Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 9. desember 2003 27 27 Nr. 234 • týsdagur • 9. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyski landsliðs- venjarin heldur ikki, at tað kundi roknast við meiri hepnum lutakasti enn tí, sum hann fríggjadagin var vitni til HM LUTAKAST Jóannes Hansen Fyri fyrstu ferð var Henrik Larsen hjástaddur, tá ið Føroyar fríggjadagin vóru við í lutakasti til endaspæl. Henrik Larsen var ovur- fegin, tá ið tað var staðfest, at Føroyar vóru komnar í bólk saman við Frakland, Írlandi, Sveis, Kypros og Ísrael. – Hetta eru mótstøðulið, sum øll eru áhugaverd. Fyri allar spælarar eigur tað at vera dreymur at spæla ímóti fronsku heimsstjørn- unum. Írlandi hava vit ikki áður spælt ímóti, og teir meti eg eisini at vera sera áhugaverdar. Sveis kenna føroyingar eitt sindur til. Serliga ímóti Ísrael og Kypros eiga vit at hava møguleika at fáa stig og kanska at vinna. Annars vístu dystirnir í EM undan- kappingini, sum vit hava verið í tvey tey seinastu árini, at vit eiga at hava møguleika at fáa stig ímóti øllum, sigur Henrik Larsen. Henrik Larsen duldi fríggjadagin ikki fyri, at hann var fegin um, at Før- oyar ikki skulu spæla í Eystureuropa. Kanska var hann mest sum ov bein- leiðis og ikki serliga fót- bóltspolitiskt taktiskur, tá ið hann segði soleiðis: – Eg eri ógvuliga fegin um, at vit ikki skulu spæla ímóti londum í Eystur- europa. Tað vónaðu og ynsktu vit so dyggiliga at sleppa undan. Sovorðin útsøgn frá landsliðsvenjar- anum kann koma føroysk- um fótbólti aftur um brekku, og tí hevði tað verið betri, um hon var eitt sindur elegantari enn hetta! Í FSF eru teir hjartans fegnir um síðsta lutakastið, har møgu- leiki var at skora eyka upphædd fyri serliga áhugaverd mótstøðu- lið HM LUTAKAST Jóannes Hansen Tað vóru hjartans fegin føroysk umboð, sum vóru eygnavitni til HM luta- kastið í Frankfurt seint seinnapartin fríggjadagin. Og fótbóltsspælarar og fótbóltsáhugaðir føroyingar sum heild eru av somu áskoðan. Tað bar so at siga ikki til hjá Føroyum at sleppa í meiri áhugaverdan bólk enn tann, sum Føroyar hesa ferð komu í. Talan er um seks landa bólk, og allar hinar fimm tjóðirnar eru av sovornum slagi, at tær kennast rættuliga áhuga- verdar. Ísrael, Kypros og Sveis hava øll áður spælt í Før- oyum. Á írska liðnum eru flestu spælararnir í eing- ilskum feløgum. Tað vil siga, at teir eru at síggja í sjónvarpinum fleiri ferðir um vikuna. Og so er tað Frakland. Fyrrverandi heimsmeistararnir og nú- verandi europa meistararnir eiga ivaleyst besta lands- liðið í heiminum í løtuni, og tað kann væl fara at vísa seg, at teir í Portugal kom- andi summar fara at endur- vinna EM heitið, sum teir vunnu í 2000. Næstan fýra milliónir eyka Tá ið Føroyar fyri tveimum árum síðani komu í EM undankappingarbólk saman við Týsklandi, roknaði FSF við, at hetta fór at bera umleið átta milliónir í eyka inntøkum fyri sjónvarps- rættindi við sær. Nú rokna teir í FSF við, at Frakland gevur eina staðni millum 3,5 og 4,0 milliónir í eyka inntøkum. – Vit kunnu ikki rokna við at koma í bólk við Týsklandi hvørja ferð. Týskland ber nógv tað størstu eyka upphæddini við