Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juni 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eitt nýtt skeið - ein nýggj old Oddagrein NU var hon so endaliga samtykt av bæði føroyingum og denum, nógv umredda avtalan frá 10. juni. Sam- anumtikið tykist at vera semja um, at avtalan er góð fyri Feroyar. Spurningurin er nú, hvussu vit koma víðari tvs. hvenn politikk Feroyar skulu reka, nú vit fara inn í eina nýggja eld og somuleiðis inn í eitt nýtt tíðarskeið við einum landsstýri, sum vil loysa frá Dan- mark. Tað undrar okkum annars, at hverki danski vinstriflokkurin ella konservativi flokkurin vildu at- kveða fyri avtaluni, og er hetta ein álvarslig ávaring til fólkatingsmannin Óla Breckmann:fer hann veruliga at stuðla teimum konservativu eftir at teir ikki tóku undir við tí avtalu, sum ÓB sigur seg eiga lívið í? Nú sleppur hann so at royna teg. DANSKI javnaðarflokkurin hevur við hesi avtaluni tikið í egnan barm og gjørt sítt til at betra um tey sera vánaligu viðurskifti millum Feroyar og Danmark, sum hann sjálvur var ein partur av orsøkini til. Eisini er vert at merkja sær, at krøvini frá føroyska fólkatings- manninum og formanninum í javnaðarflokkinum, Jóannesi Eidesgaard til br6durflokkin hava verið hoyrd. Tað er tí líkt til, at tað nú aftur fara at verða betri viðurskifti millum flokkarnar, nakað, sum er harðliga tiltrongt, tá hugsað verður um týdningin, sum sosial- demokratiska hugsjónin hevur fyri eitthvert samfelag. Nú eiga hesir báðir flokkarnir at bera so í bandi, at útviklingurin í Førovum verður bæði rættvisur, sunnur og góður. Heldur enn at mótarbeiða foroyingum, so eigur danski javnaðarflokkurin nú - í tann mun hetta er ynskiligt og rætt - at rætta ellum góðum kreftum í Feroyum eina hjálpandi hond tvs. hann eigur at med- virka til ein sunnan og skilagóðan útvikling TAÐ verður áhugavert at fylgja arbeiðinum hjá lands- stýrinum komandi tíðina, nú kósin verður sett móti sjálvstýri/loysing. Vit hava so eitt samgonguskjal at halda okkum til, men vit hava eisini brúk fyri at vita, hvat tað er fyri kjøt og blóð, ið samgonguflokkarnir ætla skal koma aftrat beinagrindini. Men tað er eins týdningarmikið at vita, hvat andteðuflokkarnir ætla. Við fyrrverandi logmanni sum formanni í sambands- flokkinum er ikki væntandi, at nøkur nýhugsan verður í ríkisrættarliga spurninginum. Hin andstøduflokkurin, javnaðarflokkurin , hevur alla tíðina lagt stóran dent á eina sjálvstýrislóg, og eftir okkara tykki er flokkurin nú noyddur til at geva hesi ætlan kjøt og blóð og siga Feroya fólki, júst hvat hann ætlar við hesi lóg. Ein av orsekunum til, at flokkurin ikki enn hevur viljað sagt, hvat henda lóg skal innihalda, er tann, at hann vildi hava allar flokkar við í gerð av slíkari lóg. Nú er so steðan broytt í og við at vit hava fingið eitt sjálvstýris- landsstýri, sum hevur sína loysn. Javnadarflokkurin hevur ómetaliga stóra ábyrgð sum størsti andstoðu- flokkur, og tí eigur hann at spæla út viðsínum mótspæli viðspæli til ætlanina hjá samgonguni. EINS og spurningurin um vidurskiftini millum Føroyar og Danmark hevur týdning at fáa eina sakliga og mið- vísa viðgerð, halda vit eisini spurningin um, hvat vit vilja vit tí føroyska samfelagnum hava stóran tydning. Hvussu vilja vit, at hetta samfelagið skal varðveitast og mennast? Her hugsa vit serstakliga um, hvat vit vilja við bygdunum og útjaðaranum, nú mong tekin eru til, at fólkið flytur til midstadarøkid, og ein avleiðing av hesum verður, at nógvar bygdir í Foroyum rætt og slætt verða avtoftaðar. Er hetta ein náttúrlig gongd, sum vit einki kunnu og skulu gera nakað við fyri at steðga, ella eiga vit miðvíst frá politiskari síðu at stinga út í kortið ein nýggjan bygdamenningarpolitikk, sum skal síggjast aftur, tá vit fara inn í eina nýggja eld. Eins væl og viðurskifti okkara við Danmark skulu viðgerast ier í blaðnum, so vóna vit at kunna umreða spurningin: hvat vilja vit við Feroyum - við bygdunum, við útoyggj- unum og við restini av landinum. Eftir okkara tykki eru hesi bæði málini nær tengd at hverjum ødrum, og tað ber rætt og slætt ikki til, at viðgera eitt teirra uttan eisini at taka hitt málið fram. Sosialurin åd Viðmerking: < Hvussu eru líkindini | Í longri tíð hava summi blød havt harðliga at fiskifrød- ingum og ICES og arbeid- inum hesir gera. Av ti at nógvar av atfinningunum eru so ósakligar, at tað ber illa til at svara teimum, fari eg bert at loyva mær stutt at lýsa, hvat ráðgevingin er grundað á, og hvussu hon skal nýtast. Tey, ið ynskja meiri vitan kunnu lesa hetta í ritinum >Fiskastovnar og Veiða av toski (tons) undan Feroyum 1903-1993 70000 --- undir líknandi umstødum. Av tí at eingin