mikudagur 10. desember 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 236 - 11. desember 2003
Nr. 236 - 11. desember 2003
5
Tryggingarfelagið
Føroyar vísir kundar
frá sær, sum flyta
partar av tryggingum
yvir í Trygd
TRYGGING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Ein kundi, sum ætlaði at
varðveita sína ábyrgdar-
trygging upp á bilin í
Tryggingafelagnum Føroy-
um, fekk greið boð um, at
tað gekk ikki.
- Vit síggja, at tygum eru
farin til Trygd við øllum
øðrum tryggingum hjá
tygum, tí ynskja vit ikki at
tryggja
akfar
tykkara,
stendur í svarinum, sum
kundin fekk, tá hon ætlaði
at tryggja bilin.
Gunnar í Liða, stjóri í
Tryggingarfelagnum Før-
oyar, váttar, at tað er poli-
tikkurin hjá Tryggingarfe-
lagnum.
- Vit skulu hugsa um at
fáa vinning burturúr, tí
vilja vit ikki bara hava
"high-risk" tryggingar eftir,
sigur Gunnar í Liða.
Í hesum førinum var tal-
an um eina ábyrgdar-
trygging til ein bil. Gunnar
í Liða heldur, at støðan
kanska hevði verið øðrvísi
um, bilurin eisini skuldi
skrokk-tryggjast.
Grundgevingin í svarin-
um til kundan er, at kundin
hevði skift felag. Grund-
gevingin er ikki, at talan
var um eina trygging, sum
kundi geva undirskot.
- Um vit føla at kundar
bara ætla at leggja ávísar
tryggingar hjá okkum, so
siga vit nei, sigur Gunnar í
Liða.
- Tankin er tann, at er
kundin farin og ætlar bara
at hava eina ábyrgdar-
trygging eftir, tá mugu vit
hugsa um okkra forrætn-
ing, sigur stjórin í Trygg-
ingarfelagnum.
Skoyta ikki um
allar tryggingar
Heðin Mortensen,
løgtingslimur Sam-
bandsfloksins, hevur
meldað heimasíðuna
www.spik.dk, ið hev-
ur misbrúkt valtilfar
hjá honum
VAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Eg veit ikki, hvat man ger
við slíkt, men hatta er
beinleiðis
stuldur
av
mínum valtilfari, sum eg
havi goldið nógvar pengar
fyri, sigur Heðin Morten-
sen, sum ikki gjørdist sørt
skakkur, tá hann sá eina
lýsing við sær sjálvum, har
hann veitrar við Dannebrog
og sigur »Farvæl Fullveldi,
góðan dagin Danmark, nú
skal lánast«.
Talan er um ein lýsingar-
bannara hjá Heðini Mort-
ensen, sum m. a. er at
síggja ovast á breddanum á
heimasíðunum hjá Sosial-
inum og Dimmalætting nú
um dagarnar.
Har veitrar hann við
føroyskum flaggi, ynskir
fullveldinum farvæl og
sigur, at »nú skal arbeið-
ast«.
Tey, ið standa fyri síðuni
www.spik.dk hava broytt
hesa lýsing og lagt hana á
nevndu heimasíðu - sum
um at tað er Heðin Morten-
sen, ið hevur henda marg-
háttliga boðskap.
Heðin Mortensen hevur
fyribils meldað teir, ið
standa aftan fyri síðuna.
Hvat víðari fer at henda,
veit hann ikki.
– Fyri meg persónliga
hevur hatta nú ikki so stór-
an týdning, men eg vil
fegin vita, hvør tað er, ið
hevur gjørt hatta, og hvat
endamálið var við hasum,
sigur Heðin Mortensen.
Vit hava ikki fingið fatur
á teimum, ið standa fyri
www.spik.dk. Um teir hava
fingið kaldar føtur, ella
ikki, vita vit ikki, men í øll-
um førum var heimasíðan
burtur, tá vit royndu at
logga á mikumorguin. Tá
kom bert fram ein blankur
skíggi.
Heimasíða meldað
fyri misnýtslu
av valtilfari
Soleiðis sá bronglaða lýsingin frá Heðin i Mortensen út. Tey, ið
hava manipulerað lýsingina eru nú meldað til løgregluna
Bæði Signar á Brúnni
og Hans Tausen Olsen
standa á listanum hjá
tjóðveldisflokkinum í
Eysturoynni til løg-
tingsvalið. Listin
verður endaliga av-
greiddur í næstu viku
LØGTINGSVALIÐ
2004
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í Eysturoynni er líkt til, at
gamlir revar eru á veg upp
aftur í politikk.
Tað er uppstillingarfund-
urin hjá tjóðveldisflokkin-
um í Eysturoynni týskvøld-
ið ein ábending um.
Eftir fyrsta uppstillingar-
fund eru nevniliga bæði
Signar á Brúnni og Hans
Tausen Olsen á listanum
hjá tjóðveldinum.
Hans Tausen Olsen hevur
verið uppstillaður mangar
ferðir og hann hevur eisini
okkurt tíðarskeið verið á
Tingi sum varamaður.
Meiri hugvekjandi er tað,
at Signar á Brúnni um-
hugsar at stilla uppaftur.
Hann er annars gamal í
garði í politikki.
Han varð fyrstu ferð
valdur á ting fyri tjóðveld-
isflokkin í 1970 og sat til
1980. Tá vann Petur Rein-
ert sessin, men í 1984, varð
Signar á Brúnni aftur-
valdur.
