leygardagur 4. juli 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 124 — 4. JULI 1998
Búskaparráðið:
tíðindablaðið S0672
Uttanlandsskuldin burtur við arslok
Aftaná stóru kreppuna í byrjanini av nítiárunum hevur
fóroyski búskapurin rættiliga fótað sær. Og hetta sæst
aftur á gjaldsjavnanum, sum vísir samhandil fóroyinga
við útheimin. Hesin vísir eitt framhaldandi yvirskot
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri eitt og hvert land er tað
av alstórum týdningi, at
hava ein stórri útflutning
enn innflutning.
Utheimurin skal keypa
meir frá okkum enn vit frá
teimum, tí annars fáa vit eitt
undirskot á gjaldsjavnan-
um.
Eitt undirskot á gjalds-
javnanum merkir, at skuld
okkara til útheimin veksur,
og tað er ikki rgtt gongd.
Í teimum gyltu áttati ár-
unum var einki Oført. Løn-
arlagið høgt, skatturin lut-
falsliga lágur og aðrir fyri-
munir, sum gjørdu at nýtsl-
an øktist rættiliga nógv.
Og tá vit ikki framleiða
bilar, skógvar, sjønvørp o.
1. í Føroyum og eitt nú held-
ur ikki hava trød og skógir,
sú at vit hava ein træídnað,
so eru vit noydd at innflyta
allar hesar vørur úr útheimi-
num.
Slíkt sæst aftur á gjalds-
javnanum - beinanvegin.
Fer nýtslan - og harvið
innflutningurin - upp, uttan
at útflutningurin økist, so
endar tað lættliga við einum
undirskotið á gjaldsjavnan-
um.
Og tað hendi í Føroyum.
Undirskotið á føroyska
gjaldsjavnanum var stórt í
åttatiårunum. I 1988, um tað
mundi tá nýtslan óiva var
upp á tað hægsta, var und-
irskotið á føroyska gjalds-
javnanum umleið 2 mia.
krónur og samlada føroyska
uttanlandsskuldin var tá út
í móti átta mia. krónum.
Skrædlid bjargaði
gjaldsjavnanum
Arini eftir minkadi gjalds-
javnahallið so líðandi, og í
1991 var fyri fyrstu ferð í
nógv harrans ár talan um
eitt yvirskot á gjaldsjavn-
anum.
A ein hátt kann sigast, at
tað var kreppan, sum bjarg-
aði gjaldsjavnanum uttan tó
at siga, at tað var gott at
kreppan kom.
Við árslok 1992 vísti
gjaldsjavnin enn eitt yvir-
skot um tað tó ikki var so
stórt, so var tó talan um at
vit útfluttu fyri meir enn vit
innflutt fyri.
Síðan 1992 hevur tað sæð
nógv betri út.
Seinastu fýra árini hevu
gjaldsjavna yvirskotið ligið
um eina mia. krónur og slík-
ar upphæddir síggjast væl
aftur tá vit fara at hyggja at
uttanlandsskuldini, tí hon er
nevniliga um at verða horv-
in.
Nettoskuldin
burtur við árslok
Tá nettouttanlandsskuldin
var uppá tað hægsta - í 1990
- var hon uppá umleið 8,5
mia. krónur.
Men síðan 1990 hevur tað
bara gingið tann rætta veg-
in. Og stórri gjaldsjavna-
yvirskotið hevur verið, jú
minni verður nettouttan-
landsskuldin.
1996 var fyrstu árið síðan
1985, at uttanlandsskuldin
fór niður um 4 mia. krónur
og í 1997 minkaði hon enn
meir og kom niður á góðar
2 mia. krónur.
I år hava føroysku mynd-
ugleikarnir gjørt avtalu vid
donsku stjórnina, sum eft-
irgevur 900 mió. krónur og
harvið er nettoskuldin kom-
in niður á eina mia.
Av tí at útlit eru fyri at
gjaldsjavnayvirskotið fyri
1998 verður eins gott og í
1997, so sær út til, at netto-
uttanlandsskuldin hjá føroy-
ingum er burtur við árslok.
