týsdagur 9. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 234 - 9. desember 2003
Nr. 234 - 9. desember 2003
19
reglurnar, "… eitt prýðiligt
far saman við Trónd í
Gøtu… Finnur Fríði er
navn títt frá hesi løtu…",
sendi
Lena
sjampanju-
fløskuna móti skipssíðuni –
og hon fór í knús!
Tá ið skipið var navn-
givið, fór reiðarin, Jákup
Jacobsen, á pallin.
Hann takkaði fyrst øllum,
sum komin vóru saman til
navngevingina av byggi-
nummari 192 á Aker Lang-
sten A/S.
- Grundarsteinurin til
løtuna, vit eru saman um í
dag, varð lagdur í 1985, tá
ið felagið, P/F Varðin, varð
stovnað av 16 parteigarum,
harav 12 búði í Gøtu. Um
hetta mundið vóru umleið
900 fólk heimahoyrandi í
kommununi.
Jákup segði, at endamál-
ið við stovnanini av Varð-
anum var at byggja eitt skip
til parteigararnar, so hesir
høvdu møguleikan at fáa
eitt lønandi arbeiðspláss á
havinum.
- Tann 31. august 1985
varð sáttmáli undirskriv-
aður við Hellesøy Skibs-
byggeri A/S um ein ný-
bygning, sum skuldi vera
eitt kombinerað nóta-og
trolskip, ið skuldi veiða
pelagiskan fisk.
Hann segði, at byggi-
nummarið bleiv 113, og
navnið Tróndur í Gøtu.
- Tað vóru Skibsteknisk
A/S í Ålesund, sum tekn-
aðu skipið, og primus-
motorurin aftanfyri hendan
partin av projektinum var
norðmaðurin, Teige, sum
vit eftirhondini kenna sera
væl.
Jákup segði, at í ár 2000
keyptu teir eitt skip aftrat.
Hetta
var
nótabáturin,
Finnur Fríði, sum er bygdur
í 1971. Árið eftir keyptu
teir so enn eitt skip. Hesa-
ferð var tað nótabáturin,
Saksaberg, sum er bygdur í
1973.
- Finnur Fríði og Saksa-
berg eru tveir lutfalsliga
gamlir bátar, sum saman-
lagt eru 62 ára gamlir. Tí
eru teir heldur ikki væl
egnaðir, tá ið hugsað verður
um "den automatiske verd-
en", vit liva í, sum Jákup
tók til.
Hann vísti á, at reiðaríið
tí fór at hugsa um eitt nýtt
skip, sum kundi koma í
flotan í staðin fyri teir
báðar gomlu.
- Tankin gjørdist veru-
leiki í 2001 eftir, at reiðarí
og parteigararnir í felag-
num gjølliga høvdu tosað
um støðuna.
Og reiðarin helt fram:
- Kósin varð sett eystur-
yvir, og vit lendu enn eina-
ferð hjá Skibsteknisk A/S í
Ålesund. Tað tók ikki langa
tíð hjá Teige at sannføra
okkum um hugskotið á
tekniborðinum.
Jákup segði, at Teige var
ógvuliga áhugaður í at taka
hesa uppgávu uppá seg og
segði, at hann skuldi "de-
signa" eitt skip, sum skuldi
gera øllum øðrum pelag-
iskum skipum til skamm-
ar…
- Vit bóðu um tilboð frá
fleiri norskum og donskum
skipasmiðjum, sum øll
vórðu
viðgjørd
undir
ábyrgd. Tað gekk tó ikki
long tíð, áðrenn vit fóru í
realitetssamráðingar
við
Langsten í Tomrefjørðin-
um, sum høvdu bíligasta
tilboðið - og 11. juli 2002
varð sáttmálin undirskriv-
aður.
Reiðarin segði, at ar-
beiðið, sum gjørt er – heilt
frá
tekniborðinum
til
skipið, sum nú er navngivið
- er fyrimyndarligt.
- Hetta er eitt skip, vit øll
kunnu vera errin av.
Hann greiddi frá, at ein
bygginevnd hevur tikið sær
av uppgávunum fyri fe-
lagið, og í hesi nevnd hava
sitið tveir maskinmenn,
Tummas og Dávid og ein av
brúnni, Arne, sum verður
skipari á Finni Fríða.
Hesir hava allir gjørt eitt
ábyrgdarfult arbeiði, sum
reiðaríið er ógvuliga fegin
um og takksamt fyri.
- At vit eru farnir undir
eina so stóra byggiætlan, er
ikki minst við atliti til eina
stabila manning, sum vit
hava havt í reiðarínum, har
fleiri hava siglt við Tróndi í
Gøtu tey nógvu av teimum
skjótt 18 árunum, síðan
skipið fór í vinnu.
Vegna reiðaríið, takkaði
Jákup
Langsten-skipa-
smiðjuni og hvørjum ein-
støkum arbeiðsmanni fyri
gott samstarv. Somuleiðis
takkaði hann Skibsteknisk í
Ålesund fyri tað, sum teir
hava gjørt.
Reiðarin takkaði eisini
fíggingarstovnunum
fyri
tað álit, teir hava á hesi
stóru verkætlan.
Hann tók saman um og
segði, at tá ið 11 parteigarar
í dag eru eftir av teimum
16, sum upprunaliga vóru
við, er talan um náttúrliga
frágongd.
Í røðu síni segði hann, at
ein av monnunum, sum átti
í skipinum, fekk álvarsligan
skaða umborð og doyði.
Hann vendi sær í hesum
sambandi til øll, ið saman-
komin vóru, um at minnast
mannin við tøgn eitt bil.
