mikudagur 10. desember 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 235 - 10. desember 2003
Nr. 235 - 10. desember 2003
5
Skipara- og Naviga-
tørfelagið krevur, at
yvirmenninir, sum
skulu við nýggja
Smyrli, skulu hava
lønarhækking. Tað
var júst hetta, sum
førdi til, at nýggja
sandoyarferjan,
Teistin og nýggja
vaktarskipið, Brimil,
lógu við bryggju í
vikur og mánaðir,
eftir at tey vóru liðug
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Verður tað so galið, at
nýggi Smyril kemur at
liggja bundin við kei í fleiri
vikur, ella mánaðir, eftir at
hann er liðugur?
Hetta er spurningurin,
sum mong longu eru farin
at seta sær, hóast nýggi
Smyril ikki verður liðugur
fyrrenn í oktober.
Og tað er ikki av órøttum,
at hesin spurningurin verð-
ur settur, tí øll minnast,
hvussu tað plagar at ganga,
tá ið nýggj skip koma í
flotan og sporini ræða.
Tá ið nýggj skip koma í
flotan hjá Strandferðsluni
ella Vaktar og Bjargingar-
tænastuni, skulu samráð-
ingar verða, hvussu skipið
skal bólkast.
Tað stendur í sáttmálan-
um ímillum Skipara- og
Navigatørfelagið og Fíggj-
armálaráðið. Og hægri
bólki, skipini eru í, betri er
lønin eisini.
Hesi seinastu árini eru
tvey nýggj skip komin í al-
menna flotan. Í 2000 kom
vaktarskipið Brimil og í
2001 kom sandoyarferjan,
Teistin.
Í báðum førum vóru sam-
ráðingar um lønina hjá
yvirmonnunum. Men í báð-
um førum hendi eisini tað,
at samráðingarnar gingu so
illa, at skipini komu at
liggja bundin við bryggju í
vikur og mánaðir eftir at tey
vóru liðug og klár at seta í
sigling.
Og næsta ár kemur so
skipið, sum ber av øllum í
almenna flotanum: Nýggi
Smyril, sum skal sigla
ímillum Suðuroy og Havn-
ina.
Eru ongu byrjaðar
Ellintur Abrahamsen, for-
maður í skipara- og Navi-
gatørfelagnum sigur, at
samráðingar um lønina hjá
yvirmonnunum, sum skulu
við nýggja Smyrli, eru
longu byrjaðar.
Hann sigur, at sáttmálin
ímillum fíggjarmálaráðið
og Skipara- og Navigatør-
felagið um yvirmenninar
við
Strandfaraskipunum
gekk út 1. desember.
Samráðingar eru byrjaðar
um nýggjan sáttmála og í tí
sambandinum
hevur
Strandferðslan biðið um, at
samráðingarnar um yvir-
menninar
við
nýggja
Smyrli, verða tiknar upp í.
So tað væntar Ellintur
Abrahamsen, at tær verða.
Hann sigur, at samráð-
ingarnar eru ongan veg
komnar og nú nýval er út-
skrivað, væntar hann ikki,
at nakað stórvegis hendir
aftur, fyrrenn nýggj sam-
gonga er skipað.
– Møguliga verða onkrar
samráðingar, men sáttmáli
verður so ongin, fyrrenn
nýggj samgonga er skipað.
Hann leggur tó afturat, at
partarnir eru samdur um, at
leingja sáttmálan, sum var í
gildi, inntil nakað annað
hendir.
Formaðurin í Skipara- og
Navigatørfelagnum sigur,
at í sambandi við vanliga
sáttmálan, hevur Fíggjar-
málaráðið bjóðað teimum
somu lønarhækking, sum
onnur hava fingið.
Men partarnir eru ikki
heilt samdir um útrokning-
argrundarlagið, tí Skipara-
og Navigatørfelagið vil
hava, at lønarhækkingarnar
skulu roknast út frá sam-
laðu lønini, tvs. við yvirtíð
og øllum.
Kortini væntar hann, at
partarnir fara at koma til
eitt úrslit.
Men hvussu verður við
teirri serligu lønarhækking-
ini til yvirmenninar, sum
skulu við nýggja Smyrli,
veit hann ikki.
Ellintur Abrahamsen vil
onki siga, hvørji lønarkrøv-
ini eru.
Skipara- og Navigatørfel-
agið hevur einar 30-35
mans við skipunum hjá
Strandferðsluni.
Tá ið teir sprongdu í
grótbrotinum Vesturi
í Líð í Trongisvági
seinnapartin
mánadagin, gekk ikki
sum ætlað og ein
risastórur steinur
bóltaði oman á vegin
SPREINGIÓHAPP
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað gongur ikki altíð, sum
spreingimeistarin vil!
