Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. desember 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 9. desember 2003 33 Ikki heilt álvuligir við Føroya ferðina Hóast fraklendingar og írar siga seg kenna lítið til Føroyar og føroyskan fótbólt, so rokna teir tað sum upplagt, at teir skulu fáa øll stigini ímóti Føroyum HM UNDANKAPPING- ARBÒLKUR 5 Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í Fraklandi siga teir seg kenna lítið og einki til før- oyskan fótbólt. Lands- liðsvenjarin, Jacques Sant- ini, sigur, at høvuðsynskið hjá teimum var at sleppa undan stórum fótbóltstjóð- um sum eitt nú Hollandi. Fraklendingar siga seg altíð vera fegnar um at spæla ímóti fótbóltstjóðum, sum teir ikki áður hava spælt ímóti. Út frá tí sjónarmiðn- um halda teir tað vera áhugavert at hitta Føroyar. – Tað er stórur munur á styrkismetingini hjá okkum og Føroyum. Tí kann tað bara tykjast sum av- greiðsluspurningur, tá ið vit skulu spæla á heimavølli og útivølli ímóti Føroyum. Vandi er fyri, at vit detta í tað kendu grøvina, at vit skulu undirmeta mótstøðu- liðið. Tað er okkara upp- gáva at syrgja fyri, at vit ikki gera tað, sigur franski landsliðsvenjarin og sipar harvið fyrst og fremst til føroyska liðið. Kenna seg hepnar Italski landsliðsvenjarin, Giovanni Trappatoni, tutl- aði franska starvsfelaga sínum í oyra, tá ið lutakast- ið hevði verið, at fraklend- ingar høvdu verið sera hepnir. Sama sjónarmiðið hevði írski landsliðsvenjarin, Bri- an Kerr, um bólkin, sum hansara lið var komið í. – Eg vónaði, at vit ikki fóru at enda í sama bólki sum Frakland. Men kortini kann eg ikki siga annað, enn at vit vóru sera hepnir. Stríðið fer at standa millum okkum og Sveis at vinna næstfremsta plássið. Smáu tjóðirnar skulu vit ansa eftir. Tær megna av og á at fáa góð úrslit móti betri mótstøðuliðum. Men tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu fáa øll stigini móti Føroyum, Ísrael og Kypros. Styrkis- listin boðar frá, at vit eiga at megna hetta, sigur Brian Kerr. Fleiri ferðir áður Føroyar spældu vinardyst ímóti Ísrael á Svangaskarði 5. august í 1992. Úrslitið í oysandi regni var 1–1. Kári Reynheim skoraði føroyska málið. Millum teir, sum henda dagin fyri fyrstu ferð vóru á landsliðnum, var Óli Johannesen, liðformaður og metmaður á landsliðn- um. Í 1992 og 1993 vóru Før- oyar í HM undankapping- arbólki saman við Kypros. Tað var stórt vónbrot, tá ið teir vunnu 2–0 á Svanga- skarði. Flaggdagin í 1993 taptu Føroyar 3–1 á Kypros. Uni Arge skoraði føroyska málið, sum var tað einasa í mest miseydnaðu undankappingini higartil. Føroyar og Sveis vóru saman í síðstu HM undan- kappingini. 7. oktober í 2002 taptu Føroyar 5–1 í Zürich. John Petersen legði ta ferðina Føroyar á odda 1–0. 2. juni í 2001 vunnu sveisarar 1–0 í Føroyum. Tey bæði fremstu fingu bara eitt stig burturúr í part, með- an FCK við sigri á heimavølli togaði seg eitt sindur nærri oddaliðunum SUPERLIGAN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Sunnudagin var 20. og síðsta umfarið undan vetr- arsteðginum í bestu donsku fótbóltsdeildini avgreitt. Nú verður steðgur inntil 14. mars. Tá verður farið undir aftur kappingina. Í trettan umførum skal finnast fram til, hvør skal vinna DM og Europa Cup pláss og hvør skal tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Í vetrarsteðginum er Brøndby oddalið, og ikki so lítið, sum nú vendur upp, skal venda niður hjá Michael Laudrup og hans- ara monnum, um teir ikki skulu standa við DM steyp- inum og gullkrónunum, tá ið 33. og seinasta umfarið er spælt 29. mai. At danska landskappingin verður lið- ugt