sær. Næst eftir teimum koma Ongland, Frakland og Italia. Hetta er inntøkusíð- ani, og so skal leggjast afturat, at útreiðslusíðan verður ikki so stór, sum hon kundi havt verið, um lut- urin var fallin soleiðis, at vit skuldu ferðast væl longri, enn vit nú skulu gera, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sum fríggjadagin var í Frankfurt saman við Jens Eriki Magnussen, formanni í landsliðsnevndini, og Hen- rik Larsen, landsliðsvenj- ara. Og Ísak leggur hetta afturat: – Hetta var síðsta ferðin, at tað var møguleiki hjá okkum so at siga at fáa eyka nógv burturúr einum lutakasti. Avtalan, sum vit hava við Sport Five gongur hesa undankappingina aft- urat. Vit hava fyri nakað síðani gjørt nýggja avtalu við teir. Í henni hava vit fingið betri trygd fyri ávís- ari upphædd fyri rættindini, sjálvt um talan verður um ikki so heppið lutakast. Tað hevur so eisini við sær, at eyka upphæddirnar verða minni. Tá fer tað t. d. at verða soleiðis, at Týskland fer at geva tvær milliónir eyka í staðin fyri tær átta, sum teir góvu seinast. So hetta var sera heppið, sigur Ísak Mikladal. Hittast í februar Eftir lutakastið hittust um- boðini fyri tey seks londini. Millum umboðini var fyrr- verandi franski landsliðs- venjarin og stórspælarin Michael Platini. Í fyrstu atløgu tóktist hann ikki serliga væl nøgdur við at skula til Føroya, men síðani hevur hann í altjóða press- uni sagt seg vera væl nøgd- an. – Síðani Kypros í 1992 var í Føroyum og vit í 1993 spældu har niðri, hava vit havt sera gott samstarv við teir, og vit kenna bæði teir og sveisararnar væl. Í ísra- elska fótbóltssambandinum hava onkrar útskiftingar verið, men teir vóru lættir at samskifta við. Írland eigur formansskapin í ES næsta hálva árið, og teir vilja í tí sambandinum fegnir hava, at fundurin, har skráin verður løgd, verður í Dublin. Fleiri luttakarar bíðaðu eftir, hvat Frakland sum hægst styrkismetta landið í bólkinum hevði at siga til tað. Tað var í lagi frá teirra síðu, og so verður fundurin í Dublin. Tað er ásett, at vit skulu hittast 2. og 3. februar, sigur Ísak Mikladal. Frammanundan hevur FIFA gjørt av, hvørjar dagar landsdystir skulu vera á skránni. Uppgávan hjá FSF verður nú at telva so mikið væl, at Føroyar kunnu spæla, tá ið føroyskir fót- bóltsspælarar eru best fyri. Ísak Mikladal hevur áður sagt, at hetta hevur verið lættari at sannført onnur um seinnu árini, tí tey flestu nú kenna, hvussu umstøð- urnar eru í Føroyum. Før- oyar skulu hesa ferð spæla tíggju HM undankapping- ardystir – fimm á heima- vølli og fimm á útivølli. Farið verður undir kapp- ingina eftir summarsteðgin, og hon skal verða liðug fyrst í oktober 2005. 3,5 milliónir í eykavinningi Henrik er bjartskygdur FSF eru hjartans fegnir um HM-lutakastið. Ísak Mikladal væntar, at serliga franska landsliðið fer at geva eyka inntøkur í FSF-kassan Mynd: savnsmynd Føroyska landsliðið sleppur veruliga at royna seg í komandi HM-undankapping, tá Frakland við heimsins besta leikara, Zinedine Zidane, og Føroyar bresta saman Mynd: Reuter Føroyski landsliðsvenjariin, Henrik Larsen, heldur at øll mótstøðuliðini í bólki fýra eru áhugaverd.