fríggjadagur 26. juni 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—————e ia
Nr. 118 — 26. JUNI 1998
Geotechnical
Envirnonmental
Metocean
Jardtøkniligu vidurskiftini (stadfrødi á hav-
botninum og jarðfróði fyri ovastu jardløgini)
vid Føroyar mugu vera væl kannad og tikin
til eftirtektar i ætlanunum, áðrenn ein trygg
og munagóð kanningarboring eftir kolvetni
kann byrja. Jardtøkniligi arbeiðsbólkurin
miðar ímóti at fylla út glopp í vitanini um
jardtøkniligu viðurskiftini sum ein hjálp at
verja heilsu og trygd hjá arbeiðsbólkinum
á boripallum i føroyskum sjógvi
Jardfrødilig viðurskifti, ið kunnu gerast ein vandi,
og tí mugu staðfestast tíðliga, eru: óstóðugur hav-
botnur, fjaldar forðingar so sum klettar og skipsvrak,
frítt, upployst ella fryst gass; fjaldar rennur av bleyt-
um tilfari, grunnir sandlummar og móra.
Umstødur
H6ast någreinilig kortlegging av ymisku botnsløg-
unum enn er eftir at gera, er greitt, at inn ímóti landi
og á Føroya Banka í høvudsheitum er mest av skelja-
kendum sandi. Aðrastaðni á føroyska landgrunninum
finst fyri tað mesta ein blandingur av sandi og eyri
og nakað av klettum og berari hellu. Á djúpum vatni
er fyri tað mesta fín-kornað runukent tilfar á botnin-
um, meðan størsti parturin av løgunum har undir er
tjúkt basalt frá gosvirksemi í landnyrðings Atlants-
havi í gamlari tíð.
Endamál
Endamál hjá jardtøkniliga arbeiðsbólkinum eru:
* at finna jardfrødiligar og jardtøkniligar vandar
* At koma fram til eitt jardtøkniligt modell fyri før-
oysku økini, ið verða játtað til brúk hjá einstøku
operatørunum, tå ið einstøku blokkarnir skulu
kannast.
Framferð
Arbeiðsætlanin verður framd í trimum stigum:
* Innleidandi karmarnir um jardfrødi fyri grunnu
jardløgini, sum eru galdandi fyri gkini, sum vænt-
andi verða boðin út. Hesar vóru lidnar í 1997.
Gerð av einum jardtøkniligum modelli fyri økid
sum heild og kanning av jardtøkniligum vandum í
økjunum, sum verða boðin út. Ætlanin er, at hetta
arbeiðið skal verða gjørt áðrenn fyrstu loyvini verða
givin.
Fremjing av nýggjum jardalisfrødiligum kanning-
um og kjarnuboringum. Væntandi fer hetta arbeiðið
ikki í gongd fyrr enn fyrstu loyvini eru givin.
Virksemi
Fyri at leita eftir jardfrødisvandum vóru í 1997
kanningar gjørdar av jarðfréðiligum og jardtøkni-
frødiligum slagi fyri arbeiðsbólkinum. Kanningarnar
gjørdu jard-tøkniligu ráðgevararnar Fugro Ltd. Jarð-
tøkniligi stovnurin fyri Danmark og Grønland
(GEUS) og Jardfrødissavnid. Hesi arbeiðið fevndu
eisini um eina frágreiðing burtur úr framman undan
kendum upplýsingum, neyvum 2-D seismisk data,
og eftirkanning av grunnum borukjarnum, funnin
undir jardevnafrødiligum kanningum av havbotnin-
um, 10 fyrr eru gjørdar.
Arbeiðsbólkurin fer í 1998 at leggja dent á at menna
modellið fyri økid og at kanna jardtøkniligar vandar
við at granska gjørdar seismiskar kanningar
Framhald av síðu 6
tíðindablaðið SOSTaln
Geotechnical
Envirnonmental
Metocean
Nú farið verður í holt við leitingarvirksemi
undir Fóroyum, hevur oljuvinnan gjørt sær
greitt, at føroyski búskapurin er uppihildin
av fiskiskapi og at fiskivinnan, alivinnan og
tilhoyrandi framleiðslu vinnur standa fyri
uml. 95% av útflutninginum. Havið kring
Føroyar er kent fyri reinleika og at tað er
týdningarmikið fyri hval og sjófugl. Tí er
tað av størsta týdningi at gera umhvørvis-
stóðuna í fóroyskum sjógvi upp nú, so møgu-
leiki verður at gera álítandi metingar um
umhvørvisårinini áðrenn nøkur leitan og
framleiðsla av olju ella gass fer í gongd
Endamál
Arbeiðsbólkurin fyri umhvørvi hevur til endamáls:
* at útfylla glop í verandi vitan um lívlendi og djóra-
sløg sum møguliga kunnu ávirkast av kanningar-
og framleiðsluvirkseminum.
