Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Vinnuligir karmar - politisk ráðgeving Framhald frá grein í Sosialinum tann 24/6 „Vinnuligir karmar ?', tann 25/6 „Vinnuligir karmar - orka, tann 26/6 „Vinnuligir karmar - leiðsla“ og tann 27/6-1998 „Vinnuligir karmar - vitanarinfrastrukturur“. Eitt er at hava orku, at leiða hesa orkuna og at hava ein karm, infrastruktur, at leiða hesa orkuna á, men har skal eisini vera politiskt skil. Til hetta krevst dygg politisk rådgeving Politikarin skapar karmar um vinnuligan arbeidsfrid, medvit, semju - konsensus Politikarin leggur upp til vinnuligar møguleikar vid altjóða samskifti. Og polit- ikarin hevur yvirblikk; so- leiðis at hann ikki læsir seg yg samfelagið fast, í pol- itiskt ómegulig krøv Lat okkum fyrst viðgera spurningin um arbeiðsfrið, medvit, semju - konsensus er orðið á fremmandum máli Ein týðandi uppgáva hjá einumhvørjum almennum leiðara er at vera við til at uppbyggja baklandið aftan- fyri ta kós, sum politisku signalini seta Skulu politiskar, vinnu- ligar loysnir fremjast í verki, so er konsensus ein fortreyt fyri at fólk arbeiða fram ímóti felags máli Eingin konsensus fæst úr bláari luft. Arbeidsfridur, medvit og semja fæst bert har leiðslan í góðari tíð leggur upp til slíkt samstarv, lýsir hugsunarhættir og tekniskar møguleikar. Eing- in konsensus fæst í einum myrkaspæli Konsensus fæst bert. har leikarar spæla við opnum kortum Politiskt konsensus krev- ur eisini, at tann politiska ráðgevingin er neyv. Eingin fær álit á eini tekniskt skeiv- ari ráðgeving. Men tað ber heldur ikki til bert at hava tekniskt rætt í ráðgevingini Vit koma ikki uttanum, at teir mongu teknisku møgu- leikarnir skulu longu í ráð- gevingarstundini vera pol- itiskt fingramerktir Vit hava fyri neyðini eina politiska ráðgeving í góðari balansu millum tekniskt gott og politiskt, samfelags gt møguliigt Slik politisk rådgeving t ikki. uttan skilagóðar { Norðstreymoy i ar felag heyði Í r VIK um sidan: ársaðaifun var mn 1. Vai á M I madur komandi verður Dånjal Joensen Kollafirði Nevndin hevur skinað 2 leiðis Dánjal Joensen, Kolla fjérður. formaður. Birgir Waag Høgneser Vest manna næstformadur. Niels Petersen. Hvalvik, skrivar! fyri, í øðrum lagi eru menn- iskjaliga væl fyri og í triðja lagi hava tætt, skilagott samstarv við aðrar partar í samfelagnum Tí er tað av alstórum týdningi, at tann almenni sektorurin er soleiðis skip- aður, at slíkir leiðarar kunnu framalast. Politikarin skal eisini leggja upp til vinnuligar møguleikar í altjóða sam- skifti Altjóða samskifti fer í fyrsta lagi fram á embætis- manna stigi. Sum við øllum menniskjaligum samskifti, so heldur krákan sín unga vera tann vakrasta. Altjóða samskifti fer fram millum líka menn/kvinnur. Bæði so og so Tað nyttar lítið einum fulltrúða í Tinganesi at sam- skifta við ein departement- stjóra á Christiansborg - tað ber ongan veg. Klædning- urin skal helst vera á leið tann sami Tað nyttar heldur ikki nógv einum maskinmeist- ara í Tinganesi at tosa við ein løgfrøding á Christians- borg. Tann útbúgvingarliga ballastin skal helst vera í ætt Á sama hátt verður trup- ult hjá einum løgfrødingi á eini departementlíknandi skrivstovu