Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 235 - 10. desember 2003 Nr. 235 - 10. desember 2003 7 Tingfor- maðurin: Alt var eftir bókini Anfinn Kallsberg skrivaði út nýval, eftir at hann var farin frá sum løg- maður. Tað var ikki heilt rætt, men løg- tingsformaðurin heldur tað vera ein týdningarleysan smálut. Hergeir Nielsen vil hava málið viðgjørt í formansskapinum NÝVAL Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Alt fór eftir bókini, tá ið løgmaður útskrivaði val, heldur tingformaðurin. – Løgmaður biður um eina serliga fráboðan, sum hann kann koma við eftir stýrisskipanini. Tað fær hann eftir skip- anini loyvi til. Hann hevur trý ting at frá- boða, og hann ger alt í sama andadrátti. Tað er ein smálutur, um hann tekur hetta ella hatta fram fyrst, sum ikki er vert at gera stórvegis burturúr, sigur Edmund Joensen. Hann viðurkennir kort- ini ynskið hjá Hergeir Nielsen at taka málið upp, og tað verður við- gjørt áðrenn tingfundin, sum er í dag. – Tá grundaður ivi er um mannagongdina á seinasta løgtingsfundi, haldi eg tað vera rími- ligt, at formansskapurin beinanvegin tekur stig til at viðgera hetta mál, og soleiðis fáa allan iva beindan av vegnum, sigur Hergeir Nielsen, sum í brævi til formans- skapin vísir á, at løg- maður segði seg sjálvan úr starvi, áðrenn hann útskrivaði val. – Um løgmaður hevði fingið misálit, kundi hann eftir § 6, stk. 2 skrivað út løgtingsval. Tá løgmaður ikki hevði fingið nakað misálit, kundi hann ikki skrivað út nakað nýval sambært hesi grein. Møguliga hevur fráfarni løgmaður skrivað út val í heimild- arloysi, og um so er, er brot framt á stýrisskip- anarlógina, sigur Her- geir Nielsen. Hann vil hava mistøk rættað, um val er skriv- að út í heimildarloysi. Karsten av kassanum Karsten Hansen hev- ur sitið tungt á kass- anum í hálvt sætta ár. Hann hevur verið ein harður samráð- ingarleiðari, men mánadagin var hann bleytur sum smør, tá ið hann segði sínum undirsáttum farvæl FARVÆL Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Karsten á kassanum. Skotbráið, sum løgreglu- maðurin í Klaksvík, hevur fingið fyri sína tíð sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, er at hann treyðugt hevur lyft lokið á landskassanum. Nú er hann farin av kassanum, og mánadagin skipaðu fólk í Fíggjar- málaráðnum fyri einari stórfingnari móttøku, har tey takkaðu fyri tíðina saman. Karsten sjálvur gjørdi annars skjótt av og pakkaði longu fríggjadag- in, tá ið hann fekk boð um, at lykilin varð tikin frá honum. Tað var ikki sørt, at stóri løgreglumaðurin var rørdur í Fíggjarmálaráðn- um, tá fólk úr allari Al- berg Hall, sum onkur skemtiliga kallar húsið eftir aðalstjóranum, komu at taka í hondina. – Hetta hevur verið eitt ótrúliga gott arbeiðspláss. Eg havi altíð havt fullan stuðul millum arbeiðs- fólkini og havi ongantíð følt, at nakar hevur mót- arbeitt mær. Tað hevur mangan leikað hart á, m.a. tá ið samráðingar hava verið á arbeiðs- marknaðinum, og tað hevur verið sum eitt frið- skjól at koma í Fíggjar- málaráðið, sigur Karsten Hansen. Hann var ikki blíður, tá ið hann afturkomin til Fíggjarmálaráðið fríggja- dagin fekk at vita, at løg- maður