Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 235 - 10. desember 2003 Nr. 235 - 10. desember 2003 3 Tú ert bert eitt kuffert Tað vóru tíðir: Terji Rasmussen kláraði næstan at syngja ta høga C’ið, Óli Poulsen stýrdi teimum elektr- isku tangentunum við bleytari hond, Anker Eli Petersen teknaði húsar við blýanti, og Steintór, Rani og Eyð- un høvdu allir yvir- skegg og sjarmuklút. Nú er tann tíðin løgd í ein kassa TÓNLEIKAÚTGÁVA Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Mánadagin kom ein lítil dýrgripur til landið, ein Frændur-antologi við øllum fýra útgávunum hjá bólkin- um í einum og sama fløgu- kassa. Tveir spentir menn vóru á posthúsinum og avheint- aðu pakkan - teir báðir her- búgvandi frændurnir, Stein- tór Rasmussen og Rani Nolsøe. – Nú mugu vit royna at standa inni fyri tí, sum vit hava gjørt, segði Steintór, júst komin út úr post- húsinum. Komandi ár eru tjúgu ár liðin, síðan Frændur góvu sína fyrstu fløgu út. Tíðir- nar eru ikki tær somu. Heimurin hevur knapt so reyðan dám longur, og tað hava upphavsmenninir eis- ini mist nakað av roðanum, hóast hjørtuni hjá teimum kanska enn eru til vinstru fyri rákið. Men frændurnir hava neyvan nakað at skammast um. Lið um lið við legend- arisku útgávuna hjá Terja og Føstufressum hava í hvussu er tær fyrstu tríggjar Frændur útgávurnar eitt serligt pláss í føroyskari poptónleikasøgu og nýggj- ari føroyskari mentan. Nú er langt síðan, at nak- að nýtt hevur verið at hoyrt frá Frændum. Bæði Stein- tór og Eyðun hava tó útgiv- ið okkurt hvør í sínum lagi. Men nú gera teir aftur eitt veiggj saman. – Vit ætla at koma út við einari nýggjari fløgu næsta ár, slær Rani fast. – Ja, so mugu vit royna at finna útav um tað ikki er eitt sindur eftir í okkum, heldur Steintór fram. Tær fýra Í snotuliga fløgukassanum liggur "Mítt land" ovast. Fløgan varð givin út, með- an Føroyar lógu í mót- og máttloysi, og hetta merkir huglagið á fløguni nógv. Optimisman og framfýsni, sum ráddi á undanfarnu út- gávunum eru torfør at hóma. Sum so er útgávan eitt sjáldsamt tónlistarligt skjal frá hesi tíðini, sum ikki varð viðgjørd serliga nógv av tónleikarunum í samtíðini. Húsin vísir tríggjar álvarsligar menn, sum eru komnir um sín fyrsta ungdóm. Næst liggur "80'ini". Utt- an nakran iva høvuðsverkið hjá bólkinum. Heitislagið á fløguni stendur væl á fyrstu síðu í Grønu sangbók, og Millum Mussarnar skarar framúr millum hinar kær- leikssangirnar. Húsin líkist einari grafiskari lygn við nútíðar eygum. Triðja fløgan í bunkanum "Frændur II" er merkt av flaksandi friðardúgvum og køldum kríggi, men fløgan verður upphitað øll sum hon er av heita lagnum "Eros" og heitu fostur- landskenslunum, ið liggja aftanfyri lagið "Føroyar". Húsin hjá Inga Joensen er kanska mest sýruti føroyski plátuhúsi higartil. Niðasta fløgan í kassan- um, "Saman við tær" hevur ongantíð fyrr verið útgivin sum fløga. Plátan kom út fyri skjótt tjúgu árum síðan, stutt eftir at Frændur fyri fyrstu ferð høvdu latið hoyrt frá sær. Enn hevur einki lag tikið yvir eftir "Lívsmynd" sum best umtókti sangur millum ung í veitslulag, eisini millum tey, sum ikki vóru fødd, tá lagið varð skrivað. Men "Hundurin brúni" er kortini tann størsti klassikarin á hesi