Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 117 — 25. JUNI 1998 tíðindablaðið æti FH XSi Ein gongutur vid Mason gjøgnum Listaskálan Vit bóðu Robert Mason, sum ikki kennir nakran føroyskan listamålara, at ganga ein tår gjøgnum Skålan og geva ein skjóta meting. Hann steðgaði eitt nú á hjá S.J. Mikines og Ingálvi av Reyni. Men eisini onnur fingu gott skoðsmál NICLAS JOHANNESEN Túrurin í Listaskålanum vardi ikki meira enn tíggju minuttir, so talan er á ongan hátt um nakra djúpa analýsu. Tað góvu vit honum ikki stundir til. Sigast skal eisini, at Ro- bert Mason ikki hevði sæð listaverkini áður. Og tygara útsendi gjørdi sær óvanliga stóran ómak fyri ikki at geva Mason nøkur “hint". Inhabilitetur skuldi nevniliga eisini vísa seg at gerast partur av gong- utúrinum. Rundferðin vísti tó týðu- liga, at tað er tað myrka, persónslýsingarnar, ið hugtaka Mason. Á gongutúrinum var fyrsta myndin av áhuga hjá Robert Mason ein sjálvsmynd eftir Marius Olsen. — Hetta sær út sum ein maska. Henda myndin hevur nakað serligt yvir sær. Talan kundi verið um eitt slag av "death mask”. Tú sært ikki, hvat er aftan fyri sigur Mason. Vit ganga víðari. Næsti steðgur eru við stóru myndirnar hjá S. J. Miki- nes. — Hesin málningarnir eru sera sterkir. Teir hava alt tað, vit júst hava prátað um. Sera hugtakandi. Ma- son stendur góða løtu frammanfyri dramatisku málningarnar hjá Mikines. Løtu seinni steðgar hann við Elinborg Liitzen. Málningurin eitur Neyta- konur. — Hetta minnir meg ikki sért um Van Gogh. Her er øgiligt myrkur. Tað sær út til at hava verið “a hell of a day" hjá hesum neytakonum. Vit ganga. Og Mason steðgar við nakrar máln- ingar hjá Øssuri Johanne- sen. — Hetta er sera dramat- iskt. Áhugavert. Gera føroyskir listamålarar nógv vid linoleumsskurð? spyr Mason. Blaðmaðurin er fangaður. Hann veit ikki. Svarið må fáast á ødrum stað. Næsti steðgur er hjá Ingálvi av Reyni. — Hóast eg ikki máli abstrakt, so dámar mær eisini væl abstrakta list Hesir málningarnir hava nakað serligt yvir sær, sigur Mason, og steðgar eina løtu inni í rúminum, har Ingálvur hongur á vegginum. Vit ganga víðari. Og næstu ferð Mason steðgar er aftur við eini mynd eftir Mikines. Tað er málning- urin, har hann hevur málað móður sína. Í rúminum eru eisini aðrar persónsmyndir eftir Mikines — Sært tú. Hann málaði helst eisini myndir av kendum fólki. Tað dugi eg at síggja. Men tað er málningurin av móðurini, sum er tann sterkasti og mest persónligi Skjóti gongurtúrurin er liðugur. Robert Mason vónar at hitta aðrar før- oyskar listamenn áðrenn leiðin gongur aftur til Onglands fríggjadagin A Framhald av síðu 6 myrkar sýgur sum drivmegi aftanfyri. Talan nýtist ikki altíð at vera um deyða. Kenslan av einsemi í ateli- erum kann eisini vera nóg- mikið. Tað veldst alt um, hvør tú ert. Kring allan heim Curriculum vitae (les: listin yvir, hvat hann hevur útynt sum listamaður) hjá Robert Mason er eisini drúgt og imponerandi. Utbúgvin á Harrogate School í 1965, útbúgvin á Hornsey School af Art í '68 og síðan út- búgvin á British School at Rome í 70 eru góð barlast hjá Mason. Síðan hevur hann undirvíst í rúgvu av skúlum. Eitt nú University of North London, Universi- ty of Florida, Chelsea School of Art. Síðan 1995 hevur hann