Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 26. JUNI 1998 tíðindablaðið 0777 5 Til oljumottøku í Listaskålanum Mikudagin var enska oljufelagið LASMO vertur fyri stórari móttóku í Fóroya Listaskála. Gestirnir vóru fyri tað mesta stjórar og fólk við ávísari tign, tá tað snýr seg um tittlar. Sosialurin var eisini á staðnum. NICLAS JOHANNESEN Hvítvín ella appelsinvatn. Bæði í fínum glasi. Konan við bakkanum smílir og bjóðar vælkomin. Mjúkir klassiskir og livandi tónar blanda seg við røddir — fyri tað mesta mannfólkargddir — í rúminum. Klokkan er farin av 17.00 henda miku- dagin og uttan fyri Lista- skálan regnar av grimd. Inn- anfyri er heitt og fjálgt. Fólkini, ið eru her, hava øll — meira ella minni — fingið serliga innbjóðing. Hetta eru menniskju við ávísari tign, tá tað snýr seg um tittlar. Stjórar, kanska undirstjórar og í øllum før- um deildarleiðarar standa spjaddir í rúminum og práta í smáum bólkum. Her eru umboð fyri Landsbankan, Tryggingarsambandið, Norðurlandahúsið, Løg- tingsskrivastovuna, grann- skodarafeløg — you name it. Enskt er í mongum førum eisini = ráðandi málið. Høvudsverturin er nevniliga enskur. Á vegginum hanga måln- ingar við mæta enska lista- málaranum Robert Mason. Hann er eisini til staðar og hevur skift arbeiðsklæðini út við klædningin og slips- ið. Hann er ikki tann einasti. Slipsið hongur um hálsin á at kalla øllum mannfólka- gestunum. Millum undan- tøkini teljast tó ávíkavist rit- høvundurin Hanus Andre- assen og komponisturin Kristian Blak. Hetta merkir kortini ikki, at teir eru illa klæddir. Bert ødrvisi enn restin. Tætt við inngongina stendur eitt sjónvarp frá. Onki ljóð er á. Men á skíggjanum dansa fagrar náttúrumyndir, passandi kryddaðar við teksti, har høvudsverturin stillisliga sjålvur visir å, at hann hugsar um umvhørvid, at hann er serliga dugnaligur til tad, hann tekst vid, at hann eisini er virkin å Falk- landsoyggjunum, og at hann telist millum 100 teir størstu í Onglandi. Støddin skal måtast i pund sterling. Høvudsverturin = eitur LASMO. Aðrir vertir eru eisini til staðar. Norsk Hydro, Amerada Hess og DONG eita hini. Tilsamans kalla hesi feløg seg nú fyri The Faroese Partnership. Í Listaskálanum koma nýggir gestir framvegis inn, og klassiski tónleikurin druknar spakuliga í smá- práti. Øll eru sera vinarlig. Jú, víst hava allir gestirnir takt og tóna í vidførinum. Klokkan er júst farin av 7.30, tá tygara útsendi fer til hús. Móttókan skal vara til klokkan 19.00, so síðsti gesturin er neyvan komin enn. Og fyrsta rødan er heldur ikki hildin, hóast ljóðannleggið stendur klárt. Uttanfyri = Listaskålan regnar framvegis, og mjørk- in liggur tungur yvir Havn- ina. Klassisku tónarnir kvælast, tá hurðin fer aftur. Nú er stilt. Næstan líka stilt sum úti á feltinum, har bein- leiðis orsøkin til enska blíð- skapin liggur. Á veg heim staðfestir tú, at hetta var ikki nøkur stór listarlig uppliv- ing, sjålvt um Listaskålin legði rygg til, og listarfólk á ymsar hættir sett sín dám á måttøkuna. Men kanska var hetta eitt slag av byrjan til eitt slag av føroyskari framtíð. Ein framtíð, ið líkasum stórfyri- tókan LASMO allarhelst skal mátast í pund sterling NOA Nýggir kjólar, nidurdeildar, T-shirts, sarongir, ciffonblusir, beltir, turriklæðir. silkijakkar og toppar. 199,- 488,- Slá-om nidurdeildar batik Nyggjar buksir 299,- 399,- 399,- 188,- kjólar jakkar toppar á 5 Mánad.-hósd. kl. 9-18 í Tréndargøtu Tlf. 318200