fyrstu útgávuni. Rætti- liga sermerkta húsan tekn- aði Anker Eli Petersen, sum eisini hevur teknað húsan til sjálvan fløgukassan. Og so inniheldur hendan fyrsta fløgan tann mest mystiska sangin hjá Frænd- um yvirhøvur, sangin um kuffertið: ert bert eitt kuffert Tú gert tú fert tú bert tað ið er vert av stríði merkt lívi lítisvert tú ert bert eitt kuffert ... Anker Eli Petersen hevur teknað húsan á Frændur- antologiini, sum kom út mánadagin. Hann teknaði eisini húsan til fyrstu útgáv- una hjá bólkinum. Cre8 í Klakvík hevur staðið fyri uppsetingini Komandi leygar- kvøld, 13. desember kl 23, verður høvi hjá mettum jólaborð- haldsfólki og øðrum at brenna nakrar kal- oriur av. Árligi jóla- dansurin verður nevniliga í høllini á Hálsi, har Moonshots spælir undir JÓLADAGNSUR Tíðindaskriv Tiltakið eydnaðist stak væl Í fjør, tá fleiri enn 500 vóru til tiltakið. Moonshots hevur verið virkin sum dansibólkur í nógv ár. Teir spæla góðan dansitónleik fyri allar aldursbólkar. Teir eru nógv eftirspurdir og hava tí langan bíðilista. Høllin verður prýdd við ljósperum í øllum litum, borð og stólar verða sett upp og okkurt verður til keyps fyri tosta. Rammurnar um eitt gott og hugnaligt kvøld skuldu sostatt verið av teimum bestu. Hetta er eitt tiltak, ið verður meira og meira vitj- að fyri hvørt ár, kanska eis- ini tí at vanligu dansistøðini eru yvirfylt, tá jólaborð- haldini eru desember mán- aði siga fyrireikararnir. Tað er nýstovnaða stuð- ulsfelagið hjá Róðrarfel- agnum Knørri, sum skipar fyri dansinum. Róðrarfelagið Knørrur, varð stovnað í 1985, tá nakrir ungir dreingir keyptu gamla áttamannafarið, Postbátin. Báturin varð nevndur »Knørrur«. Fimm ár seinni, í 1990, keypti felagið ein bát afturat. Tað var eitt nýtt seksmannafar, sum Hanus Jensen bygdi, og varð hann nevndur Jarnbardur. Síðani eru báðir bátarnir útskiftir við nýggjar, sum Sámal Hansen hevur bygt. Fyrst Knørrur í 2001 og so Jarnbardur í ár. Gamli Knørrur eitur nú Ormurin Langi, og hann luttøk eisini í FM kappingini í summar. Felagið hevur vunnið fleiri FM meistaraheiti við bæði Knørri, men serliga við Jarnbardi. Øll árini, hevur felagið hildið til við Lágukai, í grótneystinum, í krókinum við Waldemar Lützen, á Skálatrøð. Ikki kann sigast at umstøðurnar eru góðar hjá felagnum. Neystið hevur bert til endamáls at fáa bát- arnar undir tak, heitt vatn er onki og heldur ikki skiftirúm o. t. Felagið hevur allatíðina, síðani tað varð stovnað, havt ein dreym, um at fáa eitt tíðarhóskandi neyst. Men fíggjarliga orkan hjá felagnum hevur ikki rokkið stórt longur enn til vanliga raksturin. Men nú tá stuð- ulsfelagið er stovnað og farið til verka, sær framtíð- in kanska ljósari út. Stuðulsfelagið vónar, at nógv leita sær í Jóladans tann 13. desember. Atgongumerki á kr 100, fáast við dyrnar, og í for- sølu á Kunningarstovuni. Aldursmarkið er 20 ár. Jóladansur í høllini á Hálsi Tøkk Øllum tykkum, ið á ymiskan hátt vóru við til at gera fráfaringarløtuna hjá mær á Klaksvíkar Sjúkrahúsið tann 24. oktober 2003 so hugnaliga og minnisríka, ynski eg av hjarta at takka. Takk fyri heilsanir, blómur, stórfingnar gávur og føgur orð. Ein serlig tøkk til leiðsl- una og køkin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Takk