týsdagur 9. desember 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 9. desember 2003
31
31
30
Nr. 234 - 9. desember 2003
C
M
Y
K
30
Nú tær aftur eru
fullmannaðar tykjast
VB kvinnurnar ætla
at vísa øllum landin-
um, at tær skulu
roknast sum sterkasta
liðið í landinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Síðani útlendingamálið við
fundinum millum Haarder
og Hoydal fekk eina fyri-
bilsloysn, hevur VB ikki
verið at steðgað.
Seinasta vikuskifti settu
tær VÍF so dyggiliga upp á
pláss, og hesaferð var túr-
urin so komin til StÍF.
Kanska hevði VB eisini
nakað at prógva her, tí júst
StÍF var fyrsta liðið, sum
sum fekk fyrimun av mál-
inum. Ikki soleiðis at skilja,
at StÍF hevði nakað við
hetta at gera, og heldur ikki
fyri at undirgrava avrikið
hjá StÍF í Vági fyrr í heyst.
Men tað er einki at ivast í,
at hevði VB verið full-
mannað í teirri uppgerðini,
so hevði tað í øllum førum
verið munandi truplari hjá
StÍF ta ferðina.
Tað úrslitið stendur tó
ikki til at vika, og kanska
júst tí hevði VB alla orsøk
til at seta alt upp á pláss, nú
liðini hittust á Skála. Og í
øllum førum legði VB fyri
sum eitt óløgi. Áðrenn tær
á heimaliðnum rættiliga
høvdu funnið nakað sum
helst fótafesti á vøllinum,
var VB longu fokið avstað,
og tær helmaðu ikki í, fyrr
enn sigurin var teimum
púrasta vísur.
Og við hesum tók VB
oddasessin aftur, eftir at
Stjørnan hevði havt hann til
láns í eitt samdøgur. Enn
hevur VB tó ein dyst til
góðar, so einki er avgjørt
enn í so máta, og seinni
dysturin millum tey bæði
liðini í grundspælinum
liggur eisini á. Tann upp-
gerðin verður í Vági nú
komandi
vikuskifti,
so
einki er at ivast í, at vág-
bingar tá enn einaferð fara
at síggja eitt topp-tendrað
lið fara inn á vøllin.
Dysturin tølum
StÍF-VB 21-36 (12-21)
Málskjúttar
StÍF: Milica Ergic 6, Poula
D. Olsen 5, Beinta Joensen
4, Paula B. Høgnesen 2,
Sunfríð B. Jacobsen 2(1),
Anna Maria Berthelsen 1,
Anna B. Danielsen 1
VB: Aukse Vysniaskaite
11(1),
Daiva
Toumaite
10(3), Rannvá Augustinus-
sen 5, Gurið Mortensen 5,
Laila Jespersen 3, Margreth
Augustinussen 1, Eyðbritt
Krosslá 1
Brotskøst: StÍF 2, VB 7
Útvísingar: StÍF 4
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen.
Mánadagin varð nýtt
venjarapar sett, og tó
at sáttmálar enn ikki
eru komnir upp á
pláss, so ljóða tað úr
fleiri heraldshornum,
at nýggj nøvn eru
ávegis til felagið
B36-VENJARIN
Jákup Mørk
Tað er longu nakað síðani,
at vit á hesum síðum skriv-
aðu, at tað allar helst skuldi
verða Jóannes Jakobsen,
sum skuldi venja besta
mansliðið hjá B36 komandi
kappingarár.
Á tíðindafundi mána-
morgunin var hetta eisini
staðfest, og umframt høv-
uðsvenjarar, so kundi B36
eisini boða frá, hvør skal
hjálpa nýggja venjaranum í
starvinum.
Fysisk servenjing
Tað verður vágbingurin,
Magni Mohr, sum fer at
røkja hendan setningin, og
tað verður so fyrstu ferð, at
hann soleiðis skal vera við
til at standa fyri einum liði í
bestu føroysku deildini.
Nakar óroyndur maður er
Magni kortini ikki. Sein-
astu árini hevur hann
nomið sær útbúgving innan
ítróttarfysiologi, og millum
annað hevur hann verið við
til at gjørt royndir við
donskum landsliðsleikarum
og stjørnunum hjá Juvent-
us.
Nú er 30 ára gamli vág-
bingurin tó fluttur heim
aftur á klettarnar, og her
verður B36 so fyrsta felag-
ið, sum kemur at fáa roynd-
ir av dygdum hansara. So er
bara spurningurin, hvussu
hetta fer at tørna út, men í
B36 dylja tey ikki fyri, at
tey við hesum rokna við at
hava fingið eitt stórt aktiv,
sum bæði kann virka til at
halda leikarunum á toppin-
um og ikki minst sum ein
aktivur liður í royndunum
at fyribyrgja skaðum.
Nógv tilgongd
Og einki er at ivast í, at tey
í B36 eisini ætla sær at vera
við frammi í oddinum kom-
andi
kappingarár.
