Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 118 — 26. JUNI 1998 tíðindablaðið S0Ss2/un Andrea Michelsen úr Havn helt pisurøduna fyri studentarnar Mynd: Jens Kristian Vang = Nú snýr tað seg um at hava vitan Okkara tíð verður rópt informatiónssamfelagið. Ídnaðartíðin er farin, og nú snýr tað seg um at hava vitan. Tey stórstu framstigini eru eisini júst innan tóknifróðina, segði Andrea Michelsen úr Havn m. a. í róðu síni Fyri HF-ararnar er eitt tvey ára skeið nú komið at enda. Fleri fara nú at sýkja sær arbeiði og onur fara undir víðari lesna. Hetta hevur verið ein strævin, men góð tíð. Vinnulívið krevur nógv av fólki, so at skilja, at hevur ein ikki útbúgving, fær ein einki arbeiði. Vitanin ein fær um bæði líkt og ólíkt á eini miðnáms- útbúgving er av stórum týdningi, bæði fyri einstakl- ingin og samfelagið yvir- hevur. At læra um onnur følkasløg, aðrar trúarbólkar, munin á samfelagsviður- skiftum landanna millum o.m.a. fær ein at hugsa um hvussu ójavnt er býtt, og hinvegin, hvussu priviliger- aði vit eru í vesturheimin- um. Okkara tíð verður rópt in- formatiónssamfelagið. Idn- aðartíðin er farin, og nú snýr tað seg um at hava vitan. Tey størstu framstigini eru eisini júst innan tøknifrød- ina, sum soleiðis hevur gjørt tað áhugavert og møguligt at leita eftir olju á djypri og djypri høvum. Og her koma Føroyar inn í myndina. Mett verður, út frá teimum stóru oljukeldunum hetlandsmeg- in rennuna, sum er fiski- markið, at stórt oljuríkidómi er í tí føroysku undirgrund- ini. Og so fáa øll dollarar í eyguni. Einki er at ivast í, tað er júst dreymurin um oljuna, sum hevur fingið føroyingar at hugsa meira positivt um framíðina: fleiri arbeiðspláss, øktur aktivit- etur, og so eru hjólini aftur farin at mala. Vit høvdu, nú aftaná nøkur døpur ár, við minkandi fiskastovnum, sum er okkara álit og dagl- iga breyð, vaksandi arbeiðs- loysi, og stórari fólkaflyting úr Føroyum, brúk fyri onkr- um, fyri aftur at síggja eitt ljós fyri framman. Og so er bert at vóna at tey, sum um- sita oljumál, fara at hugsa nøkur ella fleiri ættarlið fram í tíðina. Nú tá ið HM í fótbólti er í hæddini, verður nógv tos- að um fótbólt og verður minnið hjá nógvum føroy- ingum leitt aftur á tað ferð- ina, Føroyar vunnu á Eyst- urríki. Eftir hendan sigur komu ikki fleiri í longri tíð, men var tå sagt at årslitini tó vóru heidurlig og ikki minst var havt å manna- munni at vit vóru við fyri at læra. Hetta hugtakið, at vit eru við fyri at læra, er ikki at hoyra longur, tí nú hava vit lært og spæla við eftir førimuni. Vit eru fá men kná, sigur tað gamla orða- takið, og satt er tað. Vit hava megna at givið fótbóltslið- um úr stórum tjóðum góða mótstóðu á útivelli so væl sum á heimavølli við at trúgva uppá liðið hjá okk- um, stuðla tí bæði fíggjar- liga og sálarliga. Hetta skuldi ikki gerast ein røda um fótbólt ella annan ítrótt, ætlanin er bert at vísa á hvat kann spyrjast burturúr tá ið fólk trýr uppá tað tey gera og eru í felag um tað ið ger- ast skal. Føroyingar hava verið við í altjóða fiskivinnu í langa tíð nú og hava víst seg at verða