Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. juli 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Nr. 121 — 1. JULI 1998 tíðindablaðið 1 23 Vitan er meira enn teknikkur Hans Pauli Strøm, løgtings- maður, var gesta- pisurødari á pisufundinum i Vågi friggja- kvóldið Vágbingurin Hans Pauli Strøm, sum eisini er løg- tingsmaður fyri Norð- streymovar valdómi, flytur fram rødu vid Minnis- varðan í Vági Góðu áhoyrarar, Góðu pisur Allar fyrst má eg takka tykkum fyri tann stóra heið- ur at sleppa her á sjálvari jóansgku at halda rødu fyri tykkum, á pisufundi, á hes- um fagnaðardegi tykkara. Eg minnist eisini sum Gviti fyrstu ferð eg sá nakrar pis- ur, tað var her á jOansøku, einar 8-10 fríðar og mælsk- ar ungdómar íð førdu seg so sjålvsikkur og í hesi sjåldsomu og vøkru húgvu, man aldrin hevdi sæd mak- an til - tey vóru komin norð anífrá, studentar, tað var sum hålvgudar, sum ettt sus úr teirri ókendu og lærdu verð Fá var ein flokkur av pis um í øllum landinum, ermar 15 tilsamans, handilsskúli og hf var onki sum æt. Nú munnu Ut verða meir enn 500 tilsamans sum fáa progv úr studentaskúlunum hf-skeiðunum, handils- og fiskivinnuskúlunum. Og so koma eini 100 aftrat við sveinaprógvi 0.g. teknisk- um útbúgvingum. T.v.s. at tað eru fleiri enn 600 sum í ár fáa eina miðnáms ella yrkisútbúgving. Samanberi hetta við at tað eru ikki fleiri enn stívliga 650 í einum aldursbólki sum tykkara. Er tað nú so løgid at mangur spyr - og kanska serliga millum tey eldru - hvussu hetta kann bera til - er tað ikki fiskivinnu vit skulu liva av, hvør skal nú fara umboð á bátarnar? Og hver skal fara til flakalinjurnar? Tað er púra rætt at spyrja so, tí í spurninginum liggur ein ótti fyri, at hava tit nú gloymt hvat íð tað er sum vit øll liva av, hvat id tað er sum fødir okkum øll? Og tey hava púra rætt, at tað fer at verða svangligt í Før- oyum, sýna vit ikki tí unga drongi sum velur sjógvin og teirri ungu kvinnu sum fer á virkið at hagreiða veiðina, líka stóra virðing sum vit sýna tykkum, sum standa við húgvuni her ídag. Í hesum sambandi kann man ikki lata verða við at undrast á eitt: tað verður nevnliga fyrsta dagin so, at áðrenn ein ungur drongur sleppur fyrstu ferð til skips skal hann hava tikið eitt ser- ligt trygdarskeið. Tað er sjálvsagt í lagi, men verri er at skilja hví hann skal krevjast eftir einum gjaldi uppá fleiri túsund krónur fyri hetta, tá allar aðrar og mangar ferðir drúgvari og dýrari útbúgvingar eru Ó keypis? Men, góðu pisur, lat okk um venda aftur til tykkara við tveimum søgum ] hana um Rasmus Berg, betri kendur sum Erasmus Montanus sum Holberg lat hann nevna seg sjålvan å finum låtinsk um. Um tann sjálvklóka bygdadrongin sum kom heim av lærdum skúla í høvudsstadnum og kunn- gjørdi fyri tí skelkaða bygd- afólkinum sína nýggju koll- veltandi vitan, at jørdin var rund sum ein bóltur - hon var ikki fløt sum ein pann- ukaka, sum tey trúðu. Tað elvdi til eitt øgiligt uppstandilsi ti Rasmus koll- dømdi jå alla heimsmyndi- na, alla tilveruhugsanina hjå bygdafólki sínum. Men har á fjallinum vildi man ikki vita av slíkum, so tey tóku í herðatoppin á Rasmusi og góvu honum tvinnar kostir í at velja: at standa við síni orð og afturfyri verða noyddur í kongsins her alt sítt unga lív - ella at avnokta sína vitan og afturfyri fáa bæði festarmoy og eitt fittligt starv. Rasmus ivadist ikki í at velja tann seinna og mjúka kostin. Sína lærdu vitan heyði hann lætt við at kasta av sær, tí hon var ikki annað Tit kenna ótvað enn ein pátikin remsa, sum ongin skilti nakað av kortini og sum ongan týdning hevði fyri tilveruna á fjall- inum. Nakað undan okkara góða Rasmusi var ein annar klókur maður eisini komin illa fyri av síni vitan, nevn- liga ítalski astronomurin Galilei Galileo. Tað snúði seg um nakað tað sama sum hjá Rasmusi, men mótvegis tí uppblásta lærda býttling- inum Rasmusi, var Galileo ein nærlagdur og djarvur granskari. Hann var komin fram til, at Jørðin var ikki tann fasti og ævigi miðdep ilin í alheiminum, sum øl hini himmallikamini mólu jørdin var ikki innad n em gongustjørna sum allar hinar, íð mólu í yn iskum ringrásum Henda kollveltandi vitan Galileos breiddi seg og vann undirtøku millum fólk og vandamikil bleiv hon tí fólkið eisini fór at hyggja uppá pávaveldið við somu eygum, stóða påvans sum heimsins einavaldandi and aligi og verðsligi middepil kom at standa fyri skotum Pávakirkjan varð skakað og setti Galileo knívin á barkan — hann slapp at bjarga lív- inum við at avnokta sína vitan. Men tað eydnaðist ikki at steðga tí hann hevði sett