Her
glapp tað sum kunnugt í
fjør, tá HB annað árið á rað
streyk avstað við gullinum,
men tað tykist tó víst, at
nógv verður lagt fyri kom-
andi ár.
Tá spurt verður um
møguligan
styrk,
vilja
hvørki nýggi venjarin ella
formaðurin í felagnum seta
nøvn á nakra tilgongd, men
at døma eftir tosinum kring
felagið, so er lítið at ivast í,
at talan aftur verður um ein
av sterkastu hópunum í
landinum.
Vit hava áður skrivað, at
Arnbjørn Danielsen og
Jóhannis Joensen uttan iva
fara at spæla við felagnum,
men hartil tykjast fleiri
onnur væl kend føroysk fót-
bóltsnøvn vera ávegis.
Sosialurin veit frá álít-
andi keldum, at Ronnie
Samuelsen nú aftur verður
at síggja í B36, eftir at hann
í hálvt triðja ár hevur verið
á
heimabeiti
hjá
EB/
Streymi, og miðvøllurin fer
sum skilst eisini at fáa til-
gongd av Jens Erik Ras-
mussen.
Í álopinum skal nýggjur
makkari finnast til John
Petersen, nú Jákup á Borg
hevur skift til HB, og nógv
bendir á, at tað her verður
talan um toppskjúttan frá í
fjør, Hjalgrím Elttør, sum
ikki fekk dreymin um
yrkisfótbólt uppfyltan í Es-
bjerg.
So hvussu er og ikki, so
tykist tað í øllum førum
vera víst, at tey í syðra end-
anum av Gudnadali ikki
ætla at binda frið, hóast
grannarnir
fyri
norðan
halda rundan føðingardag
komandi árið.
B36
riggar til
StÍF-VB 21-36 (12-21):
VB staðfestir veruleikan
Sum vit áður hava skrivað, so verður tað Jóannes Jakobsen, ið skal venja B36 komandi árið. Undirskriftin varð sett á sáttálan
mánadagin, tá tað eisini varð avdúkað, at Magni Mohr verður fysiskur venjari hjá felagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Kviku vongspælararnir hjá
VB høvdu góðar sømdir á
Strondum, har StÍF ongan tíð
kom fyri seg
Meistararnir av
Strondum fingu ikki
stórvegis av mótstøðu
frá gestunum úr
Hoyvík
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Uttan stórvegis trupulleikar
helt StÍF fast um sína støðu
á stigatalvuni, tá teir sunnu-
dagin tóku ímóti hoyvík-
ingum.
Tað var einki at ivast í, at
heimaliðið átti favoritt-
leiklutin í dystinum, og frá
fyrsta bríksli tóktust teir
eisini at taka hendan á seg.
Hoyvíkingarnir fingu valla
fótin fyri seg, og tó at vert-
irnir kanska kundu havt
meira ferð á álopsspælin-
um, so tóktist tað ikki vera
neyðugt at koyra kol á allar
ketlarnar.
At
hoyvíkingar
bara
fingu seks mál fyrra hálv-
leikinum sigur nakað nógv
um, hvussu trupult teir
høvdu við at fáa glið á
álopsspælið, og tá StÍF so
leyp avstað beint eftir
steðgin, tóktist eitt veruligt
sorl at hanga í luftini. Heilt
so galið gjørdist tað tó ikki,
tí hóast úrslitið sýnir ein
greiðan mun, so kundi
støðan enntá veri verri hjá
H71.
Og uttan at teir soleiðis
ómakaðu sær nakað serligt,
so hildu strandingar á hend-
an hátt fast um sessin á
stigatalvuni. At Neistin so
samstundis snávaði móti
KÍF, mundi ikki gera dagin
verri fyri teirra viðkom-
andi. Tað úrslitið kann
kanska eisini vera ein
áminning til StÍF, tí júst
KÍF er næsta mótstøðulið
teirra.
Hovyíkingar fingu sum
so ikki gjørt stórt hesaferð,
og aftasti sessurin á stiga-
talvuni avspeglar eisini
avrikið, sum liðið hevur
sýnt seinastu dystirnar.
Hvørt hetta verður betra
komandi dystirnar, er ilt at
meta um, men í øllum
førum er talan ikki um
nakra lætta uppgávu kom-
andi dystin. Tá vitjar H71
nevnliga í Vestmanna, har
heimaáskoðararnir neyvan
eru nøgdir, bara talan er um
sigur. So hoyvíkingarnir
eru helst ávaraðir um, at
talan tá kann gerast um
rættiligt ódnarveður.
