Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. desember 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 236 - 11. desember 2003 Nr. 236 - 11. desember 2003 9 Umborð á nýggja trolaranum hjá JFK- Troli, Skálabergi, hava teir sett sær sum mál at fáa meira burtur úr veiðini, sum kemur inn á dekkið. – Eg haldi, at hugburðurin hjá reiðarínum og manningini er hin rætti, sigur Hanus Hansen, reiðari FISKIVINNA Orð: Vilmund Jacobsen Myndir: Jan Muller vilmund@sosialurin.fo Tá ið Skálaberg av fyrsta túrinum í Barentshavinum legði veiðina upp í Grims- by, 19. november, varð meira gjørt burtur úr enn vanligt við at bjóða við- skiftafólki at síggja tær vørur, sum virkaðar vórðu umborð á túrinum. Hanus Hansen, reiðari á JFK-Troli, sigur, at veiðan hendan túrin var góð 600 tons. Meginparturin var flak, men nakað var eisini av lidnum vørum, eitt nú portiónum og ymiskum vørum í smápakningi. Aftr- at hesum hevði skipið eisini nakað av rundum heilfryst- um fiski, sum marknaður vísir seg at vera fyri. - Tað ljóðar kanska ótrúligt, at tað loysir seg at heilfrysta fisk umborð á einum flakatrolara, men er fiskastøddin hin rætta, er hetta nakað, sum loysir seg. Tekur tíð Hanus Hansen leggur dent á, at meirvirkingin umborð á Skálabergi er á roynd- arstigi, men ætlandi verður farið meira miðvíst undir hesar ætlanir, tá ið Skála- berg fer í norskan sjógv einaferð í januar mánaði komandi ár. - Fiskurin í norskum sjógvi er størri, og betri møguleikar eru at fáa meira burtur úr honum. Ætlanin hjá okkum er at byrja við meira føstum avtalum, tá ið farið verður avstað aftur fyrst í komandi ári. Reiðarin vísir á, at tað er sjálvsagt ikki bara sum at siga tað at fara undir nýggjar framleiðslur, men hann ivast ikki í, at hetta í longdini fer at geva úrslit. - Her skal eitt stórt ar- beiði gerast. Í fyrsta lagi er neyðugt, at vit hava eina vøru at bjóða út, sum keyparar vilja hava. Í øðr- um lagi mugu vit samráða okkum fram til avtalur um keyp av hesum vørum. Hanus sigur, at meirvirk- aðu vørurnar, sum Skála- berg hevði heim við hendan túrin, eru farnar á marknað- in, og nú bíða teir í spenn- ingi eftir, hvussu tær verða móttiknar. - Slíkar verkætlanir verða ikki upparbeiddar eftir einum degi, men í løtuni kunnu vit siga, at Skálaberg ger meira við fiskin enn hin trolarin, Sundaberg. Hann sigur, at bæði reiðarí og manning eru sera spent uppá, hvussu roynd- irnar at fáa meira burtur úr fiskinum fara at eydnast. - Tað verður nokk ikki soleiðis, at vit eftir stuttari tíð kunnu siga, at Skálaberg fær fleiri miljónir meira fyri sína last enn eitt nú Sundaberg, men vit trúgva uppá, at royndirnar við tíðini fara at geva úrslit. Hjá-rávøran Hanus sigur, at tað næsta, sum reiðarí og manning hava í stoypiskeiðini, er at fáa meira burtur úr hjá- rávøruni, sum higartil lítið og einki verður gjørt við. Hann sigur, at á hesum fyrsta túrinum eystanfyri hevði Skálaberg nøkur tons av rognum, livur, kjálkum, uggum og øðrum úr fiski. - At skip og virkir í ein ávísan mun taka rogn, er einki nýtt, men prísurin á rognum kann vera ógvuliga skiftandi, ár undan ári. Uggarnir eru eisini áhuga- verdir, og frá øðrum roynd- um vita vit, at teir saktans kunnu seljast. Hann vísir á, at Sunda- berg fyri góðum hálvum øðrum ári síðan gjørdi eina roynd at taka uggar, sum kundu seljast fyri einar 7 krónur fyri kilo. Hetta vóru feskir og frystir uggar, sum áhugi eisini er fyri, tá ið teir eru saltaðir. - Við í ætlanunum hjá okkum er eisini at taka eitt nú sil og magar, men enn eru vit ikki rættiliga komnir í gongd við hesum. Japanesarar Hanus sigur, at ætlanin er at taka ein ella tveir japanesarar umborð í januar, sum serliga skulu fylgja framleiðsluni av úrdráttum burtur úr hjá- rávøruni, og hann er sera spentur uppá, hvat fer at spyrjast burtur úr, tá ið vártúrurin hjá Skálabergi verður liðugur. - Tað kostar okkum einki at gera fleiri av royndunum, sum eru gjørdar og liggja fyri framman. Fáa vit 2-3 krónur fyri kilo av vørun- um, vit koyra í eskjur, dekkar tað útreiðslurnar og pakningin. Reiðarin fegnast um, at hol er sett á meirvirkingina av rávøruni, sum kemur inn á dekkið. - Eg endurtaki, at hetta fer at taka sína tíð, og eg kundi hugsað