Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 234 - 9. desember 2003 Nr. 234 - 9. desember 2003 17 Smædnir føroyingar tordu ikki at spyrja Hyggið longur enn til Danmarkar Stuart Rennie frá Robert Gordon Uni- versity biður føroy- ingar velja onnur út- búgvingarstøð, enn tey í Danmark. Hann heldur, at tað er týdningarmikið, at arbeiðsmegin í einum landi er so fjølbroytt sum møguligt. ÚTBÚGVINGAR- STEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Av teimum í alt 44 básun- um á Útbúgvingarstevn- uni, var ein stórur partur av básunum settur av til universitet úr ymiskum londum. Skotski býurin, Aberdeen, var umboðaður av tveimum universitetum á stevnuni. Seinnu árini hava fleiri og fleiri føroyingar valt Skotland sum sítt lestrar- stað. Serliga hava útbúgv- ingar innan oljuvinnu og búskaparfrøðið í Skot- landi havt stóran áhuga. – Eg haldi tað er týdn- ingarmikið, at føroyingar hyggja eitt sindur longri enn bara til Danmarkar, tí tað eru also nógvir aðrir møguleikar. Tað er týdn- ingarmikið fyri arbeiðs- megina í einum landi, at hon er fjølbroytt. Á Rob- ert Gordon Universitetin- um halda vit, at vit hava nógv spennandi at bjóða lestraráhugaðum føroy- ingum. Eg kann millum annað nevna verkfrøði, design, teldufrøði og bú- skaparfrøði, fortelur Stu- art Rennie, sum starvast á Robert Gordon Univer- sity í Aberdeen. Robert Gordon sam- starvaði fyri nøkrum ár- um síðan við Fróðskapar- setur Føroya, og í dag hava teir eina samstarvs- avtalu við Føroya Hand- ilsskúla. Samstarvið við føroyingar eru skotarnir fegnir um, men teir vilja gjarna menna og økja samskiftið við Føroyar. Góð hagtøl Robert Gordon universit- etið og vinnulívið í Aber- deen arbeiða tætt saman. Tey lesandi eru vanliga eitt ár av lestrartíðini úti í vinnulívinum og arbeiða. r. Samstarvið millum vinnulív og universiteti gevur eisini góð úrslit, tí sambært hagtølunum fáa í alt 86% av teimum les- andi á Robert Gordon starv, tá tey eru liðug við útbúgvingina. Universitetið er rætti- liga stolt av hesum hag- tølum. Sammett við onnur universitet í Stóra Bret- landi, er tað bert eitt uni- versitet, sum kann breggja sær av betri hag- tølum enn Robert Gordon á hesum økinum. – Okkara tætta sam- band við vinnulívið, gev- ur góð úrslit. Vit halda, at tey lesandi fáa eina góða barlast hjá okkum, og vit fyrireika tey væl til stóru avbjóðingar, sum eru úti veruliga lívinum, eftir lestrartíðin er av sigur Stuart Rennie. Stuart Rennie biður føroyingar royna onnur útbúgvingar- støð, enn tey í Danmark. Á myndini sæst hann við Jenny McConnachie, sum bæði starvast á Robert Gordon Uni- versity í Aberdeen. Mynd: Jens Kristian Vang Søguliga sambandið skal mennast Føroyska ferðavinn- an er ein gimsteinur Gjøgnum tíðina hava nógvir føroyingum nomið sær eina út- búgving í donsku sjó- verjuni. Claus Rosen- dahl vónar, at henda siðvenjan heldur fram, og vónandi fara enn fleiri føroyingar at útbúgva seg í donsku verjuni ÚTBÚGVINGAR- STEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Danska verjan hevði rætti- liga brynjað seg til útbúgv- ingarstevnuna, sum var um vikuskiftið. Tríggir mans vóru komnir til Føroya at greiða frá lestrarmøguleik- unum í donsku verjuni. Fyri mong kann ein út- búgving í verjuni tykjast sum eitt øðrvísi lestrarval, men søguliga hava nógvir føroyingar nomið sær eina útbúgving í verjuni. – Sum siglingar tjóð burturav hava nógvir føroy- ingar lært hjá okkum. Tað er kanska serliga innan sjó- verjuna, at nógvir føroying- ar hava verið. Eg vóni sjálvsagt, at føroyingar halda á við at taka eina út- búgving innan sjóverjuna, men vit vilja eisini gjarna Karim Sidaoui frá hotell skúlanum í sveisiska býnum, Lau- sanne, heldur, at før- oyska