mikudagur 10. desember 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 236 - 11. desember 2003
Nr. 236 - 11. desember 2003
7
Enn ein rundkoyring
Nýtt skip á Vestmanna
Rundkoyringarnar
gerast alt fleiri á
landsvegunum. Enda-
málið er at tryggja
ferðsluna, sigur
landsverkfrøðingurin
FERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Landsverkfrøðingurin ger
eina rundkoyrin á vegamót-
inum Vegnum Langa og
Hvítanesvegnum.
Hetta
fyri at tálma ferðsluni á
staðnum, verður sagt í tíð-
indaskrivi, Landsverkfrøð-
ingsstovnurin sendi út um
dagarnar.
Ferðslan er rættiliga nógv
á hesum vegastrekkinum.
Sambært landsverkfrøðing-
inum koyra umleið 7.500
bilar dagliga her.
Endamálið við hesari
rundkoyringini er at skapa
tryggari ferðslu fyri bæði
gongugfólk og bilar, verður
sagt í tíðindaskrivinum.
Eitt stig í hesum sambandi
er at gera gonguteig um
Hvítanesvegin.
Tað hevur leingi verið ar-
beitt við at bøta um trygdina
á júst hesum vegastrekkin-
um, sigur landsverkfrøðing-
urin. Ikki minst tí foreldur á
Hvítanesi hava strongt á at
fáa gjørt nakað við trygdina
her, ið nógv børn ferðast á
veg í og úr skúla.
Ætlanin við rundkoyring-
ini er at fáa bilførarar at
seta ferðina niður, tá teir
koma til rundkoyringina.
Soleiðis verður eisini lætt-
ari hjá teimum, sum koyra,
at varnast gongufók á vegn-
um, heldur landsverkfrøð-
ingurin.
Avtalað er við Tórshavn-
ar Kommunu at gera eina
gongugøtu fram við vegn-
um millum Hvítanes og
rundkoyringina. Hesa skal
Tórshavnar
Kommuna
gera.
Tað er s/pf Karl Paturs-
son, sum undir eftirliti av
landsverkfrøðinginum ger
arbeiðið, sum mett verðar
at fara at kosta tvær milli-
ónir krónur. Arbeiðið byrj-
aði í november ov verður
eftir ætlan liðugt í mei
næsta ár.
Hendan rundkoyringin
verður tann fimta í røðini
av rundkoyringum á lands-
vegunum. Hinar eru í
Runavík, Kollafirði, oman
fyri Norðskála og við Skip-
aneskrossin undir Gøtueiði.
Eitt nýtt skip kom á
Vestmanna týskvøld-
ið. Tað er trolbáturin
Vesturfarið, sum
keyptur er úr Skagen
SKIPAKEYP
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vestmanna:
Vestmanningar hava fingið
nýtt skip í flotan. Gamla
Vesturfarið verður skift út
við eitt nýtt, sum skal trola
undir Føroyum.
Aksel Dahl-Olsen, sum
er ein av eigarunum, sigur,
at báturin er keyptur úr
Skagen. Hann er bygdur í
Frederikshavn í 1986 og
sandblástur beinanveg, men
er munandi umbygdur og
umvældur, so hann í dag
mestsum er nýggjur.
– Hann man vera eini 95
prosent ella so nýbygning-
ur, sigur Aksel Dahl-Olsen.
Vesturfarið fer at trola á
landleiðini. Hann er 20 tons
til støddar og sostatt merkt-
ur 10 tons minni, enn
gamla Vesturfarið er.
Men kortini er stórur
munur á skipunum, sigur
eigarin. Hesin nýggi bátur-
in er bógv betri útgjørdur,
enn tann gamli.
Manningarrúmini
eru
afturi á skipinum. Í kahútt-
ini eru koyggjur til teir fýra
menninir, sum við vera.
Messa er eisini har afturi.
Frammi í skipinum eru
goymslurúm, eins og eisini
eitt neyðaggregat stendur
har frammi til at taka.
Maskinan er ein árs-
gomul 387 HK Volvo
Penta. Brúgvin er frá ár
2000, og pumpur og spøl
eru nýggj. Tey hava teir
flutt av gamla Vesturfarin-
um umborð á hendan bátin,
sigur Aksel Dahl-Olsen.