hevði tikið lykilin frá honum. Hann pakkaði alt saman beinanvegin og tók tað við sær heim sama dag. Men hann helt, at hann skuldi fara suður- aftur mánadagin at takka starvsfólkunum fyri gott samstarv, og hann varð rættiliga tikin á bóli, tí tey høvdu borðreitt við øllum góðum, og nógv fólk komu á gátt at siga far- væl. Stívliga hundrað fólk arbeiða í húsinum. Í sjálv- um ráðnum starvast níggju fólk, seks starvast á lønardeildini, og so eru bæði Toll og skatt, Gjald- stovan og Hagdeildini eis- ini í húsinum, og alla staðni frá komu tey at siga farvæl. Í nýstovnaða Heilsu- málaráðnum hevur Páll á Reynatúgvu sitið hetta valskeiðið, og eisini hann pakkaði saman mánadag- in. Aðrastaðni í býnum bjóðaði Annita á Fríðriks- mørk kaffi í mentamála- ráðnum. Hon hevur bert sitið síðan 17. september, so hennara karriera var stutt á hesum sinni. Sostatt pakkaðu og takkaðu fýra landsstýris- fólk hjá Tjóðveldisflokk- inum fyri seg mánadagin. Um tey koma afturíaftur ger veljarin av 20. januar. Hans Pauli Strøm, sum stillar upp fyri Javnaðarflokkin í Norðstreymoy, var millum teirra, sum kom at heilsa uppá Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismann, sum stillar upp fyri Tjóðveldisflokkin í Norðuroyggjum Mynd: Jens K. Vang Sámal Petur á veg til Havnar Ferjumaðurin Sámal Petur í Grund er á veg til Havnar í fleiri týdningum. Tað ljóð- ar, at hann kanska stillar upp fyri Sjálv- stýrisflokkin í Havn. Samstundis verður roynt at fáa Jákup Sverra Kass at stilla uppaftur LØGTINGSVAL Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Seinasta veljarakanningin var hørð við Sjálvstýris- flokkin. Sambært kanning- ini hevði flokkurin ikki komið í løgtingið. Okkurt álvarsligt skal gerast, um tað skal eydnast flokkinum at skava nóg mikið av at- kvøðum til sín, so flokkurin aftur verður umboðaður. Síðsta val fall maðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Havn fyri fyrstu ferð í 50 ár, og tað var ein dyggur smeitur. Síðan Helena Dam á Neystabø fór úr politikki hevur flokkurin ikki havt ein dyggan profil, sum havnarfólk hava tikið nóg væl undir við. Sámal Petur í Grund stríðist við at gera eina farleið úr Skálafjørðinum til Havnar. Nú royna kreftir í Suðurstreymoyar Sjálv- stýrisfelag at fáa Sámal Petur í Grund, sum áður er valdur í Eysturoynni og hevur verið landsstýris- maður fyri flokkin, at stilla upp í Havn. Fundur skuldi vera í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag týskvøldið, har støða skuldi takast til spurningin. Sámal Petur í Grund vil sjálvur ikki vátta tíðindini, men hann fær hinvegin ikki avsannað tey. Verður Sámal Petur í Grund valdur í staðin fyri Kára P. Højgaard úr Eysturoynni, sum hevur umboðað flokkin hetta val- skeiðið, so merkir tað sam- stundis eitt skiftið fyri flokkin, ið kann hava týdn- ing fyri sjálvstýristil- gongdina. Sámal Petur í Grund er sjálvstýrissinnaður um ein háls. Kári P. Højgaard hev- ur hinvegin gjørt tað til sítt vørumerki at trýsta á bremsuna í sjálvstýrispolit- ikkinum hjá samgonguni, og tað er óivað hann, sum hevur heiðurin fyri, at fólkakirkjan framvegis ikki er yvirtikin, og hann hevur sett seg ímóti, at