Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 236 - 11. desember 2003 Nr. 236 - 11. desember 2003 3 BÓKAÚTGÁVA Nakrir av teimum, sum hava verið oftast at síggja á baksíðuni í Sosialinum hesi seinastu 15 árini Óli P hevur teknað á baksíðuni í Sosialinum munnu vera Anfinnur Kallsberg, løg- maður, Edmund Joensen, tingformaður og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi landsstýrismaður. Siður hevur verið øll árini at lata løgmanni og tingformann- inum nýggjastu Skemt- bókina í jólagávu. Hesaferð - nú talan er um eina jubile- umsbók fyri øll árini, end- aði eisini ein bók inni á Gamla Apoteki, hjá for- manninum í einum av and- støðuflokkunum. Teknarin vitjaði sjálvur í Tinganesi, í tinghúsinum og á Gamla Apoteki í vik- uni og handaði Anfinni Kallsberg, løgmanni og Ed- mundi Joensen, tingfor- manni og formanninum í Javnaðarflokkinumeintak av jubileumsbókini. Skemt 2003 er nevniliga ikki bara ein vanlig bók í røðini av Skemtútgávum. Hon er nakað serligt, tí fyrstu ferð í hesi bókaútgávusøgu eru litir lagdir á tekningarnar. Tvs. ein part av teimum. Trý fólk hava valt út »15 tær bestu« og síðani eru tær allar litlagdar. Hetta er gjørt fyri, at fólk eisini skulu síggja, at møguleiki er at ogna sær tekningarnar í liti. Í nýggjastu Skemtbókini eru umleið 170 tekningar. Við hesi bókini eru umleið 2500 tekningar givnar út í bók. Skemt 2004 er longu við at taka skap. Fyrstu tekningarnar eru longu farnar av bakkastokki og eru at síggja í Sosialinum hvønn týsdag, hósdag og leygardag. Skemt 03 og Óli P í Tinganesi Millum Tinghúsið og Tinganesi varð eisini stokkið inn á gólvið á Gamla Apoteki, har formaður Javnaðarfloksins og fyrrv. landsstýrismaðurin Jóannes Eidesgaard fekk nýggju bókina Tíverri er okkurt komið skeivt fyri í nýggjastu Skemt- bókini og vit biðja fólk, sum vilja ogna sær bókina halda okkum til góðar. Men gjørt er gjørt. Tað vendist ikki aftur. Tó ber til hjá fólki sjálvi at taka við hesar rættingar ella manglar. Síða 8. Her er av misgávum komin skeiv tekning. Síða 111 og 112. Tekstirnir eru umbýttir. Littekningarnar fyri árini 1989, 1990 og 1991 mangla replikkirnar, sum eru hesar: 1989 (Síða 134) -Tað skal eingin fortelja mær, at tað er Heilsuskaðiligt at eta grind og spik! 1990 (Síða 135) -Klárur Ivan - nú taka vit frakkan frá honum! 1991 (Síða 136) -Nú skulu okur spela Dam! Klippið hetta út og leggið í bókina. Blaðstj. Rættingar til Skemt Óli P handar Edmundi Joensen, tingformanni jubileumsbókina Skemt 03 Anfinnur Kallsberg, løgmaður fær vitjan av teknaranum Óla P Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Petronella Christine Lamhauge Toftir andaðist týsdagin 9. desember á Landssjúkra- húsinum, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni leygardagin 13. desember kl. 13.00. Vegna familjuna Jóhanna, Nicolina, Louisa og Sámal Tey,ið vilja minnast Nellu,kunnu lata lata eina peningagávu til Fríðrikskirkjuna. Umhugsi við piprandi hjarta Tjóðveldisflokkurin í Suðurstreymoy ætlar at fáa Herman Osk- arsson at stilla upp fyri flokkin. Herman Oskarsson var ikki á fundi, men sigur ikki nei beinanvegin UPPSTILLING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Millum tey umleið 30 nøvnini, sum vóru nevnd á uppstillingarfundi hjá Tjóð- veldisflokkinum í Havn, var formaðurin í Búskapar- ráðnum og stjórin á Hag- stovuni, Herman Oskars- son. – Eg siti enn við piprandi hjarta og hugsi um tað sum hendi á fundinum hjá Tjóð- veldisflokkinum, sigur Herman Oskarsson. Hann var ikki á fundinum og er ikki limur í Tjóðveld- isflokkinum, men vil kortini ikki avvísa, at hann ætlar at hugsa um støðuna nakrar dagar afturat. – Soleiðis byrjar tað. Man verður skotin upp og so skal man hugsa seg um, og tað má eg so eisini gera, sigur Herman Oskarsson. Óheftur stovnur Nú er hann so nevndur í samband við Tjóðveldis- flokkin og sigur ikki nei beinanvegin. Hevur hann ikki longu tá valt síðu í føroyskum politikki. – Hetta er ein púra ókend kombinasjón fyri meg. Eg eri formaður í Búskapar- ráðnum og stjóri á Hagstov- uni. Ber tað yvirhøvur til fyri meg at fara upp í parta- politikk, spyr Herman Osk- arsson. Hann hevur áður verið við á vinstraveingin- um í Føroyum og í stríðn- um móti EEC, sum ES æt fyri 30 árum síðani. – Hagstovan skal vera ein púra uttanveltaður stovnur, so hjarta hjá mær heldur ikki uppat at pipra, tá eg hugsi um, hvat er hent. – Hetta er púra gagg- gagg fyri meg, sigur Her- man Oskarsson, sum kort- ini tekur tilboðið í álvar og umhugsar støðuna. Sjálvstýrisflokkurin má klára seg uttan Jákup Sverra Kass hetta løgtingsvalið, sum vil gera útbúgv- ingina lidna UPPSTILLING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo – Tað verður ikki eg, sum bjargi Sjálvstýrisflokkin hesiferð, men eg havi lovað at hjálpa í valstríðnum, meðan eg eri heima í jólafrí. Tað er Jákup Sverri Kass, sum hevur umboðað Sjálv- stýrisflokkin í løgtinginum, sum greitt sigur, at hann ikki stillar upp til løgtings- valið hesiferð. Jákup Sverri Kass er í lestrarørindum í Århus, har hann lesur enskt og evrope- isk viðurskifti. Hann hevur verið í Århus í hálvt triðja ár og gongur eftir ætlan, so er Jákup Sverri Kass klárur aftur um trý ár. – Eg eri sjálvstýrismaður enn, men eg segði longu í 2001, at eg komi ikki heim- aftur fyrr enn útbúgvingin er liðug, sigur Jákup Sverri Kass. Hann dugur at síggja, at løgtingsvaldið hesifer kann vera avgerandi fyri flokkin, men vísir á, at fleiri ferðir áður hava kanningar spátt, at flokkurin fánar burtur. Jákup Sverri bíðar til næstu ferð Jákup Sverri Kass hevur umboðað Sjálvsstýrisflokkin á tingi, men verður ikki á listanum hesiferð Formaðurin í Búskaparráðn- um og stjórin á Hagstovuni, Herman Oskarsson, er biðin um at stilla upp fyri Tjóð- veldisflokkin C M Y K 3 2