Lastin er klædd við glas-
trevjum og gjørd til at passa
til kassarnar.
Á brúnni er alt, sum tíðin
krevur. Til dømis tveir
ARPA radarar, ekkolodd,
GMDS A02, fýra VHF'ar,
GSM fartelefon, NMT við
faksi,
gyrokumpass
og
magnetkumpass o.s.fr.
Skannari er til lemmarnar,
eins og útgeð til fylgisveina-
eftirlit eisini er umborð.
Trygdarútgerðin er tann,
ið krevst. So sum flóti-
draktir til alla manningina
og bjargingarbátar við tí, ið
har til hoyrir.
Eldsløkkingarskipanin í
maskinrúminum er nýggj,
greiðir Aksel Dahl-Olsen
frá. Hon eitur FirePro og er
nógv meira umhvørvis-
vinalig
enn
til
dømis
halogen útgerðin, flestu
skip annars hava. Hon er
bæði sjálvvirkandi og kann
útloysast við kontakt av
brúnni, sigur hann.
Báturin er eitt sindur um-
bygdur aftan, so betri pláss
er at arbeiða við tveimum
trolum.
Tvey trol eru umborð, so-
leiðis at skjótari verður at
koma í gongd aftur, um til
dømis skrætt verður. Tá ber
til at skifta beinanveg held-
ur enn at leggja stilt at bøta,
sigur Aksel Dahl-Olsen.
Gamla Vesturfarið er lýst
til sølu, men er ikki selt
enn. Onkur er kortini áhug-
aður, sigur hann.
Trolloyvið hjá gamla
Vesturfarinum, sum liggur
á Vestmanna, er flutt yvir á
tann nýggja bátin. Gamli
báturin hevur tó línuloyvi
eftir og verður seldur við tí.
Nýggja Vesturfarið varð
keypt fyri 3,4 milliónir
krónur og er umbygdur fyri
1,5 millión. Sostatt stendur
báturin í knappliga fimm
milliónum krónum, nú hnn
liggur á Vestmanna.
Rundkoyringin við
Hvítanesvegin og Vegin langa
skal betra um ferðslutrygdina
Mynd: Jens Kristian Vang
Vesturfarið kom á Vest-
manna týskvøldið. Báturin
skal trola undir Føroyum
Mynd: Edvard Joensen
Gamla Vesturfarið liggur á Vestmanna og bíðar eftir at verða selt. Línuloyvi fylgir við bátinum
Mynd: Edvard Joensen
Nú er aftur vandi fyri at øll
aling í Suðuroy fer fyri bakka
Nú nýval er útskrivað,
ivast Bjarni Djur-
holm, um hann hevur
heimild at geva endur-
reistu alivinnuni í
Suðuroy aliloyvi. Tí er
vandi fyri, at málið
verður súltað, líka til
nýggj samgonga er
skipað eftir valið. So
hendir onki, fyrrenn í
vár og tað kann fáa
álvarsligar avleiðingar
ALILOYVI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Øll tey mongu, sum reistust
úr stólinum í frøi um, at al-
ingin í Suðuroy varð endur-
reist, mugu heldur setast
aftur.
Í hvussu so er fyribils.
Nú er tað nevniliga slett
ikki vist, at tað verður
nøkur aling í Suðuroy.
Eftir at alt virksemið hjá
Hera Hjelm var farið fyri
bakka, var eitt nýtt felag
sett á stovn eftir drúgvar
samráðingar. Hetta felagið
fekk navnið Faroe Farming
og tað skuldi so føra aling-
ina í Suðuroy víðari.
Men treytin fyri tí var, at
aliloyvið hjá gamla felagn-
um verður flutt yvir á
nýggja felagið.
Nýggju
alararnir
í
Suðuroy høvdu fingið at
vita, at tað var ongin
trupulleiki at flyta aliloyvið
yvir á tað nýggja felagið.
Men nú vísir tað seg kort-
ini, at tað kann gerast ein
rættiliga stórur trupulleiki.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
hevði ikki avgreitt málið, tá
ið nýval varð útskrivað.
Og nú val er útskrivað, er
tað ikki vist, at hann yvir-
høvur hevur heimild til at
flyta loyvið.
Tað skal landsstýrismað-
urin nú kanna út í æsir og tí
hevur hann givið sær sjálv-
um eina umhugsunartíð.