Tað máttu teir hjá Arti-
con sanna, tá ið teir seinna-
partin mánadagin skuldi
spreingja í grótbrotinum
vesturi í Líð í Trongisvági.
Articon hevur gjørt grót-
brot vesturi í Líð í sam-
bandi við arbeiðið at gera
nýggju samferðsluhavnina í
Trongisvági og har verður
grótið sprongt, sum skal
brúkast til grótgarð og
ífyllu.
Men mánadagin gekk
sjón fyri søgn, hvussu
svikaligt slíkt sprongiar-
beiðið kann vera, tí tá ið
skotið gekk av, bóltaði ein
ovurstórur steinur oman á
vgin.
Jákup Enni, sum stendur
fyri arbeiðnum, sigur, at
trupulleikin er, at grótið
stendur í stórum blokkum
og tað sum hendi var, at ein
blokkur, sum stóð aftanfyri
tað, sum varð skotið, reiv
seg leysan og bóltaði oman
á vegin.
Hann heldur, at steinurin
mundi viga eini 30 tons.
Men tað var ongantíð
nakar vandi á ferð, tí tá ið
teir sprongja, seta teir altíð
gravkýr fyri vegin báðu
megin við, passaliga langt
frá grótbrotinum, fyri at
byrgja av so at bilar ikki
sleppa at koyra.
– Vit byrgja altíð vegin
av, tá ið sprongt verður, so
at bilar ikki sleppa at koyra
og tað gjørdu vit eisini
hesuferð, sigur Jákup Enni.
Tað var klokkan 14 mána-
dagin at spreingióhappið
hendi. Boð vóru beinanveg-
in send til Landsverkfrøð-
ingin sum kunngjørdi í Út-
varpinum, at vegurin varð
stongdur.
Farið varð eisini beinan-
vegin undir at rudda vegin.
Steinurin mátti borast og
skjótast, men longu klokk-
an 15.20, ein tíma og tjúgu
minuttir eftir óhappið, varð
koyrandi aftur.
Jákup Enni sigur, at hetta
er eitt óhapp, sum altíð
kann henda, tá ið sprongt
verður, men fyri at fyri-
byrgja at nakar skaði skal
henda, seta teir altíð neyðu
trygdartiltøk í verk, m.a. at
byrgja vegin av.
Samstundis sigur hann, at
hetta varð síðsta skotið í
bergholinum í ár, tí nú er so
mikið at leysum grótið, at
sprongt verður ikki aftur,
fyrrenn næsta ár.
Gongur eftir ætlan
Annars sigur verkfrøðing-
urin hjá Articon, at arbeiðið
upp á samferðsluhavnina
gongur eftir ætlan.
Hann sigur, at higartil
hava teir lagt eini 90.000
rúmmetrar út og tað er eftir
tíðarætlanini. Tað er næstan
ein triðingur av tí, sum skal
koyrast.
Hann væntar, at koyring-
in við grótið verður liðug á
Ólavsøku.
Í sambandi við koyring-
ina hava nógv fólk, sum
koyra eftir vegnum framvið
grótbrotinum, funnist at,
hvussu skitin og runutur,
vegurin er.
Har hevur mangan ligið
eitt lag av runu á vegnum
við innkoyringina til grót-
brotið og eitt sindur inn-
eftir. Hetta er runa, sum bil-
arnir draga við sær úr grót-
brotinum, út á vegin.
Serliga í vátveðri hevur
tað als ikki verið vandaleyst
fyri ferðsluna, tí dekkini
hava ikki fingið fatur í
vegnum, tá ið bilførarar
hava roynt at bremsa.
Hendan trupulleikan er
Jákup Enni varugur við og
hann sigur, at tey hava
eisini tikið stig til at loysa
hann.
Vit hava fingið ein kust
frá Landsverkfrøðinginum,
sum stendur við grótbrotið
allan dagin. Sostatt verður
vegurin sópaður tvær ferðir
um dagin, ella sum tørvurin
er. Og hvønn fríggjadag
verður vegurin sópaður ser-
liga reinur, tí tá kemur ein
bilur afturat at reinsa vegin.
Og tá ið tað regnar, vaskar
tað eisini rununa av vegn-
um.
Sostatt er hesin trupul-
leikin langt frá so ringur
nú, sum hann hevur verið
og Jákup Enni heldur, at
tað, sum nú er av runu á
vegnum, slepst neyvan
undan, so hetta er ein
trupulleiki, sum, fólk noyð-
ast at tola fram til Ólav-
søku, tá ið koyringin er lið-
ug.
