týsdagur 9. desember 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 234 - 9. desember 2003
Teitur Lassen hevur
havt 150 konsertir
síðani mai mánað í ár,
og nú er hann nakað
troyttur av krevjandi
konsertferðini. Um
vikuskiftið vitjaði
hann í Føroyum
TEITUR
Jonhard Hammer
Teitur Lassen hevur havt úr
at gera, síðani fyrsta fløgan
hjá honum kom út á Uni-
versal í summar. Longu í
mai mánaði byrjaði ar-
beiðið at føra Teit fram í
USA, og síðani hevur hann
eisini spælt nógv í Norður-
londum.
Um vikuskiftið var Teitur
í Føroyum, og fríggjadagin
hitti hann føroysku press-
una í nýggju móttøkuhøl-
unum hjá Tórshavnar Bý-
ráð. Saman við honum vóru
føroyski tøkningurin Jónas
Bloch Danielsen og um-
boðsmaðurin Christian Ulf-
Hansen.
- Eg havi spælt 150
konsertir síðani mai, og nú
eri eg eitt sindur troyttur av
at spæla. Men eg skal hava
nakrar framførslur afturat,
áðrenn eg fari í jólafrí,
segði hann.
Ferðast
Nógvar av konsertunum
hava verið sum upphiting
fyri onnur nøvn, og hann
hevur eitt nú spælt nógv
saman við John Mayer, sum
er eitt sera kent navn í
USA.
Teitur spælir allar sínar
konsertir einsamallur við
síni gittar, og tað fer hann at
halda fram við fyribils.
Í februar mánaði næsta ár
fer hann aftur at ferðast við
sínum tónleiki, og tað er
framvegis
fyrsta
fløga
hansara, sum hann fer at
føra fram.
Teitur skrivar alla tíðina
sangir, men næsta útgáva
hansara liggur nakað longri
frammi í tíðini. Næstu ferð
hann verður at hoyra í Før-
oyum, verður á listastevn-
uni í august 2004.
Teitur á krevjandi konsertferð
Á myndini síggjast Jónas Bloch Danielesen, Christian Ulf-Hansen og Teitur Lassen við klaveri í móttøkuhølunum hjá
Tórshavnar Býráð
C
M
Y
K
25
24
Úr farnum tíðum II
eftir Axel Mortensen
NÝGGJ BÓK
Axel Mortensen hevur savnað eitt kelduvað av livandi
søgum úr farnu øld.
Les um sjáldsama sterkar menn, vandaferðir og tá
bretsk pund vóru gjaldoyra í Suðri.
Visti tú at Brillumaðurin mundi verðið skotin í
Øravík?
Her eru eisini frásagnir um handilin hjá Carl á Lað í
Havn; tá ljósini tendraðu fyrstu ferð í Vági og á
Tvøroyri; um spritt, skamtan og ‘Nådens tid’.
Stubbar og kut um brendar tenn og løgnar hendingar
við húsdjórum.
Við bókini fæst innlit í eina føroyska mentan, ið
nærum einans livir á mannamunni.
Hans Finsen fúti, sendir í 1866 eina frágreiðing til
løgmálaráðið í Keypmannahavn, har hann m.a. sigur:
“Løsagtigheden blandt Fruentimmere er naaet i en
saadan Grad, at det i nogle Bygder, navnlig i Tveraa, er
Undtagelser i meget ringe Tal, som ere anstændige.”
Bókin fæst
innbundin fyri
268,-
kr.
Havnin um ár 1865. Nólsoyarstova t.v. og Fútastova mitt fyri. Kirkjan er
nýliga umbygd. Mynd: Fornminnissavnið
team 85 358000
Gudmund Effersøe, sýslumaður,
noyddist einaferð at sparka tveir bretar
á sjógv fyri at fáa teir at sissast.