– Eftir aliloyvini er ongin
ivi um, at eg havi heimild
til at flyta aliloyvi yvir til
nýggja felagið, sigur lands-
stýrismaðurin.
Men spurningurin er,
hvat
stýrisskipanarlógin
loyvir honum.
– Landsstýrið, sum nú
situr, er bara ein starvs-
stjórn. Tað merkir, at
Landsstýrið kann bara av-
greiða tað, sum er avger-
andi neyðugt fyri at samfel-
agið kann virka, men ikki
meiri enn tað.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann tekur onga avgerð,
fyrrenn hann hevur fingið
heilt greitt at vita, at hann
hevur heimild til at taka
avgerð um at flyta aliloyvi.
Kom í klemmu
Men nú er tað nakað síðani,
at Faroe Farming yvirtók
alingina í Suðuroy. Hví er
málið ikki avgreitt fyrr?
– Tað er nýtt í Føroyum,
at eitt aliloyvi verður flutt
frá einum felag til eitt ann-
að. Tað er ofta hent, at ali-
virki eru farin á húsagang,
so at aliloyvi eru fallin aftur
til landsstýrið.
– Men í hesum føri skal
ein avgerð takast, sum kann
gerast fordømi og sum
kann slóða fyri eini ávísari
mannagongd, tá ið líknandi
mál taka seg upp.
Tí vildi Bjarni Djurhom,
at avgerðin í hesum málin-
um skuldi byggja á greiðar
og væl lýstar reglur.
Seinastu tíðina hevur ein
bólkur við umboðum fyri
vinnumálaráðið, peninga-
stovnarnar og vinnuna sitið
og útgreinað ymisk viður-
skifti í alivinnuni.
– Fyrst í september varð
frágreiðingin liðug og ætl-
anin var at taka tað upp á
Landsstýrisfundi í farnu
viku.
Bjarni Djurholm vísir tó
á, at politiska kreppan førdi
við sær, at ongin landsstýr-
isfundur varð og tí kom
málið í klemmu og sostatt
er tað avgreitt.
– Eg havi boðað frá, at eg
takið onga avgerð, fyrrenn
tað er púra greitt, hvørjar
heimildir eg havi, serliga tá
ið hugsað verður um, at
hendan
avgerðin
kann
skapa fordømi.
Bjarni Djurholm sigur, at
hinvegin má hann eisini
hugsað um hvørjar avleið-
ingar tað fer at fáa, verður
niðurstøðan tann, at ali-
loyvi ikki kann flytast yvir
til nýggja felagið, soleiðis
sum støðan er.
– Verður avgerðin tann, at
onki skal gerast nú, er mest
sannlíkt, at onki hendir
fyrrenn í vár, tí eftir valið
tekur tað eisini eina tíð at
skipa nýggja samgongu og
hjá nýggja landsstýrismann-
inum at seta seg inn í málið.
Landsstýrismaðurin sigur,
at sum støðan í alivinnuni er
í løtuni er væl hugsandi, at
hetta fer alivinnan í Suðuroy
ikki at tola og at hon tí
ordiliga fer fyri bakka.
– Tað er eisini umráðandi
fyri okkum, at vinnuliga
virksemið ikki fer fyri
bakka og í hesum føri er
talan um ógvuliga kærkom-
in arbeiðspláss í Suðuroy.
– Spurningurin er eisini
um ov nógv drál í hesum
føri er tað sama sum at lata
samfelagslig virði fara fyri
skeyti og tað er spurningur-
in um vit kunnu loyva okk-
um tað.
Bjarni Djurholm sigur, at
eitt, sum eisini liggur í hes-
um er um hann hevur polit-
iska undirtøku fyri at flyta
aliloyvið yvir til nýggja fel-
agið, soleiðis sum politiska
støðan er í løtuni, og tað
ætlar hann sær eisini at
kanna.
– Men tað er greitt, at út
frá einum vinnuligum sjón-
armiðið hevur tað stóran
týdning at avgerðin verður
tikin sum skjótast, antin
svarið so verður nei ella ja,
leggur landsstýrismaðurin
afturat.
