Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juni 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 119 — 27. JUNI 1998 tíðindablaðið STAM Hvi skulu nøkur rinda skatt mm tá onnur sleppa undan? Håskvøldid viðgjórdi býráðið í Havn umsókn frá vinnurekandi um at sleppa undan at rinda milliónaupphædd í skatti. — Skattaskipanin hjá okkum er himmalrópandi órættvís, tí summi sleppa undan at rinda skatt, tí tey ikki tíma, sigur Tórfinn Smith, sum nú rópar varskó Hóskveldið hevði býráðið í Havn sín seinasta býráðs- fund undan summarfrítíð- ini. Við meira ella minni jøvnum millumbilum eru skattamál á skránni, og so- leiðis var eisini hóskvgldið. Skattamál eru sum vera man persónlig, og verða tí vidgjørd á fundi fyri læstum hurðum, sum í flestu fórum er bæði rætt og rímuligt, men í nøkrum førum var kanska nógv betri, um hesi mál vórðu vidgjørd fyri vid- opnum hurðum. Hesi skatt- amál snúgva seg um um- sóknir um avsláttur í álíkn- aða skattinum,- í mongum fórum sera herskin lesnaður. Ikki skal eg á nakran hátt taka fram nøvn ella neyv tól, og líka lítið koma við nøkrum upplýsingum, sum kunnu geva fólki fatan av, hvønn persón, ið sipad verður til, men er hetta bert ein roynd at vísa á tað himmalrópandi órættvísi sum fer fram. A-skattgjaldarin, ella hann vit kalla vanligi skatt- aborgarin, er ikki áhuga- verdur í hesum høpi. Hann sær ongantíð tær krónur, hann skal lata lands- ella kommunukassanum. Hin- vegin er verri vorðið við B- skattinum. Eitt av skattamálunum hóskveldið var umsókn frå einum vinnurekandi um frí- tóka av stórum parti av á- líknaða skattinum. Hesin hevur rikið vinnuvirki í mong harrans ár, uttan tó at hava givið upp skatt. Hvort ár er hevur skattavaldið mett inntøku hansara og sett hann í skatt, men goldið hevur hann ikki. Nú stóð hann og skyldaði millióna upphædd. Og hesar millión- ir fer hvørki land ella kommuna at síggja eitt ein- asta oyra av. Vit hava mong tílík dómi, og hevur orðaskiftið í bý- ráðnum verið júst tað sama hvørja einastu ferð uttan at nakað sum helst er hent. Tí kann eg ikki koma til aðra nidurstødu enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk at rinda skatt. Tú skal bert lata vera við at geva upp. So einfalt er tað. Ella sagt við ødrum orðum,- tað eru bert tey býttu vinnurek- andi sum rinda skatt. Nagli í hurðina Tað eg veit um, kunnu vinn- urekandi í eitt nú londunum uttan um okkum ikki bera seg so at. Tað forðar lóg- gávan í hesum londum fyri. Lúka vinnurekandi ikki sín- ar skyldur mótvegis samfel- agnum, fáa tey ein stóran nagla í hurðina. Men so- leiðis er ikki her hjá okkum. Her ber, sum skilst alt til. Onkuntíð hava ætlanir verið um okkurt líknandi lógar- uppskot, men mær vitandi kom tað ikki longur enn niðan móti Tinghúsvglli- num og vendi so út aftur í Tinganes av einari ella aðr- ari orsøk. Kappingaravlagandi Eg ivist ikki eina løtu í, at allra flestu vinnurekandi halda seg til tær lógir og fyriskipanir sum galdandi eru, men ikki øll. Nøkur kenna ikki til hugtøk sum moral ella skomm, men vilja á einhvønn hátt snúgva sær uttan um sínar skyldur. Hetta hevur ikki minst kappingaravlagandi ávirkan við sær, tí torført man vera hjá teimum sum rinda skatt, MVG og annars rgkja sínar skyldur, at kappast móti teimum, sum snúgva sær undan gllum. Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn: — Má st Sum býráðslimur havi eg sæð mong skattamál, og ferð eftir ferð hava býráðs- limir víst á hetta órættvísi, uttan at nakað er hent. Hetta verður ikki sagt fyri at seta niður á nakra kommunala- ella landsumsiting, men sagt í einari roynd at fáa avvarandi myndugleikar at taka spurningin upp beinan- vegin og fáa gjørt nakað við tað. Tí hví skulu nøkur rinda skatt tá onnur sleppa undan? Tórfinn Smith býráðslimur Vinnuligir karmar - vitanarinfrastrukturur Framhald frá grein í Sosialinum tann 24/6 „Vinnuligir karmar ?', tann 25/6, Vinnuligir karmar - orka“ og tann 26/6-1998 , Vinnuligir karmar - leiðsla“. Eitt er at hava orku og at leiða hesa orkuna, men har skal eisini vera ein karmur - ein infrastrukturur - at leiða hesa orkuna á. Tann fyrsti karmurin, sum var tíkin upp í vinnuligum og ødrum sambandi var lesi- og rokniførleikin. Al- menningurin mátti læra at lesa og skriva, fyri at sam- felagið kundi berast tekniskt framá. Síðani ídnaðarkollvelt- ingina heilt fram til miðja hesa øldina var høvuds- spurningurin fysiskir karm- ar - fysiskur infrastrukturur - við vegum, havnum, el og telesamskifti. Ta fyrstu tíðina máttu ídn- aðarvirkir leggjast har sjó- samband var, síðani kom jarnbreytasambandið aft- urat og nú kunnu ídnaðar- virkir av hesi orsøk liggja so at siga alla staðni í vest- urheiminum. Í dag er tað vitanarinfra- struktururin, sum er kjarnan í kappingarførinum hjá ein- um landi. Tekur tú eina orðabók og leitar eftir orðinum ,vitan- arinfrastrukturur“, , videnin- frastruktur“ ella „knowledge infrastructure", so finnur tú tað neyvan. Í ødrum, stórri londum er talan um nógvar partar í vinnuligu karmu- num, sum ikki verða tengdir saman. Hjá okkum í lítlu Før- oyum er tað skil í at tengja teir partarnar saman, sum hava við vitan at gera. Og heitið verður so , vitanarin- frastrukturur“. „ Serliga tríggjar spurning- ar eru viðkomandi í sam- bandi við vitanarkarmin fyri modernaða vinnu: Spurn- ingin um viðkomandi før- oyska gransking, spurning- in um tekniskt-vísindaliga ráðgeving og spurningin um vørumenning. I teim londum, sum vit ofta samanbera okkum vid, verður granskad fyri umleið 1-3% av BNP. Hetta talið svarar til einar 50-150 mió. kr. fyri Føroyar. Aðrastaðni verður helst roknað við, at tað almenna og tað privata tekur sær av helvt um helvt. Tað eru serliga stór virkir, sum granska saman við tí almenna. Í Føroyum granska vit fyri umleið O kr. Tað er sjálvsagt ikki heilt rætt, tí stovnarnir úti á Debesartrød granska, men umstødurnar eru so tro , at sæd við grovum brillum er tað einki. Tann, sum roknar við, at eitt land kamn vera karmur um modernaða vinnu anno 2000 við slíkum gransking- arumhvørvi, má rokna um- aftur. Neyðugt verður at byggja ein heilt annan og víðari karm um okkara gransking- arumhvgrvi. Tíbetur hava fólkini, sum starvast á Deb- esartrød, ikki mist mótið heilt, so vit eiga at hava nak- að at byggja á. Onkur hevur alment víst á, at vit bert skulu granska í tí, sum eingin annar gransk- ar í: føroyskari søgu, før- oyskum måli, føroyskum náttúruumhvgrvi = o.s.fr. Hetta eri eg púra ósamdur f. Vit skulu f fyrsta lagi hava f huga, at å einum lærdum setri skapa og endurskapa tey sjålva vitanina. Høvuds- setningurin f einum før- oyskum fróðskaparsetri eig- ur at vera at geva teim fáu, sum hava hug og evnir til tess, høvi til at arbeiða við sjálvari vitanini. Í øðrum lagi skulu vit hava eitt granskingarum- hvørvi, sum gevur føroy- ingum møguleika fyri at savna vitan og atkomu til altjóða gransking. Fyri at fáa slíka atkomu noyðast vit at hava breidd á fakgkju- num. Í triðja lagi skulu vit hava møguleika at geva frålæru á høgum stødi, soleiðis at vit skapa eitt náttúrligt granskingarumhvørvi við bæði lærdum og ólærdum. Annars verður víst til grein í Sosialinum 17. mars 1992, „Fróðskaparsetrið á einum vegamóti — ella?'