kappingarførir, hvat í fiskiskapi viðvíkur. Á hes- um sinni skal ikki verða trivið í aftur tosið um yvir- fígging av trolarum, ov stór- um fiskiflota o.s.fr., men um fórleikan hjá føroyingum Ein stórur feilur varð gjørd- ur í 80-unum við ov stórum lánum og fíggingum, men vit hava lært av hesum feil- um. Ikki skal nakar lurta eftir teimum, sum siga, at vit eru so býtt og at vit iki duga ella kunnu stýra ella ráða í okkara egna landi. Hevdi nakar ognarleysur síðst í 1700-talinum trú at einans 200 ár eftir teirra tíð skuldi eitt ríkt og stolt fólk við gllum okkara hentleik- um og avrikum búgva á hes- um oyggjum? neyvan. Men tað gera vit jú. Og tað er fyrst og fremst okkum sjálv- um at takka at vit eru komin so langt. Okkara arbeiðs- semi og hegni. Men arb- eiðssemi og trúgv á okkara fórleika er minkað nakað hesi síðstu árini vegna vant- andi ábyrgd, ið er komin av blokkstuðlinum, sum hevur sáað letið og líkasælu í før- oyingar, men eftir løgtings- valið í vár, tá ið føroyingar valdu tey bestu sínámillum inn á ting og í landsstýrið, var fingin ein góð avtala við danir um endurgjald fyri bankamál og afturgjalds- treytir fyri skuldina so nú tykjast útlitini fyri at byggja land við nýggjum vinnu- vegum munandi betur, til dømis kunnu vit hugsa um at útflyta lidnar fiskavørur ístaðin fyri bert at útflyta råvørlu. Tá ið eisini hugsað verður um eina møguliga oljuvinnu og menningar á ðrum økjum skulu vit kanska hugsa um at vit hava 9 verið við nóg leingi fyri at læra, nú er tíðin komin til at luttaka á jøvnum føti við onnur lond Sum áður nevnt eru við- urskiftini millum Føroyar og Danmark komin til eitt vegamót. Vónandi fara broytingarnar í framtíðini ikki at skaða møguleikarnir hjá teimum lesandi viðvíkj andi val av lestrargrein og lestrarstuðli. Vónandi fara politikkarnir at hava hetta í huga tá ið nýtt land skal byggjast Hugsa vit meira lokalt viðvíkjandi viðurskiftunum í Hoydølum, so er uppá tal at nýggjur skúli skal byggj ast. Hetta er gott og vónandi kemur hetta at betra um møguleikarnir hjá teimum lesandi, men hetta er ikki nóg mikið. Ynskiligt heyði verið at tá ið trupulleikarnir stungu seg upp millum landsstýrið og lærararnar at hetta ikki skuldi kunna ávirka næmingarnar. Her verður sjálvandi hugsa un streykuna sum var í januar mánað. Tað er eyðsæð at hetta hevur havt stóra ávirk- an á royndarúrslitini hjá okkum. Tað at næmingarnir kunnu brúkast sum kasti- bløkur fær ein eisini at seta spurnartekin við trúvirðið á meiningina við skúlaskip- anini. Hetta er ein áheitan til lærararnar og myndug- leikarnar um at leggja meira orku í at hjálpa næmingun- um framá. Tit mugu eisini hugsa um at vit fara ikki í skúla fyri at spilla tíðina burtur Tó skulu lærararnir ikki bert fáa kritik, teir hava eis- ini givið okkum góða und- irvísing, tá ið teir vóru har, og tað hava teir eina tøkk uppborna fyri. Við hesum fari eg at enda og skal eg vegna næmingarnar í 2. HF takka fyri tíðina uppi í Hoy- dølum. | Gestargðari á pisu- | fundinum í Havn hes- | aferð var Hanus Andre- assen, rithøvundur. Vit | | prenta réðu hansara í | blaðnum í morgin.