Bjarni Djurholm fer ikki at taka støðu til aliloyvið til
endurstovnaðu alivinnuna í Suðuroy, fyrenn hann hevur
tryggjað sær 100%, at hann hevur heimild at taka støðu.
Avleiðingin kann verða, at ongin avgerð verður tikin fyrrenn
einaferð í vár
– Vit skilja púrt onki
av, at landsstýrismað-
urin ikki hevur flutt
okkum aliloyvið enn.
Fellur avgerðin ikki
fyrsta dagin, er
spurningurin, um
vit ikki noyðast at
taka okkum aftur, sig-
ur Erhard Joensen,
stjóri í Faroe Farming
í Suðuroy
ALING Í SUÐUROY
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit skilja púra onki, men
vit kunnu ikki bíða nógvar
dagar afturat.
Tað sigur Erhard Joen-
sen, stjóri í Faroe Farming,
sum er felagið, sum ætlaði
at endurreisa alingina í
Suðuroy.
Hann sigur, at teir fingu
at vita, at tað var ongin
trupulleiki at flyta aliloyvi
yvir til nýggja felagið, tí
tað var ikki annað enn ein
umsitingarligur spurningur.
– Er talan um ein umsit-
ingarligan spurning, skilja
vit ikki, hví landsstýris-
maðurin ikki vil umsita, tí
hetta kundi verið avgreitt
langt síðani, sigur Erhard
Joensen.
Hann sigur, at treytin fyri
at nýggja felagið kann yvir-
taka alingina, er sjálvsagt,
at aliloyvið kundi flytast
yvir til nýggja felagið.
– Og verður aliloyvið
ikki flutt, er avtalan um at
yvirtaka alingina sostatt
eisini burturdottin.
Nú eru teir so í teirri
støðu, at teir fara ikki at bíða
nógvar dagar afturat, tí
hendir onki fyrsta dagin,
fara tey at viðgerða støðuna.
Tað eru fimm feløg í
Faroe Farming. Sjálvir hava
suðuroyingar stovnað Suð-
urlaks, sum er eitt av teim-
um fimm feløgunum.
– Verður ein avgerð ikki
tikin ein av fyrstu døgun-
um, fer í hvussu so er Suð-
urlaks at viðgerða støðuna.
– Tà mugu vit taka støðu
til, um vit noyðast at taka
okkum úr, ella um vit eru
sinnað at bíðað til í vár eftir
einum møguligum loyvi.
Samstundis leggur hann
dent á, at ongin støða er tik-
in til, hvat verður gjørt,
kemur ikki játtandi svar frá
Vinnumálaráðnum fyrsta
dagin.
– Men tað sigur seg
sjálvt, at íløgan er so mikið
stór, at tað fer ikki at bera
til at bíða til í vár eftir eini
avgerð.
– Serliga tá ið vit ikki
vita, hvør avgerðin verður.
Politikkur er soleiðis hátt-
aður, at har er ongin trygd
fyri nøkrum, sigur stjórin í
Faroe Farming.
Tá ber heldur ikki til at
fóðra smoltið á fjørðinum í
tað óndaliga, uttan at vita,
hvar vit flóta.
Tí heldur hann, at Bjarni
Djurholm má taka eina
avgerð ein av allarfyrstu
døgunum.
– Vit hava bíðað í tríggjar
vikur og vit kunnu ikki bíða
nógvar dagar afturat. Vit
eru sera ótolnir eftir einum
svari nú, leggur hann
afturat.
Hann dugir ikki at síggja,
at hetta skal vera eitt so
trupult mál, tí aliloyvi eru
oftani flutt ímillum feløg
– Nú aftaná, kunnu vit
bara iðra okkum um, at vit
ikki syrgdu fyri at fáa ali-
loyvið upp á pláss, áðrenn
vit brúktu so nógva tíð
uppá at fáa felagið á føtur,
sigur Erhard Joensen.
Alingin í Suðuroynni:
Bíða ikki nógvar dagar afturat
– Fáa vit at vita, at vit ikki
fáa aliloyvið fyrrenn í vár, er
tað ein spurningur, um vit
ikki mugu taka okkum aftur,
tí so leingi kann ein stór
íløga, sum hetta, ikki vera í
óvissuni, sigur Erhard
Joensen, stjóri í endurreistu
alivinnuni í Suðuroy
C
M
Y
K
7
6