verður leiðari á Wimbledon School of Art. Hann hevur vunnið rúgvu av prísum, tilsamans níggju. Eitt nú Italian Government Schlarship í 1968, Arts Council Major Award, og í 1994 var hann Elected Fellow of The Royal So- ciety of Arts. Og mongu utstillingarnar hjå Robert Mason høvdu fylt alla hesa bladgrein, so tað er lættari at staðfesta, at hann hevur hingið uppi at kalla í hverjum listaskåla, sum hevur nakað upp á seg. Tann stóri heimurin dreg- ur eisini Robert Mason. Í november gongur leiðin til Argentina. Hann hevur júst verið í Hong Kong. Og so nú eru tað Føroyar. — Eg vóni sum sagt, at eg fái stundir at mála nakað, meðan eg eri her í Føroyum Og kanska gerast Føroyar og føroyingar partur av eini framsýning, eg fari at hava, ið øll er sprottin úr teimum ferðum kring heimin, eg geri. Eitt nú haldi eg, at Hong Kong er fantastiska spennandi. Ég hitti lokal listafólk eisini har, og júst hetta at hitta fólk, sokallað vanlig fólk, og ikki bert ráð andi stættina, gevur mær íblástur Sponsoreraður Men hvat sigur Robert Mason so til, at vera bein- leiðis sponsoreradur av enskum oljufelag? — Ja, tað finnast uttan iva tey, sum siga, at eg havi selt meg sjálvan “to the devil" Men hetta eru ofta fólk, sum ongantíð sjálvi hava verið partur av tí veruliga lívin- um. Eitt nú tá eg málaði kolaminuarbeiðararnar, so var eg har, teir arbeiddu. Eg málaði andlitini á ókendum fólki. Soleiðis komu and- litsmyndir av ókendum kolaminuarbeiðarum at hanga í stórum listaskåla í New York. Eg romantiseri ikki nakað. Eg máli útilok andi tað, sum eg síggi við mínum eygum — Soleiðis hendi tað seg at ein kendur onglendingur í hægri starvi vildi hava meg at mála mynd av sær. Hann sendi eina gamla mynd. Hetta var helst myndin hann heyði av sær sjálvum í sínum egna høvdi. Men soleiðis.sá eg hann ikki. Eg kravdi at sleppa at mála hann, sum eg sá hann. Og soleiðis bleiv tað. Robert Mason sigur, at LASMO, sum hann nú ar- beiðir fyri, hevur verið sera opið. — Eg eri sloppin at mála verkamannin innan olju- vinnuna, sum eg síggi hann Bílegging á tlf. 317500 Og felagið blandar seg ikki. Robert Mason vísir eisini á, at Edward Munch í veru- leikanum livdi av at mála norska yvirklassan — Men við síðuna av málaði hann so eitt nú legendariska Skríggið. Og soleiðis hevur tað eisini verið hjá mær. Eg havi mål- að málningar, sum eg á ong- an hátt vil selja. Teir eru ov persónligir. Eitt nú er tað ein málningur, sum er sprottin úr brævi, sum pápi mín sendi ul mín. Eg fekk tað dagin eftir, hann var deyður Hetta brævið var fylt við kærleika, og var ein øgiliga sterk og skakandi uppliving í mínum lívi fáa tað út við at mála At mála hevur verið min terapi. Eg haldi, tað c soleiðis, eg havi yvirlivað I dag er deyðin ikki altun fevnandi í mínari list. Men hann spøkir altíð aftur. 7 sært tú, mítt smílandi andlit er bert ein maska. Fólk síggja ikki altíð pínuna aft an fyri smílið Tlf. 317500 Hotellid vid utsyninum Vikuskiftistilboð Friggja-, leygar- og sunnudag þr Í Gist eina nátt á fyrstafloks kamari við | ellum hentleikum. | Morgunmatur íroknaður. { Matstovan borðreiðir við 3 rættum. N Kostnaður fyri hvonn á dupultkamari Eyka fyri einakamar kr. 100,- (avmarkað pláss) … Altíð vælkomin Hotel Føropar kr. 400,- Tlf. 317500