Síðani hevur hann sitið á
tingið, men í fjør stillaði
hann ikki uppaftur.
Signar á Brúnni varð
landsstýrismaður í menta-
málum eftir valið í 1998,
men máttu stutt eftir leggja
frá sær, tí ivi var sáddur um
heimildina at játta sjón-
varpinum eina peningaupp-
hædd.
Tá tók hann aftur sætið á
tingi. Seinni varð hann
reinsaði í eini kanning um
málið, men til valið í 2002,
stillaði hann ikki uppaftur.
Ikki endalig støða
Signar á Brúnni sigur, at
hann hevur ikki endaliga
játtað at vera á listanum.
Hinvegin hevur hann held-
ur ikki borið seg undan.
Hann sigur, at hann fer at
umghugsa støðuna og at
geva endalig boð, áðrenn
síðsta hond verður løgd á
listan.
Hann sigur, at hann hevur
ongantíð fingið so nógvar
áheitanir um at stilla upp,
sum hesuferð og tí um-
hugsar hann støðuna.
Men hann vil ikki siga, at
hann kennir seg bundnan av
teimum nógvu áheitanun-
um.
– Eg havi verið í politikki
í nógv ár, og tað vildi ikki
verið ónátúrligt at sagt, at tá
ið eg hevði tikið meg aftur,
so hevði eg tikið meg aftur.
Hans Tausen Olsen sigur,
at hóast hann hevur verið
uppstillaður mangar ferðir,
er hetta fyrstu ferð, at hann
hevur fingið so ítøkiligar
áheitanir um at stilla upp og
tað tekur hann til eftir-
tektar.
Annars
liggur
ongin
taktikkur aftanfyri hetta,
sigur hann, hóast hann býr
á sama plássi sum løg-
tingsmaðurin Tórbjørn Ja-
cobsen.
– Tórbjørn Jacobsen og
eg eri heilt hvør sín og eg
haldi ikki, at eg fari at taka
atkvøður frá honum. Held-
ur kundi tað verið, at eg og
Signar fóru at taka atkvøð-
ur frá hvørjum øðrum,
heldur Hans Tausen Olsen.
Hann hevur so ikki fingið
varhugan av, at Tórbjørn
Jacobsen hevur tikið hetta
sum eina forðing.
Kapping er sunn
Hallur Ellingsgaard, for-
maður í Eysturoyar Tjóð-
veldisfelag sigur, at listin
verður ikki gjørdur fyri at
draga ávís valevni framm
ella fyri at leggja ávísum
valevnum fótonglar í vegin.
– Tað ræður um at fáa so
sterkan lista sum gjørligt
fyri at draga so nógvar
atkvøður til flokkin sum
gjørligt og tí mugu øll val-
evni tola at fáa kapping, tí
kapping ímillum valevnini
er góð fyri listan.
Tí vónar og væntar hann
eisini at fáa eindaligt játtil-
isi frá Signari á Brúnni.
Tað ljóðari annars, at
Tórbjørn Jacobsen hevur
tikið tað rættiliga illa upp
Men hetta afturvísir for-
maðurin í Eysturoyar Tjóð-
veldisfelag.
– Tað var ein góður og
siðiligur uppstillingrfundur
og eg legði ikki merki til
nakran illvilja frá Tórbirni
Jacobsen,
sigur
Hallur
Ellingsgaard.
Onnur valevni á listanum
hjá tjóðveldisflokkinum í
Eysturoy eru Olaf í Garði á
Eiði, Anfinn Olsen í Sølda-
firði, Jòn Tyril í Gøtu,
Andrea Eldevig í Fuglafirði
og Vilmund Jacobsen á
Nesi.
Vilja hava gamlar revar aftur á listan
Signar á Brúnni umhugsar nú at stilla uppaftur og fyribils er
hann á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Eysturoy
–Eg vænti ikki, at eg og Tórbjørn Jacobsen fara at taka
atkvøður frá hvørjum øðrum, sigur Hans Tausen Olsen, sum
nú fer at stilla uppaftur til løgtingsvalið
C
M
Y
K
5
4
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Farið verður úr Føroyum 4. mars
2004 og vit verða aftur í Føroyum
15. mars 2004. Stað kendur før -
oyingur er ferðaleiðari. Møguleiki
verður eisini fyri at gera útferðir í
øki num.
Gist verður í 4 koyggjukamari við
wc/bað og sjónvarpi umborð á
Norrönu.
Úr Bergen verður farið við bussi til
Voss, har gist verður í 8 nætur á
HOTEL JARL, sum liggur mið skeið-
is í Voss. Síðstu náttina verður gist
á Rainbow Hotel Bryggen Orion í
Bergen.
SKÍÐFERÐ til Noregs
Prísur fyri hvønn
Íroknað prísin er: 1/2 pensjón á hotelli num,
7 daga skíðpass og bussferð Bergen-Voss,
fram og aftur.
6.995,-
Eyka fyri einakamar: ........................................................... 920,- kr.
Eyka fyri 2 koyggjukamar umborð á Norrönu: ....... 560,- kr.
Eyka fyri ferðatrygging: ...................................................... 138,- kr.
Komið við á bólkaferð til Noregs!
RIMMARTILBOÐ
skips- og bussferð + skíðpass
+ hotelgisting + ferðaleiðari
6.995,-
bert
Á hotellinum er m.a. biljard, vínstova, pubb, diskotek, svimjihylur og borðtennis. Kømurini
hava m.a. minibarr, sjónvarp og telefon. Meir fæst at vita á www.jarlvoss.no