týsdagur 9. desember 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 234 - 9. desember 2003
Nr. 234 - 9. desember 2003
21
Mánadagin 8.
desember eru liðin 70
ár síðan Sankta Frans
Skúli í Havn bleiv
vígdur. Fyrstu
franciskanarasystrarn
ar komu til Havnar í
1931, og byrjaðu tær
skúla í Bringsnagøtu í
húsunum hjá Klett
FØÐINGARDAGUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mánadagin var hátíðar-
dámur í Sankta Frans
Skúla, tá skúlin fylti 70 ár.
Skúlabørnini
fingu ein annarleiðis dag.
Tey møttu á skúlanum til
eina hugnaløtu, og klokkan
10 fóru øll tey 365 børnini
út í garðin við hvør sínari
ballón og stillaðu seg upp í
rekkju sum eitt 70-tal.
Ballónirnar vóru í føroysku
litunum, hvítar, reyðar og
bláar. Inni í hvørjari ballón
var ein seðil við eini per-
sónligari heilsan frá hvørj-
um barni, soleiðis at um
onkur finnur seðilin, kunnu
tey seta seg í samband við
Sankta Frans Skúla. Tey eru
áhugaði at vita nær og hvar
seðilin varð funnin.
Aftaná vóru børnini boð-
in til kakao og bollar, og
foreldrini fingu kaffi og
køkur á lærarastovuni.
Fyrstu
franciskanara-
systrarnar komu til Havnar
við DFDS ferðamanna-
skipinum
Dronning
Alexandrine á kvøldið tann
24. apríl 1931. Sama árið
byrjaðu
tær
skúla
í
Bringsnagøtu í húsunum
hjá Klett, næmingatalið lá
um 25. Í 1932 stovnaðu tær
ein barnagarð til umleið 20
børn. Tann nunnuskipan,
sum franciskanarasystrar-
nar í Havn hoyra til, varð
stovnað í 1876.
Í 1932 keypa franciskan-
arasystrarnar saman við
bispadøminum í Keyp-
mannahavn økið niðan fyri
Viðarlundina, og árið eftir
varð farið í gongd við at
byggja
skúla,
kirkju,
kleystur
og
barnagarð.
Talan var um ein stóran
bygning, sum H.C.W. Tór-
garð arkitektur hevði tekn-
að.
Kirkjuvígslan var 19.
november, og skúlin varð
vígdur 8. desember 1933.
Umleið 60 fólk vóru sam-
ankomin, og katólski prest-
urin Boekenoogen vígdi
skúlan. Til vígsluna vóru
millum onnur M.A. Ja-
cobsen, borgarstjóri, Símun
av Skarði, háskúlastjóri,
Zachariassen, amtslækni og
umboð fyri føroysku bløð-
ini.
Sankta Frans Skúli varð
øll tey fyrstu árini og líka til
1952 rikin sum privatskúli,
uttan almennan stuðul.
Fyrsti føroyski skúlastjórin
var Bjarni Skaalum. Hann
byrjaði sum lærari á skúl-
anum í 1967 og frá 1973-80
var hann varaskúlastjóri og
skúlastjóri frá 1980-97.
Áðrenn Bjarna Skaalum
var systir Stinissen skúla-
stjóri.
1. apríl 1985 yvirtók
Tórshavnar kommuna skúl-
an. Skúlastjóri í dag er
Selmar Jacobsen, hann tók
við í 1997. Á skúlanum
ganga 356 børn og 29
lærarar eru knýttir at skúl-
anum
Síðan skúlin av fyrstan
tíð varð tikin í brúk, er hann
nakrar ferðir útbygdurur
eins og skúlagarðurin eisini
er víðkaður. Ætlanir eru
frammi um at byggja ein
nýggjan bygning við fýra
skúlastovum.
Kelda. Sankta Frans Skúli
v. Erhard Jacobsen
Sankta Frans Skúli 70 ár:
365 ballónir upp í luftina í senn
Øll 365 børnini stillaðu upp
sum eitt 70-tal í
skúlagarðinum við hvør
sínari ballón
Mynd: Jens Kristian Vang
Skúlastjórin Selmar Jacobsen hevði eisini ballónir
Mynd: Jens Kristian Vang
Systir Cecilia er enn knýtt at skúlanum. Hon undirvísir nakrar
tímar um vikuna
Mynd: Jens Kristian Vang
70 ár síðan Sankta Frans Skúli varð vígdur
Mynd: Jens Kristian Vang
Eivør innstillað til heiðurslønir
Eivør Pálsdóttir er
innstillað til 3 tón-
leikaheiðurslønir í Ís-
landi. Væl gongur við
nýggju fløguni í Ís-
landi og er hon nú
nummar 13 á ís-
lendska top 15. Bólk-
urin Týr er framvegis
nummar eitt við Wild
Rover á einasta ís-
lendska hittlistanum,
ið kann sammetast
við okkara 15 tær
bestu
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eivør Pálsdóttir er innstill-
að til 3 íslendskar tónleika-
heiðurslønir av Íslensku
Tónlistarverðlaunin,
og
kann hetta metast sum eitt
slag
av
íslendskum
Grammy Awards. Eivør er
við í kappingini um virðis-
lønirnar innan Besti sangari
(Best Performer) 2003,
besta songkvinna 2003 og
besta fløga 2003.
Hetta gevur vind í segl-
ini, tí nógv umrøða stendst
av hesum og er hetta sam-
stundis ein viðurkenning í
sjálvum sær.Tey innstillaðu
eru sjálvsagt umrøðuevni í
túnatosi og har fólk koma
saman.
Heimildarmaður okkara í
Íslandi, Jens Guð, sigur seg
meta, at Eivør hevur góðar
møguleikar í kappingini
um at gerast Besta Song-
kvinna 2003, tí tað er hon
veruliga, metir Jens Guð,
og tað verður ikki lætt at
velja nakran annan, leggur
hann afturat.
Møguliga hevur hon ein
møguleika at gerast besti
sangari, men her ivast Jens
Guð eitt sindur. Og hann
metir ikki, at hon fær fyri
bestu fløgu - eisini orsakað
av, at hon helst verðrur
besta songkvinna og iva-
samt er um hon fær bæði í
posa og sekk.
Nýggja fløgan hjá Eivør,
Krákan, hevur verið á Top
15 í seks vikur og hevur
verið uppi á nummar 5 og
er nú nummar 13. Hetta
merkir helst, at Krákan
verður seld í fleiri enn
10.000 eintøkum í Íslandi.
Týr nummar eitt
Bólkurin Týr er framvegis
nummar eitt á Samfés, ið er
hittlisti, ið kann metast við
okkara 15 tær bestu. Skúla-
børn atkvøða og Týr sigst
liggja á odda við fleiri enn
100 atkvøðum frammanfyri
næsta lag.
Til ber at lurta eftir list-
anum á www.ruv.is og at
listin sæst á www.sam-
fes.is/utvarp/vinsaeldalisti.
C
M
Y
K
21
20