hósdagur 2. juli 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 122 — 2. JULI 1998
>>
I 00
Rakstrarúrslitið h ri 1997 var einki at re ypa av, men sambært metnin, gunum n hjá leiðsl-
vni á Fiskasøluni, so eru útlit til eitt væl betri rakstrarúrslit í 1998.
SVEINUR TRÓNDARSON
Hans Jóhannes á Brúgv
hevur fyri fáum døgum síð-
an framlagt sín fyrsta rokn-
skap sum stjóri á Føroya
Fiskasglu.
Men tað er synd at siga,
at úrslitið er nakað at reypa
av
Ein umsetningur uppá
næstan 900 mió. krónur,
men endaliga ársúrslitið er
eitt yvirskot uppá einans
447 túsund krónur aftaná
skatt
Men orsøkin til at úrslitið
yvirhøvur er positivt og ikki
negativt er, at bygningurin
hjå Føroya Fiskasølu yviri
við Strond varð seldur til
Føroya Sparikassa; og tað
er tikið við í roknskapin.
Hesum er einki óvanligt
í, sum so, men tað gevur
eina óvanliga inntøku í
roknskapinum uppá knapp-
ar 11 mió. krónur, sum ann-
ars ikki høvdu verið har.
Hinvegin so er rokn-
skapurin fyri 1997 merktur
av at nógvar óvanligar út-
reiðslur vóru. Knappar átta
mió. krónur eru í óvanligum
útreiðslum og tær eru farnar
til lønir til starvsfólk, sum
eru søgd úr starvið og til
kostnað av nýggjum ver-
kætlanum.
Primeri raksturin gav
hall
Verður hugt eftir tí partinum
tað veruliga snýr seg um, åt
keypa og selja fisk, so er
úrslitið vánaligt. Aftaná
rentur er eitt hall av tí prim-
era rakstrinum uppá knapp-
ar 2,2 mió. krónur.
Í 1996 var eitt lítið yvir-
skot, uppá umleið eina
hálva mió. krónur, men
heldur ikki tað var nøktandi.
Vit hava bíðið stjóran á
Fiskasøluni, Hans Jóhannes
á Brúgv, um nakrar við-
merkingar til roknskapin
fyri 1997.
Hans Jóhannes viðgongur
at roknskaparliga úrslitið
fyri 1997 ikki var nóg gott,
men leggur afturat, at tað
eru nógvar orsgkir til tað og
at hann ikki vil inn á tær
allar.
Hann sigur tó:
— Ein tann størsta orsøkin
til tað vánaliga rakstrarúrs-
litið er, at Fiskasølan hevði
eina rættiliga stóra goymsl-
u, sunveftir øllum at dóma
ikki hevði tað rætta virðið
tá samanum kom
- Vit hava selt nógv av
goymsluni, men vit høvdu
ongan møguleika at fáa
»rættan« pris fyri veruna,
og tað hevur ávirka brutto-
vinningin tann skeiva vegin,
tíverri.
Leggja dent á
føroyskan fisk
Fyri at koma burturúr teim-
um trupulleikum Fiskasølan
var i, avgjørdi nýggja leiðsl-
an at gera grundleggjandi
organisatoriskar broytingar.
Endamálið við hesum
broytingum var, at lækka
kostnadarstødi og tað málið
er rokkið.
Fiskasglan var farin at
ganga nýggjar leiðir, fyri at
fáa eitt so breitt fundament
sum gjørligt. Eitt nú tók ein
— sígur stjórin á Fiskasøluni, Hans Jóhannes á Brúgv,
sambandi við ársroknskapin fyri 1997 og tær oxtina
sum eru gjórdar á Fiskasóluni seinasta árið. Hesar broyt-
ingar skulu føra til, at Fiskasølan fær eitt væl betri úrslit
í 1998, sigur hann
deild í Keypmannahavn sær
av »Internationalari trad-
ing« (keyp og søla av út-
lendskum fiski, blåm.).
Men hesir aktivitetir eru
niðurlagdir í dag, tí úrslitini
vóru ov vánalig.
Hans Jóhannes á Brúgv
viðgongur tó, at hesin tank-
in er rættur, men fyrst má
basisforrætningin fáast at
koyra. Og hjá Fiskasgluni
er hon, sambært stjóranum,
keyp og søla av føroyskum
fiski.
Ti fer størstur dentur i
framtíðini at verða lagdur á
at fáa henda partin av Fiska-
søluni at koyra so gott sum
gjørligt. Tá tað er gjørt, er
møguligt at fara at økja um
virksemi, men heldur íkki
fyrr enn tað. Og tað eru ong-
ar ætlanir um tað fyri
framman enn á sinni, sigur
Hans Jóhannes á Brúgv.