Dysturin í tølum
StÍF-H71 23-13 (12-6)
Málskjúttar
StÍF: Artur Johansen 7,
Alexandur Johansen 5(2),
Sverri Justinussen 4, Andre
F. Danielsen 3, Sveinur
Justinussen
2,
Mortan
Hansen 1, Bent Djurhuus 1
H71: Heini Bendtsen 3,
Niels Viggo Niclasen 3,
Olaf Vestergaard 2, Jákup á
Borg 2, Halgir Dahl Olesen
1, Tróndur Vatnhamar 1,
Henrik Gerster 1(1)
Brotskøst: StÍF 2, H71 5
Útvísingar: StÍF 4, H71 3
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen
Neistamenn máttu
sunnudagin ásanna,
hvussu trupult tað er
at venda, tá tað fyrst
gongur skeiva vegin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eingin ivi er um, hvør stóra
sensatiónin í hondbóltinum
var hetta vikuskiftið. Eing-
in ivaðist undan dystinum í
Hovyík í, at Neistin var
risafavorittur at vinna. Ikki
minst, tá tunga gongdin hjá
kollfirðingum
seinastu
vikurnar verður havt í huga.
Kanska var tað eisini júst
hetta, sum Neistin hevði í
huganum, tá farið var inn á
vøllin sunnudagin, men um
so var, so komu teir skjótt á
aðrar tankar.
Tí hóast KÍF hevur havt
tað trupult seinastu nógvu
vikurnar, og hóast teir hava
stórar trupulleikar við at
gera mál, so løgdu teir
bragdliga
fyri.
Kanska
hevði Neistin roknað við, at
talan mest sum var um upp-
hiting undan grannaupp-
gerðini móti Kyndli miku-
dagin, men eftir fyrstu
tíggju minuttirnar stóð 8-3
á talvuni, og so var at taka
annað skinn um bak.
Trupult at venda
Men eins og so nógv undan
teimum, so mátti Neistin
sanna, at tað er trupult at
venda gongdini, um tað
fyrst gongur skeiva vegin.
Fyrst og fremst høvdu koll-
friðingar við góðu byrjanini
fingið trúnna uppá, at tað
skuldi bera til at basa mót-
støðuni, og hendan møgu-
leikan ætlaðu teir ikki at
geva frá sær.
Við einum væl leikandi
Óla Christian Durhuus í
málinum megnaðu teir eis-
ini í nógvum førum at
leggja forðingar fyri Neist-
anum, og fram eftir málin-
um megnaðu teir alla tíðina
at skjóta mál.
Seinna umfarið var ann-
ars fleiri ferðir um reppi, at
dysturin koppaði yvir aftur
til Neistan, men tó at teir
komu upp á javnleikin
nakrar ferðir, so megnaði
KÍF hvørja ferð at svara
aftur. Seinastu løtuna stóð
annars heilt nógv á, tá
Neistin fyrst vann eina trý
mála leiðslu aftur, og síðani
tvær ferðir javnaði nýggja
KÍF-leiðslu. Men heima-
liðið fekk framvegis sein-
asta orðið, og so var róm-
urin stórur á heimaáskoð-
arunum. Teirra lið hevði
enn einaferð víst, at hóast
gongdin til tíðir kann
tykjast tung, so kunnu teir
standa seg millum tey
bestu. Og við sigrinum
sluppu tey eisini av botn-
sessinum. Kanska eru út-
litini fyri at koma longu
upp á talvuna ikki so bjørt í
løtuni, men eitt ella tvey úr-
slit afturat av hesum slag-
num, kann broyta heilt
nógv í so máta.
Hjá Neistanum var lagið
hinvegin einki serligt. Teir
eru
framvegis
á
næst
fremsta sessinum á stiga-
talvuni, men tapið hesaferð
var absolutt ikki í samsvar
við roknistykkið, og nú
liggur eyka trýst á teimum
undan
grannauppgerðini
mikudagin. Vinnur Kyndil
tann dystin, so verða trý
stig á muni frá fyrsta um-
farinum av endaspælinum,
og tað er í øllum førum trý
fleiri, enn í Neistanum
høvdu ætlað sær.
Dysturin í tølum
KÍF-Neistin 31-30 (17-14)
Málskjúttar
KÍF: Petur Martin Poulsen
10, Regin Petersen 6,
Vagnur Johannesen 6(1),
Gert Hansen 5, Teitur Joen-
sen 3, Mirko Milenkovic
1(1)
Neistin: Áki Mørk 10(5),
Dragisa Stojovic 7, Blagoje
Buha 4, Helgi Justinnussen
4, Ragnar Stakksund 2,
Finnur H. Petersen 1, Helgi
Michelsen 1
Brotskøst: KÍF 3, Neistin 8
Útvísingar: KÍF 4, Neistin
1
Dómarar úr Kyndli: Geir
Wardum & Gunnar Gregor-
iussen
StÍF-H71 23-13 (12-6):
Tamir
hoyvíkingar
KÍF-Neistin 31-30 (17-14):
Neistin fall í veitina
Petur Martin Poulsen var væl koyrandi, tá Neistin vitjaði sunnudagin, og saman við væl
stríðandi liðfeløgunum eydnaðist honum og liðfeløgunum at geva Neistanum ein frammaná
Mynd: Álvur Haraldsen
Artur Johansen var toppskjútti, tá StÍF uttan stórvegis trupulleikar tók sær av H71