Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 120 — 30. JUNI 1998 Teir vilja ikki hava ábyrgd av at útbyggja flogvøllir, hvat bankarnir gera osfr. Hetta síggi eg sum eina heilt náttúrliga gongd, og tí er so stórur tørvur á nú at siga, at vit taka fulla ábyrgd av okkara egna samfelag. Danir og vit og framtíðin Høgni Hoydal sigur, at vit so skulu fara til Danmarkar og gera støduna upp, har vit m.a. gjarna vilja taka ábyrgdina av flogvølli ol. Men so skal tad eisini vera við atliti til, hverjar skyldur Danmark hevur havt mót vegis Føroyum, og hvussu tær eru røktar gjøgnum tíðina. Tað ber ikki til bara at siga, at nú yvirtaka vit alt tað, sum danir hava for- sømt. Her má fåast ein upp- gerð, sum eisini byggir á eitt forarbeiði., ið snýr seg um, hvat er rímuligt og rætt. -Men er tað ikki eitt sindur løgid at einum sjálvstýrislandsstýri bein- anvegin at vísa aftur ein- um donskum ynski um, at føroyingar yvirtaka eitt nú raksturin av flogvøllinum? -Eg haldi tað er rætt, at vit siga, at hetta er nakað, sum vit politiskt mugu við- gera, áðrenn vit taka undir við tí. Annars er Høgni Hoydal sera fegin um tann partin av avtaluni, sum sigur, at danska stjórnin játtar á ein siviliseradan og demokra- tiskan hått at fara undir samráðingar um at gera Før- oyar til ein suverenan stat. -Hetta meti eg at vera ómetaliga tydningarmikid, og hetta verður so eisini mitt arbeidsøki. Uppá fyrispurning hvussu langt hann er komin við hesum arbeiðinum sigur landsstýrismaðurin, at hann fløtuni er í ferð við at skipa hetta saman við umsitingini og síðani at fáa samskipað við restini av målsøkjunum, hvat skal gerast innan tey ymsu målsøkini: at fáa kort- lagt yvirhøvur, hvørjar av- leiðingarnar verða osfr. Aðalorðaskifti á tingi Høgni Hoydal váttar, at tað fer at verða sett ein ser- frødinganevnd, men tað fyrsta, sum skal henda, er, at løgtingid skal hava eina aðalviðgerð, tvs. tað skal fáa høvid at úttala seg um eina ætlan, sum landsstýrið fer at leggja fram. Nústaðni tá kann ein fara undir at seta tað stóra arbeiðið í gongd. Nú er bert talan um fyri- reikingina. Nær aðalorðaskiftið verð- ur veit Høgni Hoydal enn ikki, tí fyrst skal landsstýrið gera uppskot til samtyktar, sum vónandi kann verða lagt fyri løgtingid heilt tíð- liga í ólavsgkutingsetuni -1 hesum uppskotinum verður so skotið upp, at løg tngið staðfestir. hvønn rætt vit hava til at gerast renur statur osir um ein sattmála -Men hvat vil tú siga til allar teir føroyingar, sum í dag bera stóran ótta fyri gongdini, nú m.a. tjóð- veldisflokkurin ætlar at kvetta við Danmark? -Eg skilji óttan, tí at fólk síggja einar suverenar Før- oyar sum, at tað verður kappað á stokkinum, og at ein tá ikki veit, hvar ein flýtur. Til tað siga vit, at her ikki talan um at kappa á stokk- inum, men tað er talan um eina skipaða gongd, sum fer fram á ein demokratiskan og siviliseradan hátt. Tvs. at løgtingid viðger fyrst málið, og landsstýrið ar- beiðir síðani víðari við tí í samráð við donsku stjórn- ina. Ein nýggj avtala skal so gerast millum tvey suv- eren lond eins og Ísland og Danmark gjørdu í 1918 og har nettup samstarv varð avtalað á nógvum økjum Høgni Hoydal sigur víð- ari, at ein slíkur sáttmáli skal sjálvandi eisini inni- halda reglur um, nær hann skal enduskoðast og upp- sigast -Vit leggja eina koyri- ætlan, ein skipadan leist, å ein siviliseradan og demo- kratiskan hått. Tad meta vit er av allarstørsta tydningi. Men hvat heldur Høgni Hoydal um gitingarnar, at fólkaflokkurin, tå avtornar, als ikki vil ganga eins langt á loysingarleið sum tjóð- velidsflokkurin? -Fólkaflokkurin hevur skrivað undir samgongu- skjalið, har kósin er stungin út. Grundarlagið fyri hesum politikkinum stendur svart uppá hvítt í samgongu- skjalinum, nevniliga at fáa Føroyum fullan politiskan suverenitet. Hetta merkir, at løgtingid fær alt lóggávu- vald, og landsstýrið hevur í prinsippinum alt umsiting- arvald, men her siga vit eisini, at tað eru ngkur øki, sum vit mugu gera nakrar skiftisskipanir fyri, áðrenn vit yvirtaka alla umsiting- ina. Anfinn Kallsberg hevur nevnt hetta: at venda Heimastýrislógina á høvd- ið, tvs., har vit hava allan rættin og kunnu útdelegera nøkur viðurskifti til danir at umsita, til vit sjálvir klára at yvirtaka ella gera okkara egnu skipanir. Høgni Hoydal undirstrik- ar ti, at hetta at taka tf fullu politisku sjålvstøduna, er ikki nakað lop út í tóman heim, hvørki búskaparliga, útbúgvingarliga ella heilsu- liga Hann vísir á, at tað eisini er nettup hetta, sum er