mikudagur 1. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðfólk Ljósmyndari: | Útgevari, uppseting og prent: | - 110 Tórshavn
Jan Mú Dagny Joensen, Jens Kristian Vang | SK Sosialurin Telefon: 311820 |
Aki Bertholdsen, | Telefax. 314720
i ri: Emil L. Jacobsen Lysingar og søla: Bústaður: :
Eiríkur Lindenskov Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Argjavegur 26, Argjum email: — |
Tunð Kjølbro = Postadr: Postsmoga 76, postQ sosialurin.fo j
Sjálvstýriskósin
Oddagrein
NÝGGJA sjálvstýrislandsstýrið hevur nú rátt fyri borg
um í skjótt tveir mánaðir og ein kann siga, at vit so
spakuliga byrja at hóma konturarnar til eina mynd
Tungu dreingir tjóðveldisfloksins, Hegni Hoydal og
Karsten Hansen, hava báðir føroyska tjóðveldið sum
fremsta mál, tá Sosialurin tosar við teir. Nýggja avtalan
við danir er ein týðandi fortreyt fyri tí útviklingi, sum
teir helst síggja í Førovum, nevniliga einar sjálvstoðug-
ar suverenar Føroyar. Eitt er málið, annað er hvussu
tú rekkur tí og nær. Samgonguskjaliðsetir út í kortið
karmarnar og skal landsstýrið til at fylla teir út. Eftir
øllum at døma verður tað longu nú arbeitt miðvíst at
leggja lunnar undir ein útvikling,ið einaferð í framtidini
skal staðfesta Føroyar sum eitt sjålvstødugt land.
LANDSSTÝRISMAÐURIN í sjálvstýrismálum hevur í
hyggju at leggja uppskot fyri tingið, helst longu á
ólavseku - uppskot, sum skal heimiðla landsstýrinum
at taka upp samráðingar við danir um ein serstakan
Hann vónar, at vit fáa eitt
aðalorðaskifti um spurningin helst so tíðliga í ting-
Allur hesin spurningurin er so
álvarssamur og umfatandi, at vit eiga ikki bert at fáa
eitt aðalorðaskifti á tingi um málið. Fjølmidlarnir eiga
1 fólkavaldu at skapa grundarlag fyri
mennum tjaki. Men fyri at hetta tjak
ning og virka uppbyggjandi, so er
rið leggur allar upplýsingar fram
neyðugt, at sakkøn fólk á ollum okjum í
eggja sína vitan fram fyri almenningin
dugt, at andstødan, sum er ein týðandi
demokratisku prosessini, ger heimaarbeiði sítt
tí almenna orðaskiftinum
setuni sum gjerligt
vastákið kan
n so onkur spyrja? Hvat
ud og hver maður skal til at gera við
viðurskiftini millum Feroyar
vit her tosa um framtíðina
i kkum i dag men eisini hjå komandi
ið tað so ómetaliga tydningai mikið, at
j
erða bygdar at trygga og haldgóða
Vit byggja onga trygga grund á teir mest veru
leikafjarðu tjóðveldisromantikararnar ella tey mest
kolasvertu sambandsfólkini. Hesi vilja altíð vera partur
av spektrinum, men latið tey fylla sum minst. Tað eru
tey, sum liggja millum hesar mótpolarnar, ið eiga at
leggja til rættis utviklingin. Vit hava sagt tað áður og
siga tað aftur. Nettup út frá umreddu sjónarmiðum er
tað so týdningarmikið at tú byggir komandi avgerðir á
eitt breitt grundarlag. Tí var tað ómetaliga óheppið og
botnskeivt, at ikki ein av landsins størstu flokkum,
javnaðarflokkurin, kom við í samgonguna. Onkur vil
vera við, at forkvinnan í sjálvstýrisflokkinum, av sínum
aggi til javnaðarfólk, setti sum treyt fyri at skipa eina
sjálvstýrissamgongu, at javnaðarflokkurin varð hildin
uttanfyri. Vit hava ikki prógv fyri, at hetta er rætt. Men
er tað so, tá rillar longu sjálvt byrjunnargrundarlagið
undir teimum stóru broytingunum, sum gerast skulu
á sjálvstýrisleið. Tí eru vit bangin fyri, at samgongan
hevur gjørt sær og sínum máli eina bjarnatænastu vid
at halda javnaðrflokkin utanfyri. Okkurt bagir logikk-
inum, um samgongan trýr, at hon fyrst kann halda
javnaðarflokkin uttanfyri ávirkan, fyri síðani at biðja
um tess stuðul undan eini fólkaatkveðu, sum loksins
verður hon, ið skal tryggja ella vraka ætlaninar hjá
landsstýrinum. Tá hugsað verður um at gjøgnumføra
sjálvstýrispolitikkin við eina fólkaatkveðu, so er greitt
at javr.aðarflokkurin hevur ein ógvuliga sentralan le'k-
lut. Nettup tí fer útspælið hjá flokkinum til allan sjálv-
stýrispolitikkin at vera so týdningarmikið fyri, hvat
veruliga kemur at henda. Tað er nevniliga ikki nokk,
um samgongan fær meiriluta, tí tá avtornar, skal hesin
meirilutin eisini tryggjast við eina folkaatkvødu.
