mikudagur 19. januar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 12 - 19. januar 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 12 - 19. januar 2000
JÁKUP MØRK
Skeiðið, sum er ætlað ver-
andi venjarum, verður
hildið í hølunum hjá
Tryggingarsambandinum
inni í Runavíkini.
Skeiðleiðari
verður
norðmaðurin, Bjørn Han-
sen, sum dagliga er talent-
venjari hjá norska stórfe-
lagnum, Rosenborg, um-
framt at hann er venjari
hjá norska U-21 lands-
liðnum.
Júst Rosenborg er eitt
felag, sum hevur tikið seg
fram í stórum seinastu ár-
ini, og í løtuni royna teir
seg í Champions-League,
har tað er eydnast teimum
at koma víðari frá fyrra
bólkaspælinum.
Stór framgongd
Lagt verður til brots
fríggjakvøldið, og leyg-
ardagurin verðru so allur
avsettur til skeið, fyri-
lestrar og venjingar.
Seinastu árini hevur
nógv verið tosað og gitt
um, hvør atvoldin til
framgongdina og styrkina
hjá Rosenborg hevur ver-
ið. Fyrr vóru tað serliga
Brøndby og IFK Gøte-
borg, sum umboðaðu
Norðanlondini í altjóða
høpi, men seinastu árini
er Rosnborg farið langt
fram við teimum báðum.
Líkt er tí til, at bæði
venjarar og ítróttarleið-
arar í Føroyum kunnu
læra nógv av arbeiðs-
háttinum hjá Rosenborg,
og tí hevur fótbóltssam-
bandið gjørt av, at bæði
venjarnar og umboð fyri
feløgini kunnu vera við á
Læra frá
norðmonnum
28. og 29. januar skipar Fótbólts-
sambandi fyri venjaraskeiði, sum
er ætlað føroysku venjarunum,
sum partvíst eisini er ætlað leið-
arunum í ymsu feløgunum
skeiðnum.
Tann parturin, sum við-
víkur umboðunum hjá fe-
lagnum er ein fundur um
»Rosenborgs Filosofi«,
sum verður fríggjakvøld-
ið kl. 20.00, meðan skeið-
ið fyri venjarar fevnir um
bæði fríggja- og leygar-
dagin.
Harumframt
fevnir
skeiðið eisini um ven-
jingarhættirnar hjá norska
stórfelagnum, og fevir
hesin partur um bæði á-
støðiliga og praktiska
undirvísing.
Sum nevnt, so er Bjørn
Hansen eisini venjari hjá
norska U21 landsliðnum,
og sigur hetta ikki so lítið
um tær dygdir, sum
venjarin hevur.
Tað er jú ikki bert Ros-
enborg, sum hevur havt
stóra framgongd seinastu
árini. Norskur landsliðs-
fótbóltur hevur eisini tik-
ið seg nógv fram, og hó-
ast Drillo (Egil Olsen)
hevur fingið stóran part
av heiðrinum fyri hetta,
so hevur hann sjálvsagt
ikki verið einsamallur um
arbeiðið.
Frægu úrslitini seinastu
tíðina eru eitt úrslit av
langsiktaðari og miðvís-
ari venjing, sum er løgd
til rættis fyri fleiri árum
síðani, so ivaleyst kunnu
føroysku
luttakararnir
læra eitt hvørt frá norska
starvsfelaga teirra, sum
síðani kann verða føroy-
skum fótbólti at frama.
Skeiðið er ókeypis, og
skal FSF hava boð um
luttøku í seinasta lagi hós-
dagin 20. januar.
JÁKUP MØRK
Seinastu tíðina hevur nógv
verið at hoyrt um føroying-
ar, sum hava gjørt vart við
seg uttanlanda, tá teir hava
staðið seg væl í onkrari í-
tróttargrein.
Ein, sum vit tó ikki hava
hoyrt so nógv um, er 15 ára
gamli gøtudrongurin, Kenn-
eth Danielsen, sum seinastu
árini hevur roynt seg sum
moto-cross koyrari í Dan-
mark.