løgreglan skuldi yvirtakast hetta valskeiðið. Umframt Sámal Petur í Grund ljóðar eisini, at sjálvstýrisfólk royna at fáa Jákup Sverra Kass at stilla upp í høvuðsstaðnum. Ják- up Sverri, sum er í lestrarørindum í Danmark, hoyrir til sterku Kass-fam- iljuna, sum er eitt serligt kapitull í sjálvstýrissøguni. Stillar hann upp, eru nakrar tryggar atkvøður aftur í kassanum. Hann hevur framvegis vøkunætur av at hugsa um, at fólkaat- kvøðan varð avlýst. Besta avrikið var, tá skúla- og heilsumál vórðu yvirtikin, og blokkurin varð lækk- aður. Nú er skrivstov- an í Bakkapakkhúsin- um tóm. Eitt serstakt tíðarskeið í føroysk- um politikki er fyri- bils av, nú Høgni Hoy- dal hevur pakkað saman FARVÆL Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo – Hetta er sum at flyta sjálvur. Tú kemur fram á nógv, sum tú púrasta hevði gloymt, at tú hevði liggj- andi. Høgni Hoydal, fyrrver- andi landsstýrismaður, ruddar upp í Tinganesi mánadagin, tá ið vit hyggja inn á golvið í nýstovnaða løgmálaráðnum, sum hann hevur fingið upp at standa. Saman við honum at pakka eru fleiri fólk, sum hava fylgt honum hesi slaku seks árini. Hann tekur alt, sum ikki eru trúnaðarskjøl, við sær til hús. Nógv skal burt- ur, tí tað ongan týdning hev- ur, men okkurt verður goymt til minnis um tíðina, hann var landsstýrismaður. Um hann nú ikki skuldi komið út aftur. Sera vónsvikin Á telduskíggjanum er ein mynd av familjuni Hoydal frá einari útferð í Stóra Dímun. Nú skal nýggjur pausu-skermur á telduna. Í øllum førum til næsta val. Høgni Hoydal, sum er vasaklæddur í myrkamor- reyðari troyggju, fyllir bunkar av pappírum í svart- ar plastposar, meðan hann fortelur okkum, at hann er vónsvikin. Sera vónsvikin. – Eg varð púra paff. Eg fekk eitt sjokk, tá løgmaður segði samgonguna og okk- um upp. Eg ánaði einki, fyrr enn hann segði okkum tað, beint áðrenn hann fór upp á røðarapallin. Eg helt, vit høvdu givið honum ein veruligan møguleika at bjarga samgonguni, sigur Høgni Hoydal. Løgmaður sendi fólk eftir lyklinum til løgmála- ráðið longu fríggjakvøldið, so Høgni ikki kundi koma og fara, sum hann vildi. Og so fekk hann høvi at koma at pakka mánadagin, tá ið fólk vóru til staðar. Tað dámar Høgna Hoydal lítið, tí hann heldur seg einki skeivt hava gjørt. Sorgblíð kensla Høgni Hoydal hevur verið í fokus mest sum øll seks árini. Serliga tey fyrstu ár- ini frá 1998 til 2000, tá ið samráðingarnar vóru fyri- reikaðar og hildnar við donsku stjórnina í Keyp- mannahavn. Tá var hann ímyndin av føroyska sjálv- stýrisstríðnum. Síðan er hann fánaður nakað, so hvørt ósigrarnir komu og fullveldisgongdin steðgaði. – Tað kennist sorgblítt at stinga í sekkirnar. Øðru- megin eru nógv ting, sum vit hava fingið framt. Hin- vegin eru eisini ting, sum ikki eru framd. Í triðja lagi eru nøkur ting, sum eru um at vera framd. Nógv egg eru troðin og valskeiðið ger av, um tey verða klakt. Tað skal vera mín vón, sigur Høgni Hoydal. Hann sipar serliga til yv- irtøkumálini. Løgmálaráð- ið er mest sum stovnað til tað sama, og nærum øll eru liðug viðgjørd á embætis- mannastigi. Eitt yvirtøku- álit er gjørt, sum skuldi verið handað landsstýris- manninum í dag. Men