Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Len Nr. 117 — 25. JUNI 1998 tíðindablaðið 0<" il) Røda hildin av Jógvan Kruse, á sandinum i Gøtu Vælkomin øll somul her å Gøtusand. Núom so dagurin, ið vit studentar hava sæð fram til tey seinastu trý árini. Nú náddu vit umsíður tað mál vit í byrjanini á hesum lestr- arskeiði settu okkum. Tað kann ikki sigast annað enn at tíðin hevur gingið skjótt. Tað er við blandaðum kenslum, nú vit enda hesa útbúgving, men tað kennist fjálgt at vera liðugur við henda lesnað og fingið húgvuna setta á høvdid. Ja, tað er ein stórur lætti at vita sær at skúlataskan er sett til viks í hvussu so er fyribils, henda skúlataska, ið vit sum 6-7 ára gomul ognådu okk- um og sum so trúliga síðan tá hevur fylgt okkum dag og dagliga. Hesi árini vit hava gingið her hava verið góð og lærurík. Vit hava havt manga skemtiliga løtu saman við floksfeløgum og lærarum bæði her heima og í útlondum, men tað hevur ikki altid verið so skemti- ligt, mangan hevur álvar- semi sett sín dám á, tað vil so vera. Vit hava fingið nógvar nýggjar og góðar vinir og sæð nógv nygg andlit hesar skúladagar, tey eru vorðin ein partur av skúladegnum. Eg yvist ikki í, at vi øll eru glad við at vera liðug og frí frá skúlan- um, men tað gongur neyvan long tíð til vit koma at sakna tað sosiala umhvervið nógv. So koma vit til spurning- in: Hvat hava vit lært hesi trý árini? Her er tað ymiskt frá pisu til pisu, men eg kann bert svara fyri meg. Vit hava havt eitt bókligt pensum, og tað haldi eg meg hava fingið so ngkunlunda upp á pláss, men eg havi eisini lært at arbeiða bæði saman við ymiskum fólki og undir ymiskum fólki. Vit hava fingið stórar uppgávur at loysa, og har hevur tað verið læruríkt at tú ikki altíð kundi vera solistur, men hevði brúk fyri hjálp frá ødrum fólki til at loysa hes- ar uppgávur. Eg eri mangan vorðin kløkkur av at skifta skúla- stovu frá einum meira laga- ligum umhvørvi til eitt meiri disiplinerað um- hvørvi, so við hesum havi eg í hvussu so er lært eitt sindur um orðatakið ið sig- ur: »Fram kemur hann ið hóvliga fer< og at vera varin og at skatta dýpið er nakað ið vit altíð koma at hava brúk fyir, serliga nú, vit sum nýklæktar pisur skulu á veingirnar fyri fyrstu ferð Og duga vit okkum at lætta okkum á upp í ættina, so man flogið fara okkum at hilnast. Tað eru stórar broytingar farnar fram í hesi skúlatíð. Vit hava fingið eina nýggja studentaskúlaskipan og vit eru annar árgangur eftir hesi skipan, so tað sigur seg sjålvt, at tað hevur verið royndarkoyrt við okkum, hóast ikki eins négv sum við árganginum framman- undan okkum. Eisini eru stórar tekniskar broytingar farnar fram meðan vit hava gingið á skúlanum. Sum dómi kann nevnast, at tá vit byrjaðu á skúlanum var bert ein telda við Internetinum á. Nú sita heilir flokkar við farteldum við Internetinum á. Hetta er bæði eitt stórt og eitt neyðugt framstig, út- viklingurin rundan um okk- um er ggiligur og vit á hes- um smáu oyggjum her mitt í Norðuratlantshavi eiga at standa opin og fylgja væl við í tí ið fyri ferst og taka til okkum alt tað vit síggja nakar dugur kann vera í, fólki og landi at gagni. Ja, nú eru so pisurnar floygdar. Fýra flokkar av studentum ein flokkur av HF'arum. Vit eru nú liðug við eina miðnámsútbúgvi- ng og henda útbúgving er lykilin til nógvar hurðar ið føra til lesnað á hægri stødi, so hetta er bert byrjanin til endaligu útbúgvingina. Tað er sera ymiskt hvat hesar pisur fara at takast við nú tær eru floygdar. Onkur fer beinleiðis til