Millum teir yngstu
At byrja við royndi hann
seg í sonevnda 80 flokk-
inum. 80 flokkurin merkir,
at súkklurnar, sum koyrt
verður á, hava ein motor,
sum er 80 rúmsentimetrar
ella ccm.
Eftir at hann hevði staðið
seg avbera væl í hesum
bólki, flutti hann seinast
vetur upp 125 flokkin, har
tað vanliga eru koyrarar,
sum hava staðið seg væl í
fleiri ár, sum fáa møgu-
leikan.
1999 var sostatt fyrsta ár-
ið, at Kenneth royndi seg í
hesum flokki, og ikki kann
sigast annað enn, at hann
hevur staðið seg sera væl.
Enn hevur hann ikki koyrt í
DM-kappingini, men hevur
hann ístaðin roynt seg á Sæ-
landi, har hann gjørdist nr.
12 av 42 koyrarum.
Til samanberingar kann
nevnast, at vinnarin í hesum
bólki hevur koyrt moto-
cross í 5 ár, og har umframt
skal sigast, at Kenneth er
milllum yngstu luttakarin í
bólkinum.
Hetta hava danir eisini
lagt til merkis, og fyri góða
avrik sítt, fekk hann tískil
ídnaðarprógv frá felagi sín-
um, Svebølle Moto-Cross
Club.
Nevnast kann eisini, at
við tað at Kenneth er nógv
yngri enn flestu av mót-
støðumonnunum, hevur eis-
ini verið neyðugt at broyta
eitt sindur upp á súkklu
hansara. Hesar eru vanligar
gjørdar soleiðis, at tær skulu
bera ein koyrara upp á uml.
70 kilo. Kenneth vigar tó
bert eini 50 kilo, og tí er
ymiskt á súkkluni broytt, so
hon riggar betri til lítla
kropp hansara.
Leggur nógv fyri
Frægu úrslitini hava eisini
gjørt sítt til, at Kenneth nú
ætlar at seta nógv fyri, og
verður tí lagt nógv meira
fyri nú, enn talan var um
seinasta ár.
Fyri stuttum hevur hann
verið í Belgia, har hann
saman við liðfeløgunum
hevur verið á venjingarlegu,
og harumframt er eisini bor-
ið soleiðis í bandi, at Kenn-
eth nú hevur egnan venjara.
Vanliga er tað annars so-
leiðis, at meginparturin av
venjingini gongur fyri seg
á tann hátt, at koyrararnir
so at siga læra seg sjálvan,
hóast teir sjálvsagt eisini fáa
góð ráð av ymsum slag. Nú
hevur Kenneth tó fingið
Seinastu tíðina hevur 15 ára Kenneth Danielsen úr Gøtu rættuliga gjørt vart
seg í Danmark, við tað at hann hóast sín rættuliga unga aldur, hevur koyrt
seg upp millum fremstu moto-cross koyrararnar á Sælandi
Evnaríkur unglingi
egnan venjara, og er ven-
jarin eingin annar enn Jesp-
er K. Jørgensen, sum í 1998
varð europameistari í 250
flokkinum.
Í 1999 fekk hann ikki vart
heitið, orsakað av skaða,
men einki er at ivast í, at
Kenneth við hesum hevur
fingið ein sera dugnaligan
lærumeistara, sum hevur
nógv at geva frá sær.
At ein somikið frægur
maður, hevur hug at fara
undir hetta, ber eisini boð
um, at tað búgva góð evni í
unga gøtumanninum.
Jesper fær tó ikki hugt
Kenneth hvønn dag, so í-
staðin verður venjingin
skipað á tann hátt, at teir
báðir eru saman einar 25
ferðir um árið, har tað so
verður vant út í eitt frá tíð-
liga á morgni.
Kostnaðarmikið
Sum vera man, so er talan
ikki um nakra bíliga ítrótt.
Sjálv súkklan og tann trygd-
arútgerð, sum annars verður
nýtt, kosta sjálvandi eina
rúgvu av peningi, men har-
umframt er eisini rættuliga
nógv av viðlíkahaldi.
