týsdagur 30. juni 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
Nr. 120 - 30. JUNI 1998
ítróttar SOSIAUU
13
sosialurin. box 76. 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Summarfritiðin er
avlýst hjá teimum flestu
Fótbóltur: Fleiri av feløgunum, sum eru við í kappingini um altjóða
luttøku komandi ár fara av landinum at venja í summar
Kanska er tað í so nógv avgjørt at
siga, at summarfrítíðin er avlýst
hjá føroysku fótbóltsspælarunum
í ár, tí, um enn tað nú eru fleiri, ið
fáa pengar fyri at spæla fótbólt,
so er tað framvegis soleiðis hjá
teimum flestu, at fótbólturin er eitt
frítíðarítriv, og tá teir hava frí frá
gðrum skyldum í gerandisdegn-
um, so eru betri stundir til fót-
bóltin.
Higartil hevur verið vanligt, at
feløgini hava hildið frí frá fót-
bóltinum í einar tvær vikur, eftir
at fyrra hálva er lokin, men í fleiri
feløgum er tað ikki soleiðis í ár,
og felags fyri fleiri feløg er, at teir
gera nógv burturúr fyrireiking-
unum til seinna part av landskapp-
ingini.
Fimm feleg uttanlanda
Okkum kunnugt fara ikki færri
enn fimm feløg uttanlanda at fyri-
reika seg. Tey eru HB, KÍ, NSI,
GI og TB.
HB spælararnir hava fingið frí
frá venjing í nakrar dagar, men
teir skulu meta aftur í Brøndby
12. juli, og har skulu teir vera á
venjingarlegu í átta dagar. Ferða-
lagið fer so av landinum 11. juli,
men nógvir spælarar halda frí
niðri í nakrar dagar frammanund-
an.
— Vit hava búð á gistingarhús-
inum har onkra ferðina, tá vit hava
tikið lut í Europa Cup, so vit kenna
umstødurnar, og tær eru sera góð-
ar, sigur HB formaðurin, Gunnar
Mohr. Komandi mánadag verður
greitt, hvørjum HB skal spæla
móti í Europa ( Annar dystur
erður 22. ju g hin verð
;lavsgkudag. Um HB skal spæ
í utivølli fyrst koma teir ikl
heim til Føroya imillum venjin
arleguna og útidystin. Verður fy
dysturin á heimavølli, so kemi
HB ferðalagið aftur 20. juli.
NSÍ og GÍ á sama stað ;
Tey bæði eysturoyarfeløgini, NSI
og GÍ, fara bæði á sama stað í
Jyllandi at venja, og tey vera har
um somu tíð.
— Tað hevur verið ein gularót
hjá spælarunum, at felagið bjóðar
teimum og familjunum eina ferð
til Danmarkar. Talan er um sam-
ansetta venjingar- og frítíðarferð.
Vit taka okkum av løttum í nakrar
dagar, og so fara vit undir aftur
venjingina. Annan leygardag
flúgva vit niður, og vit skuldu
halda til í Tarm í Jyllandi í tíggju
dagar. Vit skulu venja nógv, og
vit rokna við at spæla tveir ella
tríggjar venjingardystir, sigur
Trygvi Mortensen frá NSÍ.
GÍ hevur fleiri ferðir skipað fyri
venjingar- og frítíðarferðum til
Danmarkar, og tað gera teir aftur
í ár.
GI skal taka lut í Europa Cup
fyri steypavinnarar 13. og 27. au-
gust, og royndirnar undanfarin ár
hava verið, at årtøkan hevur verið
sera stór úr venjingarlegunum.
Gøtumenn hava eisini avtalað
onkrar venjingardystir, meðan teir
eru í Jyllandi. Undanfarin ár hava
teir fleiri ferðir verið í Lemvig,
har teir hava verið stak væl nøgdir
við umstødurnar, men hesa ferð
bar teimum ikki til at koma hagar,
tí har var fult teknað. ;
Tað hevdi verið upplagt, at NSI
og GI spældu venjingardyst móti
hvørjum ødrum, men tað kemur
neyvan uppá tal, tí feløgini skulu
metast í fyrsta umfarinum í lands-
kappingini eftir summarsteðgin.
So kunnu spionerað hvønn
annan undi jing og venjing
ardystum í Danmark
Kl hevur ongan velli
Í gjár fóru teir undir at taka tað
sum er eftir Á gv slitna gras
líkisvgllinum í Klaksvík, burtur
Kommunan stendur fyri arbeiðn-
um, og tað eru týskarar, sum út
inna tað. Vøllurin skal vera tøkur
aftur 20. juli, men hvussu tað ann-
ars fer at ganga, er treytað av veðr-
inum. Tað skal helst vera turt, tá
síðsti parturin av arbeiðnum verð-
ur gjørdur.