víðari lesnað, onkur út at reisa, onnur út at arbeiða, ja tað er enntá onkur sum fer til Alands at ansa eftir hundum, so tað má sigast at tær flúgva í allar ættir. Hesi árini vit hava gingið í skúla hava kostað landin- um nógvan pening, og tað eru ikki øll lond til støddar við Føroyar ið kunnu bjóða ungdóminum slíkan lesnað, so tað er okkara skylda at lóna okkara móðirlandi hetta aftur. Eg vóni at tær floygdu pisurnar fara út í samfelagið og hjálpa tí upp á fótur aftur, og tær ið fara uttanlanda at lesa hægri lesnað koma aftur til Føroya og brúka sína vitan her heima á klettunum. So er tað spurningurin um tann føroyski búskapurin er til reiðar at taka ímóti øllum hesum pisunum ið floygdar verða í hesum døgum kring landið? Eftir tí ið lands bankastjórin hevur sagt í fjølmidlunum er búskapurin í framgongd, men henda framgongd hevur bæði góð- ar og minni góðar síður við sær. Arbeiðsloysi minkar, men vit mugu ansa eftir ikki at leypa fram av og endur- taka tað ið hendi í 80' unum. Vit hava jú havt eitt verk- fall í ár og hetta verkfall kundi havt við sær, at vit ikki stóðu her á sandinum í dag. Tá vóru tað tey fáu ið hugsaðu um okkum stud- entar og HF'arar ið vóru tey | meinast raktu av hesum verkfalli. Vit vóru sum lús millum tvær negl í einum maktstríði um miðnámsút- búgvingina. Latum okkum tí ikki ganga í fótasporum | hjá undangongumonnum | okkara hesum verkfalli við- víkjandi, men minnast stud- entarnar og HF'arnar tá slík maktstríð leika á og í staðin royna at bera so í bandi, at slíkt ódugnaloysi ikki end- urtekur seg. Eg vil nú til seinast ynskja øllum pisum hjartaliga til- lukku við próvnum og ynskja teimum góðan byr framyvir, takka lærarum og næmingum fyri sera gott samstarv hesi trý árini, og eru vit nýklæktu pisur sera takksamar fyri og ernar av at okkum her á landi finnast møguleikar og umstødur til slíkan lesnað. Samanbera vit okkum við líknandi tjóð- ir úti í heimi útbúgvingar- liga sæð, so síggja vit við tað sama at her smæðast vit ikki burtur. Lat meg enda hesa réðu við hesum orðum: Føroyar mín kærasta ogn her í heimi, fríðar tit oyggjar her vaða í sjÓ, fosturlands yndi mítt aldri teg gloymi fríðlynta fólk tí í fyrndini dróg, higar í barm tín at virka og liva byggja tað landið teim untust á fold, fámenti skarin, - tó aldri í iva, lættsint var stríðið úr vøggu í mold. Takk fyri. 7Akuskiftis- tilbod Fríggja-, leygar- og sunnukvøld Gist eina nátt á fyrsta- floks kamari við ollum hentleikum. Morgun- matur íroknaður. Matstovan borðreiðir við 3 rættum Kostnaður fyri hvønn á me 400, Eyka fyri einakamar (aumarkað pláss) Bílegging á tlf. 317500 Oyggjarvegur TIf. 317500 Fax 316019 Mat- seðilin Hósdagin 25. juni Nakkaflak v/ rísi og karrysós Fríggjadagin 26. juni Enskur búffur Leygardagin 27. juni Nakkasteik v/ reyðkáli Mánadagin 29. juni Karrybollar í karrysós og rís Týsdagin 30. juni Bostonsteik Mikudagin 1. juli Revelsbein Kostnaður 28,- kr. Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Buffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Night Club Tórsgeta 11 * 100 Tórshavn Tlf. 19696 DANSUR verður leygarkv. 27. juni Martin Kjærbo vendir plátum kk HM-fótbóltur er at síggja hvenn dag KL. 21.00-24.00 Plåtuvendarar frå Casablanca ÓKEYPISI „ATGOØNGD . KOYR trygt frá og til -ring til BIL 311444 - 313525 Skjót 8 góð tænasta SVARAR ALT DØGNID Bil - Mini Taxi Bilstødin á Farstoðini Livandi tónleikur hvórt vikuskifti * * * AUTO = Dag sum nátt - = skjótt og gott - Skalt tú bil hýra -soertað 11234 si iii AA RA