Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. juni 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 119 — 27. JUNI 1998 Viðmerking oljuhavn - síðan flogvøll… Nú tað nærkast, um tað veruliga verður nøkur olju- havn her á landi, harðnar stríðið um, hver og hverjir skulu fáa loyvi at byggja oljustødir. Skal tað verða soleiðis, sum tað hevur verið nú í nógv ár, at eisini henda komandi vinnan skal sen- traliserast til miðstaðargkið, so verður endin tann, at allar Føroyar verða á miðstaðar- økinum. Utjadarin verður spakuliga at doyggja út. Tað eru trupulleikar nú, tað verða stórri trupulleikar, um ikki verður farið varliga við hesari komandi stórvinnu. At politikarar í Tórshavn eru á gosi, kom týðuliga fram, tá tað kom í ljósmála, at møguleikin var fyri at Suðuroy kundi fáa stóran part av hesi vinnu og at ætlanin er, at tað verður løgd ein stød á Drelnesi, verður hugt at vidurskiftun- um f sambandi vid vedur og vind, so er Trongisvågs- fjørdur uttan iva tann besti her å landi. Tá hetta danska felagið vísti áhuga fyri hesum, vórðu býráðslimir í Havn beinanvegin á gosi og søgdu, at tað var skeivt, at A. P. Møller fær fótin fastan her á landi. Løgid at hesir donsku pengar skulu órógva føroyska samfelagið. Or- søkin er helst ikki, at tað eru danskir pengar, men heldur tað, at ætlaða tiltakið verð- ur lagt í Suðuroy. Viðvíkj- andi A. P. Møller og hans- ara virksemi, so eru tað nógvir føroyingar, sum igjøgnum årini hava verid og eru f vinnu hjå hesari fyritøku, eisini borgarar í Tórshavnar kommunu. Tá talan er um útlendskan pening í føroyskum fyritøk- um, so er tað eingin loyna, at nærum øll vinna her á landi hevur útlendskan kapital. Hyggja vit at alivinnuni, sum skuldi vera føroysk burturav og harvið grundar- lagið undir tí føroyska bú- skapinum, so hava norð- menn keypt seg inn og yvir- tikið fleiri brúk, og helst verða tað enn fleiri, sum fara sama vegin. Tað tykist, at alt er í lagi, bert pening- urin ikki er danskur, tó sjálvt verandi sjálstýris- samgonga hevur sannað, »at gott er góðan hava undir herðum, var nú loysing sótu vit á berum<. Viðvíkjandi tí ætlaðu stød í Havn, har sagt verður, at tað er føroyskur kapitalur, er tað nú tað, so vítt eg havi fingið við, so er tað ein ensk fyritøka, sum er við í ætl- aðu byggingini á Sundi, og tað er sjálvandi í lagi, bara tað ikki er danskt, men tað er nú ikki tað, sum er danskt, sum verður kastað burtur aftur av býráðnum í Tórshavn. Tann blokkur av peningi, sum nú í nógv ár hevur verið tryggleikin hjá okk- um, sum er upp á eina milliard, og sum verandi sjálvsstýrissamgonga við tjóðveldisgóðkenning er tryggjað okkara samfelag nøkur ár fram, tann bokkur, tann milliardin, fellur niður í Tórshavn, og kann helst ikki verða fyriuttan, tað eru uttan at navngeva nógvar danskar fyritøkur og stovn- ar, sum leggja nakrar skatta- krónur eftir seg. Tað er greitt, at tað verður ein politiskur spurningur, og við hesari loysingarsam- gongu verður tað ein stórur spurningur um, hvussu leikur fer fram, hvar ein stød til oljuvinnuna verður løgd er av avgerandi tydn- ingi. Eg eri bangin fyri, at vid verandi samgongu eru vit og sudurvestur tiltakid illa fyri. Landsstýrismaðurin í vinnumálum bleiv settur fyri at styrkja Tórshavn. Aftan á at hann, eins og tað stendur í Halgu bók um brødurnar, sum vóru 6samdir og tann eini bad um at fáa sín part, tað fekk hann og hann brúkti hann eisini, tá arvurin var oyddur, valdi hann at venda aftur og væl tíðindablaðið R nr 21 Norðurlendsk narko- Havnin fyrst mentan til viðgerðar i Læraraskulahøllini Kriminalitetur var eitt av hóvuðsmálunum, tå evropakommiserurin Anita Gradin svaraði spurningum frá norðurlandaráðslimum i Læraraskúlahóllini hósdagin. | Niclas Johannesen | Okt sóla av børnum og | kvinnum úr eysturevropa, | nýggj — ecstacy-mentan, framhaldandi demokratiskt undirskot í ES, og minkandi eftirlit um landamørk, vóru nøkur av evnunum, sum Anita Gradin skuldi svara upp á í einari fullsettari Lærarahøll mikudagin. Umboð úr gllum Norð- urlondum vóru á fundinum, har svenski ES--Kommiser- urin var bjóðað sum gestur. Ein av spurningunum snúði seg um nýggja træla- handilin úr eystri. Ein kvinnuligur luttakari vildi hava at vita, hvussu