Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 9. desember 2003 29 28 Nr. 234 - 9. desember 2003 Hart men gott Kyndils-liðskiparin var sjálvsagt moyrur eftir dystin, sum iva- leyst man vera ein tann strævnasti, sum hann nakran tíð hevur leikt HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Tað er einki at siga til, at tað var ein fegin liðskipari hjá Kyndli, sum vit fingu orðið á eftir dystin sunnu- dagin. Uttan tveir av hollastu stuðlunum á liðnum, høvdu hann og liðfelagarnir knógvað vestmenningun- um, men hóast døpru út- litini, so vildi hann undir ongum umstøðum við- ganga, at hetta var nakað, sum teir á liðnum høvdu hugsað um. - Tað var bara eitt at gera, og tað var at hvør tann ein- asti maðurin bara stríddist meira. Og tá nakrir týðandi leikarar fella frá, so mugu aðrir bara taka yvir, og tað gjørdu teir so sanniliga eisini í dag, helt hann fyri. Men at spæla í 60 minutt- ir uttan nakra útskifting. Er tað ikki í meira lagi? - Tað er tað kanska. Tað var í øllum førum ólukksá- liga hart, og tað tekur nokk nakrar dagar at koma fyri seg. Men tað gekk, so tað kann ikki vera heilt galið. Vit høvdu jú eisini nakrar leikarar á beinkinum, men sum dysturin leið, so víst tað seg bara, at vit kláraðu tað allíkavæl. Allir stríddust av øllum alvi, og tað var nokk, og vit eru so fram- vegis fremstir, var tað, sum ein útlúgvaður Hans Áki Dal-Christiansen hevði at siga eftir dystin. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 10 8 - 0 - 2 259 180 79 16 2 Stjørnan 9 7 - 1 - 1 215 165 50 15 3 VÍF 10 6 - 1 - 3 241 214 27 13 4 Neistin 9 4 - 1 - 4 228 207 21 9 5 StÍF 9 4 - 1 - 4 215 223 -8 9 6 Søljan 9 1 - 0 - 8 153 214 -61 2 7 Kyndil 10 1 - 0 - 9 158 266 -108 2 1. Deild menn tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 8 6 - 1 - 1 237 216 21 13 2 Neistin 8 4 - 2 - 2 229 205 24 10 3 StÍF 8 5 - 0 - 3 197 185 12 10 4 VÍF 8 3 - 1 - 4 206 196 10 7 5 KÍF 8 2 - 1 - 5 197 237 -40 5 6 H71 8 1 - 1 - 6 180 207 -27 3 Máltindarnir kvinnur Simona Dziugyte Neistin 81 (17) Aukse Vysniaskaite VB 75 (22) Ioana Rápa VÍF 63 (14) Gurið Mortensen VB 53 (6) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 51 Milica Ergic StÍF 51 (7) Annika Ljósstein Stjørnan 51 (16) Sóley Mikkelsen VÍF 48 (9) Nicoleta Radu Søljan 44 (7) Katarina Stepanovic Stjørnan 41 (11) Irina Rodevici VÍF 40 Rannvá Augustinussen VB 39 Ann Mari Vang Kyndil 37 (6) Daiva Tuomaite VB 37 (7) Joan M. Djordjevic Stjørnan 37 (8) menn Blagoje Buha Neistin 62 (16) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 60 (22) Dragisa Stojovic Neistin 57 (2) Halgir D. Olesen H71 56 (6) Ingi Olsen VÍF 53 (20) Áki Mørk Neistin 44 (8) Petur Martin Poulsen KÍF 43 Sámal Joensen VÍF 36 (5) Henrik Gerster H71 36 (13) Damir Oros KÍF 36 (13) Høgni Klein Kyndil 35 Sveinur Justinussen StÍF 34 (4) Alexandur Johansen StÍF 34 (16) Agnar Joensen VÍF 33 (3) Jacob Jónsson Kyndil 31 Uttan tveir av stóru profilunum – og utt- an nakra útskifting yvirhøvur - eydnaðist Kyndli at stríða seg til sigurs móti VÍF, og ivaleyst eisini semen- tera sína støðu ovast á hondbóltstindunum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað vóru menninir, sum ikki vóru við, ið vóru stóra samrøðuevni í Ítróttarhøll- ini á