Tå grasliki vard lagt å vøllin i
Klaksvík tíðliga á sumri í 1988,
vóru umstødurnar at venja út av
lagi vánaligar. Spælararnir vóru
nakrar ferðir í Fuglafirði og
vandu, og annars runnu teir í
Klaksvík. i
Svend Jacobsen, formadur i KI,
sigur, at teir arbeida vid at fyri-
reika eina venjingarlegu i Dan-
mark, soleiðis at spælararnir verða
sum minst órógvaðir av arbeiðn-
um, sum nú verður gjørt har norð-
uri:
— Í sambandi við Europa Cup
hava vit tríggjar ferðir hildið til í
Haslev á Sjællandi, og tað er hag-
ar, at ætlanin er at fara á venjing-
arlegu. Tað er ikki heilt greitt enn,
men vit rokna við at fara av land-
inum 14. juli og at vera burtur eina
viku.
KÍ formaðurin sigur, at tað vera
bara spælararnir í 1. liðshópinum,
sum fara avstað saman við venj-
arum, hjálparfólkum og leiðarum.
TB til Genner
Tvgrámenn liggja illa fyri í lands-
kappingini, men teir ætla at fyri-
reika seg væl til seinnu hålvu:
— Spælararnir hava fri frá venj-
ing hesa vikuna. Teir hava vant
fimm ferdir um vikuna, og vit ætla
at halda fram við venjingini í kom-
andi viku, sigur Ronnie Midjord,
sum er ábyrgdarmaður fyri 1. liðið
hjá TB
Fyri at vera so væl brynjaðir,
sum tað ber til, so fer TB ul Dan-
markar 17. juli. Teir skulu búgva
í Genner, sekstan spælarar eru við
í ferdalagnum, og í TB vóna teir,
at tað fer at bera til at fáa einar
tveir venjingardystir
Hava tit vónir um at sleppa
A
| Frásøgn frá
ÍTRÓTTUR |
| kappróðrinum
á joansøku verður
i blaðnum í morgin
— Få
Hans å Lag og HB fara i »summarfri« å einum ikki sørt
tryggum fyrsta plåssi
burtur år botninum?
— Eg haldi, at tey flestu munnu
vera samd i, at vit hava betri fólk
og eitt betri lið, enn stødan í løtuni
bendir á. En av trupulleikunum
hjá okkum hevur verið, at vit hava
verið skerdir av skaðum og leik-
bannum. Í níggju dystum hava vit
fingið fýra reyð kort, og tað hevur
bæði ávirkað hesar dystirnar og
teir, sum komu aftaná. Higartil
hava vit ongantíð spælt við sama
liðnum tvær ferðir upp í slag, men
vit hava góðar vónir um, at tað
fer at hilnast betri eftir summar-
steðgin, sigur Ronnie Midjord
Europa Cup beinanvegin
VB hevur longu verið uttanlanda,
og summarsteðgurin hjá teimum
verður undir øllum umstødum
stuttur, tí tað eru bara fýra vikur
millum níggjunda og tíggjunda
umfar í landskappingini hjá teim
um.
B36 fer ikki av landinum fyrr-
enn teir skulu spæla í Europa Cup.
Komandi mánadag verður greitt,
hvørjum teir skulu spæla ímóti,
Mynd: Alvur Haraldsen
og fyrri dysturin verður 22. juli
Fuglfirðingar hava ein stuttan
steðg, áðrenn teir fara undir aftur
venjingina, og toftamenn hava eis-
ini frí í tvær vikur. Spælararnir
skulu meta aftur á Svangaskarði
14. juli.
Í Sumba hava teir gjørt av at
fara niðan á Krossin at røra seg
nú friggjakvøldid, og í komandi
viku verður av álvara farið undir
fyrireikingarnar til landskapping-
ina, sum verður tíkin uppaftur
sunnudagin 2. august. Tá sær skrá
in soleiðis út: B68-Sumba, KI-IF
VB-TB og GI-NSI. San:bært
skránni skuldu HB og B36 eisini
spælt 2. august, men FSF hevur
givið teimum loyvi at flyta grann
auppgerðina til mánakveldið 3
august, og tað man ivaleyst fara
at vera eitt av síðstu punktunum í
ólavsgkuskránni 1998!
jn