mær, at tað gekk skjótari. Hanus vísir á, at tá ið skipið kemur við flaki, er gravgangur eftir vøruni, men tá ið talan er um aðrar hjá-vørur, noyðist tú fyrst at gera eitt framleiðslu-og søluarbeiði, áðrenn úrslit spyrst burtur úr. - Hetta er ein spennandi verkætlan, og eg haldi, at hugburðurin bæði hjá reiðarí og manning er hin rætti, sigur Hanus Hansen, reiðari, at enda. Skálaberg gongur nýggjar leiðir við meirvirking Formaðurin í Føroya Reiðarafelag: Stállínuskipini metár Formaðurin í Reið- arafelagnum, Jákup Sólstein, er samdur við Jørn Astrup Hansen, stjóra í Føroya Banka, um, at støðan í vinnuni ikki er góð, tá ið partrolararnir lítlan og ongan prís fáa fyri fiskin, sam- stundis sum virkini á landi koyra illa. Hann heldur, at tá ið virkini einki fáa burtur úr bíliga upsanum og hýsuni, eru útlitini heldur vánalig FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sjálvt um vit føroyingar hava eitt eintáttað vinnu- lív, har fiskur er høvuðs- vøran og útflutningurin, er fiski- og alivinnan eitt umfatandi øki. Gongur væl í einum parti av vinn- uni, kann saktans ganga illa í einum øðrum parti. Tað sama kenna vit úr øðrum londum. Rækju- fiskiskapurin kann vera góður í Grønlandi ella Kanada, tá ið toskastovn- urin er lítil – og øvut. Sama kann vera galdandi við lodnu og toski í eitt nú Barentshavinum. Í SvF týskvøldið segði Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, at gongd- in hjá eitt nú partrolar- unum og fiskavirkjunum í ár hevur verið heldur vánalig. Sama segði hann um gongdina í alivinnuni og rækjuflotanum. Samdur Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sól- stein, sigur seg als ikki vera ósamdan við banka- stjóran um, at gongdin í ár hjá eitt nú partrolarunum hevur verið vánalig. - Skipini hava fingið nógvan upsa, men prísir- nir hava verið so ómeta- liga vánaligir. Nú í heyst kvinkaðu teir eitt sindur uppeftir aftur, soleiðis at upsaprísurin í dag kanska er eina krónu hægri í miðal, enn tá ið hann var lægstur fyrr í summar. Jákup vísir á, at prísir- nir á hýsu hava eisini ver- ið óvanliga vánaligir, og tað er enntá so galið, at tað nóg illa slepst av við hýsuna. - Men eitt er, at prísirnir á upsa og hýsu eru so vánaligir. Annað er, at virkini eftir øllum at døma heldur einki fáa burtur úr bíliga fiskinum – og tá er ikki so væl vorðið. Formaðurin í Reiðara- felagnum heldur, at var tað so, at onkur tjenti upp á bíliga fiskin, hevði hetta komið onkrum til góðar. - Men tá ið bankastjórin sigur, at tað gongur illa hjá bæði partrolarunum og virkjunum, er lítið sum bendir á, at nakar pening- ur er at tjena hjá teimum heldur. Jákup vísir á, at nakrir partrolarar hava roynt at fingið hvítan fisk í veið- ini, men hann heldur, at trolararnir hava fingið minni av hesum fski í seinastuni. - Hýsan kemur eisini undir heitið, hvítur fiskur, og tá ið hon hevur so vánaligan prís, gevur hon ikki tað stóra íkastið held- ur. Jákup sigur tó, at tosk- urin, sum stundum hevur verið uppi í veiðini hjá partrolarunum, hevur ver- ið við til at økt um prís- grundarlagið, men hetta hevur ikki verið nóg mik- ið til, at partrolararnir sum heild hava havt eitt líkinda ár í ár. Hann sigur annars, at tað gekk rímiliga væl hjá partrolarunum, til upsa- prísurin fór at fella so nógv, sum hann gjørdi – og er ikki nærtil komin uppaftur á eitt líkinda støði enn. Gott ár Formaðurin í reiðarafe- lagnum fegnast annars um, at eitt nú stállínu- skipini hava havt eitt fram úr gott ár í ár. - Ja, eg haldi, eg tori at siga, at hetta verður eitt metár hjá hesum partinum av flotanum. Sosialurin hevur frætt, at manningarhýrurnar umborð á tí eina línubát- inum í ár helst fara at liggja rundan um tær 700.000 krónurnar, tá ið árið er úti. Hjá fleiri skipum hava dagarnir, skipini áttu á Føroya Banka, verið eitt ótrúligt íkast. Fiskiskap- urin á Bankanum hevur verið góður, og prísirnir á toskinum haðani hava verið rættiliga høgir. Sosialurin fer í einum øðrum blaði at venda aftur til gongdina hjá stál- línuflotanum í ár. Skálaberg við Kunoyarnesi í baksýni – júst aftur komin úr Grimsby, har skipið hevur lagt góð 600 tons upp Hanus Hansen, reiðari Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag C M Y K 9 8