Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juli 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

> Á tjóri: | Blaðfólk: | Ljósmyndari: Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 311820 Jan Miller | Dagny Joensen, | Jens Kristian Vang Sp/t Sosialurin Telefax. 314720 } Aki Bertholdsen, | Biður De Ari ; | Blaðstjóri: Emil L. Jacobsen | Lýsingar og sela: rgjavegur 26, Argjum e-mail: - | ; Á Eiríkur Lindenskov Sveinur Tróndarson | Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post &sosialurin.fo internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Tórshavn Megnar tonleikatiltak Oddagrein HESA vikuna verður skipað fyri einum stórum og sera åhugaverdum tónleikatiltaki í Føroyum. Tað er AT- LANTSLJOMUR, (North Atlantic Choir Festival), ið stendur á odda fyri tiltakinum, sum uttan iva er eitt tað størsta og mætasta í Føroyum nakrantíð. TILTAKIÐ er sprottið burtur úr einum livandi og spenn- andi samstarvi millum kór og tónleikarar í fleir av næstu grannalondum okkara. Alla hesa vikuna hava tónleik- ararnir verið saman og hildið konsertir ymsa staðni kring landið. Alt hetta endar so við einum øgiligum „braki“ í Norðurlandahúsinum leygardagin og sunnudagin, har heimskenda tónleikaverkið „Requiem“ eftir Verdi verður framført undir leiðslu av gitna kór- og orkestur- 2idaranum, Yaacov Bergmans. Millum kórini, sum verða við til framførsluna, er eisini okkara egna Havnarkor TAÐ verður oftani tjakast um, í hvønn mun vit føroyingar sum smátjóð í heila tikið skulu „gemenga“ okkum við teir stóru úti í verð. Hetta hoyrdu vit m.a., tá farið varð undir at fáa føroyskum fótbólti aljtóða viðurkenning. | dag síggja vit, hvussu stóran týdning luttoka okkara í tí høpinum hevur fyri allan ítróttarungdómin sum heild. Sama kann sigast um onnur eki, eitt nú tónleikin. Tað at vit fáa kend tónlistafólk úr útheiminum til Foroya at framtøra stórverk saman við okkara egnu tónlistafólkum er so sanniliga eisini ein týðandi íblástur. TAÐ hevur týdning fyri okkara samleika og fyri okkum sum mentað smátjóð, at vit fáa iblåstur uttanifrå, Nettup hesin íblástur er við til at blæsa lív í okkara egna mentanårliv. Og ein av mest týðandi katalysatorunum fyri at fremja henda utvikling hevur veriå Nordurlanda- húsið, sum hevur virkað sum ein felagsnevnari og ein magnet fyri gongdina MEN tað er greitt, at slíkt kemur ikki i lag uttan, at tað eru fólk við hugsjónum og vilja, sum standa aftanfyri Ein av upphavsmonnunum til stóra tónleikatiltakið í hesi vikuni er sjálvur „the grand old man“ í føroyskum tón- leikalívi, eldsálin Ólavur Hátún. Hann hevur stjórnað Havnarkórinum í eitt mannaminni og hevur við sínum eidhuga fyri tónleikinum verið við til at leggja lunnar undir tað ríka tónleikalív, sum i dag finst í Føroyum. Tað er at vóna, at Ólavur Hátún, sum nú hevur lagt frá sær sum Musikkskúlaleiðari, í sínum otium fer at halda fram við at geva eðrum iblåstur. Vit eiga ikki at undirmeta týdningin av at eiga fólk, sum hava hugsjónir og vissiónir. Spurningurin er, hvussu vit lofta teimum og gera tær til veruleika. Verdis Requiem er bert eitt dømi um, hvussu hetta kann eydnast. TÁ hetta er sagt, eiga vit ikki at gloyma tann ómetaliga týdning tað hevur fyri tónleikalívið, at tað finnast fólk kring alt landið, ið eru virkin og hava hugflog og sum við einum vilja av stáli eru við til at halda lív í og menna tónleikalívið har á plássinum. Tað verður sagt, at Norð- urlandahúsið hevur havt stóran týdning, men at tað hevur líkasum ikki megnað at stimbra tónleikalívið úti kring landið. Meguliga er okkurt um hetta, men tað er umráðandi, at vit ikki seta tingini upp ímóti hverjum eðrum. Tí vit hava brúk bæði fyri Norðurlandahúsinum og tí livandi mentanarlivinum, sum finst úti kring oyggj- arnar. Spurningurin €r, hvussu tú samansjóvar hesi betri. Hvussu fær tú tað eina at stimbra hitt og ovugt. LATIÐ okkum nú leggja til brots og fara inn í eina nýggja øld við mentanini, harimillum tónlistini í skjaldramerki- num, og latið okkum brúka ta peningaligu orku, sum er neyðug til tess. | síðsta enda gagnar ein livandi mentan eisini vinnulivinum. So talan er um eina iløgu i alt samfelagið og harímillum eisini vinnulívið, tá pengar verða settir av til mentanartiltok og mentanarfólk Sosialurin Sjónarmið Foroyar á vegamoti Tann skipaða loysingin, sum danir skulu gjalda! Havi við áhuga lisið um og lurtað eftir verkætl- anum við at fremja ta »skipadu loysingina« hjá Tjóðveldisflokkin- um. Eisini tí eg helt tað vera sera skilagott, at hesin flokkurin slepti sínum politikki at kvetta við Danmark sambært eina folkaatkvødu, sum er meira enn fimti ára gomul, og sum vi tí dag ikki kenna okkum bund- in av. Tað hevur verið spurt, hver skuldi gjalda fyri loysingina. Blødini vóru full av aftursvarum frá einamest loysingarhug- aðum fólki, og tey vóru samd um, at vit føroy- ingar skulu sjálvir gjalda. Men eg má viðganga, at eg eri blivin meira og meira bilsin og ótryggur, hverja ferð eg lurti eftir varaløgmanni. Hesin er ungur á aldri og óroynd- ur í politikki, kanska er tað tí? Tá ein lurtar eftir løgmanni, sum er for- maður í Fólkaflokkin- um, og eisini formann- inum í Sjálvstýrisflokk- inum, sum bæði eru í meira búnum aldri og roynd í politikki, so fær ein aðra fatan av ætlan- unum við sokalladu sjálvstýrismálunum. Tað er tí ilt hjá okkum van- ligu borgarum at skilja, hvat er avtalað í sam- gonguni, og hvat skal henda á hesum økinum. Tað, at varaløgmadur bedyrar, at talan er um ein skipadan, siviliser- aðan, demokratiskan utvikling, er f lagi, og tað váttar, at bæði hann sjálvur og flokkur hans- ara ásanna, at tað er einasti vegur at ganga. Men hesi vøkru hugtak eru nú meira ein sjálv- fylgja, enn at tey kunnu beróliga nakran, tí tey í sær sjálvum ikki tryggja nakað sum helst Ríkisfelagsskapurin skal varðveitast, men sum ein >ríkjafelags- skapur< millum tvey javnbjóðis lond. Heima- stýrislógin, sum er út- deligeringslóg, skal avloysast av eini avtalu ella nýggjari lóg við danir, har útdeligeringin skal vendast á høvdid. Síðan skal alt annað loysast við avtalum við Danmark. Tað er upp- skriftin hjá varaløg- manni. Hvar er sjálv- stýrið, hóma vit tað nú? Og tann sjálvstóðugi føroyski búskapurin, hvar er hann? Høvudsgrundarlagid er nyggja avtalan um bankamålid v.m., sum gevur okkum væl av peningi, og ikki minst avtalan um tann hækk- aða blokkstudningin fyri 1999, 2000 og 2001, sum vit hava tryggjað okkum úr Danmark. Jamen, var tað ikki blokkstudningurin, sum er av tí ónda, og sum fordervar okkara bú- skap, og var tað ikki hendan studning, sum vit skuldu sleppa okkum av við? Altso, grundarlagið undir loysingini — skip- að ella óskipað — er verandi og komandi avtalur við Danmark um pening til Føroya??? Tann danska stjórnin hevur í Fólkatinginum sagt frá, at fleiri avtalur um meiri pening til Føroya verða ikki gjørd- ar. Pengakassin er nú afturlatin fyri føroying- um, har er ikki meira at heinta. Tað órógvar okkum borgarar, at alt ovhengur av meiri peningi úr Dan- mark, og tað hendir, tó at vit hava eina politiska samgongu og eitt lands- stýri, sum sigur okkum ikki at tørva pening úr Danmark, og at vit skulu tí hava >suverena loysing<. Tað verður tosað um skiftistíð, men hvussu leingi kemur hon at vara, og hvat so aftaná? Hava vit føroy- ingar tá funnið og út- vunnið olju, sum gevur okkum stórar inntøkur? Annars er einki tekin til, at vit koma at klára okkum tá, heldur enn nú. Og avleiðingarnar av hesum, tær kunnu vit helst longu nú forútsiga. Nei, tað er einki boð komið uppá, hvussu Føroyar liva — yvirliva — buskaparliga sum suve- renur statur. Tad er hes- um vit borgarar slotra eftir. Og ti frykta fólk fyri, at endin kann bliva ein ógvuslig realniðurgongd í seinasta enda, sum kemur at raka alt fólkið og serliga teir veikastu samfelagsbólkarnar. Og tað verður enntá ikki allur prisurin! Um tað veðrur so, so er tað dýrkeypt, tað, sum onkur kallar >at spæla fólk í húsi<. Tí er umráðandi, at ikki verð- ur farið skeivt fram. Peningarúgvan, sum nú er fingin til vega úr Danmark fyri í ár og trý tey komandi árini fram, skal hon nýtast til at skava út yvir veruligu støðuna, sum kemur aftaná? Út yvir blokkin gjalda danir 1/4 milli- ard/ár. Hví var tað annars so umráðandi at tryggja sær tann av somu flokk- um og somu fólkum so illa kenda blokkstuðulin í hækkaðum líki fram til og við ár 2001? Í valdystinum herfyri søgdu hesir flokkar — og einamest flokkurin hjá varaløgmanni, at vit kunnu saktans klára okkum sjálv í Føroyum á sama livistødi ella enn hægri stødi, uttan nakran pening úr Dan- mark, og blokkstudn- ingurin er av tí ónda, og skal burtur? Men nú??? Flestu føroyingar skilja, at vit í Føroyum skulu hava meiri sjálv- stýri, og at Heimastýris- lógin eigur at veiða endurskoðað ell: av- loyst, men stórt meira av hesum loysingar- ætlanum skilja vit ikki? Vónandi verður tað meira skilligt sum frá- líður. Fyri meg sýnist tjóð- veldispolitikkurin í dag sambært varaløgmanni at vera: Danmark skal gjalda, ikki vit føroy- ingar, vit skulu bert valda! Er hetta ein verdugur politikkur fyri Føroyar? Er hetta ein realistiskur politikkur, sum Dan- mark vil góðtaka? Livst so spyrst! Birgir Mohr Minnist til haldaragjaldið!