tað var honum ikki unt. – Hetta er ein langur listi av ítøkiligum yvirtøkum, sum eru fyrireikaðar á em- bætisstigi – teirra millum er løgreglan. Eingin teknisk forðing er longur fyri yvir- tøkunum. Nú eru bara polit- iskar forðingar. Fyri fimm til seks árum síðan, hevði eg ikki droymt um, at vit skuldu verið komin so langt, sigur Høgni Hoydal og greiðir frá, hvussu gongdin mátti vendast á høvdið, tí danir vóru so trekir at sam- ráðast við í 2000. Eitt nýtt landsstýrið kann merkja, at aðalráð skulu skerast burtur, men Høgni Hoydal óttast ikki fyri, at løgmálaráðið verður tikið av, tí tað er vorðið bíligari at umsita lógarmál, sigur hann, og tað er neyðugt fyri rættarkensluna hjá føroy- ingum. Eitt persónsmál Hann sigur seg als ikki hava hugsað um, hvørt hann yvirhøvur fer at stilla upp, ella hvat hann nú fer at gera. Hann viðgongur, at sum formaður Tjóðveldis- floksins kann hann ikki bara gera, sum honum lyst- ir. Hann er eisini valdur á Fólkatingið, har Tórbjørn Jacobsen í løtuni situr fyri hann, men hann ætlar sær ikki í tað starvið, fyrr enn løgtingsvalið er av. – Um eg stilli upp, so skal eg føra eitt valstríð, og eg havi ikki hugsað so langt. Eg eri vónsvikin av, at tað skuldi enda soleiðis. Eg komi ikki yvir, at eitt persónsmál skuldi forða fyri, at vit ikki komu víðari. Eg nevndi enntá møguleik- an, at vit skiftu alt lands- stýrið út, so tað ikki vóru persónar, sum forðaðu fyri nøkrum, men einki hjálpti. Vit kundu ikki blástemplað lógarbrot og ósannandir, og so bleiv tað soleiðis, sigur Høgni Hoydal. Kann gerast endin Skal Høgni Hoydal aftur til valdið, so skulu óivað nýggir flokkar í samgong- una. Tað er lítið sannlíkt, at sama samgongan heldur fram, sum landið liggur. – Eg vóni, at vit fáa savn- að eitt breiðari grundarlag fyri sjálvstýrisgongdini. Hetta málið hevur verið so politiserað, og tí hava onkr- ir partar verið meiri sam- bandssinnaðir, enn teir ann- ars eru. Tað vóni eg í øllum førum, sigur Høgni Hoydal og sipar heilt greitt til Javnaðarflokkin uttan at siga tað beinleiðis. Samstundis viðgongur hann, at valið kann gerast endin á hansara politisku karrieru sum frontmaður í hesi syftu. – Vandi er fyri, at valið gerst ein stoppari fyri sjálv- stýrismálið á hesum sinni. Um Tjóðveldisflokkurin fær eitt vánaligt val, so steðgar tað upp; men tað ger veljarin av, sigur Høgni Hoydal. Størsta vónbrotið Av tí, sum samgongan hev- ur avrikað, sigur hann seg vera mest glaðan fyri, at skúlamál og heilsumál eru yvirtikin, og at blokkurin varð lækkaður samsvar- andi. Mest vónbrotin er hann av fólkaatkvøðuni, sum løgmaður avlýsti. – Eg vakni framvegis um næturnar og hugsi, um vit heldur skuldu havt brotið samstarvið tá. Síðan tá hevur fullveldið aftur verið kastibløka í partapolitiska spælinum, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur enn ein bunka av pappírum í ein svartan sekk. Kanska var tað fullveldi, sum fór í sekkin, ið skal flytast av Tinganesi niðan í Hoyvík, har familjan bíðar. Fullveldi í svartar sekkir Vandi er fyri, at valið gerst ein stoppari fyri sjálvstýris- málið, sigur Høgni Hoydal Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6