Hálsi undan mansdyst- inum millum Kyndil og VÍF. Serliga mundi tað koma dátt við hjá Kyndils-við- haldsfólkunum, tá tey sóu Jacob Jónsson og Janus Einar Sørensen sita sum vanligir áskoðarar. Teir báðir hava annars talst mill- um avgjørt berandi kreftir- nar á liðnum, og uttan teir roknaðu helst fleiri við, at hetta skuldi gerast ein av heilt tungu døgunum hjá Kyndli. Ja, onkur av áskoð- arunum tosaði enntá um, at her fór at verða talan um sorl. Bendi til gestirnar Havandi í huga umgangin, sum VÍF gav StÍF fyri viku síðani, so var tað kanska heldur ikki heilt av leið, at áskoðararnir bóru nakað av ótta fyri útfallinum hesa- ferð. Ikki minst, tá bonkur- in hjá Kyndli ikki er tann breiðasti í landinum, og serliga, tá tað vóru tveir somikið royndir leikarar, sum avloysarar skuldu finnast fyri. Og fyri stóran part av fyrra hálvleiki tóktist tað eisini, sum skuldu vest- menningar fara avstað við øllum.Tó at munurin ikki bleiv so sjónskur á máltalv- uni, so høvdu gestirnir alla tíðina hug at leggja seg eitt og tvey mál framum. Í mál- inum tóktist Eli Müller eisini at hava fingið eina góða byrjan, soleiðis at tað skuldi hampuliga nógv til, áðrenn Kyndil fekk skorað. Hinvegin tóktust gestirnir als ikki at hava tørv á at nýtu somu kreftir, tá teir skuldu hava mál. Tað var eins og fingu teir síni mál munandi lættari, og fyri mong mundi tað tí bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn Kyndil knekkaði. Ikki minst tí liðið ikki tóktist hava hug at fremja eina tí einastu útskifting. Noktaðu at gevast Tað var tó bara ein lítil trupulleiki fyri VÍF í øllum hesum. Kyndil noktaði at geva seg yvir! Hóast møðin uttan nakr- an sum helst iva var farin at seta síni spor, longu áðrenn liðini fóru til hálvleiks, so nervaði hetta ikki á nakran hátt samlaða avrikið. Um nakað, so vóru tað vest- menningarnir, sum høvdu tyngru beinini, tá liðini komu út eftir steðgin, og spakuliga byrjaði Kyndil at fáa eitt veruligt yvirtak á dystinum. Hans Áki hvur skorað til 26- 21, og sigurin er vísur Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-VÍF 26-22 (11-11): Við viljanum fremst Johan framdi nakrar meistarligar bjargingar í málinum, soleiðis at VÍF hevði trupult at fylgja við, og brádliga tóktust vest- menningarnir at geva eftir. Eygnabráðini á leikarunum søgdu týðiliga, hvussu trupult teir høvdu við at taka mótstøðuna, sum Kyndil konsekvent royndi at geva, og líka mikið hvussu harðir nærdystirnir vóru, og líka mikið hvussu vestmenningarnir royndu at skifta, so stóðu teir somu sjey Kyndils-leikarar fyri teimum. Ein glotti var tó at hóma hjá VÍF, tá Kyndil fekk tvær útvísingar á rað, men hetta tóktist bara virka øvugta vegin. Gaman í vann VÍF eitt mál aftur, nú teir vóru so leingi í yvirtali, men útvístu menninir tóktust nærum úthvíldir, tá teir so komu innaftur, og so setti Kyndil trumfin á. Enn einaferð skutu teir trý mál á rað, og tá Hans Áki so við einum flottum skrúvandi skoti bendi bóltin inn um Dejan Lacok í VÍF málin- um, tók fagnaðurin grønu megin í høllini nærum ongan enda. Og teir høvdu eisini alla orsøk at fagnast sínum leikarum. Hóast tveir av hollastu stuðlunum ikki vóru við, og hóast bonkurin á liðnum er somikið tunnur, so stríddust menninir sum úlvar