Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 235 - 10. desember 2003 Nr. 235 - 10. desember 2003 9 Við stuðli frá olju- felagnum, BP, varð í seinastu viku hildið førleikamennandi skeið fyri starvsfólk- unum á Trygdarmið- støðini í Klaksvík TRYGD Á SJÓNUM Myndir: Bárður Lydersen Orð: Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Førleikamenning eigur at vera ein týðandi partur hjá teimum, sum undirvísa um trygd á sjónum. Tí varð gjørt av at søkja um stuðul úr grunninum, sum oljufel- øgini settu av til hetta enda- mál. Hetta siga tey á Trygdar- miðstøðini í Klaksvík, sum hava søkt oljufelagið, BP, um stuðul til førleikamenn- ing av starvsfólkunum. - Feløg, sum eitt nú BP, taka trygdina í stórum álvara og eru vanliga væl frammanfyri aðrar vinnur, tá um trygdina ræður, sigur Dánjal Jákup Meinertsson, skeiðleiðari. Umsókn varð send BP, sum játtaði allar tær 255 túsund, ið søkt varð um. Stuðulin skal nýtast til skeið her heima og uttan- lands. Talan er um instruktør- skeið í fyrstuhjálp, eld- sløkking, trygd og bjarging á sjónum. Skeiðini verða hildin í Føroyum, Dan- mark, Onglandi, Noregi og møguliga eisini í Hálandi. Fríggjadagin í seinastu viku var Torstein Vange Hansen frá Beredskabsstyrelsen í Danmark, á Trygdarmið- støðini og hevði instruktør- skeið í eldsløkking við starvsfólkunum. Á Trygdarmiðstøðini eru teir sera fegnir um stuðulin, sum BP hevur játtað teim- um. Dánjal Jákup sigur, at út- gerð er umráðandi, men til- vitan og hugburður er grundarlagið undir trygd- ini. Her er útbúgving og venjing av alstórum týdn- ingi. Munadygt sløkkiamboð Við góðum samstarvi og vælvild frá reiðarínum, Christiani í Grótinum, er fingin til vega ein IFEX 3000 eldsløkkjari. Hetta er rættiliga nýtt amboð til eldsløkking og tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Umframt vatn sum sløkkievni, kann IFEX- pistólin eisini nýta skúm og pulvur. Tað eru fleiri stórir fyri- munir við einum slíkum amboði. IFEX sprænir vatn inn við høgum trýsti, soleiðis at tað gerst til eina ógvuliga fína vatntoku sum dampar í stundini, men sløkkir eld sera effektivt. Av tí, at vatnmongdin er so lítil, slepst undan stórvegis vatnskaða. Vatnpistólin er long og tunn, og tí slepst betur til, har trongligt. Trygdarmiðstøðin er stovnur undir Fiskimála- ráðnum, og er tí bundin at tí játtan, sum fæst hiðani. - Størsti denturin hevur verið lagdur á at fáa bíði- listan til trygdarskeið burt- ur, og at gera undirvísingar- umstøðurnar og karmarnar so góðar sum gjørligt. - Ein stórur partur av fíggjarorkuni hevur verið brúktur til útgerð; tí eru vit sera fegnir um stuðulin, sum BP játtaði okkum, siga teir á Trygdarmiðstøðini. BP stuðlar trygd á sjónum Útgerð er umráðandi, men tilvitan og hugburður er grundar-lagið undir trygdini, bæði á sjógvi og landi. - Feløg, sum eitt nú BP, taka trygdina í stórum álvara, og eru vanliga væl frammanfyri aðrar vinnur, tá um trygd ræður, siga teir á Trygdarmiðstøðini IFEX-pistólin sprænir vatn inn við høgum trýsti, soleiðis at tað gerst til eina ógvuliga fína vatntoku sum dampar í stundini, men sløkkir eld sera effektivt. Av tí, at vatnmongdin er so lítil, slepst undan stórvegis vatnskaða Við góðum samstarvi og vælvild frá reiðarínum, Christiani í Grótinum, er fingin til vega ein IFEX 3000 eldsløkkjari. Hetta er rættiliga nýtt amboð til eldsløkking, og er tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum Pipar & Salt á