Sum dømi kann nevnast,
at dekk mugu skiftast áð-
renn hvørja kapping, og
kosta hesi vanliga um 500
kr. Harumframt er eisini slit
á stoytdoyvarar og líknandi,
so alt í alt kann tað vera
rættuliga skjótt, at ein 1000
krónu seðil er nýttur.
Enn hevur tað so ikki
eydnast Kenneth at finna
nakrar stuðlar, men sjálvur
vónar hann, at hetta fer at
bera til, soleiðis at hann í
framtíðini kann gerast enn
betur í hesari ítrótt.
Tíðina hevur hann í
hvussu so er fyri sær, og við
røttu venjingarumstøðunum
kann hann ivaleyst koma
heilt langt, hesin ungi
gøtudrongurin.
Kenneth sæst her á súkkluni, sum hann seinasta árið hevur nýtt í kappingini um at gerast
besti koyrarin á Sælandi
Svimjararnir stóðu seg væl
Føroysku svimjigenturnar, sum í vikuskiftinum luttóku í fleirtjóða kapping í
Hálandi stóðu seg sera væl, og høvdu 4 heiðursmerki við sær á heimferðini
JÁKUP MØRK
Seinasta vikuskifti vóru
Ester Gaard Hansen og Hei-
di Andreasen í Hálandi, har
tær báðar luttóku í stóru
kappingini, Double Dutch
Open.
Við á ferðini var eisini
venjari teirra, fyrrverandi
gullfiskurin, Katrin Johan-
sen, sum í síni tíð førdi
mong heiðursmerki heim til
Føroya.
Góð úrslit
Fleiri enn 200 svimjarar úr
átta ymsum tjóðum luttóku
í kappingini, men hetta
merkti ikki, at uppgávan
gjørdist ov møtumikil hjá
føroysku svimjarunum.
Báðar luttóku tær í 6 ym-
sum kappingum hvør, og tá
avtornaði, høvdu tær báðar
staðið seg sera væl.
Ester Gaard Hansen vann
silvurmerki í 200 metra
blandaðari svimjing, og har-
umframt vann hon bronsu-
merki í bæði 400 metra frí-
og 100 metra bringusvim-
jing.
Heidi gjørdi eisini um seg
í kappingini, og megnaði
hon at vinna sær bronsu-
merki á teininum, 100 metra
ryggsvimjing.
Til Sydney
Kappingin í Hálandi var lið-
ur í fyrireikingunum til
Paraolympisku leikirnar,
sum verða hildnir í Sydney
í heyst.
Føroysku svimjigentur-
nar hava longu tryggjað sær
luttøku á leikunum, tí hig-
artil hava tær megnað at
svomið undir kravtíðunum
á fleiri av teimum teinum,
sum tá standa á skránni.
Miðvísa venjaraútbúgvingin í Noreg hevur stuðlað upp
undir góðu avrikini hjá landsliði teirra
Tilvildarlig mynd
jakup
JÁKUP MØRK
Seinastu tvey árini hevur
Regin Vágadal skipað fyri
Kappingini, Atlantic Giant,
har sterkir menn úr øllum
heiminum koma til klettar
okkara at royna brøgd av
ymsum slag.
Talan er sum kunnugt um
fleiri ymsar kappingar, har
luttakararnir skulu lyfta
steinar, syfta kaggar, ganga
við tungum vektum o.s.fr.
Stig verða givin fyri hvørja
kapping sær, og at enda
verður ein vinnari funnin.
Ivasamt
Seinasta ár stóð Regin seg
sera væl, og flestu føroy-
ingar mundu fylgja væl við,
tá útvarpið segði frá, hvussu
hann stóð seg í ymsu kapp-
ingunum, og nakrar mán-
aðar eftir, at kappingin var
hildin, høvdu vit so eisini
høvi til at síggja hetta í sjón-
varpinum, við tað at SvF
hevði tikið alla kappingina
upp.
Júst SvF er stóri spurn-
ingurin, nú Regin er farin
at hugsa um, hvørt hann
skal skipa fyri atlantsrisa-
num enn eina ferð. Regin
greiðir frá, at einasti møgu-
leikin hann hevur, at skipa
fyri slíkari kapping, er, um
hann fær nóg mikið av stuð-
ulskrónum í kassan, og her
er Sjónvarpið ein týðandi
partur.