at menna ætlanir fyri umhvørvisleidslu, ið hóska
til Føroyar
at skapa eitt felags forståilsi saman vid Oljufyrisit-
ingini, stovnum, fiskivinnuni og almenninginum
Felags nýtsla og samstarv um innsavnan av upplýs-
ingum er ein fyritreyt fyri at alt skal eydnast. Før-
oyskir stovnar hava verið við til allar umhvørvis-
kanningarnar.
Virksemi
Farið varð undir arbeiðsætlanina í 1997 við eini kann-
ing av sjófugli og hvali í samstarv við Fiskirann-
sóknarstovuna, bretsku náttúruna varðveitingar-
nevndini og danska ráðgevaranum Ornis.
Fólk hjá Fiskirannsóknarstovuni hava talt slag og
tal av fugli ymsar tíðir av árinum. Allar innsavnaðar
upplýsingar verða skrásettar í europeiska sjófugla-
datasavninum. Tá ngktandi teljingar eru tøkar, verða
kort gjørd, ið sýna hvar sjófuglur er hvgnn mánaða í
árinum, og hvussu viðkvæmur hann er fyri oljudálk-
ing.
Ein kanning, sum skal gerast er merkingin av fugli
á oyggjunum. Henda kanning skal staðfesta, hvussu
fuglur ferðast og hvussu viðkvæmur fuglur er, tá ið
hann verður órógvaður.
Ein kanning av fiskiskapi við Føroyar skal vísa á,
nær fiskað verður í teimum einstøku økjunum og
somuleiðis hvør útgerð verður nýtt. Hetta verður gjørt
fyri at oljuvinna minst møguligt skal órógva fiski-
menn og útgerð teirra.
Gransking skal gerast innan hesi øki:
Møguleika fyri at burturbeining av oljuleitingar-
og framleiðsluútgerð kann fara rætt fram í Føroyum
Måting av kolvetni, sum er tilstaðar í umhvørvin-
um, við at taka royndir av ymisku fiskasløgunum
Ahaldandi viðgerð av kanningum gjørdar av
BIOFAR
Ein granskan av bókmentum um frálanda evnafrødi
Tvær vanlukkuroyndir skulu gerast fyri tvey økir.
Onnur á grunnum vatni og hin á djúpum vatni
Væntað 2D modell data fyri leiðirnar sum streymur
førir olju sum er líkin út á sjógv.
Eitt væleydnað skeið varð hildið í Havn, har enda-
málið var at kunna føroyskar myndugleikar og
føroyskar stovnar um olju og gass vinnuna. Fram-
yvir skal upplýsast um arbeiðið hjá arbeiðsbólkun-
um og samstarvið um vitan við føroyskar stovnar
skal verða hesum sambandi at gagni.
Umframt hetta verða onn-
ur evni vidgjørd, sum kunnu
verða til nyttu bæði vinnuna
og fyri Føroyar.
Ein stýrisbólkur er settur
at leiða arbeiðið, sum GEM
verkætlanin krevur. Limir-
nir eru umboð fyri luttak-
andi fyritøkurnar, Oljufyri-
sitingina, føroyskar stovnar
og formenninar f arbeids-
bélkunum, sum fevna um
jardtøkniligar, umhvørvis
og vedur- og havfrødiligar
kanningarætlanir.
Uppgåvur hjå styrisb6lk-
inum eru at styra fyritaks-
seminum, góðtaka kanning-
arætlanir hjá arbeiðsbólk-
unum og umboða teir, sum
fíggja. bólkurin hevur eisini
verið við at skapa samskifti
og hevur gjørt avtalur, sum
eru neyðugar fyri, at arbeið-
ið kann gerast. Imillum
hetta var setanin av felag-
num Atlanticon, sum skal
standa fyri umsiting og skal
samskipa tænastur úr Tórs-
havn.
Oljufeløgini, sum luttaka
í GEM verkætlanijni eru:
Agip, Amerada Hess,
Amoco, Arco, BP, Conoco,
Deminex, Dopas, Elf, Ent-
erprise, Esso, Fina, Lasmo,
Mærsk, Marathon, Mobil,
Murphy, Norsk Hydro,
Phillips Petroleum, Saga,
Shell, Statoil og Texaco.