ES ætl- ar at takla ólógliga innflutn- ingin av kvinnum og eisini børnum úr Eysturevropa, sum hevur tikið dik á seg, síðani múrarnir fullu. Anita Gradin gav viðhald og segði, at kanningar av fakta vístu, at ein millión kvinnur og børn á hvørjum ári verða seld — á ein ella annan hátt — til Vestur- heimin. Summar kvinnur verða giftar burtur, og í ødrum fórum er talan um pædofilar felagsskapir, ið smugla og selja børn. Anita Gradin hevði ikki nakað greitt svar upp á, hvussu hesin trupulleikin skuldi loysast, men hon vísti á, at tað var í ES-høpi at stórur partur av fakta var komin fram — seitt nú gjøgnum Global Alliance. Samstund- is vísti hon á, at hetta við sølu av kvinnum og børnum eisini var ein spurningur um, hvussu kriminalitetur verður uppfataður í samfe- lagnum. Her helt Anita Gra- din at gamli hugburðurin í sambandi við kriminalitet ikki røkkur nóg langt, tá tað snýr seg um henda nýggja og óhugnaliga handilin við menniskjum úr Eystur- evropa — fyrst og fremst kvinnum og børnum. Anita Gradin, ES-kommiserur, var gestur á Norðurlandaráðsfundinum í Læraraskúlahgllini hósdagin Í sama viðfangi var narkokriminalitetur eisini á skránni. Fleiri spurningar vóru úr salinum, og her segði Anita Gradin, at brúk var fyri einari nýggjari narko—ætlan, og hana hevur ES longu sett í verk. ES— kommiserurin vísti á, at ein nýggj ecstacy-mentan hev- ur tikið seg upp, og hon dró eina beinleiðis linju til 68'ara ættarliðið, tá bláoygd narkoinntøku gjørdist van- lagna hjå mongum. Sama er galdandi í dag vid sokallaðu ecstasy-tablettunum. Ung- fólk fáa fatur á teimum á diskotekum, og talan er um fólk, sum annars ikki líða sosiala neyð. Onki eftirlit við landamerk Danski fólkatingslimurin vildi í hesum sambandi hava at vita, hvussu tað ber til, at ES júst í hesum døg- um hevur tíkið av tað, ið hann kallaði eitt "væsentligt kontrolpunkt" — nevniliga eftirlitið millum landamørk. Nú kunnu fólk eitt nú koyra úr Danmark til Týsklands uttan at verða steðgaði við markið. Danski fólkatings- limurin hevði ilt við at síggja, hvussu hetta skuldi bøta um stríðið móti narko- kriminaliteti. Anita Gradin visti å, at i stadin fyri eftirlit vid mark- inum vera aðrar rannsaknir gjørdar. Londini arbeiða tættari saman, og hon tók sum dømi avdúkingarnar av einum sigarett brotsmanna- liði, sum nýliga varð av- dúkað. Uttan tætt samstarv millum løgreglulidini í ES— londunum hevði hetta ikki borið til. Eisini var spurningurin um manglandi parlamentar- isk demokrati fleiri ferðir nevnt, tá tað snúði seg um avtøku av fleiri nationalum eftirlitspostum, ið eru av- loystir av meira miðsavn- aðum eftirlitsliðum undir ES umsiting Anita Gradin meinti, at fleiri institutiónir skulu få- ast upp at standa soleiðis, at spurningurin um demo- krati fær hægri prioritet — Vit hava brúk fyri ein- um orðaskifti um hetta, segði hon m.a. í Lærara- skulahøllini hósdagin Norðurlandaráðsfundurin endaði fríggjadagin varð hann móttikin, varð klæddur í skrúð og eisini verður sagt okkum, at fiti- kálvurin varð dripin til veitsluhaldið. Nakað tað sama hava vit dómi um við- víkjandi landsstýrismannin- um í vinnumálum, sum fór úr Fólkaflokkinum í Sam- bandsflokkin, men vendi við aftur og bleiv settur høgt. Sambært Dagblad- num er hansara uppgåva at verja Havnina, og í hesum føri verða oljan og flogvøll- urin å Glyvursnesi næsta stigið. Við tí umboðan, sum út- jaðarin hevur í verandi samgongu, sum er bygd upp um Tórshavn og Klaksvík, verður tað meira enn torført at fremja nakað, uttan at gera brúk av teimum kreft- um, sum útjaðarin ræður yvir innan verandi sam- gongu. Tá á stendur fáa vit prógv fyri, hvussu løgtings- limir fara at roynast. Mín tilráðing til Vág og Tvøroyri og suðurvestur- tiltakið skal verða: Leggið allar kreftir saman. Standa vit saman, vinna vit á mál. Hetta viðvíkjandi hesum viðurskiftum kann verða lagnuløtan fyri okkara til- veru og fyri framtíðina hjá teimum, sum skulu búleik- ast her. Eitt er mær púra greitt, at næsta stigið, um stødin verður løgd á Sundi, verður flogvøllurin á Glyvursnesi Teir hava brúkt nógvar pengar uppá hesa ætlan, hon liggur klár. Suðuroy og Vágar hava tvey umboð í verandi sam- gongu — teirra leiklutur verður avgerandi. Sverre Midjord Á