sjónbandi Frálíku framførslur- nar hjá Pipar & Salt í summar í Norður- landahúsinum verða nú at fáa til keyps á sjónbandi. Húsin á sjónbandinum er rættiliga marghátt- ligur, tí allur tekstur- in er skrivaður á russiskum PIPAR & SALT Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Myndir: Finnur Justinussen Hvat er lívið ikki herligt at liva, og á bygd er gleðin størst, her angar væl úr hjalli krøv sum eru røst og deiligt tvøst... Tað gongur valla ein dagur, at vælumtókta lagið, Hvat er lívið ikki herligt, hjá Melvis Stardust úr Pipar & Salt er at hoyra í útvarpinum. Frá hósdegn- um sleppa føroyingar ikki bara at hoyra – men eisini at síggja Melvis Stardust og restina av Pipar og Salt á sjónbandi. Tilfarið á sjónbandinum er frá framførslunum hjá Pipar & Salt í Norður- landahúsinum í summar. Allar fimm sýningarnar í Norðurlandahúsinum vórðu útseldar, og við sjón- bandinum fáa fólk høvi til bæði at síggja og endur- síggja frálíku framførslur- nar hjá Sjúrða Skaale og Jákupi Veyhe. Sjónbandið er hálvan annað tíma til longdar. – Vit prøva bara at vita um tað riggar at geva slík bond út. Tað er sjálvsagt eisini heilt tilvildarligt, at bandið kem- ur út nú um jóltíðir og fólk skulu síggja bandið sum eina gávu frá Pipar & Salt til fólkið, sigur annar av høvuðsmonnunum, Jákup Veyhe. Ekspandera eystureftir Ikki heilt óvæntað, so er húsin á sjónbandinum øðr- vísi, enn vanligir húsar. All- ur teksturin á húsanum er russiskur, og Jákup Veyhe vil ikki siga, hvat fjalir seg handan russisku orðini. – Eg kann siga so mikið, at yvirskriftini er Pipar & Salt, men fólk mugu sjálvi finna út av, hvat stendur í smáum niðanfyri, sigur hann. Spurdur um, hví teksturin er á russiskum, svarar Jákup Veihe skemtandi, at tað er einki dulsmál, at Pipar & Salt hevur havt úr at gera í seinastuni í fyrr- verandi Sovjetsamveldin- um - har millum annað Melvis Stardust vann ta lokalu Stjerne for en Aften kappingina. – Vit hava uppdagað, at tað eru óteljandi møguleik- ar á nýggja marknaðinum í fyrrverandi Sovjetsamveld- inum, og sjónbandið er ein liður í ekspansionina hjá okkum eystureftir, sigur Jákup Veyhe. Einki nýggjár Føroyingar skulu ikki vænta, at síggja Pipar & Salt manningina á sjón- varpsskíggjanum á nýggj- árinum í ár. – Tað var ætl- anin, at vit skuldu gera ein sending aftur í ár. Vit skuldu fara undir fyrireik- ingarnar seinasta mánadag, men so seint sum fríggja- dagin komu boð úr SVF, at tað kortini ikki varð til nak- að. Av fíggjarligum áðum, helt sjónvarpið ikki, at tað var ráðiligt at gera ein nýggjárssending í ár. Vit vóru í Bø í fjør, og ætlanin í ár var at fara til Øravíkar at taka upp. Hetta er eitt sindur keðiligt, tí vit høvdu sett tíð av til sendingina og Sjúrður skuldi koma til tað sama. Sjónvarpið átti sjálv- sagt, at sagt okkum frá í góðari tíð, og ikki stutt upp undir fyrireikingarnar, heldur Jákup Veyhe. Tá vit ikki fara at síggja nýtt tilfar frá Pipar & Salt á nýggjárinum, mugu vit sláa okkum til tols við nýggja sjónbandinum, sum óivað verður ein vælumtókt jóla- gáva í ár. Jákup Veyhe sigur frá, at sjónbandið verður at fáa í øllum Telebúðunum kring landið og í 3-aranum. Á støðum, har eingin Telebúð er, verður møguleiki at fáa sjónbandi í øðrum handl- um. Sjónbandið við Pipar & Salt kostar 220 krónur. Nú verður møguleiki at síggja Pipar & Salt á sjónbandi. Húsin á sjónbandinum er rættiliga margháttligur, tí alt er skrivað á russiskum. C M Y K 9 8