fríggjadagur 26. juni 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OSTANUKIR
Nr. 118 — 26. JUNI 1998
GEM-verkætlanin
Jan MULLER
Nú um dagarnar varð fund-
ur í GEM, sum stendur fyri
„Geotechinal - Environ-
mental og Metocean“. Um-
boð fyri tey nærum 25
oljufeløgini, sum hava å-
huga fyri at vera við í eini
komandi oljuleiting við Fer-
oyar, vóru komin ul Havnar
at halda fund. Tað eru tvey
ár síðani, at samrødur mill-
um føroysku oljufyri-
sitingina og oljufeløgini -
eftir ynski frá føroyskari
síðu, førdu til, at stovnaður
varð ein felagsskapur ella
arbeiðsbólkur, sum skuldi
hava til endamál at sam-
skipa og gera kanningar av
umhvørvinum við Føroyar,
nú áðrenn byrjað verður at
borað.
Talan er eina rættiliga
einastandandi verkætlan, ta
einastu av sínum slag í heila
tikið, sum verður framd,
áðrenn gki eru boðin út til
leiting. Tað hevur so verið
mett rætt og rímuligt, ikki
minst ti, at umhvørvid við
Føroyar eru so serstakt og
vidkvæmt, at gera ymsar
kanningar av bædi um-
hvørvinum sum so, streymi,
aldu og vidurskiftum å
ongur sum ætlað
sjónum annars og síðani av
viðurskiftunum á havbotn-
inum eisini.
Arbeitt verður í trimum
bólkum, sum eisini er greitt
frá í tilfarinum á síðu 7, ið
. Atlanticon hevur gjørt. Á
tíðindafundi í farnu viku
greiddu formenninir fyri
teir tríggjar bólkarnar frá
arbeiðinum higartil.
Alex Buvik, sum er settur
av Oljufyrisitingini at ar-
beiða við umhvørvismålum
sigur seg vera sera væl
nøgdan við arbeiðið hjá
GEM higartil og hevur hann
góðar vónir um, at nakað
skilagott fer at spurjast burt-
ur úr.
Tilfarið er sera týdning-
armikið fyri Føroyar. Bæði
Nøkur av umboðunum fyri
oljufeløgini og føroyskar
myndugleikar og feløg,
sum arbeiða við GEM-
verkætlanini. Aftast til
vinstru Halvor Snarvold,
sum er valdur sum
stýrisformaður i enn eitt
år. Uttast til høgru Dåvid
R. Hansen, samskipari av
GEM -tiltakinum og Louisa
Fjallsbak, skrivari. Tey
starvast hjå Atlanticon.
fyri at vera uppå forkant vid
sjålvan leitingina men eisini
um als einki verður funnið.
Tí tilfarið, sum verður savn
að inn og kannað, vil geva
føroyingum eina unika
stóðu í mun til so mong
onnur lond, hvat kunnleika
um eins egna umhvørvi
vidvikur. Her er so sum
talan um eitt framhald og
víðkan av tí stóra arbeið-
inum, sum gjørt hevur verið
hjá Biofar.
-Tað er greitt, at vit eru
fegnir um, at Føroyar sum
fyrsta land nakrantíð hevur
kunna fingið eitt slíkt sam-
starv og kanningararbeiði
upp at standa, langt áðrenn
ein útbjóðing fer fram.
Talan er at gera kanningar
fram til 1. oljuboringina og
síðani at halda fram við
hesum kanningunum eftir,
at byrjað er at bora.
Tað er eisini vert at hava
í huganum tær kanningar,
sum eru gjørdar og fram-
vegis verða gjørdar vestan
fyri Hetland. Har hava
oljufeløgini eisini tikið seg
saman í ein felagsskap, sum
arbeiðir við umhvørvinum.
Tað nógva tilfarið frá hesum
økinum, sum jú liggur so
tætt upp at tí føroyska øki-
num, er ómetaliga hent sum
sammetingargrundarlag fyri
føroyska umráðið.
Føroyar og olju-
feløg tydandi
samstarv i GEM
ra sær eina mynd av
hesum økinum vidvikjandi
umhvørvisspurninginum
Verkætlanin, sum er nevnd
GEM, hevur til endamáls at
gera tað møguligt fyri ein-
støku operatørarnar at gera
eina nágreiniliga metan um
møgulig vandamál, áðrenn
royndarboringar byrja. Við
at skipa umhvervisleiðsluna
fyri allar Føroyar sum eitt
øki, ber til at brúka eina
mannagongd, sum er meira
umfatandi og gevur betri
møguleikar fyri at arbeiða
saman, eins og samstarvast
kann um tilfeingið og bestu
arbeiðsháttir Henda
mannagongd gerst alt meira
vanlig á nýggjum oljuleit-
ingarleiðum. Tó er ein um-
hvørvisverkætlan sum
hendan ongantíð fyrr gjørd,
áðrenn royndarboringar eru
bjóðaðar út
Tiltakið í Føroyum fevnir
um trý sjålvstødug evni sum
å enskum måli ganga aftur
f navninum GEM (Geo-
technical, Environmental,
Metocean). Hesi evni eru:
jardtøkni, umhvørvi og
vedur og havfrødi.
Jartøkniliga ætlanin, ið
skal viðgera jardfrødilig,
jardalisfrødilig og seismisk
data tikin år havbotninum
og i jardlagnum beint undir
havbotninum.
Kanningar skulu gerast
og data vidgerast fyri at
stadfesta møguligar vandar,
ið kunnu stinga seg upp
undir boringararbeiðinum.
Vandar fevna um gki, har
havbotnurin er 6stødugur,
ella har lunnar vid upp-
loystum ella trystum gassi
liggja tætt undir havbotnin-
um, sum kunnu seta heilsu
og trygd hjá arbeiðsfólki
ella umhvørvi har í vanda
undir boringararbeiði.
Umhvervisætlanin skal
savna saman verandi data
og gera nýggjar kanningar
fyri at skapa eina fatan av
lívlendum, plantu- og djóra-
lívi í føroyskum sjógvi, sum
kunnu ávirkast av eini olju-
vinnu. Ætlanir, sum hóska
til føroyska umhvørvid,
skulu gerast, og samskifti
verður við føroyskar mynd-
ugleikar, áhugabólkar innan
fiskivinnuna og almenning-
in.
Veður- og havfrødiligu
kanningarnar fevna um inn-
savnan, skapan og sam-
runan av veður- og hav-
frødiligum data. Hetta verð-
ur grundarlag í modellum
fyri økid viðvíkjandi vindi,
aldum og streymviðurskift-
um, sum kunnu væntast á
sjónum kring Føroyar.
Frá tíðindafundinum, sum
GEM og Atlanticon
skipaðu fyri á Hotel
Hafnia herfyri. Mynd jan
Kelda: Atlanticon
Framhald á síðu 7
ir Ar