Aðrastaðni, har slíkt ar-
beiði er, hava lastbilarnir
eitt vatnbað at koyra ígjøg-
num, áðrenn teir fóru út á
almennan veg fyri at teir
skulu vera so reinir sum
gjørligt?
– Tað hava vit eisini um-
hugsað, men trupulleikin
við tí er, at innkoyringin til
grótbrotið flytist eystureftir
alla tíðina, so hvørt sum
koyrt verður, so tað letur
seg illa gera, sigur Jákup
Enni.
Nýggi Smyril kann fáa somu lagnu
sum Teistin og Brimil
Ongantíð vandi á ferð
Samráðingar um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu við nýggja Smyrli, eru longu byrjaðar.
Men royndirnar av slíkum eru ógvuliga ringar og gongst sum tað plagar, er fryktandi fyri, at nýggi
Smyril kemur at liggja bundin við bryggju í vikur ella mánaðir eftir, at hann er liðugur
Ein maður stendur uppi á steininum og nakrir mans standa á vegnum, so tað fæst ein hóming av,
hvussu stórur steinurin var, sum bóltaði oman á vegin. Tað ein góðan tíma at rudda vegin aftur
Tað er í dag eitt ár
síðan, Vágatunnilin
lat upp. Hetta árið
hava 320.000 bilar
koyrt gjøgnum
tunnilin
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Ein triðings milli-
ón bilar hava verið undir
Vestmannasundi,
síðan
Vágatunnilin lat upp fyri
einum ári síðan. Tað er
umleið ein helvt fleiri, enn
førdir vórðu um Vest-
mannasund árið fyri, latið
varð upp.
Ferðslan til og úr Vágum
er økt við eini helvt, síðan
Vágatunnilin
lat
upp.
Strandfaraskipini
førdu
umleið 210.000 bilar um
Vestmannasund í 2002.
Hetta árið, Vágatunnilin
hevur verið opin, hava
320.000 bilar koyrt gjøg-
num hann.
Tølini frá Strandfaraskip-
um Landsins skulu takast
við fyrivarni, siga tey av
skrivstovuni hjá Strand-
ferðsluni.
Tey
tølini,
Sosialurin fekk, vóru ikki
heilt røtt, siga tey. Rætta
talið er heldur hægri, verð-
ur sagt.
Verður hugt at, hvussu
nógvir bilar dagliga ferðast
um sundið, verður meðal-
talið hjá Vágatunlinum 880
bilar um dagin. Fyribils-
talið hjá Strandferðsluni fer
at liggja umleið 500-600
bilar dagliga.
Ferðslan er støðugt økt,
síðan Vágatunnilin lat upp.
Í januar mánað koyrdu í
meðal 660 bilar dagliga
gjøgnum
tunnilin.
Ikki
óvæntað var mesta ferðslan
í summar. Í juli koyrdu
umleið 1.200 bilar dagliga
gjøgnum
Vágatunnilin.
Síðan er talið minkað eitt
sindur aftur, og liggur nú í
meðal fyri hetta árið, opið
hevur verið, á umleið 880
bilum, sum dagliga koyra
undir Vestmannasundi.
Flogrutan ger munin
Hagtølini hjá Vágatulinum
vísa greitt, at tað er flog-
rutan, sum ger tey størstu
útsløgini í ferðsluni um
Vestmannasund.
Á morgni koyra 40 til 60
bilar um tíman gjøgnum
tunilin. Tá so flogfarið er
komið millum 11 og 12,
hækkar talið til umleið 100
bilar. Tað lækkar eitt sindur
aftur seinnapartin fyri so at
fara upp um aftur 100 bilar
millum fimm og seks á
kvøldi. Tað fellur so eisini
saman við, at tá eru fólk
eisini á veg heim aftur frá
arbeiði. Síðan minkar talið
so aftur út á kvøldið, og um
náttina er lítil ferðsla
gjøgnum Vágatunnilin vísa
hagtølini.
Hagtølini vísa eisini, at
tað eru fleiri bilar við
kubba enn uttan, sum koyra
gjøgnum tunnilin. Hóast
tølini líkjast nógv, eru
kubbabilarnir heldur fleiri í
tali.
Væl nøgdur
Stjórin í partafelagnum
Vágatunlinum,
Dávur
Reinert Hasnen, er væl
nøgdur við gongdina, síðan
latið varð upp.
– Ferðslan hevur verið
væl meira, enn vit roknaðu
við, sigur hann. Vit løgdu
út við umleið 400 bilum um
dagin, men tað er so meira
enn tvífaldað.