ferðavinnan eigur gera sær dælt av vøkru náttúruni í Før- oyum. Stendur tað til hansara, so skulu før- oyingar fáa neyðuga kunnleikan um ferða- og hotellvinnu á skúl- anum í Lausanne ÚTBÚGVINGAR- STEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tit hava ótrúliga stórar møguleikar í ferðavinnuni. Vakra náttúran í Føroyum er ein gimsteinur, og hon eigur at lokka nógv fleiri útlendingar til Føroya, sigur Karim Sidaoui frá Hotel skúlanum í Lausanne Stendur tað til hansara, so verður tað hotell skúlin í sveisiska býnum Lausanne, sum leggja ungum føroy- ingum lag á. Karim er komin á útbúgvingarstevnu í Føroyum við teirra vón at sannføra lestraráhugaðar føroyingar um at fáa sær eina útbúgving innan ferða- vinnu og hotellvinnu. Sum agn hevur Karim Sidaoui faldarar og CD-rom at geva teimum vitjandi. Seinna- partin fríggjadagin hava nøkur verið vitja hansara bás í Klingruni í Norður- landahúsinum, og Karim letur væl at. – Fólk í Føroyum vita ikki so nógv um okkara skúla, og tí er henda stevn- an eitt frálíkt høvi at gera vart við okkum. Nøkur hava longu víst áhugað, so tað er positivt. Eg havi eis- ini fingið samband við fólk í hotell vinnuni í Tórshavn, sum vit kunnu arbeiða víðari við, sigur hann Góðkendur Hotell skúlin í Lausanne er frá 1893. 110 ára gamli skúlin er einasti hotel skúli í Sveis, sum er góðkendur sum universitetsskúli. Næmingarnir koma úr 71 ymiskum tjóðum, og undir- vísingin fer fram bæði á enskum og fronskum. Møguleiki er fyri at taka eina hálvtannað árs útbúgv- ing, eitt BA stig ella ein Master innan hotel- og ferðavinnu í Lausanne. – Vit útbúgva fólk, sum arbeiða innan ferðavinn- una, hotell vinnuna, kasino, náttklubbar og flogvinn- una, sigur Karim Sidaoui. hava føroyingar at royna aðrar útbúgvingar hjá okk- um. Ein útbúgving í verjuni gevur góðan møguleika at fáa starv í Føroyum, tí vit hava jú eina deild heruppi, sigur Claus Rosendahl fyri donsku verjuna. Leiðarastarv Teir tríggir menninir á bás- anum hjá verjuni greiddu teimum vitjandi frá um útbúgvingarnar í herinum, flogvápninum og sjóverj- uni. Teir eggjaðu serliga føroyingunum til at hyggja nærri at officer útbúgving- ini, sum er væl dámd í Dan- mark. "Forsvarets Officer- uddannelse" tryggjar teim- um lesandi eitt leiðarastarv, tá lesturin er lokin. Sama mannagongd Spurdur, um danska verjan hevur nýtt nógva tíð til at fyrireika seg til útbúgving- arstevnuna í Føroyum, svarar Claus Rosenblad, at útbúgvingarstevna í Føroy- um minnir nógv um stevn- urnar í Danmark, og tískil varð einki eykað gjørt burt- urúr. – Vit hava ein standard bás til slíkar stevnur, og hann brúka vit eisini her, so hetta er tað vanliga hjá okk- um. Eg má kortini leggja afturat, at stevnan gevur okkum eitt gott høvi til at vísa, at vit eru til. Vit fáa eisini greitt føroyingum frá, at ein útbúgving í verjuni er ein góður møguleiki, og vónandi taka fleiri føroy- ingar av okkara tilboðum, sigur hann. Danska verjan var eisini við á útbúgvingarstevnuni. Á myndini síggjast f.v. Claus Rosendahl, flogvápni, Frede Damsø, fyri herin og Mads Jørgensen, sjóverjan Mynd: Jens Kristian Vang Umboðini fyri út- lendsku útbúgving- arstøðini hildu, at føroyingar settu alt ov fáar spurningar á Útbúgvingarstevn- uni. Møguleiki var at fáa alla neyðuga veg- leiðing um tær ym- iskum útbúgvingar- nar, men kortini tóku lestraráhugað ikki av góða tilboðn- um á stevnuni um vikuskiftið. ÚTBÚGVINGAR- STEVNA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Oftað verður havt á lofti, at eitt høvuðseyðkenni við føroyinginum er, at hann vanliga er lítillátin og smæðin av lyndi. Hetta kunnu nú útlendsku um- boðini á Útbúgvingar- stevnuni um vikuskiftið skriva undir upp á. Smædna lyndið í