Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 121 — 1. JULI 1998 Sambært ársfrágreiðingini hjá Fiskasøluni hevur tað eydnast nýggju leiðsluni at venda gongdini soleiðis, at felagið nú er á tryggari kós SVEINUR TRÓNDARSON Fiskasølan hevði aðalfund mánadagin og har var rokn- skapurin felagsins lagdur fram til góðkenningar. Og hesaferð var nakað at tosa um. Roknskapurin fyri 1997 vísir eitt yvirskot uppá 447 túsund krónur aftaná skatt. Nevndin í Fiskasøluni hevur tíkið úrslitið til eft- irtektar, men hevur sam- stundis staðfest, at úrslitið ikki er nøktandi. Og tað hevði verið løgid um nevndin var nøgd við úrslitið. Tí orsøkin til at roknskap- urin hjå Fiskasøluni visir eitt yvirskot á seinastu linju er, at bygningurin yviri við Strond var seldur til Føroya Sparikassa og vinningurin av hesi sølu varð tikin við í roknskapin fyri 1997. Fiskasglan hevði eitt yv- irskot, uppá knappar il mió. krónur, við søluni av bygninginum og tað eru hesar inntøkur, sum bjargað roknskapinum hjá Føroya Fiskasølu fyri 1997. Leiðslan skift út Føroya Fiskasølu seldi í 1997 nógv meir enn hon (Mynd: Jens Kr. Vang) gjørdi í 1996. Umsetningurin gktist við umleið 12 prosentum, men bruttovinningurin fall úr góðum 3 prosentum niður í 2,7 prosent. Henda gongd er sjálvsagt ikki nøktandi, men í árs- frágreiðingini stendur, at rakstrarárið 1997 var merkt av trupulleikum við stórum halli í rakstrinum. Hetta endaði við, at tá- verandi stjórin Poul Mich- elsen var loystur úr starvið 1. juli seinasta år og Hans Johannes á Brúgv var settur í hansara stað. Nýggja leiðslan gjørdi Súkklukapping á Sandoyarstevnu Tað er vorðin mótið at hava súkklukapp- ingar á summarstevnunum kring landið og nú Sandoyarstevna verður um viku- skiftið verður skipað fyri súkklukapping kring Sandsvatn SVEINUR TRÓNDARSON Tað verður Sanoyarstevna komandi vikuskiftið. Hetta er bert ein av teim- um mongu bygdastevnun- um sum eru og sum ikki hevur FM-kappróður vid á skránni. Tí má finnast uppá okkurt annað og her kemur súkkl- ingin inn í myndina. Tað er ikki so øgiliga langt síðan at føroyingar fóru at kappsúkkla, men úrslitini á Oyggjaleikunum hava økt áhugan fyri hesi ítrótt. Kappingin kring Sands- vatn, verður skipað sum ein einkultstartkapping, har súkklararnir verða sendir avstað ein og ein við einum minutti í millum hvønn. Tann súkklarin, sum hev- ur bestu tíðina verður vinn- ari. Teinurin, sum súkklast skal er 12 kilometur. Súkkl- að verður tvær ferðir kring vatnið. Fyrireikararnir heima á Sandi vóna, at nógvir lok- alir súkklarar verða við. Teinurin er so stuttur, at bæði børn og vaksin klára at súkkla hann uppá rímu- liga stutta tíð, stendur í tíð- indaskrivinum frá Ung- mannafelagnum Virkið. Fyrireikararnir hava verið so hepnir at fáa nakrar súkklarar úr Tórshavnar Súkklufelag at luttaka. Hes- ir eru í góðum formi, so sandoyingar fáa nakað at kappast ímóti. Tað skal tó sigast, at teir báðir fremstu í Grand Prix- kappingini, Gunnar Dahl- Olsen og Jóhan Brend verða ikki við heima á Sandi, tí teir eru