EFTIR okkara tykki ger samgongan tí sera klokt við at
taka andstødu við uppá ráð longu nú fyrireikingarnar
verða gjørdar. Tað má eisini vera rætti andin í styris
skipanarlógini, at tú vil geva málinum so sakliga og
breiða viðgerð, at tú tekur andstøduna við í arbeiðið
longu í fyrireikingini . .
ee F Sosialurin
Suni á Dalbø, oljuráðgevi hjá Suður- Vestur Samtakinum:
Ein føroysk
veitingarskipan er
skilabesta loysnin
Samstarv ella stríð
- okkara avi
Tá ið tað í fjør varð arbeitt
við eini samskipanarætlan
fyri føroyskar ídnaðar-
havnir (t.e. allar føroyskar
havnir, sum í dag hava
virksemi tengt at sam-
ferðslu, frakt, goymslu,
fiskivinnu, skipasmiðju
ella øðrum ídnað) undir
heitinum > Veitingarsamtak
Føroya«, var eitt aðalmál
fyri verkætlanina, at vit
ikki skuldu koma í eima
stóðu, har vit nýttu óneyð-
uga orku til at kappast við
okkum sjálvi um veitingar
til frálandavinnuna — tí-
verri er tað júst hetta, sum
er hent
A hesum stað ætli eg
mær ikki at koma við
metingum um orsøkir og
avleiðingar av hesi kapp-
ing; tó skal eingin ivi vera
um, at tann orka, ið er
løgd í hesar ætlanir, eftir
mínari hugsan, kundi
verið nýtt á ein munandi
ødrvisi og skilabetri hátt
Eingin tervur á út-
gerðarhavn(um)
fyrr enn um 3-5 ár
Politikarar, oljufeløg og
persónar innan oljuvinn-
una annars. eru flest øll á
einum máli um, at fløgur
skulu haldast á einum
minimum í leitingarfasuni
Í staðin skulu vit leggja
áherðslu á, at samskipa og
tilrættarleggja soleiðis, at
vit føroyingar fáa sum
mest burtur úr teimum
aktivum, vit ráða yvir í
dag
Eingin forðing er fyri, at
vit kunnu fara í gongd við
teimum fasilitetum, sum
vit ráða yvir í dag. Tað
verður sjálvandi neyðugt
at fáa til vega nakað av
amboðum og maskinum
uttanlands, men menning-
in skal í hevuðsheitum
koma gjøgnum samskipan
og skal henda í tann mun,
ið tørvur er á hesum og
eitt er heilt vist: Tað er
ikki tørvur á eini bein-
leiðis oljuútgerðarhavn í
Føroyum tey komandi 3-5
árini
Føroyskur førleiki
fyrst og fremst
I sambandi við komandi
veitingar til frálandavinn-
una áttu vit, ístaðin fyri
innanhýsis kapping, at
funnið fram til ein bygnað
fyri einum fóroyskum
veitingarkervi, sum
stimbrar upp undir, at eitt
komandi frálandavirksemi
kemur at bera í sær fleiri
føroyskar arbeiðsmøgu-
leikar eins og vinnuligan
vøkstur og vinnuligt marg-
feldni í bæði stytri og
longri framtíð; eitt polit-
iskt aðalmál, sum eisini er
staðfest í frágreiðingini
hjá oljuráðleggingar-
nevndini, sum kom út í
fjør
Í mínum hugaheimi er
eingin ivi um, at rættast er
at virka fram ímóti einum
bygnað sum stimbrar
a)- at eitt komandi olju-
virksemi kemur so
nógvum og fjølbroyttum
økjum (geografiskt &
buskaparliga) av
føroyska samfelagnum
til góðar sum gjørligt;
b)- at avgerandi partur av
eini føroyskari luttøku í
framtíðar frálandavinnu
kemur at byggja á ein
smidligan bygnað við
neydugum fórleiku:
c)- at føroysk luttøka í
eini komandi oljuvinnu
(og leitingarfasu) kann
veita eina kappingarføra
tænastu á altjóða stóði
Spurningurin
er politiskur
Hvussu vit skipa okkum í
mun til eina komandi
frálandavinnu er sjálvsagt
í stóran mun ein politiskur
spurningur — alt annað er
at skulka sær undan
ábyrgd. Serfrødingab6lk-
urin hjá landsstýrinum,
»Oljurådleggingarnevnd-
in«, leggur i »Fyrireiking
til oljuleiting« upp til, at
vit føroyingar yvirhøvur
fåa eina vinnumenning og
førleika å føroyskar
hendur burtur år eini
komandi frålandavinnu.