fyri gott samstarv gjøgnum øll hesi árini, minnini um tykkum fari eg at goyma. Blíðar heilsanir Jens Jacobsen Bæði sálarlæknin og kommunulækin halda, at føroyingar eta ov lítið av heili- vági fyri tunglyndi. Lágu hagtølini fyri sonevndu eydnu- tablettirnar, eru ikki gott tekin MEDISINNÝTSLA Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Kommunulæknarnir hava endliga tikið seg um reiggj og geva fleiri sjúklingum heilivág móti tunglyndi. Nú kvinkast tablettnýtslan rættan veg - nevnliga upp- eftir. Kann ljóða, sum ein and- søgn, at føroyingar nú eta fleiri tablettir móti tung- lyndi, men læknar halda tað vera misskild gleði, at frøð- ast um minkandi nýtslu av hesum heilivági. Tormóður Stórá, sum er ávegis at gerast serlækni í sálarfrøði, heldur at tað er gott tekin, at hagtølini ganga uppeftir, Men tað er ringt tekin, at Føroyar enn ikki eru komin upp á somu tøl, sum grannalondini, tá talan eru um heilivág fyri tunglyndi. Illgruni um sjúk fólk Sofus Joensen, sálarlækni og yvirlækni á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsin- um, heldur, at samlaða nýtslan av sonevndu eydnu- tablettunum helst er ov lág. - Hetta gevur okkum ill- gruna um, at fleiri fólk ganga sjúk úti í samfelagn- um. Fólk, sum kundu fing- ið eitt nógv betur lív. - Tað er løgið at síggja, at føroyingar brúka so nógv minni av hesum heilivági enn í Íslandi. Antin eru vit nógv frískari ella er eitt stórt misbrúk í Íslandi, heldur Sofus Joensen. Tikið seg um reiggj Andor Ellefsen, kommunu- lækni, frøðist um gongdina. Nýggja medisinið er lættari at handfara, tí eru komm- unulæknarnir nú skjótari við geva sjúklingum hesar tablettirnar. - Kommunulæknarnir hava tikið seg um reiggj. Okkum nýtist ikki at senda sjúklingar við tunglyndi til serfrøðingar, men kunnu geva teimum nýggja medi- sinið, sigur Andor Ellefsen. - Hetta er ein útmerkaður útviklingur, at fleiri og fleiri fáa hjálp við »eydnu- tablettunum«, heldur hann. Hann heldur, at gamli heilivágurin móti tunglyndi virkaði ofta sløvandi, með- an nýggju tablettirnar gera, at persónurin sjálvur fer at virka betur. Afturhaldandi í Føroyum Sofus Joensen hevur onga frágreiðing til, hví føroy- ingar enn eta færri tablettir fyri tunglyndi enn í granna- londunum, men hann ivast í um orsøkin er, at føroyingar hava minni brúk fyri tablettunum. - Vit brúka tað nógv á Psykiatrisku deild. Tað góða er, at tablettirnar eingi hjáárin hava. Tær eru stórt sæð ófarligar soleiðis at skilja, at sjúklingar ikki kunnu fyribeina sær sjálv- um við at eta nógvar. Tað kom fyri við gamla slagn- um av heilivági, sigur Sofus Joensen Hann heldur, at nú er so langt síðani hesar tablettir komu fram, at í dag ber eis- ini til at siga, at tær ongar langtiðarskaðar hava við sær. - Í Føroyum eru vit kanska meiri afturhaldandi at fara til læknan fyri tung- lyndi. Vit tosa ikki so nógv um tunglyndi. Ella kanska halda vit, at tað er ikki vert at órógva ein kommunu- lækna við tí. Tað kann vera ein orsøk til, at vit enn liggja undir grannalondun- um í nýtsluni av heilivági móti tunglyndi, sigur Sofus Joensen. Færri sjálvmorð Tormóður Stóra vísir á, at tað er samanhangur millum vøksturin í brúkinum av »eydnutablettunum« og talið