
mars í fjør, eftir at Mugabe
gav sær sjálvum sigurin á
forsetavalinum, sum altjóða
samfelagið sýtti fyri at
viðurkenna orsakað av ill-
gruna um umfatandi val-
svik.
Suðurafrikanski forsetin,
Thabo Mbeki, royndi til tað
síðsta at forða samveldin-
um í at taka limaskapin frá
Zimbabwe,
men
hann
slakaði kortini, tá saman
um kom.
Tá hetta var greitt, kunn-
gjørdi zimbabwiska stjórn-
in, at landið fer at taka seg
úr samveldinum.
UTTAN ÚR HEIMI
Meiri vald til Putin
Mugabe tveittur á dyr
Vladimir Putin, forseti, var millum teir fyrstu veljararnar í Moskva sunnumorgunin. Úrslitið kemur honum væl við
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14