fríggjadagur 26. juni 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
Jónleif Johannesen úr Dali helt pisurøduna fyri studentarnar i Hoydølum i ár Mynd: Jens Kristian Vang
Nú verða steinar til skerð,
fossar til brimbrot...<
Segði Jónleif Johannesen m. a. í pisuróðuni
Vælkomin, - Pisur, foreldur,
áhoyrarar
Her standa vit so aftur.
Nøkur okkara hava kanska
ikki verið á einum slíkum
fundi fyrr, men eg tvist ikki
, at nøkur av foreldrunum,
sum standa her idag, munnu
vita hvat hetta snyr seg um
Tad er kanska ikki tann
fyrsti studenturin ella pisan,
sum er floygd í húskinum
Onnur eru møguliga her í
dag, sum fyri fyrstu ferð
hava ein av sínum egnu í
millum pisurnar. Í øllum
førum er hetta fyrstu ferð
Beinta Gásadal úr Havn
eg eri her sum pisa og fleiri
við mær. Vit eru uml. 100
ungfólk, sum við degnum í
dag skifta heiti, og til alla
lukku loyvir skúlaverkið
okkum ikki at stríðast fyri
húgvuni meira enn hesa
einu ferð. Vit eru nú ikki
longur hin skúlatroytti
næmingurin, men hin ný-
klakta pisan. Okkara tíð
sum næmingar í Hoydølum
er við degnum ídag eitt farið
skeið í lívi okkara
Allastaðni, har stórar áir
hava runnið, hava gróðrar-
líkindini = hjá ymiskum
ein fegin studentur
mentanum verið góð. Eins
og Eufrat og Tigris runnu
fram við Bábylon á sinni,
rennur Hoydalsá fram við
studentaskúlanum, har vit í
trý ár hava ment okkum
bæði bókliga og sálarliga.
Tað, at Hoydalsá nú er olju-
dálkað, gevur okkum
kanska góðar fortreytir í
møguligari oljuvinnu, ella
er hetta ein åvaring um keð-
iligar avleidingar av hesi
kanska lovandi framtidar-
vinnu
Um ein letur hugflogi
sveima um ánna, er vert at
stegga á við regndroparnar.
Teir eru ikki heilt ólíkir
okkum, ið standa her við
0000 SO
Meðan foreldur lýddu á mergjaðu rødunar
húgvunum í dag.
Regndropar eru ymiskir í
skapi og vavi, júst sum vit
vóru, tá ið vit hittust á sumri
1995 við blandaðum kensl-
um av vón, ótta og spenn-
ingi. Regndroparnir koma
úr ymsum ættum og savnast
í ánni, áðrenn leið teirra
gongur oman móti havi-
num.
Ferð okkara eftir ánni var
ikki uttan trupulleikar; onk-
ustaðni var áin so mikið
djúp, at ein ikki grynti, og
aðrastaðni var ilt at koma
úr stað. Forðingar og meld-
urstreymar hava verið av
ymsum slag, ið av og á hava
tikið dirvið og áræðið frá
Á sem
Nr. 118 — 26. JUNI 1998
okkum. Serliga var tad ein
fording, ið setti dám á skúl-
aárið, ið farið er. Hetta var,
tá samfelagið í ein heilan
mánað læt okkum sita við
svongum sinni og jótra
gamlan lærdóm og hvørki
sýnti okkum vón ella lón.
Tíðarskeiðið var tungt hjá
okkum, og kendist tað, sum
vóru vit endað í einum mór-
ulendi, men tíbetur varð
grivið frá, og vit kundu
halda áfram oman ímóti
sjónum.
Rættiligt åarføri hevur
eisini verið, og tá hevur
gingið leikandi lætt oman-
eftir. Her standa vit so í 6-
sanum, og áin verður ikki
longur karmur um lív okk-
ara; nú er tað stóra havið,
ið dregur, og har skulu vit
stødast eftir besta førimuni.
Nú verða steinar til skerð,
fossar til brimbrot, síl til
hvalir og áartutl til dun.
Uppgávur okkara gerast
stórri, og koma tær at fevna
um meiri umfatandi og álv-
arsom mál; vit skulu taka
ábyrgd - sum nyklaktar pis-
ur skulu vit, hver í sínum
lagi, skjótt royna veingirnar
og flogið. Einki er vist, nú
vit stoyta okkum útav, niður
ímóti sjónum, og her koma
vit dalandi.
Summi hava sjálvandi betri
flog enn onnur, hava breiðar
veingir, men hetta nýtist
ikki at verða ein fyritreyt
fyri at einum skal gangast
væl. Millum annað kunnu
vit nevna svaluna, sum við
sínum stuttu veingjum er
tiltikin fyri sítt neyva og
smidliga flog.
Úr ósanum standa vit og
líta yvir eitt uppøst hav og
eitt óstøðugt samfelag. Rák-
ið er vent og kósin broytt.
Land okkara stevnir í hes-
um døgum ímóti sjálvræði
og kanska eisini loysing.
Nú fer ábyrgdin eisini at
hvíla á herðum okkara, og
óvist er, hvussu leikur ferst.
Framtíðin er óviss, og hevur
hon altíð verið tað. Møgu-
liga fáa vit eitt bakkast og
liggja í mølini eftir fyrstu
ódnarflóð - ella megna vit
tað. Umráðandi er hóast alt
ikki at fella í fátt men at
so hugnaðu børnini sær í okkara Eufrat - Havnará...
- m. á. um áirnar Eufrat og Tigris sum runnu fram við Bábýlon ja,
Mynd: Jens Kristian Vang
herja å aldubrotini.
Saman vid landi okkara
skulu vit pisur eisini gerast
sjålvstødugar; okkara loys-
ing er harafturímóti vid deg-
num i dag vorðin veruleiki.
Nú kunnu vit pisur stoyta
okkum út av rókini niður í
tað óvissa havi. So er bert
at vóna, at vit ikki verða
oljudálkaðar á ferð okkara.
Í góðveðrinum henda minn-
ingaríka dag standa vit ógv-
uliga errin við okkara lit-
føgu húgvu á høvdinum.
Hesum frámerki, ið borgar
fyri dygd, áliti, samanhaldi
og áræði. Hesin feril av
stoltleika fer nú at fylgja
okkum framyvir. Á stevnu-
num, á veistlunum og eisini
í gerandis degnum, tá heilsa
verður uppá vinir og kenn-
ingar, ið gleðiliga ynskja
tær tillukku. Henda gleðin
er serlig, og tó er tað við
einum veti av sorgblidni, vit
fara undir næsta stig å livs-
leið okkara. Hvat stig taka
vit so eftir hendan dagin í
dag?
Summi fara uttan iva at
vinna sær pening, so at tey
kunnu metta tann útlongsil,
sum býr í barmi teirra, með-
an onnur kanska fara bein-
leiðis undir víðari lesnað
eftir summarfrítíðina. Ilt er
at ímynda sær, at tey, ið
hava myndað gerandisdag
okkara í trý ár, fara hvør sín
veg. Henda tíðin hevur ver-
ið ógloymandi, og hevur
hon rótfest seg í minni okk-
ara.
Við hesum orðum vil eg
ynskja øllum, pisum og á-
hoyrarum góðan byrð fram-
yvir.
Takk fyri
Annika Joensen,
Ragnheiður Bogadóttur,
Jóannes Østerø &
Jónleif Johannesen