Sum dømi nevnir hann,
at teir íðkarar, sum hann
dystast ímóti, fáa runt rokn-
að 10 ferðir so nógvar stuð-
ulskrónur, og tískil er sera
torført hjá Regini at fáa tað
fíggjarliga at hanga saman.
Eisini nevnir hann, at
eingin almennur stuðul
verður latin til slíkt tiltak,
hóast hetta má metast at ver-
a ein góð reklama fyri Før-
oyar.
Tá vit spyrja hann, um
luttakararnir frá seinasti
kapping eru áhugaðir í at
koma aftur henda vegin,
svarar hann, at tað er tann
minsti trupulleikin. Fæst
fíggingin upp á pláss, er
púra vist, at kappingin verð-
ur hildin.
Sostatt situr Regin nú og
bíðar eftir svari frá SvF,
hvørt teir vilja vera við til
eina slíka kapping aftur í ár.
Trupulleikin er helst eisini,
at fíggjarligu karmarnir hjá
Sjónvarpinum eru sera
treingir, og er tað tískil kan-
ska ein spurningur, um teir
hava orku til at fara undir
eitt slíkt tiltak.
Hinvegin er ikki óhugs-
andi, at SvF við at selja
sendingarnar til útlendskar
sjónvarpsrásir, kann for-
vinna eitt sindur av peningi,
og kundi Atlantic Giant so-
statt verið eitt ískoyti, ístað-
in fyri ein byrða, til dagliga
raksturin hjá Sjónvarpinum.
Farin undir venjingina
Regin er annars júst byrj-
aður at venja aftur, eftir at
hann fyri fyrstu ferð í fleiri
ár hevur tikið sær frí í hálv-
an annan mánað.
Yrkið sum sterkur maður,
er jú rættuliga strævið fyri
likamið, men hóast hetta, so
greiður Regin frá, at hetta
er fyrsti veruligi steðgur
hansara í fleiri ár.
Undanfarin ár hevur hann
onkuntíð hildi frí í eina ella
tvær vikur, men ongantíð so
leingi sum hesu ferð, og
sjálvur heldur hann eisini,
at tað hevur verið gott at
kunna tikist við alt møguligt
Ivasamt við Atlantsrisanum
annað seinastu tíðina.
Tá hann sigur, at hann
hevur hildið frí, so meinar
hann tað eisini, tí hóast hann
fyri stuttum er fluttur inn í
nýggj hús, so hevur hann
ikki flutt somikið sum ein
einasta stein í garðinum
hesa seinastu tíðina. Ístaðin
hevur hann nýtt tíðina til at
takast við leiklutin sum fa-
miljupápi, og tað man nú
heldur ikki vera so galið.
Nú er gerandisdagurin tó
komin aftur, og at hann hev-
ur nakað at miða fram ímóti
er lítið at ivast í.
Nógv á skránni
Tað er nevnliga soleiðis, at
Føroya sterkasti maður hev-
ur rættuliga nógv á skránni
komandi árið, hóast tað enn
ikki er fastlagt, hvørjum
kappingum hann fer at lut-
taka í hetta árið.
Fyrsta, sum stendur á
skránni, er ein kapping í
Finnlandi, sum verður í
mars mánaði, og møguliga
verður Regin at síggja mill-
um luttakararnar í hesi
kapping, men enn hevur
hann so ikki avgjørt, um
hetta verður veruleiki.
Sæð við føroyskum eyg-
um, er mest spennandi
kappingin helst tann, sum
skal fara fram í Ungarn í
mai mánaði.
Hetta er nevnliga ein so-
nevnd liðkapping, har lut-
takararnir eru saman tveir
og tveir. Undanfarin ár hev-
ur tað verið soleiðis, at Reg-
in hevur umboðað heim-
landið saman við onkrum
útlendingi, men í ár er
møguleiki fyri at føroya
næst sterkasti maður, Sámal
Johannes Hansen, verður
saman við Regini í hesi
kapping. Í hvussu er vil
Regin ikki útiloka hesum,
men hann leggur samstund-
is dent á, at enn er einki
fastlagt hesum viðvíkjandi.