burturstaddir. Súkklukappingin kring Sandsvatn byrjar klokkan 17 sunnudagin og málið er við Meginskúlan. Eingin tilmelding er nevnd í tíðindaskrivinum frá Virkinum, so tað er bara at vóna, at nógvir sandoy- ingar, bæði smáir og stórir fara at taka lut. Einasta luttøkutreyt er, at allir súkklarar brúka hjálm Fiskasøluni 3 Fyri fyrstu ferð vísir årsroknskapurin hjá Fiskasøluni yv- irskot. Men yvirskotið stavar ikki frá rakstrinum. Hann vísti eitt hall uppá knappar 2,2 mió. krónur. Men hóast tað, so eru góðar vónir um eitt betri úrslit í 98 broytingar í rakstrinum, sum skuldu betra um árs- úrslitið og sambært ársfrá greiðingini er hetta eydnast so mikið væl, at úrslitið av rasktrinum fyri seinna hálv- ár var betri enn ætlað - Goymslurnar og taps- vandin er munandi minkað og felagið er á tryggari kós. Færri starvsfólk Fyri at betra um raksturin hevur Fiskasglan minkað um aktivitetin. Fiskasølusamtakid eigur fimm fyritøkur uttanlands Tvær í Danmark, tvær i Frankaríki og eina í Bret- landi. I 1997 varð Faroe Sea- food Danmark umskipað til eina deild hjá Føroya Fiska- sólu. Hetta hevði við sær ein lægri rakstrarkostnað og eina neyvari stýring. Leiðslan í Faroe Seafood Danmark er eisini broytt og alt tapsgevandi virksemi hjá felagnum er steðgað Faroe France verður rikið sum sjålvstødugt felag, men eisinihar eru broytingar framdar. Gomlu eigararnir starvast ikki longur i fyri- tøkuni, og samstundis er starvsfólkatalið á fyritøkuni í Boulogne minkað úr 11 niður í 5 Men tað hevur kostað Fiskasøluni ein heilan hóp, at sleppa av við starvsfólk- int. I roknskapinum fyri 1997 eru ikki færri enn 7,8 mi6 krónur í 6vanligum útreiðsl- um, og tær fevna sambært viðmerkingunum um løn til starvsfólk søgd úr í starvi í árinum, umframt kostnað í samand við nýggjar verk- ætlanir. Góð marknaðarútlit Sambært ársfrágreiðingini eru marknaðarútlitini hjá Fiskasøluni góð Samlaða nýtslan á heims marknaðinum leið 2 vaks við um prosentum, men henda øking stavar serliga frá øktari sólu av liðugtrætt um og fiskafingrum Prisurin á heimsmarkn aðinum hevur verið høgur seinasta árið, m. a. kækkaði prísurin á feskum fiski við umleið 20% Nidurstødan hjá leiðsluni á Fiskasøluni er tí, at maknaðurin fyri teimum flestu fiskavørum, sum Fiskasølan selur var góður í 1997. Prisvøkstur á øllum økjum uttan tá talan var um skalrækjur. Men búskapar liga stødan í Asia hevur eis ini sina åvirkan á føroysk fiskasøluvidurskifti Størsti útvegarin hjá Fisk- asøluni, er Fiskavirking, sum umbodar umleid 39 prosent av søluni 1. Mona 2. Eigur tu 3. Målningur yrkjarans 4. Ikioskim 5 Kanst tu siga farvæl Vinarliga send mær Navn: Nýggj fløga -við Millum frændur Kærleikans Vallaraheim 6. Junikvøld 7. Ríða Ranka 8. Á ami mínum 9. Kærleikans Vallaraheim 10. Sangunn í tínum hjarta eintøk av > Búst.: Tel.: Utfyll lepan, klipp hann ut og send hann til: 3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn SMS - Tel. 319820 - 310606 - Fax 314955 E-mail: tryarin(Dpost.olivant.fo "Kærleikans Vallaraheim arin FOTO & VIDEO FLØGUR ag