-Fyri spælararnar eigur tað at vera ein dreymur at møta fronsku heimstjørnunum, sigur hann C M Y K 26 Stjørnan tók alt í Havnini, og nú eru tað bara trý lið, sum kunnu roknast sum partur av oddastríð- num HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at Neistin seinastu dystirnar hevur havt fleiri góð úrslit, høvdu tær leyg- ardagin møguleikan at leggja seg heilt upp ímóti teimum trimum, sum hig- artil hava myndað oddin. Stjørnan kom nevnliga á vitjan, og við einum sigri her, so vildi fjarstøðan upp til oddin ikki verið nakað ræðandi stór, nú endaspæl- ið skjótt stendur fyri framman. Steðgaðu upp Fyrstu løtuna tóktist tað eisini, sum kuldi tað eydnast Neistanum at basa mót- støðuni. Við at trýsta á mót- støðuna alla tíðina, eydnað- ist skjótt at skapa ótrygg- leika á mótstøðuliðnum, og mest sum leikandi lætt kundi Neistin soleiðis stima avstað undan Stjørnuni. Men tað var tó ikki leingi, áðrenn Stjørnan eis- ini kom á rætta lagið. Ser- liga í verjupartinum fingu tær takið á mótstøðuni, og so líðandi kom broyting á a stigatalvuni. Seinasta kor- terið undan steðginum skoraði Neistin bert ta ein- um ferðina, og hóast Stjørnan ikki hevði nakra eksplosión í sínari skjóting, so kom eitt lítið glopp mill- um liðini. Og gongdin bara helt fram eftir steðgin. Eftir góðum fimm minuttum stóð nú 15-8 til Stjørnuna, og hendan munin megnaði Neistin ongan tíð at vinna aftur. Heldur ikki hóast tær um miðjan seinna hálvleik aftur byrjaðu at fáa nakað av ferð á spælið. Serliga Lina Andrijulyte gekk á odda hesa løtuna, men heldur ikki hon megnaði av álvara at gera nakað við mótstøðuna. Ókomni mun- urin var snøgt sagt ov stór- ur, og hóast Neistin móti endanum fekk minkað frá- støðuna niður í trý mál, so var tað ov seint og ov lítið. Úti fyri fyrst Sum nevnt, so hevði úr- slitið við sær, at Neistin fyri fyrst noyðist at siga farvæl til ein leiklut í oddastríð- num. Enn er tó bara talan um grundspæl, so liðið kann á ongan hátt full- komuliga útilokast úr hes- um, og eftir eina hálvering av stigunum er munurin ikki meira enn trý stig upp til oddin. Men hóast hetta, so skerst ikki burtur, at tað á Neistaliðnum eru ávísir veikleikar, sum tykjast forða liðnum í at gera mun- andi størri framstig. Fyrst og fremst tann sannroynd, at ábyrgdin fyri dystirnar í sera stóran mun tykist hanga á Simonu Dziugyte. Til tíðir er hon at meta sum ein sonn málmaskina, men fáa mótstøðuverjurnar fatur á henni, so tykist Neistin hava sera ilt við at finna onnur vápn. Og eitt nú hev- ur liðið teir báðar seinastu dystirnar havt langar deyð- ar periodur í dystunum, og tað er ikki altíð, at liðið sleppur eins heilskalað frá hesum. Hjá Stjørnuni er støðan eitt sindur hugaligari. Liðið er í løtuni á øðrum plássi á stigatalvuni, og saman við VB og VÍF tykjast tað vera tær, sum gera av, hvar gull- ið skal enda. Fyrst og fremst tykist liðið í ár hava eina seras sterka verju, og so hevur tað minni at siga, um mál- ini ikki eru so ræðani í tali. Eru tey fleiri enn frá mót- støðuliðunum í hvørjum dysti sær, so er tað eisini nóg mikið til at enda ovast, og tað man hóast alt fyrst og fremst vera hetta, sum tykist vera ætlanin