Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juli 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 124 — 4. JULI 1998 tíðindablaðið | rr 9 Gott summar hjå Smyril Line Eitt vaksandi tal av fólki hevur valt at ferðast vid Norrønu í summar, og hetta er galdandi á øllum økjum. TER NIELSEN I år eru 15 år lidin, sidani Smyril Line før undir mill- umlanda sigling vid Norr- ønu. Nakrar ferdir er ferda- ætlanin broytt, og millum annað hevur Norrøna í ár skift havn í Danmark frá Esbjerg til Hanstholm, sum hon sigldi til fyrr eisini. Nógvir túrar um at verða fullsettir Aki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line, sigur, at summarið í ár sær út til at roynast betur enn síðsta ár Longu nú eru nógvir av túr- unum til og úr Danmark við at verða fullsettir. Hann mælir til, at fólk, sum ætla sær til Danmarkar við Norr- ønu, gera skjótt av, so at tey kunnu fáa pláss á teimum túrum, sum tey ynskja sær. Nevnast kann, at við Norr- øna úr Danmark til Føroya í kvøld eru 1.020 ferðafólk! Eisini er undirtøkan stór á farleiðini til Noregs. Mill- um annað hevur onkur túrur til Noregs í Juni mánaða havt upp til 900 ferðafólk báðar vegir. Avegis til No- regs leggur Norrøna, sum nakað nýtt, inn í Lerwick í Hetlandi, og hetta hevur verið væl móttikið. Fleiri føroyingar hava valt at fara við bili til Hetlands og síð- ani víðari til Skotlands og Onglands í frítíðaruppihald. Eru í Danmark fyrr um dagin Tá 10 Norrøna sigldi til Es- bjerg, kom skipið til kai klokkan sjey á kvøldi. Nú, tá ið siglt verður til Hanst- holm ístaðin, er skipið inni klokkan fýra seinnapartin. Hetta førir við sær, at tað er lættari hjá ferðafólki at koma víðari fram í hampu- ligari tíð. Nýggja brúgvin um Stórabelt hevur eisini ávirkað, so at ferðafólk við bili kunnu verða í Keyp- mannahavn umleið klokkan ellivu á kveldi. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at fólk hava verið noydd til at ligið nátt í Esbjerg. Haraftrat er nú eisini komin ein nýggj måttøkuhøll í Hanstholm, sum ger tað høgligari hjá ferðafólki at koma til staðið. Vaksandi virksemi innanlanda Tað er ikki bert innan ferða- fólkaflutningin, at virksem- ið hjá Smyril Line er vaks- andi. Í 1995 stovnaði Smyr- il Line eina deild, sum nevnist incoming-deildin. Uppgåvan hjå hesi deild er eitt nú at fyriskipa útferðir, leggja ferðir til rættis fyri bólkar, sum leita sær hend- an vegin, at leiga út summ- arhús, og haraftrat stendur deildin fyri útleigan av segl- skipinum „Norðlýsið“. Fríðun Hansen, leiðari á in- coming-deildini hjá Smyril Line, sigur, at tey merkja eisini eitt økt virksemi inn- an bæði einstaklingaferðir og bólkaferðir. Utferðirnar eru nógv umbidnar, og eis- ini eru nógv summarhús út- leigað í mun til undanfarin ár. Fríðun sigur, at tað sæst úr- slit nú, tá ið fyritøkan hevur havt deildina í eina tíð. Tey, sum selja ferðir uttanlanda, trúgva upp á okkum, og tað sum vit hava at bjóða fram til kundan. Tað vísir seg, at virksemið skal hava verið í eina tíð, áðrenn seljararnir uttanlanda vilja bjóða tað fram til sínar kundar. Tað er tó ein fyrimunur, at Smyril Line er ein so mikið stór og kend fyritgka uttan- landa, sigur Fríðun Hansen. Eisini er tað so, at nógv av ferðafólkunum, sum leita sær hendan vegin, helst vilja leggja sær ferðina til rættis, tá ið tey koma á stað- ið. Vanligt er, at fólk koma inn á skrivstovuna hjá Smy- ril Line og bíleggja sær út- ferð, ístaðin fyri at gera tað, áðrenn tey fara heimanífrá. Summarsiglingin hjá Norr- % ønu endar tidliga í Septem- ber mánaða. Úr ársfrágreiðingini hjá ríkisumboðsmanninum fyri 1997: Færri revsilogarbrot framd Herverk er vanligasta brotið á revsilógina í Føroyum, men hóast nógv her- verk verða framd, er minkingin stór í mun til undanfarin ár. TurID KØLBRO I fjør vérdu 1036 revsi- lógarbrot skrásett í Før- oyum og tað er ein mink- ing uppá 10,8% í mun til árið fyri, tá revsilógar- brotini vórðu 1161 í tali. Talið í fjør er samstundis tað lægsta síðani 1982. Talið á meldaðum inn- brotstjóvaríum og tjóv- aríum annars vóru í 1997 åvikavist 172 og 194. Tað svarar til eina øking í inn- brotstjóvaríum uppá 6,8 % og eina minking í tal- inum av tjóvaríum annars uppá 27,3 í mun til 1996. Orsøkin til stóru broyt- ingarnar er, at nakrir fáir brotsmenn hava framt fleiri brotsgerðir. Í mun til tey seinastu fimm árini er talið á meldaðum innbrotum framhaldandi lágt um enn eitt sindur vaksandi tey seinastu trý árini. Sam- stundis er talið á tjóvarí- um annars minkað til tað lægsta talið í hesum tíð- arskeiði. Talið á øðrum tjóvarí- um minkaði í 1997 við 16,8 % til 104, men her skal havast í huga, at økingin í 1996 var 62,3 %. Samlaða talið á meld- aðum tjóvaríum, innbrot- um og tjóvaríum annars er í mun til 1996 minkað 15%. Hóast stór sveiggj til tíðir hevur hetta talið ligið nøkulunda á einum stóðugum stigi tey síðstu 5-6 árini. Tað er hugsunarvert, at talið á brúkstjóvaríum framhaldandi er mink- andi 11. árið á rað - 57 brúkstjóvarí vórðu skrá- sett í 1997. Talið á meldaðum her- verkum minkaði 15,6 % í mun til 1996 og liggur nú á umleið 304. Í 1989 var talið á 538. Hóast minkingin framhaldandi er stór er herverk vanlig- asta revsilógarbrotið, ið verður framt i Føroyum, verður sagt í ársfrágreið- ingini hjá ríkisumboðs- manninum fyri 1997. Politistóðin í Havn Til húsið... ÚTHURÐAR Ein god uthurð skal luk Hon skal hakla kulda samstumndis vera ir Vit hava uthurðar í n nogv krøv g obodnum gesium uti. og inbjodandi Vit hava hana gvum ymiskum s --tá talan er um tað allar besta Faraya Gluggi pf. boks 13 * FO-370 Miðvágu lat: Vs e Tlf 3 1gGØN-wir dow.so e Homepa3e: httr