Tá tað vísti seg, at ferðsl-
an var størri enn væntað,
varð prísurin lækkaður sum
ein roynd at byrja við.
Seinni varð hann so settur
permanent til tað, vit kenna
i dag, eins og 40-túrakubb-
in eisini varð tikin í rúk.
– Vit hava fingið tær
inntøkur, vit hava brúk fyri,
sigur Dávur Reinert Han-
sen. Nakað skal leggjast
niður fyri til at brúka til
umvælingar, tá tær koma,
sigur hann. Men vit hava
eisini fingið loyvi til at
leggja eitt sindur til síðis,
um tað vísir seg, at vit fáa
avlop. Tað ger so aftur, at
vit kunnu, um væl vil til,
gjalda lánið skjótari niður
enn tey 14 árini, avtalað er.
Tá tunnilin er goldin
aftur, skal hann latast land-
inum at umsita. Og hvussu
so verður við gjaldi, dugir
stjórin ikki at siga nakað
um í dag.
Enn er nakað tíðliga at
siga nakað um broytingar í
príspolitikkinum,
sigur
hann. Men arbeitt verður
við at finna eina loysn fyri
pendlararnar. Meira vil
hann ikki siga, tí einki
ítøkiligt er klárt enn. Men
miðað verður í móti at hava
okkurt klárt helst í februar
ella mars, sigur hann.
Bøtt verður munandi
um parkeringsviður-
skiftini við flogvøllin.
Eini 80 parkerings-
pláss verða gjørda
afturat teimum
verandi. Arbeiðið
verðu tó ikki liðugt í
ár
PARKERING
Edvard Joensen
Vágar: Parkeringsøkið við
flogvøllin í Vágum verður
víðkað munandi. Á lang-
tíðarparkeringsplássinum
koma eini 60 pláss afturat,
og á økinum við terminalin,
sum er ætlað til styttri
parkering, verða eini 18-20
nýggj parkeringspláss.
Oyvindur
Brimnes,
landsverkfrøðingurin, sig-
ur, at talan verður ikki um
at gera plássið liðugt í ár.
Tað, sum gjørt verður,
verður bara ráð planering,
sigur hann.
Grivið er út, og økið
verður so planerað. Men so
verður tað liggjandi so-
leiðis í hvussu er til eftir
ársskiftið, ella tá ein nýggj
fíggjarlóg er samtykt.
Sum er hevur landsverk-
frøðingurin
eina
hálva
millión at arbeiða við, og
fyri tað verður so bara
planerað, sigur hann.
Til at gera liðugt við as-
faltering og merking, krevst
reiðiliga sama upphæddin
ella kanska einar 800.000,-
krónur afturat, sigur Oy-
vindur Brimnes, landsverk-
frøðingur.
Síðan nýggja skipanin
við eftirliti á parkerings-
plássunum er komin, er
skilið batnað nakað væl.
Men kortini er í so trongt
viðhvørt. Serliga er tað á
hásumri og um jóltíðir, at
brúk er fyri fleiri plássum,
sigur landsverkfrøðingurin.
Hann sigur, at tann ætl-
anin, sum farast skuldi
undir í fjør niðan móti veg-
num, nú fyribils er løgd til
síðis.
Talan var um eina nógv
størri ætlan enn hesa, nú
verður gjørd. Hon varð
mett at fara at kosta einar
fimm milliónir. Og tá var
heldur ikki asfalterað. Men
bæði orsakað av tíðarneyð
og manglandi peninga-
játtan, varð hon av ongum i
fjør, sigur Oyvindur Brim-
nes.
Bøta um parkeringsviðurskiftini
Skjóta 18.
december
Um eina góða viku
verður fyrsta skot-
ið til Norðoya-
tunnilin latið av
TUNILSGERÐ
Fyrsta skotið til Norð-
oyartunnilin
verður
latið av hósdagin tann
18. december.
Hetta váttan stjórin
fyri
partafelagnum
Norðoyartunlinum,
Dávur Reinert Hansen.
Byrjað verður Eyst-
uroyarmegin,
sigur
hann.
ej
Teir eru farnir undir at planera økið til eini 80 parkeringspláss við flogvøllin í Vágum
Mynd: Edvard Joensen
Ferðslan um Vestmannasund
økt við eini helvt
Ferðslan til og úr Vágum er
økt við eini helvt, síðan
Vágatunnilin lat upp fyri
einum ári síðan. 320.000
bilar hava hetta árið koyrt
undir Vestmannasundi
Tað hevur gingið betri enn væntað varð, tá børnini fyri einum
ári síðan flaggaðu fyri Vágatunlinum
C
M
Y
K
5
4