á skóg í samfullar 60 minuttir, og prógvaðu teir soleiðis enn einaferð, at tað ger mun, tá innsatsurin í dystunum er høgur. Stríðsmenninir Tá talan er um slíkt avrik, sum tað Kyndil sýndi sunnudagin, so er trupult at taka dagar ímilllum, hvørjir leikarar eiga rós uppiborn- an. Ella skuldu vit kanska sagt eyka rósur. Men tað slepst ikki und- an at nevna nakrar kortini. Johan Danielsen var snøgt sagt ótrúligur í málinum. Eitt er, at taldu bjarging- arnar nærkaðust teimum tríati, men hartil hevur eisini ótrúlig evni til alla tíðina at halda dampinum á verjuni uppi, so mótstøðan ikki kemur lætt til nakað sum helst. Á bakkunum hevði Finn- ur Hansson loksins høvi til at spæla heilan dyst vinstrumegin, og hann gjørdi í øllum førum sítt til at vísa á, at hann so avgjørt er evni til plássið, og hinu- megin tóktist Ken Zacha- riasen skora upp sjálvt teir truplastu bóltarnar. Mitt fyri sýnti Høgni Klein enn einaferð, at hann bara gerst betri, so hvørt sum meira ábyrgd verður tveitt á hann, og á vonginum hevði Hans Áki ein av sínum heilt góðu døgum, meðan kvikleikin hjá Josef var essentiellur í verjuspælinum. Og so var tað eisini Hans Arni Thom- sen, sum røkti strikuplássið fyri Janus Einar. Enn er Hans Arni eitt púrasta óskrivað blað í føroyskum hondbóltshøpi, men skal framtíðin metast út frá avrikinum hesaferð, so skal eingin á Kyndils-liðnum kenna seg ov vísan í sínum plássi. Johan kanska und- antikin! Mugu hava ferð á Hvussu tað fer at gangast seinna helmingin av kapp- ingini, ber sjálvandi ikki til at staðfesta enn, men úr- slitið sunnudagin ber við sær, at Kyndil eftir øllum at døma endar grundspælið á ovasta plássinum. Enn hava teir ein dyst eftir móti grannunum úr Neistanum, men hóast tað skuldi hent seg, at full úrtøka ikki fæst úr hesum, so halda teir iva- leyst fast um fyrimunin kortini. Hjá VÍF er støðan tó nak- að øðrvísi, og ivaleyst munnu vestmenningarnir vera fegnir um, at talan framvegis bara er um grundspæl. Eftir avrikið seinast, so var kanska væntandi, at VÍF hevði fingið glið á sítt spæl, men móti Kyndli var ov ofta ov nógv av tí at síggja, sum hevur eyðkent liðið higartil í ár. Til tíðir koyrdi uppspælið alt ov seint, og tó at einstøk kreativ innsløg vóru at síggja, so var hetta ikki nóg mikið til at taga Kyndils- verjuni sundur. Og so slettis ikki, tá skjúttarnir gera somikið lítið um seg, sum teir gjørdu tað hesa- ferð. Enn er alt tó ikki tapt, og hini liðini fara helst at vera seg fyri at undirmeta vestmenningarnar. Men kemur ikki annað glið á spælið, so útlitini fyri at betra um bronsumerkini frá í fjør einki serlig. Dysturin í tølum Kyndil-VÍF 26-22 (11-11) Málskjúttar Kyndil: Ken Zachariasen 8, Finnur Hansson 8, Hans Áki Dal-Christiansen 7, Høgni Klein 2, Josef Abra- hamsen 1 VÍF: Ingi Olsen 9(2), Agnar Joensen 5(1), John Zachariasen 3, Petur Frank Joensen 3, Harald Bjørgvin 1, Daniel Rápa 1 Brotskøst: Kyndil 2, VÍF 5 Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 4 Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Høvdu ikki alla tíðina nóg greiða linju. Sveittin mest sum lak av Kyndils-leikarunum, men teir megnaðu alla tíðina at stríðast móti vestmenningunum, sum at enda máttu geva skarvin yvir Mynd: Álvur Haraldsen