Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juli 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tidindabladid SOSU Nr. 124 — 4. JULI 1998 Steypini endaðu øll Nú eru allar steypakappingarnar hjá FSF liðugt spældar. Urslitid gjørdist, at øll steypini endadu i Havnar kommunu, seks i Havn og eitt úti á Argjum TERII NIELSEN Nú, tå ið summarsteðgur er í fótbóltskappingini, hevur FSF fingið avgreitt allar steypakappingarnar, bæði hjá teimum yngru og term- um eldru. Gott steypaár hjá HB Sum tey flestu helst vita, so vann HB steypakappingina hjá bæði kvinnum og monn- um. Ikki kann sigast annað, enn at tað hevur hi'nast væl hjá siðvanda havnarfelag- num, tf í vikuni vann HB triggjar av teimum fimm steypakappingunum hjá teimum yngru deildunum B36 vann unglingafinal- una Hóskveldið bleiv finalan um Thomas Dam steypið hjá unglingunum leikt. Dysturin varð leiktur á Toft- um, og var hann ímillum B36 og GI. B36 vann dystin 2-1. B36 legði seg á odda 1-0, men gøtumenn javn- aðu, og ikki fyrr enn eitt korter var eftir av dystinum, skeyt Tórálvur Jacobsen sigursmálið fyri B36. Har- aftrat fekk B36 ein mann vístan av velli í seinna hálvleiki. Finalurnar mikukveldið Fýra finalur vóru leiktar mikukveldið. Tríggjar av teimum blivu leiktar i Gøtu. Fyrst leiktu genturnar hjå HB og B71 finaluna um Mótasteypið, sum HB vann 1-0. Síðani leiktu små- dreingirnir hjá somu felgg- um finaluna um Cadbury- steypið. Hesa finaluna vann HB sannførandi 10-3. Síðst dysturin í Gøtu mikudagin var finalan i smågentudeild- ini, sum var millum AB og KI. Knåu argjagenturnar vunnu finaluna 2-1, eftir at AB-gentur 12-14 år: Húk andi frå vinstru: Annie Holm, Jóna Midjord run Joensen, Marta Michelsen, Kristina Dals- garð. Standandi frá vinstru: Asa Christiansen Elsa Sørensen, Turid Jac- obsen, Rakul Rasmussen, Liljan Olsen, Elin Katrina Haraldsen og Johan Sten- berg, venjari Guð Liðskiparin hjá HB- dreingjunum við koyriskúlasteypinum KÍ var á odda 1-0 í hálv- leikinum Seinni um kveldið varð finalan í steypakappingini hjá dreingjum um tað so- kallaða koyriskúlasteypið leikt í Gundadali millum havnarfeløgini bæði HB og 336. HB vann dystin 2-0, sum eisini var hálvleiks- staðan. Høgni Joensen legði HB á odda við brotssparki og létu seinni økti Jón Rói Jacobsen um leiðsluna. Í seinna hálvleiki fekk B36 eitt brotsspark, men Sigtór Andreasen í HB-málinur: bjargaði frágera væl. Sum heild ein góð steyp- avika fyri havnarfeløgini, sum fóru avstað við øllum steypunum hjá FSF. Summar-aerobic og klænki- skeið í Rituvíkar skúla Aftur í ár verður skipað fyri vælumtóktu summar-aerobic og klænkiskeiði í Rituvíkar skúla. Hetta er fimta árið á rað at skipað verður fyri summar- aerobic, og higartil hevur tað eydnast væl. Nógv fólk hevur vitjað skeiðini tey undanfarnu árini, og tað hava verið fólk úr allar! Eysturoynni. Fólk eru kom- in úr Gøtu, Leirvik, Fugla firði, Toftum og úr Runavík Fólk eru sera glað fyri, at skipað verður fyri hesum báðum skeiðum, siga fyri- reikararnir í tidindaskrivi Nógv vilja fegin halda seg í form, og tískil er aerobic- skeiðið sera væl vitjað Allar tær, sum skulu standa fyri skeiðunum, fara seinni í summar sjálvar niður á skeið, so at tær kunnu læra ymiskt nýtt. Sostatt skuldi avbjóðingin hjá luttakaru- num her heima verið enn stórri, tá ið vanligu skeiðin byrja aftur í august við nógvum nýggjum. Fyrireikarari::r vóna, at undirtøkan verður góð, tí jú fleiri eru við, jú stutthig ar er tað Klænkiskeiðið Í summar verður, sum sagt, eisini skipað fyri klænki- skeiðið. Skeiðið er ætlað teimum, sum viga ov nógv Endamálið við skeiðnum er, at luttakararnir skulu icggja ringu vanarnar á hyilina og byrja upp á eitt nýtt og sunnari lív. Tær siga, at við nýggjum og sunnum matvanum kanst tú bóta um nógvar trupul- leikar, so sum: ryggtrupul- leikar, vektina, myosur í nakkanum, høvudpinu og vanliga mødi. Bæði skeidim vorda hvort tyskvøld og hoskvøld. Til- melding fer fram å tlf. 441732, 443189 ella 448108, siga fyrireikarnir i tidindaskrivi.