Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 234 - 9. desember 2003 So kom hon út aftur, bókin, sum er við til at seta sín serstaka dám á jólini og nýggjárið. Skemt 03 er at fáa í bókasølunum kring landið. Talan er so heldur ikki um eina vanliga Skemtbók. Hesaferð er tað ein jubileumsbók. Skemt 03 er nevniliga tann fimt- anda bókin í røðini av Skemt-bókum við tekning- unum hjá Óla Petersen á baksíðunum í Sosialinum øll hesi mongu árini. Við hesi bókaútgávuni er saml- aða talið av tekningum Óli P hevur gjørt umleið 2500 og er greitt, at fremsti tekn- arin her á landi við hesum sínum verki hevur skapt søgu og sett met. Í sambandi við útgávuna av jubileumsbókini hevur útgevarin gjørt av at gera eitt sindur meira burtur úr. Vit hava valt út fimtan tær bestu tekningarnar hesi árini. Til at greiða úr hond- um hesa uppgávuna hava vit fingið trý fólk, Eyðun Andreassen, Esther Djur- huus og Hannis Egholm. Tey trý hava valt út tilsam- ans fimtan tekningar, eina fyri hvørt árið, sum tey halda vera ta bestu, og tey grundgeva so eisini fyri valinum. Vit hava so eisini valt at leggja litir á »15 tær bestu«. Ta uppgávuna hevur Hann- is Egholm átikið sær. Skemt 03 er 170 síður. Hon er sett, umbrotin, prentað og innbundin hjá Hestprent. Útgevari er Sosialurin. Bókin kostar 135 kr. Týsdagin millum klokk- an 16 og 17 verður Óli Petersen í Bókasøluni í SMS. Tá verður høvi hjá fólki at fáa teknaran at signera bókina. Fimtan ár við Óla P Sum nakað heilt nýtt eru 15 litlagdar tekningini í Skemt 03. Tey trý, sum hava valt út fimtan tær bestu hjá Óla P. hesi 15 árini eru fv. Hannis Egholm, Esther Djurhuus og Eyðun Andreassen Mynd Jan Müller Mairsk Air II 2/77.pdf Gleðilig Jól C M Y K 23 22