dagur er ein- um gðrum líkur, verða veð- urforsagnirnar roknaðar við hagfrødisligum (statistisk- um) modellum. Urslitini av útrokningini visa ta mest sannlíku gongdina, men tað er altíð ein stórri ella minni óvissa knýtt afturat. Hetta vita vitøll, og verða tí ikki kløkk, um veðrið ikki er heilt sum spátt. veiðan av toski undan Før- oyum frá 1903 til 1993. Fiskiskapurin eftir toski var at kalla fríur, og hóast hetta var veiðan í 1992 og 1993 minni enn veiðan undir seinna heimsbardaga. Tað var sostatt eyðsýnt, at stóð- an fyri toskastovnin var sera ålvarslig. Metingar av gongdini vidari fram kundu bert byggja å søgulig tøl, og út frå teimum var tað 60000 | 1161 | 6161 : umhvørvi«, ið er komið út í 1996 og 1997. Utgåvan fyri 1998 verður at fáa í bóka- búðunum í seinnu helvt av juli I lógini um vinnuligan fiskiskap undir Føroyum stendur m.a., at 'dentur skal leggjast á í umsitingini av lógini at varðveita tilfeing- ið, at troyta og gagnnýta hetta burðardygt og skila- gott við virðing fyri sam- bandinum millum ymisku dýra og plantustovnarnar og tryggja støðugar arbeiðs- og inntøku møguleikar". Høvudsuppgåvan hjá fiskifrødingunum er at ráð- geva út frá hesum setningi, uttan mun til um hetta verð- ur tíkið væl upp ella ikki. Aðrenn vísundaliga rokn- að veðurtíðindi vórðu ger- andiskostur, var vanligt at nýta ymisk tekin í náttúruni at meta um, hvussu veðrið fór at verða. Nú er álitið á veðurtíðindini yvirhøvur stórri enn á gomlu hættirnar at meta um veðrið. Á nógv- an hátt ber til at sammeta fiskifrødi og forsagnir um åtlitini fyri fiskastovnunum við metingar um veðrið. I vedurfrødini verða måtingar av lufttrysti, hita, ætt o.s.fr. nýtt til forsagnir um, hvussu útlitini er. Hetta verður gjørt út frá vitan um, hvussu veðrið fyrr hevur háttað sær både | 2261 SE6L | £661 ; LS61 6S61 1961 9261 í 6861 1661 - | I fiskifrødi verdur mett um støduna i stovnunum út frå, hvussu góður fiskiskap- urin er, hvussu aldursbyti, meðalvekt og búning er í fiskinum, sum verður veiddur og yvirlitstroling- unum. Útlitið verður mett um út frá nøgdini av ung- fiski í yngulkanningum og yvirlitstrolingunum. Eins og í vedurfrødi verða sidan hagfrødislig — (statistisk) modell nýtt til at rokna útlit- ini. Og eins og í vedurfrødi er úrslitið tann mest sann- líka gongdin, men við sta- tistiskum og óvissum knýtt- um afturat. Bæði í fiskifrødi og í vedurfrødi verður alsamt arbeitt við at bóta um grundarlagið undir forsøgn- unum. Á hvgrjum ári verð- ur savnað inn nýtt tilfar og statistisku modellini verða eisini alsamt betri. Forsagn- irnar fyri fiskiskapin undir Føroyum hava flestu árini verið á heilt góðari leið, men eins og fyri veðurfor- sagnir má roknast við, at so er ikki altíð. Ein av høvudsatfinning- unum móti fiskifrødingun- um er, at forsagnirnar fyri toskafiskiskapin undir Før- oyum fyrst í nitiårunum vóru nógv daprari enn gongdin seinni vísti. Á myndini niðanfyri er víst mest sannlíkt, at tað við einum sera varisligum fiskiskapi fór at ganga 5 ár, áðrenn stðan var batnað aftur. At tað gekk skjótari, skulu vit bara verða fegin um, men við vitanini, ið var til taks tá, var hetta sera lítið sannlíkt. Tað eru fleiri dómi um fiskastovnar, ið eru fiskadir so langt niður, at teir ikki hava verið førir fyri at ment seg aftur í nógv, nógv ár og sum 110 Tórshavn. Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post&sosialurin.fo fiskifrødingur bar tad bart út ikki til at koma vid ødrum tilmælum fyrst í nitiårunum enn at fiska so lítið av toski sum gjørligt. Seinastu metingarnar av fiskastovnunum undir Før- oyum vísa, at veiðitrýstið eftir upsa, toski og hýsu í løtuni er so hari, at tað er lítið sannlíkt at stovnarnir kunnu bera hetta í nógv ár. Eisini vísa metingarnar, at upsastovnurin er verri fyri enn nakrantíð síðan farið varð undir stovnsmetingar. Og við setninginum í lógini um vinnuligan fiskiskap í huga, er tí neyðugt at mæla til at minka um veiðitrýst- ið. Grundarlagið undir stovnsmetingunum og út- rokningarnar eru til skjals og einhvgr, ið hevur hug, kann tí eftirrokna fram- skrivingarnar. Ein íslendskur »fiskifrød- ingur< hevur fyri Reiðara- felagið sagt Føroya fólki, hvussu fiskiskapurin undir Føroyum eigur at skipast. Høvudsnidurstødan hjá honum tykist at vera at fiska småfiskin sum skjótast, ser- liga tá nógv kemur undan, og annars at fiska sum harð- ast. Eg loyvi mær at ivast í, um ein tílík strategi er í tráð við setningini í lógini um vinnuligan fiskiskap. Hjalti í Jákupsstovu Øllum tykkum, sum gleddu meg á mín- um 80 ára fóðingardegi við vitjanum, gávum, telegrammum og uppringingum, takki eg hjartaliga. Ein serstók tókk til Frelsunarherin í Vági. Hannefía Hammer | | | |