…
Eftir at skipið varð navn-
givið og røður vóru hildnar,
varð bjóðað til ábit á
Langsten-skipasmiðjuni,
har øll fingu smurt breyð
og leskandi aftur við. Við
hesa løtu vórðu eisini gávur
handaðar.
Nýggi Finnur Fríði er
76,40 metrar langur, 15
metrar breiður og gongur
17 míl.
Sosialurin fer at venda
aftur til Finn Fríða og
ferðina í Noregi í vikuni
Leygardagin varð
nýggjasta skipið í
føroyska fiskiskipa-
flotanum, Finnur
Fríði, sum parta-
felagið Krossbrekka í
Gøtu eigur, navngivið
á Landsten-skipa-
smiðjuni í Noregi.
Sosialurin var við í
Noregi, og í komandi
bløðum verða frá-
sagnir frá ferðini.
Í dag leggja vit fyri
við sjálvari hátíðar-
løtuni, tá ið snotuliga
skipið varð navngivið
FINNUR FRÍðI
Orð & myndir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tú stoltleiki okkara liggur
her.
Hvør linja so vøkur er.
Tú sigla skal um høv so
mong
og føra Føroya landi
gyltan fong.
Guð gevi manning megi,
landi og fólki til gleði.
(Lena Jacobsen, gumma)
Eitt skip so vakurt, tað
liggur her,
skjótt skal tað fara sína
fyrstu ferð
yvir hav í ódn og logn
sjómansins arbeiðspláss
og ogn.
Guð gævi, tað signing ver
góðan fong til landið ber
eitt prýðiligt far saman við
Trónd í Gøtu
Finnur Fríði er navn títt
frá hesi løtu.
(Anna Hansen, gumma)
Við hesum føgru orðum og
góðynskjum doyptu tær
báðar, Lena og Anna,
nýggjasta skipið í føroyska
fiskiskipaflotanum, Finn
Fríða, á Aker Yard Lang-
sten-skipasmiðjuni
í
Tomrefjørðinum í Noregi
leygardagin.
Tað vóru ikki mong, sum
frammanundan vistu, hvør
skuldi doypa skipið. Til-
samans 11 parteigarar eru í
felagnum, og hesir munnu
hava útvið 11 konur. Tá ið
tú kvøldið fyri spurdi, hvør
gumman fór at verða, segði
eingin seg vita nakað at
siga um tað. Men á bryggj-
uni hendan dagin, tá ið
hátíðarløtan skuldi vera,
blivu tvær kvinnur "burtur"
– kona reiðaran, Lena og
kona skiparan, Anna.
Løtan byrjaði við horn-
tónleiki. Tað vóru ung-
dómar, sum blástu í síni
ljóðføri á einum flaka, ið lá
við munnan á stóru høllini,
har Finnur Fríði flagg-
skrýddur lá øðrumegin og
ein nýggjur supply-bátur
hinumegin.
Tá ið so hornatónleikurin
helt uppat, og hæddar-
punktið nærkaðist, fór ein
hurð á skipasmiðjuni upp.
Út komu tær báðar – í
vøkrum føroyskum búnum
og við hvør sínum blómu-
prýði í hondini. Saman við
skipasmiðjustjóranum,
Sigbjørn Akselvoll, sum
nógvir føroyingar kenna,
trinu tær á pallin. Við upp-
gongdina til pallin, hekk
eitt norskt flagg til vinstru
– og føroyska Merkið til
høgru.
Jú, hetta var ein rættilig
hátíðarløta, har einir fimti
føroyingar – kendir sum
minni kendir - og fleiri
norðmenn vóru hjástæddir.
Allir parteigararnir í fe-
lagnum, Krossbrekka, sum
eigur skipið, vóru í før-
oyskum klæðum, einir 4-5
mans á fyrsta sinni! Fleiri
av kvinnunum vóru eisini í
føroyskum klæðum, og tí
vóru tað serliga føroying-
arnir, sum fangaðu eyga
undir hátíðarhaldinum.
Áðrenn sjálvur dópurin
fór fram, segði Sigbjørn
nøkur orð. Hann greiddi frá
fyrimyndarliga samstarvin-
um,
sum
verið
hevur
millum skipasmiðjuna og
eigararnar av Finni Fríða.
Hann greiddi eisini frá tí
samstarvi, sum verið hevur
millum føroysk reiðaríir
um bygging av skipum á
Langsten-skipasmiðjuni,
sum hevur bygt mong skip
higar til lands.
Fyrsta skipið, føroyingar
lótu byggja á Langsten, var
nevniliga Suðurvarði – og
seinasta skipið undan Finni
Fríða, var Hvilvtenni.
Sigbjørn segði, at til-
samans hevur Langsten-
skipasmiðjan bygt meira
enn
ein
kilometur
av
"skipum" til Føroya – og
tað er ikki lítið.
Lena las fyrst nøkur orð
upp um "… stoltleika
okkara, sum liggur her…
hvør linja so vøkur er".
Síðan tók Anna orðið, og tá
ið hon hevði lisið seinastu
"Eitt prýðiligt far saman við Trónd í Gøtu
– Finnur Fríði – er navn títt frá hesi løtu…"
Her liggur so nýggi Finnur Fríði flaggskrýddur. Eitt stásiligt far…
Her ger Lena seg til reiðar at senda sjampanjufløskuna avstað. Fløskan brast móti skipssíðuni –
og fór í knús!
Her heldur reiðarin, Jákup Jacobsen, røðu.
Her síggja vit so allar parteigararnar og
gummurnar
Væl av fólki var savnað á bryggjuni. Tað setti sín serliga dám á, at allir parteigararnir vóru í føroyskum klæðum