spæld ein mánað fyrri komandi summar, enn hon var tað í ár, kemst sjálvandi av, at danska landsliðið í juni skal luttaka í EM enda- spælinum, sum verður í Portugal. Nú kappingin fór í vetrar- frí, er Brøndby trý stig frammanfyri Esbjerg, og tað eru sjey stig frá odda- liðnum og niður á triðja plássið, har FCK er at finna. Munurin frá toppin- um og aftur til FCK mink- aði eitt sindur sunnudagin. FCK fekk trý stig fyri sigur á heimavølli, meðan bæði Brøndby og Esbjerg bara fingu eitt stig burturúr. Brøndby venjarin, Michael Laudrup, sum fyri stuttum er kosin ársins venjari í Danmark, og sum er eins populerur í danska fótbóltsheiminum nú, sum hann nakrantíð hevur verið, var hjartans fegin um, at liðið hjá honum slapp úr Aalborg við javnleiki. Hag- tølini hjá Brøndby á útivølli hava verið framúr í heyst. Av teimum tíggju dystun- um hava teir vunnið átta, og javnleikurin í Aalborg var tann næsti, meðan teir komu burturúr heystinum uttan at hava tapt á útivølli. Jonas Kampar legði í 1. hálvleiki Brøndby framum, og Christian Lundberg javnaði við 10. málinum í tólv dystum. Svenski Matt- ias Jonson hevði risa møgu- leika at avgera Brøndby til fyrimunar, men hann sendi væl omanfyri málið. Um Brøndby hevði havt vunn- ið, so hevði tað verið ov mikið av tí góða, helt Michael Laudrup. Esbjerg megnaði bara 3–3 á heimavølli ímóti OB. Harvið rukku teir ikki met- inum frá 1962, sum teir vóru um reppið at fáa aftur. Í 1962 var Esbjerg meistari. Tá vunnu teir níggju heimadystir á rað. Hesa ferð vunnu teir átta heima- dystir, áðrenn OB fór til hús við einum stigi. Teir úr Odense vóru sera hepnir. Esbjerg spældi teir sundur og saman undan steðgin- um, og alt bendi á trivaligan heimasigur, tá ið Esbjerg legði seg framum 2–0. Men undan steðginum gjørdi Es- bjerg sjálvmál, og tá ið gestirnir beinanvegin í 2. hálvleiki høvdu javnað, var rættuliga spennandi. Es- bjerg legði seg framum aft- ur, men OB janvaði til 3–3. Tveir søgdu farvæl Í FCK eru teir altíð serliga spentir, tá ið talan er um uppgerðir ímóti granna- liðunum í Keypmannahavn. Hesa ferð var AB, sum er niðast á støðutalvuni, í Parkini. 18.399 áskoðarar vóru møttir, og teir flestu fingu stóran skelk, tá ið AB í 11. minutti legði seg á odda. Í 28. minutti skoraði Peter Christiansen upp á brotsspark. Álvaro Santos, sum allar 90 minuttirnar mannaði FCK álopið sam- an við Peter Møller, var feldur. Miðskeiðis í 2. hálv- leiki legði brasilski álops- spælarin FCK framum, og fýra minuttir undan leikloki staðfesti Thomas Røll, sum var komin á vøllin í 2. hálv- leiki, 3–1 heimasigurin. Í síðsta minutti var Peter Nielsen, liðformaðurin hjá FCK, klappaður av vøllin- um. Hetta var síðsti dystur- in hjá honum í FCK. Nú skal hann vera venjari í B93, 1. deildarfelagið á grannalagnum av Parkini. Á heimasíðu síni, todi.fo, gevur Todi Jónsson Peter Nielsen sera gott skoðsmál. Teir báðir komu til FCK í 1997. Frammanundan høvdu teir spælt saman í Lyngby. Á vegnum til FCK hevði Peter Nielsen spælt í týska Borussia Mönchen- gladbach. Hagar fór hann aftur í 1999 og kom so aftur til FCK í 2002. Ein annar profilur í sup- erliguni segði eisini farvæl í Parkini sunnudagin. Tað var Heine Fernandez, sum eitt skifti kappaðist við Toda Jónsson um pláss í FCK álopinum. Nú var hann í AB, sum setti hann á vøllin seinna partin av seinna umfarinum. Stig til botnlið Í síðstu viku fekk Troels Bech sekkin sum FCM venjari. Hann var fimti venjarin, sum í hesum kappingarárinum fekk reyða kortið frá sínum fel- agi. FCM spældi sunnudag- in á heimavølli ímóti Frem, sum fyri ikki so langari tíð síðani skifti