. Umframt hesar høvuds- setningar er skil í, um Fróð- skaparsetrið hevur náttúrligt samband við meira prak- tiskar uppgávur. Tað gevur eina dýpd í evnini at viðgera vitan og tað gevur einum modernaðum samfelag eitt granskingarhøvi, sum er treytin fyri nógvum mod- ern-aðum vinnuligum pro- sjektum. Til sjálvt Fróðskaparsetr- ið hava vit brúk fyri væl stórri orku, enn vit higartil hava brúkt. Talan er um nakrar 10-tals mió. kr. árliga. Tí hava vit eisini brúk fyri at skipa tann almenna sek- torin soleiðis, at Fróðskap- arsetrið kemur í eina stóðu í samfelagnum, sum ger at orkan kemur til nyttu. Annar spurningurin er um tekniskt- vísindaliga ráð- geving til vinnuvirkir. Í londunum kring okkum er tað so sjálvsagt, at vísinda- ligir stovnar eru við til at menna vinnuliga framdrift. Eitt dómi eru donsku vindmyllurnar. Um helvtin av øllum vindmyllum í heiminum eru av donskum uppruna. Hetta er ikki bert tí onkur danskur smiðjur einsamallur fekk eitt gott hugskot! Mangir partar fóru til verka, bæði á visindalig- um, tekniskum og praktisk- um stødi. Stórur partur av hesum var gjørt alment gjøgnum m.a. GTS stovnar (God- kendte Teknologiske Ser- viceinstitutter) og hægri lærustovnar. I 1993 vóru 15 GTS stovnar í Danmark við nær- um 4000 fólkum í starvi (Risø íroknað, men uttan TIC-midstødir). Her í Føroyum hava vit lítlan og ongan møguleika fyri at seta slík apparat á stovn. Vit hava hvørki orku ella fólk til tað. Vit hava møguleika til at umskipa partar av tí al- menna sektorinum og vinn- uskúlunum. Við eini slíkari umskipan og samskifti við útlendskar stovnar eigur at bera til at samansjóva nakr- ar aðrar uppgávur og ráð- gevingaruppgávuna til framtøk í modernadari vinnu. Tí hevur tað so stóran týdning, at tann almenni sektorurin verður skipaður soleiðis, at tað ber til at upp- byggja eina føroyskt leidda tekniskt- vísindaliga ráð- geving til eitt modernað vinnulív. Soleiðis nærkast vit tí triðja spurninginum: um vørumenning. Einki vinnuligt prosjekt fellur nidur av himli sum tad danska merkid Danne- brog. Vinnulig prosjekt byggja å eitt hugskot, men tað er minsti parturin. Hugskotid verdur vidgjørt, mennt og tilevnad bæði frå einum marknaðarligum sjónarmiði, einum fram- leiðslusjónarmiði og einum vørusjonarmidi = (hvussu veran virkar og sær út). Heilt ofta - fyri ikki at siga oftast - er tað ein ein- staklingur, sum fær eitt vinnuligt hugskot. Ofta byggir hetta hugskotið á royndirnar hjá viðkomandi í egnum starvi. Uppgávan hjá vinnukarmunum er at menna slík hugskot, soleiðis at tey kunnu gagnnýtast. Hetta er tað, vit nevna vør- umenning. Hendan vørumenningin fer fram í einum samskifti millum nógvar partar. Nøk- ur síggja hvønn tørv veran lúkar. Onnur hava eina ætl- an fyri, hvussu vøran kann framleiðast og uppaftur onnur arbeiða við spurning- inum um, hvussu mong og hvørji kundu havt áhuga í vøruni og til hvønn pris. Ein partur av hesi vøru- menningini er eisini tann Signar P. Heinesen kræsni keyparin. Í mongum førum er høvi hjá tí almenna at røkja partar av hesi upp- gåvuni. Skulu vit tosa um karmar fyri modernada vinnu i Føroyum, so mega vit taka spurningin um skipada vør- umenning i ålvara og skapa karmar um eina slika Mitt uppskot er at gera hetta í eini samansjóving millum vinnuskúlarnar, aðr- ar partar í tí almenna sek- torinum og vinnuna. Tí hevur tað so stóran týdning, at tann almenni sektorurin verður skipaður soleiðis, at eitt samskifti millum privat og alment í vørumenningini ber til við skili. Karmurin um eina mod- ernaða vinnu í Føroyum krevur, at tann almenni sektorurin hevur ein virkn- an vitanarinfrastruktur. Tað er neyðugt í londum við einum væl betri skipað- um vinnulivi enn tí før- oyska. Hetta er ein orsøk til, at tann almenni bygnadurin eigur at standa ovast å breddanum, tå vit vidgera spurningin um karmar fyri modernada vinnu i Føroy- um. Signar P. Heinesen