Marknaðarútlitini eru
góð
Tað hevur verið ein øgiligur
útviklingur á fiskamarknað
inum í seinastuni. Prísirnir
eru bara farnir uppeftir, og
tað hava verið reddir
frammi, sum hava sagt, at
hetta kann ikki fara at blíva
við at ganga gott, men sam-
bært stjóranum á Fiskasøl
uni eru góð útlit fyri framm-
an
— Samanumtikið eru pris
irnir og marknaðurin fyri
allar fóroyskar vørur góðir
í løtuni. Eitt nú er prísurin
fyri blokk tvífaldaður síðan
seinasta år, og tað sær ikki
út til at tað fer at ganga hin-
vegin og tað gevur okkum
vónir um eitt gott úrslit, sig-
ur Hans Jóhannes.
Fiskasglan hevur enn eitt
uppspart hall at vinna inn-
aftur uppá knappar 7 mió
krónur, men stjórin væntar
at í hvussu er ein partur av
hesum verður vunnin inn-
aftur tá árið í ár er farið aftur
um.
— Men treytin fyri at tað
hendir er, at marknaðarút-
Stórur áhugið fyri internetinum
— Ahugin fyri internetinum í Føroyum er sera stórur, men vit
hava ongar trupulleikar at fylgja við, sigur Poul Hendrik
Poulsen, av marknaðardeildini á Telefonverkinum
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ein øgiligur áhugið
fyri internetinum. Næstan
hvort hús í Føroyum hevur
teldu sum er, og tá er lítið
sum er til hindurs fyri at fáa
samband við henda heims-
umfatandi miðil.
Telefonverkið merkir eis-
ini tann vaksandi áhugan.
- Um mánaðarskiftið
mai-juni vóru 1325 haldarar
við >uppringdum sam-
bandi< til internetið og nú
vit fara inn í juli mánað eru
vit farin upp 1500, sigur
Poul Hendrik Poulsen av
marknaðardeildini hjá Tele-
fonverkinum.
Afturat hesum koma so
fyritøkurnar, sum hava fast
samband við netið og har
eru nógvir brúkarar.
Hvussu nógvir er Poul
Hendrik íkki greiður yvir,
men tá vit gita umleið 2000
brúkarar sigur hann at tað
er á eini góðari leið.
Hava tit trupulleikar at
fylgja við?
- Nei. Vit høvdu trupul-
leikar vid talinum av mót-
aldum, men vit hava loyst
tann trupulleikan vid at try
falda talið av mótaldum
Einasti trupulleikin er nú
uttanlandssamskiftið = og
tann trupulleikin verður
loystur í nærmastu framtíð.
Poul Hendrik leggur aft-
urat at áhugin fyri >neti-
num« er so stórur, at tað
longu nú eru so nógvir
brúkarar, sum teir høvdu
mett at tað fóru at verða við
ársenda.
— Men tað er eingin trup-
ulleiki fyri okkum. Vit
fylgja gongdini og tillaga
skipanina so hon klárar at
nøkta tørvin, sigur hann.
Talið av netbrúkarum
svarar til 4 prosent av øllum
føroyingum, men tað er
einki lagið í ti.
Vit eru bara eini tvey ár
aftaná hinum, sigur hann
litini ikki broytast stórvegis,
sigur Hans Jóhannes á
Brúgv.
Gott søluarbeidi er
loysnin
Størsti útvegarin hjá Fiska-
søluni er Føroya Fiskavirk-
ing. Av samlada søluvird-
inum, sum Fiskasølan seldi
í 1997, útvegaði Fiskavirk-
ing umleid 39 prosent.
Tá nýggju stjóri varð sett-
ur á Fiskavirking fyrr í ár,
segði hann at teir ætla sær
at selja sjálvir, og tað gera
teir eisini nú.
Men tað er tó ikki nakað,
sum higartil hevur givið
Fiskasgluni trupulleikar,
sambært Hans Jóhannes á
Brúgv.
— Vit samstarva sera væl
við Fiskavirking og vit selja
enn nógv av tí, sum teir
framleiða og eg rokni eisini
við at tað kemur at verða so
í eina langa tíð fram
Kunnu vit bjóða ein
betri prís enn teir sjálvir
kunnu útvega, so eri eg vís-
ur í at teir fara at halda fram
við samstarvinum, sigur
Hans Jóhannes á Brúgv
Málið hjá Fiskasøluni er
at selja 50 prosent av før-
oyskt framleidda fiskinum
og hetta eydnaðist sambært
tølunum næstan í fjør
— Men minkar parturin
hjá Fiskavirking, so verða
vit noyddir at útvega okkum
fiskin frá ødrum útvegarum,
sigur Hans Jóhannes á
Brúgv, sum leggur afturat,
at Fiskasølan við sínum
stóra >netið< og góða navn-
ið úti í heimið, er tann før-
oyska sølufyritøkan, sum
hevur lættast vid at koma i
samband vid kundarnar
— Men tad krevur, at vit
gera eitt gott søluarbeidid
alla tíðina sigur Hans Jó-
hannes á Brúgv og leggur
afturat
- Og tað leggja vit sera
stóran dent á í løtuni
mánadag og komið
| Farið verður av Havnini
e-mail:
booking&smyril-linefo