hjá Stjørnuni. Dysturin í tølum Neistin-Stjørnan 17-21 (7-9) Málskjúttar Neistin: Lina Andrilyte 7, Simona Dziugyte 3, Marj- un Tróndarson 3, Unn Kragesteen 2(1), Lív Sør- ensen 1, Rakul Augustinus- sen 1 Stjørnan: Joan M. Djor- djevic 6(3), Una Olsen 5, Katarina Stepanovic 4(1), Annika Ljósstein 4, Anna Kristina Samson 2 Brotskøst: Neistin 4, Stjørnan 5 Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 5 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu ikki stórvegis trupulleikar av uppgerðini VÍF slapp loksins at taka sær av løttum, soleiðis at smílini á leikarunum aftur kundu finnast fram eftir nakrar truplar vikur HONDBÓLTUR Jákup Mørk VÍF hevði ikki stórvegis trupulleikar av Kyndli, tá kvinnuliðini hjá feløgunum báðum hittust sunnudagin. Tað var helst ikki nakar, sum hevði roknað við, at stórvegis fór at vera í dyst- inum, men fyrstu góðu løt- una royndi Kyndil at treisk- ast, og tær hingu eisini hampuliga væl við. Revsaðu mistøkini Men tað er stórur munur á oddi og botni í føroyskum kvinnuhondbólti, og sum frá leið, so kom hesin mun- urin eisini greitt til sjóndar. Uttan at gera stórvegis háva burtur úr sær sjálvum, so helt VÍF alla tíðina fast við eitt rímiliga trygt grund- spæl, og so lótu tær annars Kyndil um fremja mistøk- ini. Mistøk, sum fyri tað mesta vórðu náðisleyst revsað. Og sum dysturin leið, so gjørdist hesi alsamt fleiri í tali. VÍF tóktist framvegis ikki ómaka sær tað heilt stóra. Kvikleikin hjá Niko- linu gav teimum hópin av leysum støðum framman fyri málinum, og tá Kyndil ikki megnaðu at vera ser- liga tættar, tá verjan var komin upp á pláss, so kundi Irina Radovici eisini hó- reiggja sær inni á strikuni, har hon ferð eftir ferð fekk leysar teymar. Og so gekk alt, soleiðis sum tey flestu høvu vænt- að. Hjá Kyndli var hetta ikki meira enn ein staðfest- ing av, at tað ikki er móti oddaliðnum, at tær skulu gera sær vónir um stig. Hjá VÍF mundi sigurin hinvegin hava størri týdning. Eftir rumblið, sum hevur verið seinastu tíðina, og eftir tvey tap fyri sambiðlunum í oddinum mundi tað í øllum førum vera hugaligt hjá lið- num, nú tær uttan stórvegis trýst kundu royna seg á vøllinum, og á tann hátt fáa eitt sindur av gleði í sjálvt hondbóltsspælið aftur. Fyri teirra viðkomandi mundu hetta seinasta helst vera tað, sum hevði størstan týdning á degnum. Dysturin í tølum Kyndil-VÍF 16-30 (8-13) Málskjúttar Kyndil: Randi Wardum 5(3), Ann Mari Wang 4(3), Hildur Mikkelsen 3, Linda Weihe 2, Annika Thomsen 1, Anja Heinadóttir 1 VÍF: Nikolina Eyðbjørns- dóttir 10, Irina Radovici 7, Ioana Rápa 6(1), Soley Mikkelsen 5(2), Jacklin Durhuus 2 Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 3 Útvísingar: VÍF 1 Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Tóku tað bara púrasta róligt undan mans- dystinum Neistin-Stjørnan 17-21 (7-9): Neistin koblað av Kyndil-VÍF 16-30 (8-13): Úr mótrákinum Fyri tað mesta, so helt VÍF bara fast í verjupartinum, og royndu so at revsa mistøkini, sum Kyndil framdi á vegnum Mynd: Álvur Haraldsen Fyri tað nógva, so stríddust tær hjá Neistanum móti yvirmaktini leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen