fríggjadagur 3. juli 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið S0sialurin
n
f
Nr. 123 — 3. JULI 1998
Summartónar
Sanniliga ikki business
Tiltakið Summ-
artónar setir
aftur í ár dám
á summarið í
Fóroyum.
— Tað er als
eingin fyri-
munur at fara
í eina kirkju at
hava eina kon-
sert, sum er
ókeypis. Enda-
málið er bert at
fáa eina kon-
sert út á bygd,
tað er sanni-
liga ikki busi-
ness, Sigur
Kristian Blak,
fyrireikari.
DAGFINN OLSEN
- Summartónar byrjaði vid,
at i 1992 var ein langur
vikuskiftisfestivalur við
vitjandi luttakarum. T.d. lut-
tók tann kenda Moyzes-
kvartetin úr Slovakia
Samstundis luttóku eisini
klassiskir tónleikarar og
tónaskeld úr Føroyum, sig-
ur Kristian Blak
- Tað var sera gevandi og
vit fingu føroysk verk fram-
førd. Tað vóru jú eisini tóna-
skøldini, ið tóku stig til til-
takið, so tað var gleðiligt
Samstundis spældu før-
oyskir tónleikarar saman
við tónleikarum úr ødrum
serstakliga hevur fóroyskt tilfar áhuga. Fyrireikararnir av Summartónum siga samstarvið við Útvarpið vera sera gott
londum, so tað gav hug og
íblástur, sigur Kristian Blak.
- Vit vóru ikki í 1992 fyri-
reikaði uppá at gera ein
festival aftur í 1993, sigur
Kristian, men vit vildu
fegin. Og nu er tað so komið
í fasta legu
- Vit gjørdu nakrar reglur
í 1993 um, hvat vit standa
fyri. Ein nevnd, ella ar-
beiðsbólkur, tekur sær av
arbeiðinum, men sum vit
hava skrivað í skránna, so
eru tað tónaskeld og tón-
leikarar, ið eru fyrireikarar
Í arbeiðsbólkinum eru
Kristian Blak, Pauli í
Sandagerði, Atli Petersen
og Kári Bæk
- Eitt félag, ið kallast
MusicaNova, hevur sama
endamál, nevniliga at
menna nýggjari tónleik, og
har finnur ein somu fólkini,
sigur Kristian Blak.
Konsertfelagið er eisini
við og eitt net av fólki kring
landið, ið ger tað møguligt
at fáa alt at rigga og hanga
saman
Bert 1/10 av
fíggingini
kemur úr Føroyum
Kristian Blak sigur, at
Norðurlandahúsið stendur
fyri nærum 1/3 av fígging-
ini. Skomm at siga frá, so
kemur 1/3 úr øðrum lond-
um.
- Tað vil siga, at tey, ið
koma hendavegin at leika,
sjálvi leita sær stuðul, har
tey eru, men peningurin
verður nýttur her og at-
gongumerkini keypt her hjá
okkum.
- Vit hava mint myndug-
leikarnar á, at tað er eitt
sindur snópisligt at fáa yvir-
skot sum land, av stuðuli
aðrastaðni frá, sigur Kristi-
an Blak.
- Vit fáa ikki eingang av-
sláttur við Strandferðsluni,
men tað er eisini í lagið,
men so kundi kanska ein
upphædd verið mótroknað
aðrastaðir, tí vit fáa bert 1/
£
10 úr Føroyum. Vit nýta
sjálvsagt meira, enn 1/10 av
peninginum í Føroyum,
sigur Kristian.
- Vit byrja hvort ár við
ongum, ella á null, og so
verður tað sum oftast til, at
føroyski parturin blívur um-
leið 1/10. Soleiðis er ikki
lætt at arbeiða, sígur Kristi-
an Blak.
Ikki business
- Vit eru jú so nógv úti á
bygd, og nógv er idealistiskt
arbeiði, so hví léggja fullan
ferðaseðlaprís afturat?. Tað
er jú als eingin fyrimunur
at fara í eina kirkju at hava
eina konsert, sum er 6-
(Mynd: Jens Kristian Wang)
æ
keypis, greidir Kristian
Blak frá. Endamálið er bert
at fáa eina konsert út á
bygd, tað er sanniliga ikki
business.
- Eg skal als ikki siga, at
vit gevast av hesi orsøk,
men tað er snópisligt. Nú
skal tað ikki ljóða sum
grenj, men vit vildu havt, at
1/3 av fíggingini var norð-
urlendsk, 1/3 føroysk og at
vit sjålvi funnu 1/3, tí so
visir ein vælvild frå før-
oyskari síðu, heldur Kristi-
an Blak.
Dugnaligir tonleikarar
Her eru vit stórt sæð øll saman eina viku. Á henda hátt liggur fyri hjá okkum
at fáa sera dugnaligar tónleikarar hendaveg, tí teir fáa okkurt annað og
øOrvisi fyri ómakin, sigur Kristian Blak
DAGFINN OLSEN
Vit hava havt stóra gleði
av Summartónum, tí góðar
framførslur eru hvert år. Eis-
ni eru nýggj føroysk tóna-
skøld hvort år, í ár eru t.d
Atli Petersen og Leif Han-
sen, sigur Kristian Blak
Ein treyt, ið útlendsku lut-
takararnir skulu låka er, at
tey eisimi skulu spæla før-
oysk verk. Hetta er menn-
andi fyri føroysk tónaskeld
- Tað er umráðandi hjá
tónaskeldum at fáa síni verk
framførd og sum bólkur eru
vit, tónskeldini, eisini ment
og vaksin nógv. At byrja við
vóru næstan bara Sunleif
Rasmussen og eg, umframt
nøkur kórverk. Í dag eru eini
10 tónaskeld, harav onkur
við fleiri verkum, sigur
Kristian Blak.
Eisini eru fleiri bólkar, ið
halda saman orsakað av
Summartónum, sigur Kristi-
an Blak, ið sjálvur er sera
áhugaður í festivalarbeiði,
men tað er ikki nóg mikið,
at tað bert hendir nakað eina
ferð árliga. Okkurt má eftir
hansara metan henda stød-
ugt, og tí skipa Kristian og
onnur fyri ymsum tiltókum
stóran part av árinum.
Eisini krevur tað nógv ar-
beiði at fyrireika Summar-
tónar og nógv vilja sleppa
við. Kristian Blak sigur, at
nógv sleppa ikki við, tí tað
kanska ikki eydnast at fáa
fígging. Alt tað arbeiðið sæst
ongantíð aftur.
Stórur áhugi
Ahugin at slenpa við er so
stórur, at tað hevði verið
vónleyst at roynt at lagt tað
til rættis og gjørt tað til veru-
leika.
- Orsøkin til stóra áhugan er,
at tað er so ødrvisi. Aðra-
staðni spælir tey og fara av-
stað. Her eru vit stórt sæð
øll saman eina viku. Á henda
hátt liggur fyri hjá okkum at
fáa sera dugnaligar tónleik-
arar hendaveg, tí teir fáa
okkurt annað og ødrvisi fyri
ómakin, sigur Kristian Blak.
Konsertin
í Listaskálanum
í kvold er flutt
Neyðugt at framskunda konsert, orsakað av
fótbólti
DAGFINN OLSEN
Ætlandi skuldi ein konsert við Elsu Súsonnu
Dalsgaard og Kirsten Monique Jensen vera í
Listaskålanum í kveld kl.20.
Hon verður ístaðin kl. 18, orsakað av HM-
fótbólti.
Bert einaferð áður hava fyrireikararnir av
Summartónum flutt eina konsert orsakað av
fótbólti. Tað var, tá EM-finalan var leikt í 1992.