Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juli 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið 5055 7 Nr. 124 — 4. JULI 1998 Úr Kollafirði til Mikronesia 19 ára gamla Teresa Johnson fer síðst í hesum mánaðinum til Marshalloyg út av Adventistasamkomuni at undirvísa inføddum børnum. Teri NIELSEN Tað er langt úr heiminum hjá Teresu í Kollafirði og so til Marshalloyggjarnar í Mikronesia, har Teresa skal búleikast næstu 10 mánað irnar. Faktisk er tað so mik- ið langt. at tekur tú ein glob- us og setur fingrarnar á hesi bæði stød, so eru fingrarnir júst yvir av hverjum øðrum Adventistasamkoman sendir hjálparfólk út til alt Mikronesia Sum áðurneynt, so er tað gjøgnum Adventistasam- komuna, at Teresa verður send út at gera hjálparar- Samkoman sendir nógv fólk úr Europa út til tilafturskomin = stød at hjálpa. Serliga eru tað fólk úr Danmark og Onglandi, sum fara avstað, og alt hjálpararbeiðið verður fyri- skipað í Onglandi bero Skulu å skeid å Hawaii Teresa fer ur Føroyum sjålvan Olavsøkudag. Kom- in til Keypmannahavnar skal hon hitta eina finska gentu, sum er búsitandi i Danmark og eisini skal til yggjarnar, og tær bådar flågva so dagin eftir til Los Angeles umvegis London I Los Angeles skulu tær bådar bida i fimm dagar, so kemur ein donsk genta, sum eisini skal við til oy ggjarnar Tær flågva síðani til Hawaii, har allir hjålparar hjå Adventistasamkomuni, sum skulu til Mikronesia, skulu å skeid i eina viku. A hesum skeidnum skulu tey læra — um — Mrkronesta, hvussu tey skulu bera seg at jog hvussu tey skulu til- passa seg liviháttin har á staðnum. I os: sum nevnist Marshalloyggjarn- ar, eru 1225 oyggjar, og tað búgva umleið 52.000 fólk á oyggjunum. Tann narturin, sum Teresa skal búleikast á, nevnist Majuru. Majuru fevnir um 52 oyggjar og 20.000 fólk. Nógvar av hes- um oyggjum eru so smáar, at tú særtúr einum enda á eini oyggj og Í hin endan. Tríggjar av teimum størstu oyggjunum, sum hoyra til Majuru, hanga næstan sam- an, og tað er her, at Teresa skal arbeiða Mikronesia er annars kent sum tað staðið, har amerik- anarar fyrstu ferð høvdu kjarnorkuroyndarspreing- ingar. Fólkið, ið helt til nærmast við sjálvar spreingingarnar, var flutt burtur, men stutt eftir spreingingarnar fingu tey at vita, at tey kundu fara heim aftur, hóast nógv geislavirk- ið avfall framvegis var har Hetta førdi við sær, at sera nógv fólk doyðu, og eisini vóru sera nógvir nyfødingar seinmentir ella føddir við ymiskum brekum. Adventistasamkoman hevur stovnað fleiri skúlar kring alt Mikronesia. Í nógv ár hevur samkoman eisini sent fólk út at undirvísa og hjálpa teimum inføddu. Teresa hevur fingið at vita, at hon skal undirvísa einum fjórða flokki, og tað gleðir hon seg til. Hon er ikki heilt óroynd innan und- irvísing, tí at hon hevur und- irvíst í eina tíð á Adventista- skúlanum í Havn. Øll undirvísingin fer fram á enskum. Tað er tó ikki heilt vist, at næmingarnir duga enskt, men tað fer nokk at ganga, heldur Teresa. Jolafritid á Guam Tú verður ikki ríkur av at fara út at gera slíkt hjálp- ararbeiði. Teresa og hini fáa bert penging til mat goldn- an, meðan tær eru á staðn- um. Ferðaútreiðslurnar gjalda hjálparfólkini størsta partin av sjålvi, men fáa eis- ini studul frå samkomuni. Teresa sigur seg vænta, at hon skal venja seg við eini heilt annan livihátt, meðan hon er á Marshalloyggjun- um. Hon væntar ikki. at tað er nakað Juksusliv ” við at sóla sær og liggja undir pålmunum. Hóast midalhit- in liggur um 30 hitastig, so er tað ikki sólferia. Hon væntar, at hon skal geva nógv av sær sjålvari, sc at hon kann hjálpa børnunum. „Ég vænti mær eisini eitt stórt upplivilsi, sum eg komi at læra nógv av“, sigur hon og leggur aftrat, „vit eru har fyrst og fremst fyri børnini”. Jólini skal Teresa halda á Guam saman við øllum hin- um hjálpararbeiðarunum í Mikronesia, sum Advent- istasamkoman hevur sent út. Vit kunnu vænta at síggja Teresu aftur í Føroy um einaferð í seinnu helvt av mar næsta ar gjarnar í Mikronesia, har hon verður send 19 ára gamla Teresa Johnson flytir nú bústað úr Kollafirði til Marshalloyggjarnar í Mikronesia „Eg eri har fyrst og | | fremst | fyri børnini« L Svarti pilurin visir å kortinum, hvar id Teresa skal búleikast næstu /0 gar