ígongd og sum at enda beindi fyri kúgandi einveld- isstødu pávakirkjunnar. Nú rokni eg ikki við at tit koma í stóðu Rasmusar ella Galileos. Men søgurnar handla um vitan, vitan sum Rasmusar, íð var tóm og påtikin og ongar aðrar av- leiðingar fekk enn at gera hann sjálvan til ein býttling millum síni egnu. Og vitan Galileos, íð snúði seg um tað sama, men sum kom av leitanini eftir samanhang! og innliti, og sum lesti seg millum fólkið og bant teim um jørð og himmal saman. Tit hava óivað hoyrt so mangan hesi trý árini Ut hava gingið til student, um tann = alstóra og stødugt veksandi tydning sum kunnleiki og vitan hevur i okkara tíð, tit hava hoyrt um kunningartøkni og inform- atíónssamfelag, um gongd- ina frá haka og snøri til teldu og internet. Um at vit- an er vald og vitan er alt.... Ja ein undrast á um tey yv- irhøvur vistu nakað sum helst áðrenn teldan kom í heimin Men hugsi einaferð um hvussu nógv alt hetta tosið næstan bert hevur snúð s tøknina sjålva, um tólið útgerðina, um hennara ferð og megi og allar hennar hentleikar og møguleikar Tys. bert um skrokkin, um hylkið. Og hvussu lítið tað hevur snúð seg um sjálvt innihaldið, um sjálva vitan ina. Ja vit hava næstan mist burtur hvat vitan í veruleik- anum er. Vitan er næstan blivid til tøknina sjålva, í besta føri tað, sum tú kanst fáa burtur úr tøknini, tað sum tøknin borðreiðir við jú betri og stórri tøkni, jú betri og stórri vitan Onki er meira skeivt enn hetta. Orðið vitan kemur úr indoeuropeiskum frummáli, har tað eitur vidya og merkir innlit, at síggja og skilja Hetta er tað sama sum griska orðið idé og tað lat- ínska video — og tað merkir annað og meir enn tað at sita sum eitt býtt og gløda í ein skíggja. Og á enskum hava vit tilsvarandi orðini sum wise og wisdom, á lør oyskum vísur og vísdómur Vitan er tískil ikki ørgrynn an av upplýsingum ella in formationum um líkt og 0 líkt sum man kann stoyta úr telduni ella draga úr int ernótini. Í molum og í pett um Tyørturumobi er vitan innlit í tey ymisku viður- skiftini, í heiminum, í nátt- úruni, í samfelagnum o.s.v., innlit í samanhangirnar, treytirnar, orsøkirnar og av- leiðingarnar Á henda hátt er vitan vald — ikki slíkt vald sum noyð- ir sín vilja igjøgnum við jura ella kapitali, men tað vald sum liggur í evnunum til at sannføra vid at gera sitt innlit, sina vitan galdandi til at broyta tað verandi og pil til at åvirka skapa ta omandi Það er tann stóra 00 n ti KK nv tit s enn fara undir. Tað í ið di er ikki at € remsurna VS vð 114 n i Í k I hvo ti + H | Q teldu. Men at tit vid st entspróvnum hava váttað, at tit eru før fyri at søkja og fáa innlit í tey evni, sum tit seta tykkum fyri, at tit duga at finna samanhangirnar og gera tykkara egnu niður støður. Og tí ivist eg ikki í at vongirnir fara at bera tykkum, hvussu langt og hvagar tit so fara Góði pisur. Tað er mær ein serlig gleði at sleppa at halda rødu fyri tykkum her suðuri. Og tá ið eg fái hetta havi, so kann eg ikki lata verða við her at enda at taka nøkur orð uppaftur eftir Hanus Andreassen um oynna og fólkið her - Oyggin Grøna er, å ein hått, eg illa dugi at greida frá, ólík meginlandinum Vit á meginlandinum hava lyndið til at vera eitt sinfdur tung á okkum, seig, sein hvønn vegin. Oðrvísi er á Oynni Grønu! Har eru fólk bráð, skjót til gleði, skjót til sorg, skjót til kæti. Og her kemur nakað. sum eg haldi hevur stóran týdning. Vit á meginlandinum sleppa ikki altíð av við okkar kenslur gleðin, sum kyknar upp í okkum, sleppur ikki altíð út, so kódnar hon; vreiðin, sum vaknar í okkum, sleppur heldur ikki út, so liggur hon og anir, vidhvørt alt ov leingi. Vit hava lyndi til at bóla oman á kenslunum, vidhvørt í vikur og mánaðir Ødrvisi er á Oynni Grønu Har eru fólk snarsint; ein løtu leikar snarsinnið í, su torusláttur, so skínur s aftur av klárum Í mi her 1: Hanus I Jur SK Tær hava glaða látur, sum hverki virðir prest ella páva. munk elia missioner; tað er skeivt a siga, at tað býr nøkur med vitað uppreisn í hesum látri- num, men nettup tí hann er glaður og frælsur, er tað ein látur, íð slítur øll fjøtur, lát urin hjá menniskjum, íð ganga upprætt Góðu pisur. Hava tit fing- ið hesar eginleikar til gåvus av at verda fødd og upp- vaksin her i oynni, so varðið um teir, og hvar tit enn fara, latið teir so altíð vera eyð- kenni tykkara. Latið tó hes- ar eginleikar skyggja gjøgn um tykkara vituga skil, so verður tað aldrin til skról og glantrari. Men teir kunnu gera tykkum tilveruna fagr ari og lívið ljósari Tad ynski eg tykkum! Tillukku, góði pisur, og takk fyri Hans Pauli Strom