venjara. Úrslit- ið var 3–3. Erik Rasmussen, sum í síni tíð varð kallaður Erik Troldman, tí hann megnaði so nógv við bóltin- um – eitt nú í USA har hann var stjørna í fleiri ár – stað- festi, at FCM verjuspælið var ússaligt. Frem er saman við AB undir niðurflyting- arstrikuni. FC Nordsjælland tapti 3–1 á heimavølli ímóti AGF, sum hevur havt und- anvind síðani teir fyrr í heyst skiftu venjara. Peter Graulund, sum er leigaður til AGF frá italskum felag, skoraði tvey mál. Fyrrver- andi Brøndby spælarin hev- ur leingi verið í sáttmála- samráðingum við AGF. Teir í Århus hava mett álops- spælaran at kosta ov nógv. Nú gjørdi hann góða reklamu fyri sær sjálvum. Í Herfølge hevur seinastu tíðina verið nógvur turbol- ensur. Jólafriðurin kundi kanska verið eitt sindur søtari, um teir høvdu megn- að at vunnið í síðsta umfar- inum undan vetrarsteðgin- um. Herfølge hevði nógv spæl og nógvar møguleikar, men teir taptu 1–0 á heima- vølli ímóti Viborg. Endaspurturin var góður hjá FCK Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 20 14 - 4 - 2 35 14 21 46 2 Esbjerg 20 13 - 4 - 3 39 21 18 43 3 FCK (M) 20 11 - 6 - 3 31 16 15 39 4 OB 20 10 - 5 - 5 41 30 11 35 5 AaB 20 8 - 6 - 6 30 27 3 30 6 FCM 20 7 - 5 - 8 35 31 4 26 7 AGF 20 8 - 2 - 10 31 41 -10 26 8 Viborg 20 6 - 6 - 8 31 29 2 24 9 Herfølge 20 5 - 5 - 10 21 28 -7 20 10 FC Nordsj. 20 4 - 6 - 10 25 38 -13 18 11 Frem 20 4 - 3 - 13 22 39 -17 15 12 AB 20 3 - 2 - 15 17 44 -27 11 Skotska Premier League v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Celtic 15 14 - 1 - 0 48 5 43 43 2 Rangers 15 12 - 2 - 1 39 12 27 38 3 Hearts 15 8 - 2 - 5 23 19 4 26 4 Dunfermline 15 6 - 5 - 4 18 20 -2 23 5 Motherwell 15 5 - 5 - 5 17 18 -1 20 6 Kilmarnock 15 6 - 2 - 7 22 31 -9 20 7 Livingston 15 4 - 6 - 5 15 17 -2 18 8 Dundee 15 4 - 5 - 6 16 18 -2 17 9 Hibernian 15 4 - 4 - 7 15 23 -8 16 10 Dundee Utd. 15 3 - 4 - 8 13 29 -16 13 11 Aberdeen 15 3 - 2 - 10 14 30 -16 11 12 Partick 15 1 - 2 - 12 13 31 -18 5 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Partick) 33 32 Nr. 234 - 9. desember 2003 Tríggir dystir vóru leiktir í meistara- deildini hjá kvinnum um vikuskiftið. TB og Mjølnir vunnu sínar dystir á ávíka- vist ´F of Drátti. Og hjá KÍF bragdaði umsíður, eftir fýra taptar dysti á rað, tá tær vunnu á Fleyr FLOGBÓLTUR Hermann Mortensen Tá ið Mjølnir og Dráttur møttust fyrr í ár, tók Dráttur øll á bóli við at vinna á Mjølni. Spurningurin var so, um tær megnaðu at endurtaka bragdið, men so varð ikki. Mjølnir vann uttan stórvegis hóvasták dystin 3-0. Fyrsta og annað sett vóru jøvn og spennandi. Mjølnir mátti stríðast fyri sakina. Fyrsta sett endaði 25-21. Annað sett var enn javnari, men eisini her vóru tær úr Mjølni omaná og vunnið 25-23. Í triðja settið hevði Mjølnir greiða yvirvág og vann settið 25-17 og harvið dystin. Við sigrinum er Mjølnir saman við TB á odda í meistardeildini, bæði liðini hava fjúrtan stig, meðan Dráttur liggur í miðjuni við átta stigum. Í Gundadalshøllini tók Fleyr ímóti KÍF. Fleyr hevði bert ein sigur higartil í kappingini, meðan KÍF hevði tapt teir síðstu fýra dystirnir, so her var ilt at spáa um úrslitið undan dystinum. Talan gjørdist eisini um sera tættan og spennandi dyst. Sigurin kundi farið báar vegir, men endin varð, at KÍF vann dystin 3-2. Settmunurin var 25-14 25-22 20-25 11-25 og 18-16. KÍF er er við sigrinum á triðja plássi við tíggju stig- um, meðan Fleyr framvegis er niðast við tveimun stig- um. TB ongar trupulleikar Seinasti dysturin í meist- aradeildini hjá kvinnum var sunnudagin millum TB og ÍF. Tað var ikki nógv verandi FM-meistararnir kundu stilla upp, ímóti