í Tinganesi at samskifta við ein tekniskan stjóra á Dansk Teknologisk Institut. Lítið er at ivast í, at partarnir eru kurteisligir, men samskiftið hevur trong kor Tí er tað av alstórum týdningi, at tann almenni sektorurin er soleiðis skip- aður, at tað ber til at sleppa innum dyrnar, har tað er neyðugt í altjóða hopi At enda í hesi greinini skulu vit viðgera spurningin um yvirblikk. Tann poli- tíska ráðgevingin má hava yvirblikk á ein slíkan hátt, at politikarin fær tikið smá (te. politiskt møgulig), men effektiv stig í sambandi við trupulleikar ella møguleik- ar, sum eru í eygsjón Vit síggja t.d. í fiskivinn rupult tað er VUSSU Hjørleif T. Hansen, Tjørnu- vík, Jógvan Mørkøre. Hos vík og Arni Mortenser Skæ lingur eru nevndarinmir Arsaðalfundurr hjá Norðstreymoyar í Javnaðar elag samtykti ersimi eima løgarbr sum ber £ at I evur eima sokallada »standand: upp stilling øgtingsval Hetta ber 5 ii n er galdar dt leing tey. sum standa á honum hóast vit onga orsøk hava at í vast í, at allir partar gera sítt besta, bæði ráðgevar, umsiting, vinnulív og pol- itikarar. Yvirblikk og politiskar møguleikar fær ein politik- ari bert, har tann pol:tiska ráðgevingin hevur vitan um smálutirnar í samfelagnum innanfyri viðkomandi øki, vinnuliga og í annan máta Í øðrum, stórri londum er tann politiska ráðgevingin sera fjølbroytt og fólk verða sett í hundraðtali á hægri lærustovnum, ráðum og fel- agsskapum - innanfyri sum uttanfyri tann almenna sekt- orin - til tess at tryggja eina so fjølbroytta, neyva og væl undirbygda politiska ráð- geving, sum møguligt. Hetta er við til at skapa politiskan stabilitet, sum er ein fortreyt fyri modernaða vinnu anno 2000 Slík apparat hava vit ong- an møguleika at byggja upp i Føroyum. Okkara møgu- ikki taka seg av, ella for- madurin fær skriv um nytt navn/nøvn til listan Eftir hesi samtykt, eru teir sokallaðu = uppstillingar- fundirnir farnir í søguna Dánjal Joensen á Kjalnest er nýggjur formaður í Nordstreymovar Javnaðarfelag leiki fyri eini dyggari polit- iskari ráðgeving er at skipa tann almenna bygnaðin so- leiðis, at sum mest fæst burturúr tí vitan, sum longu verður uppbygd í ødrum sambandi enn politisku ráð- gevingini. Tí er tað av alstórum týdningi, at tann almenni sektorurin er soleiðis skip- aður, at tað saman við vinn- ulívinum við skili ber til at skapa eitt fjølbroytt yvir- blikk í politisku ráðgeving- ini. Slíkt er neyðugt í stórri londum við vinnulívi, sum er væl betri fyri enn tað før- oyska - roknast má við, at tað eisini er neyðugt hjá okkum í Føroyum. Hetta er ein orsøk til, at tann almenni sektorurin eig- ur at standa ovast á bredda- num, tá vit viðgera spurn- ingin um karmar fyri mod- ernaða vinnu Signar P. Heinesen Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður : Nr. 120 - 30. JUNi 1998 Jan MØLLER Fíggjarnevndin í danska fólkatinginum samtykti hósdagin avtaluna millum Føroyar og Danmark, dag- in eftir at sama avtala varð samtykt av einum einmælt- um løgtingi. Men samtyktin f donsku figgjamevndini fekk ikki undirtøku frå øllum flokk- um. Meðan javnaðarflokk- urin og hinir vinstraflokk- arnir saman við teimum radikalu og CD atkvøddu fyri avtaluni, atkveddu