á sjálvmorðum. - Tað er nógv sum bendir á, at eitt av positivu árinun- um í fleiri londum í vestur- heiminum hevur verið, at títtleikin av sjálvmorði hev- ur verið støðugt fallandi meðan nýtslan av hesum heilivági hevur verið vaks- andi, sigur Tormóður Stórá. Sofus Joensen nevnir, at sjálvmorðstølini í Føroyum eru lægri enn í Danmark, men tað kann ikki forklár- ast við, at vit taka meiri heilivág móti tunglyndi enn danskarar, tí tað gera vit ikki. Hann hevur ilt við at síggja nakra frágreiðing. - Onkur hevur nevnt, at religiónin kann spæla inn, men tað tori eg ikki at siga nakað um, sigur Sofus Joensen. Vit mugu eta fleiri tablettir Verjin hjá Tjóðveldis- flokkinum vil hva serkøn fólk at meta um, hvussu nógv miseydnaða lýsingin á valdegnum í 2001, skaddi flokkin. Fulla rokning vil Tjóðveldisflokkurin ikki gjalda reklamuvirkinum VALLÝSING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Meðan nýtt valstríð er á veg, noyðist Tjóðveldis- flokkurin at minnast aftur á seinasta valstríð. Hvussu nógv prosent kann ein miseydnað vallýs- ing kosta einum flokki. Og hvussu nógv er tað í krón- um og oyrum. Tjoðveldisflokkurin vil ikki gjalda Team 85 fullan prís fyri arbeiðið, sum reklamuvirkið gjørdi fyri Tjóðveldisflokkin til sein- asta løgtingsval. Orsøkin er, at sjálvan val- dagin í 2002 stóð lýsing í Sosialinum, sum allar fægstu skiltu. Onkur helt, at lýsingin var stuttlig og onkur annar at hon var av grovasta slag. Innihaldið var, at Listbeth Petersen var gjørd til hálvan danskara, Jóannes Eidesgaard var gjørdur til hálvan føroying og Høgni Hoydal var ein- asti heili føroyingurin. Tjóðveldisflokkurin vildi ikki kennast við lýsingina. Reklamufelagið hjá Tjóð- veldisflokkinum - Team 85 - viðgekk at talan var um eitt mistak og átók sær ábyrgdina fyri at lýsingin var endað í Sosialinum, uttan góðkenning frá flokk- inum. Men Tjóðveldisflokkurin vildi ikki sleppa lýsingar- málinum soleiðis. Tjóðveldisflokkurin heldur, at lýsingin skaddi flokkin á valinum og vil tí ikki gjalda fulla rokning. Dygdin var ikki í lagi - Vit vilja hava at vita, hvussu stór skaðaárinini vóru á valúrslitið hjá flokk- inum, sigur Hans Trygvi Teirin, sakførari hjá Tjóð- veldisflokkinum. Hann ivast ikki í at lýsingini skaddi flokkin, men skaddi hon so mikið nógv, at flokkurin ikki skal gjalda fullan pris fyri samlaða arbeiðið sum Team 85 gjørdi fyri flokkin. - Vøran, sum flokkurin keypti frá reklamuvirkinum var ikki av tí dygd, sum Tjóðveldisflokkurin hevði væntað, heldur Hans Trygvi Teirin. Einaferð í vár skal Før- oya Rættur helst taka støðu til málið. Men hvussu ber til at meta um, hvønn skaða ein lýsing hevur gjørt í einum valstríði. Sakførarin hjá Tjóðveld- isflokkinum hevur biðið dómaran um loyvi at fáa tveir serfrøðingar at meta um val-kampanjuna, og serliga seinastu lýsingina. - Eg havi biðið um loyvi at fáa tvey sakkøn fólk at meta um alt tilfarið. Tey eru Ingvør Nolsøe, frá rek- lamuvirkinum Stephansons Hús og Jóannes Hansen við sínum innliti í politikk, sigur Hans Trygvi Teirin. Høgni krevur serkøn at meta um vallýsing Lýsingin, sum gjørdi Høgna Hoydal til einasta heila føroying, stóð í Sosialinum sjálvan valdagin í 2002. Nú endar málið í rættinum C M Y K 3 2