føroy- ingum var eitt av eyðkenn- unum, sum útlendingarnir sótu eftir við, tá stevnan endaði leygardagin. Sam- skiparin av Útbúgvingar- stevnuni, Holger Arn- bjerg, sigur, at umboðini fyri útlendskum lestrar- støðini vóru á einum máli um, at føroyingarnir settu alt ov fáar spurningar. – Teir hildu, at føroying- arnir vóru sum heild smædnir og afturhaldandi við at seta persónligar spurningar um lestrarstað- ið. Flestu av útlendsku út- búgvingarstøðunum eru javnan á slíkum útbúgving- arstevnum, og tá verða tey bombarderað við spurning- um, greiðir Holger Arn- bjerg frá. Føroysku gestirnir høvdu størsta áhuga í at hoyra, hvat tey ymisku lestrarstøðini høvdu at pre- sentera, meðan fáir spurn- ingar vórðu settir. Út- lendsku gestirnir høvdu vónað, at fleiri spurningar vórðu settir, so tey vitjandi kundu veruliga gera sær dælt av teimum møguleik- um, sum vóru á Útbúgv- ingarstevnuni. Holger Arnbjerg sigur, at hetta er fyrsta útbúgv- ingarstevna í Føroyum, og føroyingar skulu eftir øll- um at døma venja seg við slíkar stevnur. – Stevnan gav lestraráhugaðum før- oyingum møguleika at fáa alla ta vitan, tey ynsktu, men kortini varð hesin møguleiki ikki útnyttaður til fulnar, sigur hann. Væl nøgdur Útbúgvingarstevnan var bæði fríggjadagin og leyg- ardagin, og í alt vóru 700- 800 fólk í Norðurlandahús- inum hesar báðar dagarnar. Holger Arnbjerg sigur, at fyrireikarnir høvdu væntað eini 500-1000 fólk, og tey eru tí væl nøgd við undir- tøkuna. Serliga fríggja- dagin vóru nógv fólk at síggja, meðan leygardag- urin var meir linligur. – Fyrrapartin fríggja- dagin vóru nógvir mið- námsskúlanæmingar at síggja. Av eini ella aðrari orsøk vóru ikki so nógv, sum eru liðug við sína miðnámsútbúgving á stevnuni, og tað er eitt sindur keðiligt, tí stevnan var eisini ætlað teimum. Tey vitjandi tóktust vera sera fegin um, at so nógvir ymiskir lestrarstovnar vóru savnaðir á einum staði, fortelur Holger Arnbjerg. Fyrireikarnir hava ikki gjørt av, um Útbúgvingar- stevnan verður endurtikin komandi ár. Í løtuni eftir- mæla luttakararnir, út- lendsku gestirnir og ar- beiðsbólkurin stevnuna. Eftirmælini skulu nýtast til at fremja neyðugu broytingar, so Útbúgving- arstevnan verður enn betri næstu ferð. Eyguni upp Holger heldur, at Útbúgv- ingarstevnan gevur ungum føroyingum góðar møgu- leika at ogna sær neyðugu vegleiðingina, áðrenn endaliga avgerðin um út- búgvingarvalið verður tik- in. Hann heldur eisini, at føroyingar fáa á eini slíkari stevnu eyguni upp fyri øðrum útbúgvingar- møguleikum, enn teimum í Danmark og í Føroyum. Á útbúgvingarstevnuni hesaferð vóru føroysk, donsk og útlendsk lestrar- støð javnt umboðað. – Serliga útlendsku lestrar- støðini høvdu góðan møguleika at gera vart við seg, tí kunnleikin um teirra lestrarstøð er av- markaður í Frøoyum. Fleiri av útlendsku lestrar- støðunum høvdu lesandi føroyingar við sær, sum greiddu frá umstøðunum á staðnum, og eg haldi tað riggaði avbera væl, sigur Holger Arnbjerg. Sjúkrarøktarar best Eftir Úbúgvingarstevnuna varð besti básur kosin. Av teimum í alt 40 básunum á stevnuni, var tað ein før- oyskur básur, sum fór við heiðurinum. Sjúkrarøktar- frøðingarnir høvdu mest spennandi og orginala bás- in á Útbúgvingarstevnuni, og heiðursgávan var eitt litografi frá listamannin- um Torbjørn Olsen. Samskiparin av Útbúgvingarstevnuni, Holger Arnbjerg, sigur seg vera væl nøgdan við undirtøkuna. Millum 700-800 fólk vóru á stevnu um vikuskiftið. Her sæst Holger Arnbjerg í básanum hjá sjúkarøktarfrøðingunum, sum varð kosin besti básur á stevnuni Fólk í Føroyum vita ikki so nógv um okkara skúla, og tí er henda stevnan eitt frálíkt høvi at gera vart við okkum, sigur Karim Sidaoui Mynd: Jens Kristian Vang