Aðrar kappingar, sum
møguliga eru á skránni, eru
m.a. ein kapping, sum verð-
ur í USA í juli, umframt at
ein kapping skal vera í Kina
í september mánaði. Annars
eru ikki so nógvar kapp-
ingar lagdar í fasta legu enn,
men frá Regini frætta vit,
at hann fær upplýsingar um
ymsar kappingar leypandi,
og so má man bara taka tað,
sum tað kemur.
Í august mánaði verður so
kappingin um at gerast
heimsins sterkasti maður á
skránni, og hóast tað enn
ikki er greitt, hvar henda
kapping verður, so man
Regin helst fara at teljast
millum luttakararnar í hesi
kapping.
Tað var annars júst í hesi
kapping, at Regin fekk sítt
veruliga gjøgnumbrot, tá
hann millum allar hinar ris-
arnar púra óvæntað megn-
aði at vinna sær pláss í fi-
nalubólkinum.
Sum vera man, var hetta
eitt avrik, sum flest allir før-
oyingar vóru erpnir av.
Framman undan hevði
hann vunnið sær heitið sum
Føroya Sterkasti maður, og
eisini hevði hann staðið seg
sera væl í eini kapping í
Skotlandi, men at hann
skuldi standa seg somikið
væl á Mauritius kom óvart
á tey flestu.
Avgjørt í næstum
Beint fyri evstamark í gjár
tosaðu vit við Trónd Djur-
huus, sjónvarpsstjóra, sum
tá sat og fyrireikaði seg til
fund við júst Regin Vága-
dal.
Sum vera man, so kundi
Regin Vágadal hevur tikið sær av løttum seinastu tíðina, men í vikuni fór hann aftur undir venjingina. Fleiri spenn-
andi kappingar standa á skránni, men enn er ikki avgjørt, um kappingin um Atlantsrisan verður fyriskipað í ár
Savnsmynd
Hevur tú ein tíðindastubba, ella
veitst tú um eina ítróttarhending,
sum eftir tínum tykki átti at verið í
blaðnum, ber altið til at seta teg í
samband við okkum á tlf.: 311820
hann ikki staðfesta, hvørt
Sjónvarpið fór at gera send-
ingar um Atlantsrisan, við
tað at hetta var tað, sum
fundast skuldi um.
Tróndur segði tó, at í løt-
uni eru útlitini fyri hesum
ikki av teimum bestu, við
tað at fíggjarliga byrðan,
sum Sjónvarpið hevur av
tiltakinum er ov stór.
Flestum kunnugt, so hev-
ur Sjónvarpið sera trong
fíggjarlig kor, og tískil kann
tað eisini vera heldur møtu-
mikið at fara undir slíkt til-
tak.
Sjónvarpsstjórin legði tó
afturat, at hetta als ikki skal
skiljast soleiðis, at Regin
hevur verið órímuligur at
samstarvast við, men at
hann tvørtur ímóti hevur
verið sera lagaligur at fing-
ist við.
-Trupulleikin er bara
tann, at Sjónvarpið ber ein
ov stóran fjølmiðlakostnað
í hesum sambandi, og at vit
tískil ikki hava fíggjarligar
umstøður til at stuðla til-
takinum undir somu for-
treytum, sigur Tróndur
Djurhuus.
Seinasta ár keypti sjón-
varpsstøðin,
Eurosport,
sendingarnar frá Sjónvarpi
Føroya, men sum skilst, so
hevur hetta ikki verið nóg
mikið til at rinda framleið-
slukostnaðin av sendingini.
Vónandi kann ein loysn
tó finnast á hesum spurning-
i, soleiðis at føroyingar eis-
ini hetta árið kunnu síggja
sterku menninar, um hesir
fara at sýna styrki sína
ymsastaðni í landinum.
Í løtuni er ógreitt, um kappingin um at gerast atlantsrisi verður fyriskipað í 2000, tí enn hevur Regin Vágadal ikki
fingið svar frá Sjónvarpinum, hvørt teir eru áhugaðir í at stuðla kappingini. Er SvF áhugað í hesum, er eingin ivi um,
at kappingin verður verður veruleiki