Spurningurin er so, hverji
amboð skulu nýtast, sø-
leiðis at hesar politiskur
grundhugsjónir í praksis
røkka á mál?
Eitt felags føroyskt
yeitingarkerv
I londum rundan um okk
um er ikki óvanligt at
skipa seg soleiðis, at
urtøkan frå virksemi, ið er
tengt at oljuvinnuni tænir
so nogvum interessum
sum gjørligt; Aberdeen
Harbour Board og
Lerwick Harbour Trust eru
ftøkilig dómi uppá tilikar
skipanir. Vid eini skipan,
skorin eftir sama leisti
sum i Aberdeen og Het-
landi, er møguleiki fyri, at
urtøkan (evt. % satsur) frå
leitingarvirkseminum, sum
tey fyrstu 5 årini fer um
føroyskar havnir (t.d.
skipa- og vørugjald,
lossing, leiga av øki/lendi
og veitingar til Ld. seis-
mikk- og veitingarskip)
fer í ein >menningar-
grunn<. Hesin grunnur
skal síðani, við atliti til
fjølbroytta menning, verða
við til, at føroyingar í
heild fáa ágóða av, at
oljupeningur er farin í
umfar í landinum.
Tað eru sjálvandi nógv
ymisk kriterium, og
nógvir ymiskir prosent-
satsir, ið kunnu nýtast sum
býtislykil í eini tílíkari
skipan; tó er tað vert at
undirstrika tað prinsipiella
í, at pengar verða tiknir úr
oljurenslinum og fluttir til
onnur mennand: endamál.
Hinvegin skal ein tílík
skipan eisini tryggja, at
munandi parturin av inn-
tókum fer til »uppgrader-
ing« av útgerðarhavn(um),
soleiðis at føroyingar fáa
eina kappingarføra
tænastu á altj6dastødi, tå
id talan er um komandi
veitingarvirksemi.
Ein tilik skipan hevdi
gjørt, at vit, í oljuvinnu-
hópi, mentu okkum í mun
til veruligan staðfestan
tørv. Somuleiðis tryggjar
ein tílík skipan, at vit ikki
»læsa« okkum fastan upp“
nakað åvist øki, ella nakað
ávíst felag, v.v. supply-
basavirksemi áðrenn tíðin,
og útviklingurin sum heild
hevði vist okkum á skila-
bestu loysnina. Á hendan
hátt fáa allar góðar kreftir
loyvi til at verða við í eini
føroyskari oljuvinnumenn-
ing á jøvnum føti; yvir tíð
vil útviklingurin so stað-
feta, hvør hevur valt burð-
ardyggar loysnir — og hver
ikki.
Aheitan til
politikararnar
Eg vil hervið heita á
landsstýrið og føroyskar
politikarar annars við
ábyrgdarkenslu, um at
taka hetta mál í tí álvara,
sum krevst fyri at vit
kunnu fáa eina skilagóða
loysn á, hvussu vit føroy-
ingar skipa okkum í mun
til komandi veitingar til
frálandavinnuna. Bert um
politikarar vísa ábyrgd
kunnu vit fáa eina skipaða
loysn, sum kemur Føroya
fólki øllum til góðar.
Suni á Dalbø,
oljuráðgevi