av- talað við donsku stjórnina í grein 9, sum er ein stað- festing av, at danska stjórnin er tilreidar at fara undir hesa „siviliseraðu og demokrat- isku prosessina“ Folkaatkvøda Landsstýrismaðurin vísir á, at tekur løgtingid undir við uppskotinum frá lands- týrinum, so skal tann sátt nálin, sum landsstýrið fer lonsku stjórnina, út til let | I kipað gongd, sum eing In nýtist at óttast. Tað verður vidgjørt í almenninginum í allar endar og kantar, áðr enn nakað verður sett í verk tidindabladid SO) Høgni Hoydal heldur annars, at nyggja avtalan við danir eigur at verða vid til at mana nakrar av ræðu- myndunum í jørðina. -Vit standa hereftir nógv sterkari í samráðingum við danir. Vit duga nógv betri at gera okkara ynski greið og fáa tær loysnir, sum vit sjálvi ynskja, nú vit hava tikið avgerðina um sjálvi at taka politiska ábyrgd. -Er virðingin millum danir og fóroyingar aftur komin uppá pláss við hesi avtaluni? -Tað vil eg ikki siga. Tann álitiskreppan, sum var í bankamálinum, stavaði frá nøkrum avgerðum, sum tiknar vórðu í Danmark og har tað ikki varð lurtad eftir føroyingum. Nú siga vit, at vit sjálvir taka ábyrgdina. Danir rgkja síni og vit okk- ara áhugamál. Grundarlagið undir hesi avtaluni, og tað, sum skal til fyri at kunna skapa nýggj viðurskifti millum Føroyar og Dan- mark og byggja nýtt álit uppaftur, er, at tú ger greitt, hvørji áhugamál danir hava og hvørji áhugamál vit hava Undirgrundin Hvussu tryggur er Høgni Hoydal undirgrundaravtal- una við danir, nú hann sjálvur hevur fingið váttan fyri, at tað finst hópur av skjølum í hesum máli, ið eru loynilig - og hevur hann biðið um innlit í hesi skjól? -Nei tað havi eg ikki gjørt enn. Men hatta verður ein partur av tí stóra fyrireik- ingararbeiðinum, sum skal gerast. Tað má vera greitt, hvønn tydning bæði undir grundin og hernaðarmál Vac vit aftur til Høgni Hoydal sigur, at 1 talan er um stórpolitisk mál að end venaa sum undirgrund, danska krónuvirðið osfr. so er tað greitt, ai danska stjórnin skal røkja áhugamálini hjá tí samlaða danska ríkinum. og tað kemur so at ganga móti okkara áhugamálum. Hann heldur, at einasta loysnin fyri at koma burtur úr mistonkiliggerðanini, og eitt nú óttanum fyri, at skjól skulu vera goymd ol. er, at vit sjálvi taka ábyrgdina og siga, at nú leggja vit sjálvi politikkin til rættis. -Hevur tú varhugan av, at tað finst nakað týdn- ingarmikið í undirgrund- armálinum, sum ikki er komið fram fyri dagsins ljós? -Um íkki Schluter- og Nyrupstjórnin hava um- hugsað, hvørjar avleiðingar tað fær fyri samlaða danska orkupolitikkin og ríkið, tá teir lata okkum undirgrund- ina, so hava teir ikki gjørt sitt arbeiði til litar. Eg haldi annars, at tað er uppá tíðina, at ein fær greiðar linjur, har tað greitt framgongur, hvat Danmark ynskir og hvørji áhugamál danskar fyritøkur hava í føroysku undir- grundini, hvussu fåa vit lagt tað á borðið og kunnu reka okkara politikk út frå tí Høgni Hoydal metir, at tað var ein stórur fyrimunur fyri føroyingar, at vit yvir- tóku undirgrundina undir heimastýrisskipanini. Tað er nevniliga eisini ein viður kenning av, at føroyingar kunnu fáa fullan suverenitet á ti økinum eisini. Vit spurdu Høgna Hoy- dal, um hann íkki kortini kennir seg eitt sindur ótryggan við gongdina í eitt nú undirgrundarmálinum! -Trupulleikarnir hjá for oyingum: at bera ótta fyri, hvat gongur fyri seg á ráð harrastovum í Keypmanna havn, eigur ikki at vera reellur longur, tá vit sjålvu hava sagt, at:vit taka byrgdina. Í Í is ikki ótr SONET ØTrOoVvingal nava nókur nski um, hvat teir vilja Tú ber ikki nakran ótta fyri, at danir vilja broyta undirgrundaravtaluna, tá nógv olja verður funnin? -Tað síggi eg ikki sum nakran trupulleika, tí til ta tíð hava vit tikið fullan su- vernitet av bæði landi og undirgrund. handlum: e í Grifflinum í SMS ej; An al: in DOKAaSOIU | NAGRAÁLIN | | DAGBÓKIN 29. juni 1998 - 4. juli 1999 Bókin kostar 45 kr. og fæst kring landið í hesum handlum: * í Suðuroyar heimavirki í Vági * hjá Ellen Dahl í Vági * hjá Bókbindaranum á Tvoroyri * í Statoil stoðini á Sandi * hjá Sonrup í Sandavági * í NB handlinum í Vestmanna * í Bókabúðini í Runavík * í Alfa bókahandli í Klaksvík Í Havn fæst bókin í hesum * í H.N. Jacobsens Bókahandi * hjá Hjalmar Jacobsen SMS VR pappirslonin SVERRISGØTA 9 - FO-110 TORSHAVN TLF. 310603 - FAX 310806 - BOX 195 Høgni Hoydal, virkandi lógmaður vónar at kunna leggja upp fyri tingið í næstum um fóroyskan suverenitet og at aðalorðaskifti kann verða í tinginum tíðliga í ólavsókutingsetuni