einum væl leikandi TB- liðið. TB vann dystin 3-0. Í fyrsta settið var TB klárt omaná, sum endaði 25-10. Annað sett var meira javnt og spenningur var til tað síðsta, men aftur her vóru tvørakvinnur meira avgjør- dar og tær vunnu settið 25- 23. Í triðja settið fylgdust liðini rættuliga væl, men ímóti endanum fekk TB økt somikið um leiðsluna, at ÍF ikki megnaði at koma aftur í aftur, so endin gjørdist, at TB vann setið 25-21. Við sigrinum er TB framvegis oddaliðið í meistardi, með- an ÍF er í niðara endanum á stigartalvuni. Og í botninum vann Fram grannaupp- gerðina ímóti Fleyr FLOGBÓLTUR Hermann Mortensen Eftir dystirnir í vikuskiftin- um, stendur tað greitt, at kappingin um føroyameist- araheitið í meistaradeildini hjá monnum, kemur at standa millum Mjølnir og ÍF. Og at Fleyr helst verður botnproppur. Leygardagin spældu SÍ og Mjølnir dyst í Sørvági. Tað varð sera umráðandi fyri bæði liðini at vinna dystin. Fyri sørvingar var sigur altavgerandi, um teir skuldu halda fast í FM vónirnar, tí bæði Mjølnir og ÍF lógu undan dystinum frammanfyri SÍ á stigatalv- uni. So fyri ikki at missa kontaktina við oddaliðini mátti dysturin vinnast. Fyri Mjøln harafturímóti stóð oddasessurin uppá spæl, vunnu teir dystin, so fingu teir oddasessin aftur frá fuglfirðingum. Tað var eitt væl leikandi Mjølnir-lið sum gestaðu sørvingar. SÍ hevði ilt við at fylgja klaksvíkingum. Mjølnir var omaná alla tíðina, so sørvingar brúkti nógva orku til, at fylgja Mjølni. Mjølnir vann dyst- in 3-0 og sigurin var fult- uppiborin. Í fyrrsta og øðrum settið vóru sørvingar væl við, men menninir úr Mjølni vóru skarpari í teimum av- gerandi løtunum. Fyrsta og annað sett endaði 25-20 til Mjøln. Í triðja settið var Mjølnir klárt omaná, teir lótu ongan iva verða um úrslitið, sum gjørdist 25- 17. Sigurin førir við sær, at Mjølnir er á odda aftur í meistaradeildini hjá monn- um, saman við ÍF, men Mjølnir hevur betri sett- mun. Fyri SÍ harafturímóti kom ósigurin sera illa við, tí nú eru teir fýra stig aftan- fyri oddaliðini. Tað kann enn lata seg gera, at inn- heinta Mjøln og ÍF aftur, men tað er lættari sagt enn gjørt. Hin dysturin í meistara- deildini hjá monnum var ímillum botnliðini bæði, Fleyr og Fram. Teir í Fleyr hava í longri tíð haft eina strævna tilveru í meistara- deildini og seinast Fleyr vann ein dyst var í februar 2002. Liðini hava spælt hvør ímóti øðrum fyrr í ár, ta ferðina vann Fram 3-1. Tað var fyrsti og einasti sig- ur higartil í kapingini hjá Fram. Tað var eisini í tí dystinum, at Fleyr vann sítt fyrsta og higartil einasta sett hetta kappingarárið. Tað var ikki nógv Fleyr kundi stilla upp leygardag- in ímóti granninum úr Fram. Fram vann sera sann- førandi 3-0. Settmunurin var 25-14 25-15 og 25-11. Við sigrinum hevur fram fýra stig, meðan Fleyr enn er niðast við ongum stig- um. TB og Mjølnir draga frá í oddinum Mjølnir bjóðar ÍF av Fagnaðurin var stórur á KÍF, tá tær loksins aftur kundu kenna smakkin av einum sigri Mynd: Álvur Haraldsen Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 9 7 - 2 24 6 18 14 2 Mjølnir 9 7 - 2 22 9 13 14 3 Dráttur 9 4 - 5 17 18 -1 8 4 KÍF 9 5 - 4 17 19 -2 10 5 ÍF 9 3 - 6 10 19 -9 6 6 Fleyr 9 1 - 8 7 26 -19 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 7 6 - 1 18 3 15 12 2 ÍF 7 6 - 1 18 5 13 12 3 SÍ 8 4 - 4 14 14 0 8 4 Fram 7 2 - 5 8 16 -8 4 5 Fleyr 7 0 - 7 1 21 -20 0 Sørvingar mugu nú ásanna, at tað verða Mjølnir og ÍF, sum fara at stríðast um gullið Mynd: SáH À Tvøroyri var eingin ivi, tá TB tók ímóti ÍF, og nú er odda- stríðið ein spurningur millum TB og Mjølnir Mynd: Áki Bertholdsen C M Y K 32