Almenna skuldin
er har enn
Tad at nettoskuldin er burtur
merkir ikki, at føroyingar
Kappingarforið er
batnað munandi
Stórar lónarhækkingar í londunum vit kappast við, eitt nú
Skotlandi, hava gjørt, at føroyski fiskiidnadurin hevur eitt
betri kappingarføri, enn hann hevði fyri nókrum árum
síðan
SVEINUR TRÓNDARSON
Kappingarførid hjá før-
oyska fiskiídnaðinum í mun
til londini vit kappast við er
batnað, sigur Búskaparráðið
í árligu frágreiðing síni.
Tá tosað verður um kapp-
ingarføri okkara mótvegis
útheiminum, er talan um
hvørt vinnan er før fyri at
framleiða vørurnar við
kostnaðum, sum í minsta
lagi ikki eru hægri enn í
teimum londum, sum selja
á somu marknaðum, sum
vit.
Framleiðslukostnaðir eru
eitt nú kostnadir til lønir,
flutning, orku o. 1., sum
beinleiðis inngongur í fram-
leidsluna av vøruni.
Lønirnar eru, sum verða
mann, ein stórur partur av
framleiðslukostnaðinum og
tí er tað av stórum týdningi,
at lønirnar her heima ikki
hækkað meir enn tær t.d.
gera í Skotlandi.
Og har hevur oljuvinnan
havt stóra ávirkan á lønar-
lagið.
Meðan lønirnar í Føroy-
um, sambært Búskapar-
ráðnum bert eru hækkaðar
fá prosent í níti árunum, si
eru lønirnar í Skotlandi, og
Íslandi við, hækkaðar við
umleið 20 prosentum.
— Okkara kappingarføri
mótvegis hesum báðum
kappingarneytum um feska
fiskin er tískil býtt munandi,
sigur Búskaparráðið.
Eitt annað sum eisini
spælir inn er stødan hjá
krónuni mótvegis hinum
gjaldoyrunum, eitt nú pund-
inum.
Her er stýðan tann, at
pundið er hækkað nógv, og
tað hevur eisini givið før-
oysku fiskaseljarunum fyri-
mun, fram um teir skotsku
Hinvegin hevur danska
krónan vunnið í virðið mót-
vegis tí norsku, t.d., og tað
hevur ikki betra okkara
kappingarfóri = mótvegis
norska fiskiidnadinum.
Men gongdin á valuta-
marknaðinum skiftir so
brádliga, at áðrenn ein veit
av, so gongur tað hinvegin
aftur.
Í frágreiðingini stendur
eisini at lesa, at produktivi-
teturin í Føroyum er hækk-
aður, so vit framleiða meira
um tíman og tað betrar eis
ini um kappingarføri.
Føroyska nettouttanlandsskuldin verður eftir øllum at dóma burtur við árslok, sigur
A
Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum
onga uttanlandsskuld hava.
Almenni sektorurin hev-
ur eina lutfalsliga stóra utt-
anlandsskuld uppá umleið
5 mia. krónur.
Henda skuldin skal gjald-
ast aftur, og sambært av-
taluni við danir, skulu før-
oyingar næstu nógvu árini
gjalda 321 mió. krónur í
rentum og avdrátti til al-
menna uttanlandsskuldin er
burtur.
Hinvegin eigur tann priv-
ati sektorurin samsvarandi
nógv 5 mia. krónur uttan-
(Mynd: Jens Kr. Vang)
lands.
Men vit kunnu í hvussu
er siga so mikið, at vit hava
minkað skuldina úr góðum
átta mia. krónum niður á
null eftir átta árum
1. Filter
2. Kolbein's basement
3. Sunday
4. Talk to me
5. Com flakes 8 stuff
6. The ling cud
Vinarliga send mær
Navn:
7. Laughter
8. Perhaps a little too
9. Good moming
10. Long distance
11. Pieces of you
12. Perfect day
Tel.:
Utfyll lepan, klipp hann ut og send hann til:
3-arin, Postboks 1057, 110 Tørshavn
' Búst.:
SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955
E-maii: tryarin(Q post.olivant.fo