Geotechnical
Envirnonmental
Metocean
Sjøøkid kring Føroyar er eitt fjøltåttad og
avbjóðandi umhvørvi. Har streymur, aldur
og veður ræður er neyðugt vid gjølligum
kanningum og at fremja serstøk teknisk og
operationel tiltøk, so virksemid hjå olju-
vinnuni kann fara fram trygt og munagott.
Fyri at náa hetta málið miðar arbeiðsbólk-
urin fyri vedurfrødi- og havvísindi ímóti at
útvega data og greiningar av økinum sum
heild
Umstødur
Streymviðurskiftini kring Føroyar eru sera fjøltåttad.
f økinum, sum hevur størstan åhuga, sunnan fyri og
eystan fyri oyggjarnar og inn yvir Føroyar-Hetland
rennuna, møtast tveir høvudsstreymar. Tann heiti
Atlants-golfstreymurin rekur í ovastu løgunum í
landnyrðing, meðan Arktiski streymurin rekur í neðra
og serliga gjøgnum rennuna. Sterkur sjóvarfalls-
streymur er kring oyggjarnar. Hóast illveður ikki er
verri enn í Norðsjónum ella í norskum sjógvi, so eru
vána líkindi alt meira vanlig.
Endamál
Endamálini hjá veður- og havfrødiliga arbeiðsbólk-
inum eru:
* at samla, skapa og assimilera veður- og havfrødilig
data fyri at vera før fyri at gera eina álítandi meting
av møguligum vandum, áðrenn boriarbeiði byrjar.
* at fremja hetta grundað á:
* at arbeitt verður við økinum sum heild heldur
enn við einstøkum støðum
datamodellir heldur enn frágreiðingar um einstøk
stød.
at neyduga arbeidid verdur gjørt i stigum.
at sum mest skal fåast burturúr
* data sum eru til, kanningum og felags vinnu-
verkætlanir.
* servitan og royndum hjá viðkomandi úr vinn-
uni og úr Føroyum.
at gera eitt forum fyri ordaskifti um evni innan
vedur- og havfrødi av åhuga fyri Føroyar.
Stigvis framferd
Fyri at fåa sum mest burtur år kanningarætlanunum
fer arbeiðsbólkurin undir arbeiði í hesum stigum:
* finna verandi datakeldur og kanna nøgd og góðsku
av hesum data.
gera ein datalista.
finna glopp í verandi data og tilráða framtíðar
datainnsavnan.
eftirmeta hvussu nýtilig verandi data moell eru og
meta um tørvin á modellum ramyvir.
gera ein samandrátt yvir data fyri økid sum heild.
Virksemi
Kannað er hvgrjar datakeldur við upplýsing um vind,
aldur og streymvidurskifti eru, og datalistin er í gerð.
Stór nøgd av data, sum Fiskirannsóknarstovan hevur
savnað saman verður kannað. Verandi data verða at-
komilig í datasavni og í grafiskum líki.
Tá hetta fyrsta stigið er liðugt, verður greitt í hvønn
mun tørvur er á at savna meira data, umframt hvat
modellarbeiði verður neyðugt fyri at kunna gera yvirlit
yvir data fyri økid sum heild. Streym- og aldumåtarar
verða keyptir og lagdir út í samstarvi vid føroyskar
stovnar.
Eitt umfatandi datasavn við heitinum NESS við vind-
og aldudata fyri landnyrðingspartin av Atlantshavinum
er longu til. NESS data fyri føroyska sjógkið verður
kannað og skal sammetast við føroyskar aldumátingar.
Avirkanin á frálandavirksemið, av fjøltåttada og
harða rákinum í føroyskum sjógvi krevur, at sjóvar-
fallsmodell verða gjørd, sum lýsa vidurskfitini bæði
við atliti til stað og dýpi. Sum eitt stig á leiðini verður
kannað í hvønn mun verandi modell kunnu nýtast.
Eitt sjålvstødugt modell fyri flóð og føjru verður
eisini gjørt. Burtur úr hesum fåast neyvar og någrein-
ligar upplýsingar um flóð og fjøru og streym á føroyska
landgrunninum.
Upplýsingar um arbieðið hjá arbeiðsbólkinum verða
almennar samstundis sum innsavnad data verða felags
við føroyskar stovnar, hetta fyri at skapa eina felags
vitan um havið kring Føroyar.