Danski fólkaflokkurin og framburðsflokkurin ímóti. Vinstriflokkurin, — teir konservativu og teir krist- iligu atkvøddu als ikki. Hetta tulkar formaðurin í føroyska javnaðarflokki- num og fólkatingslimurin, Jóannes Eidesgaard sum, at flokkarnir ikki vildu góð- kenna avtaluna við Føroyar. - Eg haldi tað er rættiliga áhugavert, at síggja, at hvørgin av hesum flokku- num atkvødur fyri avtaluni, nú tá nettup hesir báðir flokkar hava fingið fulla undirtøku frá sínum fólka- tingsmonnum í Føroyum gjøgnum árini. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at hetta skuldi verið eitt frálíkt høvi hjá Óla Breck- mann, fólkatingsmanni at gjørt upp við teir konserva- tivu og sloppið burtur úr tí hafti, hann hevur verið í síðani 1984. Jóannes Eidesgaard held- ur, at tað má vera ein beisk- ur biti hjá Óla Breckmann at svølgja, at tann flokk- urin, sum hann altíð hevur stuðlað, nú ikki vil taka undir við tí avtalu, sum Oli Breckmann sjálvur sigur seg eiga so stóran part av æruni fyri. L -Eg haldi ikki, at Oli Breckmann eigur at kenna kenna seg serliga knyttan at teimum konservativu, eftir at teir hava lagt fót- onglar fyri avtaluni. Formaður javnaðarfloks- ins heldur tað vera rættiliga hugvekjandi, at flokkar sum Vinstri og teir kon- servativu, sum hava sagt seg vera so góðar Føroy- avinir, nú lata vera við at atkvøda fyri eini avtalu, sum flest øll eru samd um er ein góð avtala fyri Før- oyar. ; -Eg haldi tað er sera løg- Danski javnaðar- flokkurin gjørt eitt gott arbeidi -Danski javnaðarflokkurin hevur við hesi avtaluni víst, at hann nú hevur funnið rætta stevið aftur, hvat Føroyum viðvíkur, og hetta fegnist eg um. Men tað er hugvekj- andi at síggja, at hvorki Vinstra ella Konservativi flokkurin vildu atkvóða fyri avtaluni Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður heldur, at stóða hansara á fólka- tingi hevur gagnað av- taluni ið, at hesir flokkar, sum geva seg út fyri at vera Før- oyavinir, ikki stuðlaðu av- taluni. Vit spurdu Jóannes Eid- esgaard, nú avtalan er end- aliga góðkend, um ynski hansara til formannin í danska javnaðarflokkinum um at geva Føroyum eina góða avtalu, eru gingin á meti? -Tað haldi eg avgjørt. Ég føli eisini, at danski javn- aðarflokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at fáa okkum føroyingum eina góða avtalu. -Men í hvønn mun hevur tín lutur sum fólka- tingsmaður stuðlað undir krøv føroyinga? -Tad er sjálvandi ringt at máta. Men eg ivist ikki í, at hetta hevur hjålpt. Vit síggja eisini nú, at stødan hjá danska javnaðarflokki- num mótvegis Føroyum er nógv meira positiv enn hon hjá bæði Vinstra og Kon- servativa flokkinum. Uppá fyrispurning hvørja stóðu hann fer at hava til donsku javnaðarstjórnina nú avtalan er endaliga sam- tykt sigur Jóannes Eides- gaard seg onga viðmerking hava fløtuni. Hann heldur tó, at nú danir hava valt ikki at leggja seg út í føroyskan politikk, so eiga féroysku umboðini á fólkatingi held- ur ikki at leggja seg út í danskan innanrikispoliuikk. Nú flokkurin hjá Óla Breckmann ikki vildi góð- kenna avtaluna við Føroyar heldur Jóannes Eidesgaard, at hetta skuldi verið rætta høvid hjá OB at gevast vid at stuðla teimum konsery- ativu.